Karlamagnusar søga

Karlamagnusar søga er norrøn týðing av eini røð av sagnarkendum søgum um Karlamagnus og javningar hansara. Tær flestu eru týddar eftir fronsku kappakvæðunum Chansons de gestes; ein hevur heimild í tí ósøguligu latínsku Turpinskrøniku. Málið í Karlamagnusar søgu vísir, at fleiri týðarar hava verið um hana, og kanska hava teir einstøku partarnir, tættirnir, fyrst verið sjálvstøðugar søgur. Elsta handritsbrotið, sum til er av Karlamagnusar søgu, er frá seinnu helvt av 13.øld, og í tí er bara ein lítil partur av søguni um Runsivalsbardaga; tað kann tí vera, at tað er leivd av handriti, sum bara hevði Runsivalsbardaga. Eitt handritsbrot frá fyrst í 14.øld hevur partar av fleiri søgum og vísir sostatt, at Karlamagnusarsøga var til tá.

Karlamagnusarsøga er í 10 pørtum, parturin um Runsivalsbardaga er tann áttandi og hevur 41 kapitlar.

Heimild: Kulturhistisk leksikon for nordisk middelalder,”Karlamagnús saga”.


Áttandi partur av Karlamagnusarsøgu: Um Runsivalsbardaga

img

Dáta um bókina

  • Týðari | Turið Sigurðardóttir
  • Upprunamál | Íslendskt
  • Útgávurár | 1954
    • Bólkur | Yrkisbókmentir