kalevalalag
Ørindislag, ið hevur navnið eftir finska tjóðarkvæðinum
Kalavala, finskir kvæðabólkar á manna munni, sum Elias Lönnrot savnaði, ritstýrdi til eina heild og gav út í 1835. K. hevur 4 rættar tvíliðir í hvørjari reglu, ørindislagið hevur ikki endarím, men er prýtt við stavrími. Jóhannes av Skarði týddi
Kalevala til føroyskt og varðveitti ørindislagið í týðingini:
Hugin herðir á at taka
nú til máls í nýtum orðum,
bera fram tey fornu kvæði,
tey, sum gamlar ættir goymdu,
okkum dýrur arvur veittur.
Kalavala. Tjóðkvæði finna Jóhannes av Skarði týddi. Fannir 1993.
Amerikanski yrkjarin Longfellow (1807- 82) var ávirkaður av
Kalevala, bæði ørindislagnum og hugdáminum, og nýtti bæði í
Hiawatha (1855), eitt kvæði um amerikanska upprunasøgu, flættað av indianskum sagnum. Jóhan Hendrik W. Poulsen hevur týtt úr
Hiawatha til føroyskt (
Varðin 1961, s. 5-13):
Spyrt tú, hvaðan hesar søgur,
hesar fornu sagnir komu,
tær, sum skógaranga eiga,
døgg og tám av eingjarteigum,
kvøldarroyk frá reyðmans-smáttum,
dun frá stórum, stríðum áum,
orð, sum upp í saman ljóða
hvølt sum dvørgamál í gjáum,
eins og toran millum fjalla?
kallrím
Tað at rímorð endar við áherðslustavilsi; “
grør” og “
fjørð” eru k. í ørindisreglunum
Land mítt, har grasið í líðum grør,/ og sólin skínur á bláan fjørð. Sí
*kvinnurím.
kappyrking
Tað at yrkja kapp ,
*drunnur og
*broysa.
Turið Sigurðardóttir: Nøkur dømi um kappyrking og mótyrking Sýnisstubbar Føroyamálsdeildin 1993, bls. 64-66.
karnivalskur
Orðið er nýtt um ta frígerandi, niðurbrótandi ávirkanina hjá fólksligum humori á bókmentahevdina sambært teoriini, sum russiski málvísindamaðurin Mikhail Bakhtin legði framí verkumsínum
Problems of Dostoevsky’s Poetics (1929) og
Rabelais and his World (1965). Bakhtin vil vera við, at viðvendingin av øllum stigskipanum í fólksligum karnivali – samanblanding tess av heilagum og veraldarligum, hábornum og láturligum – liggur aftan fyri ‘opin’ (
*samrøðukendur, *margáherðsla) tekstsløg, eitt nú
*skaldsøguna. Karnivalskir bókmentaformar lata ymiskar røddir reka myndugleikan hjá almennu mentanini av trónuni. Sí
*groteskur.
katakresa (gr. katachresis misbrúk)
Orðingar ella myndburðir, sum hava sjálvmótsigandi orðalag, t.d. “plastikkglas”, “vera við svidnan lut.”
katarsis (gr. reinsan)
Í skaldskaparfrøði síni sigur Aristoteles (6. kap.), at harmleikurin vísir gerðir menniskjans, men
sigur ikki frá teimum, og “við at vekja samkenslu og skelk veitir hann hesum kenslum útrás” (
katarsis). Hann skilmarkar ikki k. nærri, og tað hevur verið tulkað á ymsan hátt gjøgnum tíðina, t.d. sum einskyns læknalig viðgerð ella sálarreinsan ella sum siðalagslig nøgtan av at síggja, at brot á siða- og trúarreglur hava við sær vanlukku. Mong hava tó hildið, at k. merkir frígering frá valdinum hjá kenslunum og at hon tí stuðlar ta hóvsomu miðleiðina, sum Aristoteles setti hægri enn alt annað. Við at sleppa undan ræðinum hjá hesum mótsettu kenslum skuldi áskoðarin fingið nýggja og djúpari fatan av tí almenna sannleika, sum býr í leikinum. Tað tykist at benda til hesa fatan, at Aristoteles sigur seinni (9. kap.), at “skaldskapurin stendur oman fyri alla heimspeki” og setur fram “heldur tað almenna, søgufrøðin tað einstaka.”
Aristoteles: Om diktekunsten. Týð. og viðmerk. Sam Ledsaker. 1989.
kenning
Tað serliga slagið av myndum í norrønum skaldskapi. Í sínum einfaldasta sniði er kenningin tvíliðað, t.e. 2 navnorð, stovnorð og kenniorð; kenniorðið í hvørsfalli, t.d. Jarðar burr (sonur) = Tórur; gulls viðr (træ) = maður; ella sum fastur samansetingarliður, t.d. stafnkvígr (stavntarvkálvur) = skip. Merkingin á stovnorðinum verður sostatt fastsett, ‘kend’, við kenniorðinum. – Tað bar til at klúgva kenningina og gera hana tríliðaða, og dømi eru um kenningar við upp í 7 liðum. Dømi um kenning í 3 liðum: elfar báls viðr. Elfr = stór á = Rín. Bál hennara er gull, tí sambært summum av skaldskapinum um Vølsungar og Gjúkungar endaði tað mikla gullið, ið Frænarorminum hevði ligið á, í Rínánni og lá har og glampaði sum eitt bál á áarbotninum. Viðr, t.e. ‘træ’, gulsins er ‘maður’ – hann er ein livandi, upprætt vera sum træið, men munurin á honum og trænum er, at hann er prýddur við gulli. – Í høvuðsdráttum kunnu vit býta kenningar sundur í 2 bólkar:
- Beinleiðis umskrivingar, har sum stovnorðið varðveitir merking sína, t. d. kenningar av persónsnavni: faðir Magna = Tórur; og kenningar, ið hava nomen agentis til stovnorð: gullbroti, baugabrjótr (ringbrótari) = gávumildur maður.
