ummæli

Ummæli er kunning um og meting av nýútkomnum verki. Eitt ummæli inniheldur vanliga fýra høvuðskomponentar, nevniliga kunning um, at eitt verk er útkomið, samandrátt av verkinum, viðgerð av tí og meting. Fleiri granskarar hava lagt serligan dent á metingina og fara so langt sum at siga, at smaksdómurin er eitt ófrávíkiligt tekstslagskrav. Aðrir granskarar leggja dent á samskiftisligu funktión ummælisins, har ummælið fyrst og fremst verður sætt sum byrjanin til eina týdningarmikla samrøðu um bókmentir í tí almenna rúminum.

Henda hugsanin er í samsvari við uppruna tekstslagsins, tí hóast viðgerð av skrivaðum verkum hevur verið at finna í minsta lagi síðani Aristoteles, so er ummælið sum tekstslag sprottið í 18. øld, tá eitt borgaraligt almenni varð til, og ein marknaður fyri tíðindamiðlan í tíðarritum og dagbløðum, har kjak og tann almenna samrøðan um list og bókmentir, sum bygdi á fólkaræði og alment vit og skil, setti dagsskránna. Borgarastættin skapti sær eitt serstakt diskursivt stað, har skynsom meting og upplýstur kritikkur fingu rúm heldur enn almennar yvirlýsingar frá autoriterum áskoðanum, og har siðilig, upplýst almannahugsan royndi seg ímóti tilvildarligum valdsboðum frá einaveldinum. Tað vóru ikki longur sosialt vald, framíhjárættindi og siðvenjur, sum skuldu geva einstaklinginum rættin til at tosa og døma, men evnini at taka lut í kjaki og konsensus um alment vit og skil.

Ummælið sum tekstslag er soleiðis frá byrjan treytað av miðlunum og lagar seg eftir teimum, sum miðlalandslagið broytist. Orðið verður tí eisini nýtt um samsvarandi tættir í útvarpi, sjónvarpi og á sosialum miðlum.

Ummælið er liður í samansettum kervi, ið er myndað av ymiskum leikarum á tí bókmentaliga økinum, sum viðvirka til, at ein bók verður framleidd, kemur út á marknaðin og verður móttikin. Franski bókmentagranskarin Robert Escarpit, sum setti ta modernaðu bókmentasosiologiina á stovn, lýsir hetta sum eina bókmentaliga ringrás

Í Føroyum hava ummæli verið skrivað, síðan tey fyrstu bløðini komu út á føroyskum. Frá tí, at tær fyrstu nýføroysku bókmentirnar komu út, hava tað soleiðis funnist føroysk ummæli í bløðunum. Ummælini kunnu, eins og Terry Eagleton hevur víst á var galdandi í Onglandi í byrjanini, ikki sigast at hava havt ein fastan form í hesum fyrsta tíðarskeiði, men vaksa fram sum eitt tilvit um tekstslagið. Talan er um tekstir, sum viðgera aðrar tekstir, t.d. uppíyrkingar og mótyrkingar, tekstir, sum meira kunnu sigast at vera “útbrot” frá einum lesara, sum var grundleggjandi ósamdur í stevnuni í einum bókmentateksti, t.d. tí hon var moralskt spillandi. Dømi um slíkar tekstir eru mótyrkingin til vísuna “Vaagen”, har “ummælarin” hartar yrkjaran fyri ikki at geva Gudi æruna av, at skipið Vaagen varð bjargað úr havsneyð (Føringatíðindi 3. mars 1894), og ummælið av týðingum hjá Jakob Jakobsen av stuttsøgum eftir Guy de Maupassant (1850-1893), har ummælarin finst at týðaranum fyri at draga útlendskar (franskar) hugsanir inn í tað føroyska (Føringatíðindi nr. 12 1890). Hesi útbrot, hesir undanformar ummælisins í føroyskum høpi, bera boð um, at tekstslagið ikki rættiliga hevði fingið fótin fyri seg.

Ummæli, sum vórðu skrivað tíggju ár seinni bera boð um, at eitt sterkari tilvit um tekstslagið er vaknað, og at hugsanin um ummælið sum týðandi lið í samfelagnum at meta um listfrøðiliga góðsku vann fram. Tey fyrstu føroysku ummælini, sum tóku listfrøðiliga (estetiska) støðu til føroysk skaldverk, eru ummælini hjá Kristini í Geil um tekstsavnið Dagdvølju, (Tingakrossur nr. 29 1901), tað fyrsta føroyska tíðarritið Búreising, (Tingakrossur nr. 12 1902), fyrstu føroysku skaldsøguna, Bábelstornið eftir Regin í Líð, (Tingakrossur nr. 26 1910) og fyrsta føroyska yrkingasavnið, Yrkingar Janusar Djurhuus, (Tingakrossur nr. 22 1914).