- Metaforiskar kenningar ella einskyns gátur, har sum merkingin á stovnorðinum er trongd ella púra broytt, soleiðis at heildarmerkingin verður ein onnur, enn stovnorðið sjálvt bendir til, t.d. hjorlogr (svørðløgur) = blóð, lyngfiskur = ormur; manskenningar sum auðstafr (eyðstavur), bauga Týr.
Kenningar eru fáar og heldur einfaldar í eddukvæðum, men tær eru eitt høvuðseyðkenni á dróttkvæðum. Hjá bestu skaldunum er myndamálið livandi, men í seinni skaldskapi er ofta nógv av steinrunnum formlum.
Ymsar frágreiðingar hava verið royndar um upprunan til kenningar, men full greiða er ikki fingin um hann. Bent hevur verið á samband við fornan átrúnað, t.d. nýtslu av øðrum heitum í staðin fyri forboðin orð (noa-orð) og somuleiðis á skreytlist víkingaaldarinnar. Men slíkar frágreiðingar greiða ikki til fulnar hetta serstaka fyribrigdið.
Jón Helgason í Nordisk Kultur VÌI B, 1952. Hallvard Lie í Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder VÌI, s. 375- 381. Carl Jóhan Jensen: Kenningar í føroysku kappakvæðahevdini. Ein roynd at savna og lýsa leivdirnar av einum føroyskum kenningakervi við einum ískoyti um hugtaksumskrivingar. Høvuðsritgerð. Føroyamálsdeild 1990.
khiasmos
klassisisma
Í víðari merking andlig, listarlig stevna við fyrimynd í fornari grikskrómverskari mentan; hetta var meginstevnan í
*endurreisnartíðarskeiðinum í Italia og stóð leingi við har. Í trengri merking er k.(ella
nýklassisisma) nýtt um ta bókmentastevnuna, sum stóð í hægsta blóma í Fraklandi í 17. øld og hevði munandi ávirkan á bókmentir hjá øðrum tjóðum í 18. øld. Franska k. setti ávísum tekstsløgum ávís formkrøv eftir klassiskum fyrimyndum; eina størsta ávirkan fingu hesi krøv á leikbókmentir (tær tríggjar
*eindirnar), og høvuðsskaldini í k., Corneille, Racine og Molière, fylgdu teimum. K. vendi sær frá tí bólgnandi barokkstílinum, vildi halda seg burtur frá kenslusemi, seta skynsemi í hásætið, stremba eftir skilvísi og greiðari framseting, lýsa alment menniskjanslig eyðkenni heldur enn sjáldsamar einstaklingar. Meginreglurnar fyri k. setti Boileau fram í
L’art poétique, ‘skaldskaparlistin’ (1674), sum var skapað eftir
Ars poetica Horatiusar. Hansara sjónarmið gjørdust bíblia hjá nógvum seinni høvundum, hóast tey blandaðust saman við hugmyndir hjá
*upplýsingini í 18. øld (t.d. hjá Voltaire). K. í øðrum londum var meira ávirkað av fronsku k. enn beinleiðis herming eftir fornklassiskum fyrimyndum. Soleiðis var í Onglandi (Dryden, Pope), í Týsklandi (Gottsched) og í Norðurlondum (Holberg, Olof Dalin). Seinni í 18. øld leitaðu summir týskir høvundar tó beinleiðis til klassiska mentan (Winckelmann, Lessing), og tann rørslan kom í høvdina við Goethe (1749-1832) og Schiller (1759- 1805), nevnd
nýklassisisma. Føroyskar bókmentir hava sín nýklassisistiska yrkjara í anda Goethes og Schillers í Janusi Djurhuus (1881-1948), sum týddi fornklassiskan skaldskap og í sínum egna skaldskapi hevði fornklassiskar fyrimyndir, bæði viðvíkjandi ørindislagi (
*hexametur), myndum og hugmyndum. – Klassisistiskur stílur varð tikin uppaftur við millumbilum gjøgnum 20. øld.
klassiskur
Í endurreisnini varð orðið brúkt um ta fornu griksk-rómversku mentanina og hennara list og bókmentir, og enn verður tosað um k. málfrøði, k. gudafrøði. Men í bókmentasøgu hevur orðið k. fingið almennari merking og verður brúkt um høvundar, verk ella tíðarskeið, sum ikki fyrnast men eru fyrimyndir við varandi virði.
kollektivskaldsøga
Skaldsøguslag, sum hevur ein bólk sum høvuðspersón. Hesin kollektivi høvuðspersónurin er ikki samanbundin við ættarbondum ella landfrøðiliga, men samfelagsliga. Tískil er munur á k. øðrumegin og menningar- og búningarskaldsøguni eins væl og bygdarskaldsøguni hinumegin. K. tók seg upp í 1920-árunum kveikt av sosialismu og marxismu, hon er samfelagskritisk, leggur dent á tað samfelagsliga og tað týpiska meira enn tað sálarfrøðiliga og einstaklingsbundna. Millum norðurlendskar kollektivskaldsøgur eru Hans Kirk: Fiskerne (1928; Útróðrarmenninir), Ivar Lo-Johansson: Godnatt, Jord (1933), William Heinesen: Noatun (1938; Nóatún) og Martin Joensen: Fiskimenn (1946).
komposition
konflikt
kongasøgur
Grein av fornnorrønu prosabókmentunum, søgur um norrønar kongar í fornøld, flestar eftir íslendskar høvundar. Flestar k. eru um norskar kongar,men eisini eru søgur umsvenskar og danskar kongar. Upp í k. telst eisini
Orknoyingasøga um orknoysku jallarnar. Eisini
Føroyingasøga verður ofta tald millum k., tí evni hennara er stríðið millum føroyskar høvdingar og norskar jallar og kong; men
Føroyingasøga líkist eisini
*íslendingasøgum og verður stundum tald teirra millum.
Sverris søga er ein av kongasøgunum; í henni er merkisverdur formáli, sum sigur, at Karl Jónsson, ábati, skrivaði fyrra partin av søguni, meðan Sverri kongur sat uppi yvir honum og ráddi fyri, hvat skrivast skuldi. Eftir hesum at døma var fyrri partur av
Sverris søgu, sum ber tað løgna navnið
Grýla, skrivað árini 1185- 88, tá ið Karl Jónsson, ábati í Tingoyrakleystri í Íslandi, var í Noregi. Mett verður, at
Sverris søga var liðugt skrivað um 1210. Søgan er eitt politiskt rit, sum kongur sjálvur tók stig til og stóð aftanfyri, júst sum tað tá var vorðið siður í Evropa: Søgan var próvførsla fyri, at Sverri var borin til at vera kongur í Noregi og harumframt, at hann hevði uppiborið tað. Samsvarandi tí, at søgan sigur frá hendingum, sum eru farnar fram stutt síðani, er frásøgnin nágreinilig. Tiltiknar eru tær frálíku røðurnar hjá Sverra. Tað sigur eitt sindur um, hvussu høgt
Sverris søga hevur verið mett, at Snorri Sturluson, sum skrivaði meistaraverkið um norrønar kongar,
Heimskringlu, ikki skrivaði um Sverra, men steðgaði har, sum
Sverris søga tekur við. Tí Snorri brúkti annars allar tær søgur og allan tann skaldskap, sum til var frammanundan, tá ið hann skrivaði yvirlitsverk sítt um Noregs kongar.
Heimskringla, sum eitur eftir teimum fyrstu orðunum í høvuðshandritinum (“Kringla heimsins”), er skrivað uml. 1230 og sigur frá Noregs kongum frá elstu tíðum til 1177, tá ið Sverri gjørdist kongur. Merkisverdur er formálin í
Heimskringlu, har Snorri greiðir frá heimildum sínum.
Kongasøguskrivingin endaði við søgunum, sum bróðursonur Snorra, Sturla Þórðarson, skrivaði. Ein teirra er
Hákunar søga Hákunarsonar. Sturla er ikki sami meistarin sum farbróðirin; men í søguni um Hákun Hákunarson, abbason Sverra, er hugvekjandi at lesa, at tá ið Hákun lá á deyðastrá (1263), vórðu fyrst lisnar bøkur fyri honum á latíni; men tá ið hann viknaði, orkaði hann ikki at lurta eftir tí, og tá vórðu lisnar bøkur á norrønum; at enda bað hann lesa Sverris søgu fyri sær, og tá ið hon var lisin, var Hákun kongur allur.
Íslensk bókmenntasaga I 1992.
konnotatión
konsentratiónslýrikkur
kreppa (gr. desis, knútur, en. conflict)
Aristoteles býtti harmleikir í tveir partar: k. og
*loysn hennara: “Forsøga leiksins og sumt av tí, sum er í honum, er oftast kreppa, men hitt er loysn. Eg meini við, at kreppan er parturin frá byrjan fram til tann partin, sum er beint undan eydnuskiftinum, og loysnin er parturin frá tí, at skiftið tekur við og til enda” (Um skaldskaparlistina, 18. kap.). Seinni hava granskarar nýtt hugtakið k. um innari og ytri stríð av ymsum slag, tað støðið, sum
*søgugongdin í alskyns frásagnum byggist á.
krimisøga
Krimiir, krimisøgur ella brotssøgur eru søgur um brotsverk og brotsmenn og avdúking av teimum. Ein stórur partur av k. eru spenningssøgur av lættisoppaslag, stýrdar av marknaðarlógum heldur enn av listarligari handfaring. Men ein vaksandi nøgd af k. er tó at meta sum dygdarbókmentir. Brotsverk hava altíð verið partur av søguskaldskapi, og í 17. og 18. øld vóru fleiri søgur skrivaðar um brotsverk, men loysnin á einari gátu var tó sjáldan høvuðsevnið. Men so hvørt sum ognarstættirnar sóu størri og størri tørv fyri at verja sínar ognir, sæst ein nýggj hetja vaksa fram í bókmentunum: detektivurin, verndari samfelagsins.
K. sum vit kenna tær byrja við amerikanaranum Edgar Allan Poe (1809- 1849). Longu í tí fyrstu av sínum 3 k., Drápini í Rue Morgan (1841), brúkar hann nógvar av teimum táttunum, sum vit enn halda vera eyðkenni í k.: Hann skapar tann fyrsta mæta skaldsliga detektivin, Chevalier Auguste Dupin. Vinur detektivin hevur týðandi leiklut sum frásøgumaður og fjeppari hjá detektivinum. Hann hevur ikki meira enn miðalvit, og tí spyr hann teir spurningar, sum lesarin kundi hugsað sær at spurt, og harvið fær hann detektivsins bjarta vit at lýsa tess bjartari. Poe fann upp á gátuna, har eitt lík verður funnið í einum rúmi, sum tykist væl læst. Í somu søgu finna vit eisini persónin, ið ósekur verður ákærdur fyri morð. Bert greiningarevnini hjá detektivinum tryggja rættvísi. Áskoðanin at løgreglan var ódugnalig og fávitskut, sum var vanlig í tíðini, er eisini at finna hjá Poe. Teir klára gerandisarbeiðið, men hava ikki gløggskygnið hjá detektivinum. Skaldskapurin hjá Poe umboðar eisini hansara tíð, k. hansara hava sonevnd gotisk (
*nøtrisøga) eyðkenni, t.d. dámar Dupin betur náttina enn dagin, og morðini eru sera blóðug. Men søgurnar spegla eisini áhugan í tíðini fyri vísindum og skilvísi: brotsgerðirnar verður uppkláraðar við skilinum. Í nærum øld vóru Poesa hugskot tað fasta mynstrið fyri k.: søgurnar løgdu dent á putlispælið og hvussu tað skuldi loysast. Aðrir høvundar í tíðini settu brotsverk inn í verk síni, t.d. Charles Dickens (1812-70), sum kannaði sálarstøðuna hjá brotsmonnum í nógvum skaldsøgum og eisini hevði áhuga fyri løgregluni.