Við tíðarritinum Varðanum (1921-) gjørdust ummæli fastur táttur, og síðan tá hava ummæli í størri og minni mun verið partur av føroyskum bløðum og tíðarritum, seinni eisini bloggum og øðrum sosialum miðlum.

Eitt blómaskeið í føroyskum ummælaravirksemi er tíðarskeiðið fyrst 1990-árunum, eftir at búskaparkreppan hevði ført við sær, at ein tíggjundapartur av føroyingum var fluttur av landinum. Ein stórur partur leitaði sær til Keypmannahavnar, og í hesum umstøðum spruttu útisetabløð, sum prentaðu ummæli. Úisetar skrivaðu eisini fast í bløð í Føroyum hesi árini. Hetta var eitt lívligt og fjølbroytt tíðarskeið í føroyskari ummælissøgu, ið var merk av bókmentaligum rembingum og brennandi kjaki um feminiskt mótvegis antifeministiskum ummælaravirksemi, listfrøðiliga mótvegis tjóðskaparligari ummælisdagssksrá hjá ummælarum og kjaki um, í hvønn mun list eigur at taka støði í tí gerandisliga og kann úttrykkjast við gerandismálinum, ella um hon alsamt skal arbeiða seg undan tí gerandisliga og skapa nýtt listarligt mál. Øðrumegin stóð sostatt áskoðanin um, at gerandislig realisma, sum verður skrivað á gerandismálinum, ikki kann metast sum list, og hinumegin fatanin, at um list yvirhøvur skal spyrjast burturúr, er neyðugt, at leitað verður út um verandi málskipan fyri at skapa skaldskap; við øðrum orðum afturvendandi spurningurin, um listin kann og skal halda seg innan siðvenjuna, ella um hugsanir um avantgardu og brot við siðvenjuna er eitt ófrávíkiligt krav til list. Teir antitjóðskaparligu streymar, sum hómast í hesum tíðarskeiði, mugu sigast at vera ein leivd av tí søguliga veruleika, at nógv gjøgnum tíðirnar hevur verið tosað og skrivað um, at føroyskir ummælarar hava aftrað seg við at úttala sterkar neiligar virðisdómar um bókmentir, og ført hevur verið fram, at føroyskar bøkur hava fingið óuppiborið rós við tí endamáli  - við tjóðskaparligari dagsskrá - at dyrka og menna tann føroyska bókmentastovnin kvantitativt og fáa fleiri føroyskar bøkur útgivnar. Eitt mótspæl til hesa hugsan og hesi kritierir verður orðað í hesum tíðarskeiði, og lagt verður upp til at meta strangliga út frá listfrøðiligum kriterium.

Ummælið hevur leingi verið virðismett sum frumheimild, tá ið móttøkan, sum eitt bókmentaverk hevði fingið, verður kannað og bókmentasøgur skrivaðar, tí tað gevur týdningarmiklar ábendingar um áskoðanir og hugsanir um bókmentir í einum ávísum tíðarskeiði; um tað bókmentaliga tykkið í sínari samtíð. Seinnu árini hava granskarar lagt dent á ummælið sum sjálvstøðugan tekst, ið hevur virði í sjálvum sær - ikki bert sum amboð at granska aðrar bókmentir, men sum tekst við listarligum potentiali, ið er verdur at kanna og granska á hædd við aðrar bókmentir.

Bredsdorff, Thomas, Jørgensen, John Chr. og Klysner, Finn. 1983. “Anmeldelsen er en avisartikel. Forhistorie om kritik og anmelderi”. Anmelderi. Thomas Bredsdorff, John Chr. Jørgensen og Finn Klysner (ritstj.). Forfatterne og A/S Fremad af 1979:7-13. Christiansen, Atle. 2010. Kritikarboka. Fakbokforlaget. Eagleton, Terry. 2005. The Function of Criticism. Upprunaliga útgivin í 1984. Verso. Escarpit, Robert. 1968 (1958). Litteratursociologi. W&Wserien  255. Gaard, Paula. 2022. Verjurøða ummælarans. Fróðskapur. Kyndrup, Morten. 2009. “Den nødvendige smagsdom”. Standart #2:43-45. Nøjgaard, Morten. 2003. ”Litterær vurdering”. Om litteratur. Metoder og perspektiver. Systime, Århus: 293-315.