Tá ið vit lesa k. hjá skotanum Conan Doyle (1859-1930) um detektivin Sherlock Holmes, er eingin ivi um, at tær eru framhald og menning av hugskotum hjá Poe. Eitt nú finna vit hjá honum hjálparmannin og fjepparan Watson, sum skrivar endurminningarar hjá flogvitinum Holmes. Søgurnar eru ein røð av sjálvstøðugum hendingum í lívinum hjá einum høvuðspersóni. Á tann hátt fær lesarin bæði nøktandi loysn á gátuni og kann gleða seg um okkurt nýtt og tó kent. Holmes arbeiðir vísindaliga og er í so máta barn av síni tíð, men hann er eisini serskøltur og dekadentur ella spiltur. Staðsetingin er London, lýstur sum dapur, tokufjaldur og speglandi ta myrku síðuna á Holmes.
Tann avgerandi munurin millum søgurnar hjá Poe og Doyle er, at Doyle gav sínum detektivi meiri dýpt. Meðan Dupin bara vitjar veruleikan av og á, er Holmes veruleikakendari. Hann ferðast við toki á brotsstaðið, og komin hagar liggur hann og grulvar við sjóneyku og leitar eftir sporum, men kortini eydnast tað honum at vera elegantur og virðiligur. Putlispælið er hóast høvuðsevni ikki longur tað einasta, ið ber søguna, tí detektivurin er eisini spennandi sum persónur.
At Sherlock Holmes var so væl umtóktur gjørdi, at ferð kom á krimiskrivingina, og fyrst í 20. øld sóust nógv frábrigdi av henni. Har vóru supermenn og vanligir menn í detektivleikluti, men eisini innbrotstjóvar og enntá ein prestur: hin ótrivaligi Brown prestur í søgunum hjá onglendinginum G. K. Chesterton, sum loysir torgreidd brotsmál og nýtir høvið til at geva moralska leiðbeining.
Í sonevndu gulløldini hjá k. í 1920-árunum og 30-árunum ráddi ein føst hevd viðvíkjandi bæði formi og innihaldi. K. vórðu uppfataðar sum eitt spæl við spælireglum, har eitt lykilorð er “fair play”. Harí liggur, at høvundurin eigur at lata lesarunum góð spor, so at hann ella hon hevur møguleika fyri at loysa gátuna. Gátan og tann skilvísa loysnin standa sostatt í miðjuni. Detektivurin í hesum tíðarskeiðinum er menniskjansligari enn Dupin og Holmes, men er enn heldur løgin. Detektivurin Hercules Poirot hjá enska rithøvundinum Agathu Christie (1891-1976) er ikki eins gløggur sum Dupin. Hin detektivurin hjá Agathu Christie, Miss Marple, ein eldri kvinna, sum eygleiðir menniskjansligan atburð í síni bygd, hevur vanligt vit og skil. Dorothy L. Sayers (1893-1957), eisini onglendingur, skapti detektivin Lord Peter Whimsey, ein framligan, heldur snobbutan yvirstættarmann við monokli og við butlaranum sum hjálparmanni. Í gullaldark. er løgreglan til staðar, framvegis bert umboðandi nærlagni og handahógv. Tað er tørvur á detektivinum, skal drápsmaðurin verða funnin. Flestallar k. úr hesi tíðini lýsa ein avmarkaðan heim, mestsum bara enska hámiðstætt, uttan kynslív og harðskap burtursæð frá tí blóðleysa drápinum. Teir devilsku smálutirnir vit funnu hjá Poe og Doyle, høvdu verið heilt burturvið á einum harragarði við “hall”, bókasavni o.s.fr. Persónarnir eru umboð fyri sína stætt meira enn einstaklingar. Eitt morð, ið órógvar hugnan, verður altíð uppklárað, og á henda hátt verður lóg og landaskil aftur ráðandi.
Tær bretsku gullaldaldark. gjørdust fyrimynd, tá i amerikanarar av álvara fóru at skriva k. Men í 1920-árunum broyttist amerikanska samfelagið skjótt, og tað sæst aftur í k. Lógloysi sum skipað brotsverk og korruptión fekk tann hampiliga detektivin at tykjast gamaldags, gullaldark. var blivin ov fjar frá veruleikanum í amerikanska samfelagnum. Tveir nýggir miðlar skundaðu undir eina veruleikakendari amerikanska k.: litað bløð og filmur. Marknaðurin fyri bíligum k. var ovurstórur millum amerikanskar arbeiðarar, og tørvurin varð nøktaður við lættisoppabløðum til lesarar, ið ikki høvdu forkærleika til enska siðvenju, men stúrdu fyri brotsverkum í sínum býi. Millum teir bestu av teimum nýggju amerikonsku krimihøvundunum vóru Dashiel Hammet (1894-1961) og Raymond Chandler (1888-1959).
Tann nýggi , harðkókaði detektivurin er ein nútíðargjørd villavesturshetja og berjist móti óflýggjakroppum, sum fremja yvirgang og ræða tann fyrr so friðarliga, lóglýdna og gudsóttandi býin. Hann hevur ongan hjálpara ella skrivara men er einsamallur, “a loner”, millum fíggindar í einum spiltum samfelag. Hann er eingin privatdetektivur, sum ætlar at bjarga samfelagnum, tí hann veit, at hann berjist móti kreftum, ið eru sterkari enn hann. Hann vónar bara, at hann fær hjálpt onkrum av teimum vanligu fólkunum, sum hesar kreftir hava fingið vald á. Hann hevur somu veikleikar sum vanlig fólk: drekkur, roykir og gongur við konufólki; men hann giftist ikki. Hann er vápnaður og ræðist ikki at skjóta. Hann tosar sama mál sum tey, hann hittir í arbeiðinum.
Í eldri føroyskum bókmentum eru stuttsøgur, sum kunnu flokkast sum krimiir, tí brotsverk, morð, er høvuðsmotiv í teimum. Regin í Líð (1871-1962) skrivaði stuttsøguna “Eyðun” (1912) um eitt morð sum eina stak áhugaverda rammusøgu. Hans Andrias Djurhuus (1883-1951) skrivaði søguna “Á deyðastrá” um sama motiv og “Tjóvin” um skuldarkenslu, ið endar sum sjálvmorð. Av longri k. var
Deyðin sendir apríl (1987) eftir Einar Petersen (1939-20) tann fyrsta. Tað er áhugavert at síggja, hvussu nógv k.
Koparskrínið (2000) eftir Jens Paula Heinesen sipast “Eyðuni” hjá Regini í Líð. Her er ikki talan um detektivsøgu í siðbundnari merking, tí eingin detektivur er, og lesarin veit tíðliga, hvør drápsmaðurin er, og hvussu morðið varð framt. Tað, sum Jens Pauli Heinesen, granskar eins og Dostojevski í Raskolnikov, er skuldarkenslan og hvussu brotsmaðurin verður jagstraður, ikki av løgregluni men sínum egnu tonkum.
Kendasti føroyski krimihøvundurin er Jógvan Isaksen (f. 1950). Hann hevur í skaldsøgum við detektivinum Hannisi Martinson skrivað seg inn í eina krimisiðvenju. Hannis er áhugadetektivur og kemur tilvildarliga upp í drápsmálini. Hann er ógiftur, dámar væl ein lítlan og livir ikki eitt borgaraligt lív. Hann er ikki væl í øgn við løgregluna, arbeiðir einsamallur og endar ofta í ógvisligum hendingum, harðskapur hevur stórt pláss, og í hvørji bók eru fleiri morð. Sostatt sipast hesar bøkur mest harðkókaða slagnum úr Amerika. Atfinningarsamar samfelagslýsingar eru í bókunum, men sálarlýsingar mugu víkja fyri spennandi hendingum.
Frá Dickens til Umberto Eco hava dygdarhøvundar valt k. til at boða ein boðskap. Orsøkin er, at hon gevur nógvar møguleikar. Fyrst og fremst hevur k. nógv fleiri lesarar enn aðrar søgur. Men harumframt síggja summir høvundar k. sum ímynd av nútíðarsamfelagnum og leitanina hjá detektivinum eftir sannleikanum sum ímynd av leitanini hjá nútíðarmenniskjanum eftir meining og samleika. Eitt dømi er
City of Glass eftir amerikanaran Paul Auster.
Eyðun Andreassen: “Um detektivar í skaldskapi” Gluggin 1968. Kirsten Brix: “Eyðun” Glámlýsi 2003, bls. 132-41. Jógvan Isaksen: “At myrða við skrivaraborðið” Deyðin er drívkraftin 2002, bls. 176-88. Marna Jacobsen: “Altjóða krimieyðkenni í skaldsøgum eftir Jógvan Isaksen” Varðin 2006, bls. 147- 67. Jóan Petur Ludvig: “Gátur, ráðgerðir og søgugongd – ritverkið hjá Robert Goddard sum dømi” Bragi 200 nr. 2, bls. 43-45. Whodunnit ritstj. Hanne Ohland-Andersen & Peter Thorning.
BavS
krossbrigdi (gr. khiasmos, eftir grikska bókstavinum khi, t.e. X)
Tað stílbrigdi, at samsvarandi setningaliðir eru endurtiknir í øvugari raðfylgju (a – b : b – a), oftast til at leggja dent á mótsetningar. Tað kann snúgva seg um einstøk orð, orðasambond ella heilar setningar: “Harmur og gleði, í felag tey reika,/ eydna, óeydna, tey ganga á rað” (Kingo).
krýnika ella krønika (gr. chronos tíð)
1) Gomul søgulig frágreiðing, ið sigur frá hendingum í tíðarrøð uttan djúptøknar útgreiningar. 2) lygisøga, skrøgg.
kubisma
Rák í myndlist, ið tók seg upp í 1907 við verkum eftir Picasso og Braque. Um somu leið var ein rørsla í bkmentunum, sum vildi loysa náttúruna sundur í rúmfrøðiligar formar og litir, sum í staðin fyri lýsing vildi seta greining av tí lýsta. Kubistiskir yrkjarar eru fransmaðurin Apollinaire, danin Broby- Johansen og føroyingurin Arnbjørn Danielsen.
kunning um umstøður (en. exposition)
Hugtakið verður serliga nýtt um tann partin av leikriti, sum skal geva áskoðarum neyuga vitan um tð, stað, persónar og sínámillum sambandið teirramillum, 1. partur av innari
*søgugongd (sbr.
*kreppa, *loysn).
K.u.u. kann gerast á ymsan hátt: í inngangi (t.d. leikrit eftir Evripides, Molière og Holberg) ella forleiki, sum er skyldur við hann (t.d. í Góða menniskjanum úr Sezuan eftir B. Brecht), í einrøðu (t.d. Rikard ÌI eftir Shakespeare) ella samrøðu (t.d. Antigona eftir Sofokles), eitt nú millum tænastufólk hjá høvuðspersónunum. – Summir granskarar nýta hugtakið k.u.u. eisini í sambandi við skaldsøgur (
*persónslýsing).
kvennbókmentafrøði
K. snýr seg um bókmentafrøðiligar grundspurningar, sum serliga viðvíkja
*kvennbókmentagransking.