PG

umskriving (gr. periphrasis)

U. er í klassiskari tungulist tann stílsnildin, at onnur orð ella orðasambond eru sett í staðin fyri vanlig orð. U. er tí skyld við *metonými. U. er eitt slag av týðing, merkir beinleiðis tað, sum umskrivingin sigur, er samheiti ella skilmarking, men metonými setir harafturímóti eitt annað hugtak í staðin. U. lýsir sostatt fyribrigdið við at nevna eginleikar hjá tí ella viðurskifti og ávirkan av tí, t.d. ‘hin alvaldandi’ = Gud.
Tær norrønu *kenningarnar eru eitt slag av u.

undirheiti

uppgjørd eyðmýkt

Ein snild í klassiskari røðulist, eisini nógv brúkt í miðøldini. Dømi: “Eg eri eingin røðari, men fari tó…”
Curtius 93-95, Heinrich Lausberg Curtius: 1990 Handbuch der literarischen Rhetorik, 93-95, gr. 275. 1990.

upplýsingarstevna

Rørsla í heimspeki, stjórnmálum, vísindum og bókmentum, sum hevði djúpa ávirkan frá endanum á 17. øld og til endan á teirri 18. Megineyðkenni hennara er tann bjartskygda trúgvin á kritiskt skynsemi og skilvísa (logiska) hugsan, sum við støði í kunnleika átti at hava við sær framburð á øllum økjum. Upplýsingin havnaði hevdbundnum teorium og fordómum og metti undirvísing og upplýsing at vera neyðuga undirstøðu undir at taka allar gamlar metingar til endurskoðan. Grundvøllurin var bæði nýfinningarnar hjá náttúruvísindamonnunum frá Kopernikusi til Newton og nýggjar teoriir í heimspeki, rationalisman, sum Descartes var upphavsmaður at, og empirisman hjá J. Locke. Upplýsingarrørslan byrjaði um endan á 17. øld í Fraklandi við stríðnum millum teir sonevndu ungu – “modernaðu” (“les modernes”) – og teir fornu (“les anciens”); teir ungu noktaðu at viðurkenna gamlar hevdbundnar áskoðanir men kravdu, at skynsamar umrøður fóru fram um tær; oddamenn fyri “teir modernaðu” vóru Fontenelle og P. Bayle. Voltaire gjørdist tann fyrsti, sum kunnaði um bretska heimspeki í riti sínum Lettres philosophiques sur les Anglais (Heimspekilig brøv um onglendingar) 1734, og hann var eftir tað undangongumaður hjá upplýsingini í Fraklandi saman við Montesquieu (høvuðsrit: L’esprit des lois, Andi lóganna, 1748) og alfrøðingunum við Diderot á odda. Tað sum hesir menn skrivaðu hevði ómetaliga ávirkan í Evropa og gjørdist støði undir bardaganum fyri mannarættindum og broyttum stjórnarháttum.
Eitt av úrslitunum av upplýsingarrørsluni var, at hópur av tíðarritum fór at koma út víða um lond. Tíðarritini røddu um siðalag og samfelagsspurningar. Fyrimyndin var enska tíðarritið The Spectator, sum Addison og Steele góvu út 1711-12. Við tíðarritunum var komin ein nýggjur pallur fyri almenna umrøðu, sum hevur verið síðani.
Í skaldskapi hevði klassisistiskur formur stórt vald, hóast evnini vóru nýggj. Hugmyndirnar hjá upplýsingarrørsluni koma greiðast fram í skaldsøgum, sum í Onglandi og Fraklandi brutu upp úr nýggjum, í sjónleiki, ikki minst skemtileiki, sum helt samtíðina fyri gjøldur (t.d. Marivaux, Beaumarchais, Goldoni, Sheridan, Holberg). Størstan leiklut í bundnum máli høvdu fróðskaparyrkingar, sum í 18. øld stóðu í blóma á síðsta sinni.
Í Føroyum er Jens Chr. Svabo (1746- 1823) ein høvuðsumboðsmaður fyri upplýsingina. Um tað ber alt virki hansara boð, sum tað er til skjals í mongu ritum hansara; tey kunnu býtast í fýra bólkar eftir evnum: Kvæðasøvn, orðasøvn, føroyafrágreiðing og rit um vinnulívið.
Bókmentir: Reidar Djupedal: “Svabo og orðabókastarv hansara” í Varðanum bd. 32. Jógvan í Lon Jacobsen: “Nøkur um um Svabo og upplýsingartíðina” í Máltingi Nr. 2, 1992, bls. 9 – 15.

upprunaverk

Skaldverk á upprunamáli: verk sum listafólk hevur skapað (móts. týtt, endurskapað). Sí *týðing.

utopi (av gr. ou, ‘ikki’, og topos, ‘staður’, t.e. ‘staður sum ikki er til’)

Skaldverk, sum lýsir eitt fyrimyndarligt ríki á einum ímyndaðum stað, antin her á jørð ella á øðrum knøttum, í nútíð ella framtíð. Heitið stavar frá verkinum Utopia (1516) eftir Thomas More, ið lýsir eitt fyrimyndarligt samfelag á Jørðini, har allar ognir eru samogn.