Tvey av meginrákunum í kvennbókmentagransking í 1980’árunum vóru ensk og fronsk gransking, sum løgdu dent á hvørt sítt. Annað kannaði ávís ritverk og tekstir, hitt vildi skapa haldgóð ástøði, sum vístu frameftir.
Í Onglandi og USA er kvennbókmentafrøðin sprottin úr undirvísing á lærdum háskúlum í skaldskapi eftir konufólk. Í USA fóru mong konufólk, sum endaðu skúlagongd sína í 1950’árunum, eggjaðar av kvinnurørsluni í 1960’ og -70’árunum at útbúgva seg meira, og saman við yngri konufólkum vóru tær ídnar at lesa í sambandi við ta medvitsøking, sum tær strembaðu eftir. Hesin lestur og henda mannagongd elvdi til “Women’s Studies” – konufólkarannsóknir -, og hagar kann meginparturin av kvennbókmenta-frøðini førast aftur.
Endamálið við kvennbókmentavísindunum kann í høvuðsheitum skiftast sundur í tveir partar: annar var konufólkakritikkur (“gynocriticism”) – sum vildi leita fram eina konufólkabókmentasøgu og las allar klassikararnar av nýggjum. Hin rannsóknarætlanin kannar skapaðu og meira og minni fordómsfullu konufólkalýsingarnar bæði í skaldskapi og fólksligari mentan.
Franska kvinnubókmentafrøðin er – eins og strukturalisman og poststrukturalisman – skyld við málvísindi (lingvistikk) og sálarfrøði. Meðan bókmentafrøðingar í Onglandi og USA høvdu úr at gera við at mótmæla hevdini í bókmentasøguni og úrvalinum á lestrarlistunum hjá studentunum, vóru fronsku feministarnir við í einari ósmædnari rørslu, sum hevði til endamáls at seta spurnartekin við sjálvan heimspekiliga grundvøllin hjá máli. Franskar greinir og ritgerðir um kvennbókmentalig evni endurgeva ofta uppgerðina við logiska og patriarkalska vísindaliga skrivingarháttin í málburði sínum. Málburðurin er serliga hjá Hélène Cixous og Luce Irigaray ørkymlandi og øðrvísi enn vanligur vísindaligur málburður. Endamál teirra var at kanna sjálvleikan (subjektivitetin). ‘Konufólk’ sum tekin, søgdu tær, er ein skaldsligur bygnaður í patriarkalsku taluni (diskursinum) (Elaine Millard s. 156), sum er tala Faðirsins.
Ein tann størsti munurin millum ensk-amerikonsku og fronsku kvennbókmentafrøðina er, at tann franska leggur dent á, at tað er ógjørligt at áseta eitt pláss uttan fyri patriarkatið, har ‘konufólk’ kann verða orðað.
Helga Kress: “At leita eftir sær sjálvari. Nøkur orð um kvinnuligar lívsroyndir og kvinnuliga traditión í íslendskum bókmentum” Brá 1, 1982). Elaine Millard: Feminist Readings- Feminists reading. London, N.Y. 1989; Toril Moi: Sexual/Textual Politics, London 1985;Malan Simonsen: Bylgjurnar leika í trá 1992.
MM
kvennbókmentagransking
K. granskar sambandið millum bókmentir, serliga skaldskap, og konufólk. Hon granskar t.d., hvussu konufólk eru lýst og hvørjar leiklutir tey hava í skaldskapi eftir mannfólk. Hon fæst við ta støðuna, sum verður tillutað kvennhøvundum og konufólkaritverkum í bókmentasøguni. Spurningurin um konufólk lesa øðrvísi enn mannfólk ella lesa á serligan hátt er eitt annað granskingarøki. Skaldskapur eftir konufólk er eitt av høvuðsevnunum í kvennbókmentagranskingini.
Kate Millett stovnaði k. Elaine Showalter má kortini roknast sum ein av undangongukonunum í kvennbókmentasøguskrivingini. Hon vil vera við, at konufólk hava altíð átt sínar egnu bókmentir, sum hava verið ein sterkur undirstreymur í mun til meginrákið og bókmentahevdina. Kvennskaldskap ber hon saman við menningina hjá minniluta- ella submentanum, sum noyðast at stríðast fyri at sleppa framat og verða góðtiknar í mentanarumhvørvinum. Hon kannar, hvussu sjálvskensla og sjálvsfatan hjá kvennhøvundum verður umsett til bókmentaligt snið í ymsum tíðarskeiðum og á ymsum plássum. Ein niðurstøða er, at kvennbókmentaliga menningin er í trimumstigum, sum siga frá bundinskapinum at kallbókmentahevdini. Fyrsta stigið er
*eftirgerð, tá ið kvennhøvundarnir royna at ogna sær valdandi skrivihættir, mótar og ráðandi siðir í bókmentunum. Í enskari bókmentasøgu var hetta í tíðarskeiðinum 1840-80. Annað stig var at
mótmæla reglum og virðum í bókmentahevdini, at verja minnilutarættindi og minnilutavirði og at krevja sjálvstøðuga virðing – hetta var í tíðarskeiðinum 1880- 1920. Á triðja stigi vendir skaldið sær inneftir, og loysunarorðið er
‘sjálvsavdúking’ og leitan eftir samleika. Hetta verður ráðandi rák í kvennbókmentum o.u. 1920 og fær nýggja áherðslu o.u. 1960. Stigini kallast ‘feminine’, ‘feminist’ og ‘female’.
Ein onnur hugsan er, at kvennrithøvundar nýta serlig skrivisnildi, sum gera, at tað ber til at dylja serliga hugburðin hjá høvundinum, so at kallummælarar ikki gáa um, at høvundurin er kvinna. Tað kvinnuliga eigur ikki at vera so sjónskt at tað ‘órógvar’! Susan Gilbert og Sandra Gubar tala um ein serligan palimpsest-skrivihátt, sum konufólk nýta av ótta fyri bókmentastovninum, harmannfólk ráða. Í staðin fyri at óttast at vera ávirkað, eins og kallhøvundar sigast at gera, vilja Susan Gilbert og Sandra Gubar vera við, at konufólk ‘óttast at vera rithøvundar’, tráin eftir at skriva fylgist við óttanum fyri at skriva, og tað setir sín serliga dám á skrivingina, serliga myndamálið. Hetta samsvarar við “myndamál lítilleikans”, sum Helga Kress hevur víst á í skaldskapi eftir konufólk (
Brá 1, 1982, bls. 22-33).
MM
kvennbókmentasøga
Ein umráðandi táttur í
*kvennbókmentagransking hevur verið at kanna, hvørt skrivandi konufólk hava havt eina siðvenju, um kvinnuskaldini hóast ónevnd, óvirkin og burturskúgvað kortini onkursvegna drógu eina bókmentaliga línu. Í Norðurlondum eru komnar út konufólkabókmentasøgur bæði í Danmark, Noregi og Svøríki. Í Íslandi eru yvirlit yvir kvennhøvundar og søvn við søgum og yrkingum útgivin. Hesar kvennbókmentasøgur vísa hvør á sín hátt tað sermerkta, sum konufólkahøvundar leggja fram, og hvussu týdningarmiklar tær eru hóast higartil óvirdar í bókmentasøguni.
Stig Dalager og Anne Marie Mai: Danske kvindelige forfattere 1-2, Kbn. 1982. Norsk kvinnelitteraturhistorie 1-2, ritstj. Irene Engelstad o.a. Oslo 1988-89. Kvinnornas Litteratur Historia 1-2. Ritstj. Marie L. Ramnefalk og Anna Westberg, Lund 1981. Draumur um veruleika. Íslenskar sögur um og eftir konur Ritstj. og inng. Helga Kress, Rkv. 1977. Og: Nordisk kvindelitteraturhistorie 1-5, 1993-95, har Malan Marnersd. skrivar um føroyskar kvennbókmentir.
MM
kviða
Kvæði. Upprunaliga er heitið k. nýtt í nøvnunum á nógvum hetjukvæðum í Eddu:
Atlakviða, Guðrúnarkviða, Sigurðarkviða o.fl.; k. í navni sínum bera eisini nøkur kvæði í dróttkvæðastíli, yrkt eftir
*kviðuhátti.
kviðuháttur
Eitt fornnorønt ørindislag, sum er vaksið fram av
*fornyrðislagi; ørindisreglurnar hava fasta longd: í ójøvnum reglum (1., 3. o.s.frv.) eru 3 stavilsi, í jøvnum 4 stavilsi; tað eru altíð 2 herðingarsterk stavilsi í hvørji reglu. K. kemur fyrst fyri í
Ynglingatali úr 9. øld, seinni hjá Egili Skallagrímssyni (
Sonatorreki og
Arinbjarnarkviðu); k. kemur ikki fyri í eddukvæðum.
kvinnublað
Blað, sum vendir sær til kvinnur; blað, sum er málgagn hjá kvinnum í stríðnum fyri kvinnurættindum og javnstøðu millum kynini. Fyrsta føroyska kvinnublaðið var
Oyggjarnar, sum Súsanna Helena Patursson gav út 1905-08. Annað føroyska kvinnublaðið var
Kvinnutíðindi, sum Havnar kvinnufelag hevur givið út. Tað kom fyrstu ferð í 1952, og til 1959 komu fimm bløð við Sigrið av Skarði Joensen sum blaðstjóra; aftaná ein steðg kom blaðið útaftur árini 1964-1987 við steðgum innímillum. Í 1979-1980 kom blaðið
Súrsokkur út hjá Kvinnufylkingini í Havn. Síðan 2004 er glæstriblaðið
Kvinna komið út 4 til 6 ferðir um árið. Útgevari er lýsingarfyritøkan Sansir, og tað setir dám á blaðið, sum er fult av glæstrilýsingum. Blaðið kallar seg damublað og hevur nógv tilfar viðvíkjandi tí hevdbundnu kvinnuligu fagurfrøðini: smyrsl, mótaklæðir, holdrøkt, innrætting o.s.fr. Harumframt viðger blaðið hvørja ferð okkurt evni av almennum áhuga: kynslív, harðskap, rúsevnismisnýtslu o.a.m. Blaðið roynir eisini at geva føroyskum kvinnum fyrimyndir at spegla sær í við at hava langar samrøður við bæði kendar og ókendar føroyskar kvinnur og kvinnur í Føroyum, sum siga opinskárað frá sínum lívi. Nýskapandi er tað eisini, at blaðið hevur heimasíðu og kjaksíðu á alnetinum.
Malan Simonsen: Konurák, 1989.
kvinnurím
K. kallast rím, tá i rímorðið endar við áherðsluleysum stavilsi eins og t.d. orðið ‘kvinna’. K. er í hesum ørindisreglunum: “Fagurt ert tú, fosturlandið,/ tá um kvøld við gyltum brandi…”.
*Kallrím.
kvæði
1) Frásøguyrking á manna munni. Uppskrivað í 18., 19. og 20. øld. K. eru eyðkend av ørindislag, frásøgn og stíli. Tey eru eitt norðurlendskt skaldskaparslag.
K. eru dansiskaldskapur, men tó at tey finnast á øllum norðurlandamálum, er kvæðadansur (
*føroyskur dansur) bara kendur í Føroyum. Í summum Norðurlondum hevur verið onkur kvæðadansur, ið kann hava líktst føroyskum, men tað ber ikki til at siga nakað um, hvussu tann dansurin hevur verið. Tað er eisini væl hugsandi, at føroyskur dansur kann vera broyttur nógv gjøgnum tíðina.
Ørindislag. Vanligu kvæðaørindini hava fýra ella tvær reglur. Í tí ferreglaða ørindinum bera onnur og fjórða regla upp á rím, men fyrsta og triðja ikki (xaya). Fyrsta og triðja regla hava fýra áherðslustavilsi, onnur og fjórða trý (ABAB). Í tvíreglaðum ørindum bera báðar reglur upp á rím og hava fýra áherðslustavilsi hvør (À).
Sovorðnar reglur um ørindislag eru orðaðar eftir skriftmyndini í handritum og prentaðum útgávum. Hvussu k. hava ljóðað fyri tveyhundrað árum ella fimmhundrað árum síðani, veit eingin, men skilmarkingar sum hesar hava neyvan fult samsvar við ljóðmyndina í høvdinum á kvøðandi føroyingum.
Niðurlag (eisini nevnt
viðurgangur ella
stev). Niðurlagið er ikki partur av frásøgnini í kvæðinum og hevur annað ørindislag. Viðhvørt er niðurlagið evnisliga bundið at innihaldinum í kvæðinum (t.d. í
Sjúrðarkvæðunum, Karlamagnusarkvæðunum o.fl.), men oftast er einki slíkt samband. Niðurløgini til føroysk kappakvæði eru ofta í episkum stíli, tey siga eina lítla søgu. Niðurløgini til riddarakvæði og náttúrukvæði hava ofta heldur lýriskari dám.
Kvæðalagið fylgir niðurlagnum, og fleiri kvæði hava sama niðurlag. Onkur kvæði verða kvøðin við skiftandi niðurlag.
Tað vanliga er, at niðurlagið kemur eftir hvørt ørindi.
Tvíflættað niðurlag er í tveimum pørtum og er vanligt til tvíreglað kvæðaørindi. Fyrri partur av niðurlagnum verður tá kvøðin millum báðar ørindisreglurnar, seinni partur eftir seinnu reglu. Eitt t
ríflættað niðurlag er, ið kallast
langa stev. Tað er í fleiri pørtum og kemur inn ímillum reglurnar í ferreglaðum ørindum, eitt nú í
Nornagests rímu.
Stíleyðkenni. Kvæðastílur nýtir nógvar
endurtøkur og
endurtøkur við frábrigdum av ávísum ørindum. Ofta verða ørindini endurtikin tvær ella tríggjar ferðir í pørum ella enn longri røðum.
Fastar vendingar eru eitt annað høvuðseyðkenni á kvæðastíli.
Aldur. Granskarar hava verið ósamdir um, hvussu gomul tey elstu k. eru, men tykjast nú í tíðini at vera samdir um, at hetta skaldskaparslag er ikki eldri enn frá miðjari 14. øld.
Margretu kvæði og summi av
Sjúrðarkvæðunum eru helst millum tey elstu.
Kvæðabólkar. Norðurlendsku kvæðini eru so nær skyld í allar mátar, at tey verða bólkað saman úr øllum londunum. Hetta er gjørt í standardverkinum
The Types of the Scandinavian Medieval Ballad. Har eru tey fyrst sett upp í seks høvuðsbólkar mest eftir evni. Tey einstøku kvæðini í øllum londunum eru síðani skipað í
kvæðatýpur. T.e. sama kvæði á ymsum málum. Høvuðsbólkarnir eru hesir: A: nttúrukvæði (75 týpur), B: halgikvæði (37 týpur), C: sannsøgulig kvæði (41 týpur), D: riddarakvæði (fø: ofta: kempuvísa) (441 týpur), E: kappakvæði (167 týpur) og F: skemtikvæði (77 týpur).
Frásøgn og evni. Kvæðabólkarnir eru mest skiftir sundur eftir frásøguevni. Í kappakvæðunum er styrki og førleiki til bardaga eitt høvuðsevni. Høvuðspersónurin er ein kappi, ið fer í bardaga við ein annan kappa ella eina yvirnatúrliga veru sum trøll ella risa. Hesin bardagin er høvuðsevnið. Høvuðspersónarnir eru ofta úr høgum samfelagsløgum, t.d. kongar, kongasynir og jallar. Evnið í riddarakvæðum er ofta eisini bardagi, men hann sprettur av kærleiksgrundum meira enn í kappakvæðunum. Persónarnir eru úr riddaraligum/høviskum umhvørvi, og hesi kvæði hava eyðkendan dám av riddaratíðini á meginlandinum. Kappakvæðini hava sterkari dám av einum høvdingasamfelag, ið ikki hevur serstakan riddaradám. Náttúrukvæðini kallast so, tí evnið hevur við pátrúgv at gera, ið fyrr varð søgd at vera sprottin úr menniskjans uppfatan av náttúruni. Sannsøgulig kvæði, sum bara eitt er til av í Føroyum (
Margretu kvæði), hava sjálvsagt evni eftir hendingini, tey viðgera. Skemtikvæði eru bólkað eftir sjónarhorninum heldur enn eftir evni og umhvørvi. Føroysku tættirnir hava ofta gerandisligt, føroyskt umhvørvi.
Kvæðayvirlit. Føroysku k. eru útgivin í bókaverkinum
Føroya kvæði, sum Chr. Matras og N. Djurhuus stóðu fyri. Henda útgávan er gjørd eftir einum hondskrivaðum verki, ið teir báðir donsku granskararnir Sven Grundtvig og Jørgen Bloch skipaðu í seinnu helvt av 19. øld. Teir góvu verki sínum latínska undirheitið
Corpus Carminum Færoensium (Heild av føroyskum kvæðum), og eftir hesum heiti verður styttingin CCF nýtt saman við nummarinum í hesum verki til at skilja føroysk k. frá øðrum norðurlendskum kvæðum. Tí kann eitt nú kvæðið
Regin smiður eita TBS-E51 og CCF1, ið er føroyska frámerkið. 2) = yrking.
EA