Turið Sigurðardóttir týddi eftir Karlamagnús sögu og kappa hans. 3. bindi. Bjarni Vilhjálmsson bjó til prentunar. Íslendingasagnaútgáfan, Haukadalsútgáfan 1954. Litbrá endurprentaði 1961.
Eftir hesar hendingar, búði Karlamagnus kongur sína ferð til Spanialands, sum hann hevði lovað, tá ið hann fór til Jorsala, og við honum fóru tólvjavningarnir og alt hansara besta lið, sum til var í hansara ríki.
Karlamagnus var sjey vetrar samfelt í Spanialandi og legði alt undir seg fram við sjónum, so at har var hvørki býur ella virki, sum hann ikki hevði lagt undir seg, eiheldur landspartar ella røktað land, uttan Saraguze, sum stendur á einum fjalli. Har ráddi Marsilúur kongur hin heidni, tann sum ikki elskaði gud, men trúði á Muhammed og Apollon, men teir munnu fara at svíkja hann.
Tað var ein dagin, at Marsilúur kongur var gingin undir skuggan av einum olivutræ og settist á ein marmorstein og rundan um hann hundrað túsund menn. Hann kallaði hertogar og jallar sínar til sín og mælti: “Góðu høvdingar”, sigur hann, “hvat hava vit gjørt til saka? Karlamagnus kongur er komin at beina fyri okkum, og eg veit, at hann vil hava bardaga við okkum. Gerið nú so væl, at tit leggja ráð við mær sum vitrir menn og hjálpið mær frá skemd og deyða, sum tykkum sømir at gera.”
Men eingin heidningur svaraði honum uttan Blankandin av virkinum Valsundi, Hann er hin vitrasti maður, hvíthærdur og væl virdur fyri riddaraskap og trúfesti móti sínum drotti. Hann mælti við kong: “Óttast ikki, send Karlamagnusi kongi hinum drambsama boð um dýrt embæti og góðan vinskap. Gev honum leyvur, bjarnir og stórar hundar og veiðifalkar, sjey hundrað kamelar og túsund fjaðursárar veiðiheykar og fýra hundrað múldýr, klyvjað við gulli og silvuri, og vognar, fullar av dýrum gripum og har skulu vera so mong bisund (vekteind, upprunaliga ein ávísur gullmyntur í Konstantinopil), at Karlamagnus kongur fær givið øllum riddarum sínum løn av tí fænum. Hann hevur nú verið her í sjey vetrar samfelt og átti nú at farið heim til Fraklands. Har livir hann letilív og hevur ovmikið av øllum. Tú skalt fara á fund hansara hagar á mikkjalsmessu og taka kristna trúgv, og tú skalt gerast hansara maður og hava alt Spanialand í leni frá honum. Og um hann vil hava gíslar frá okkum, skalt tú senda honum tjúgu til at tryggja honum vinalag okkara, onkran av sonum tínum og mín, og tað er betri, at teir verða dripnir, enn at vit missa Spanialand og alt ríki okkara og ogn, soleiðis sum útlit nú eru til.”
Heidningarnir svaraðu: “Hetta eru hyggjuráð”.
Tá mælti Blankandin: “Um hetta verður gjørt, seti eg høvur mítt í veð, at Karlamagnus fer til Fraklands við øllum heri sínum, og menn hansara munnu fara hvør til sítt. Karlamagnus kongur fer at vera í Eis, kapelli sínum, og hava tilhald har. So gongur tíðin, og Karlamagnus frættir einki frá okkum, tí vit skulu ikki fara hagar, og tá verður Karlamagnus reiður og fer at drepa gíslarnar, og tað er betri, at teir missa lív, enn at vit missa hitt góða Spanialand.”
Heidningarnir svaraðu: “Hetta eru hyggjuráð.”
Soleiðis endaði tann stevnan.
Eftir hesa ráðagerð kallaði Marsilúur kongur til sín vinir sínar, sum eg nú fari at nevna: Klargis av Balagued, Estomariz og Evdropiz felaga hansara, Priamus, Greland, Baitel og frænda hansara Mattheu, Joel og Maibriant og Blankandin og mælti við Blankandin, formann teirra, og bað hann siga frá boðunum, sum hann vildi lata bera Karlamagnusi kongi. Hetta vóru tíggju teir meinfýsnastu og mestu svíkjararnir av øllum liði hansara. Og Marsilúur kongur mælti við teir: “Tit skulu fara sendiferð fyri meg til Karlamagnus kongs. Hann hevur kringsett býin Acordies. Tit skulu halda á olivugreinum; tað merkir frið og
vinsemd. Og um tit megna at fáa semju í lag okkara millum, skulu tit tiggja gull og silvur, jørð og klæði frá mær.”
Heidningarnir svaraðu: “Væl hevur tú mælt, men vit skulu gera betur.”
Marsilúur kongur mælti: “Biðjið Karlamagnus kong miskunna mær og latið ongan iva vera um, at eg vil gerast hansara maður og leita á hansara fund, áðrenn hesin mánaðurin er liðin við túsund av mínum bestu monnum og taka við kristnum lógum og fremja hansara vilja.”
Blankandin svaraði: “Tað fer at vera tær til gagns.”
Kongur læt nú leiða fram tíggju hvít múldýr, bokslini vóru av gulli og saðlar av silvuri. Og síðan steig hvør maður á bakið á sínum múldýri, og teir fóru sína leið til Karlamagnusar kongs, og hann fær ikki varað seg fyri, at teir villleiða hann.
Um tað mundið hevði Karlamagnus vunnið býin Acodies og brotið býarveggirnar niður. Har tók hann mikið fæ, gull og silvur og dýr klæði, og har var eingin í býnum, sum ikki varð dripin ella kristnaður. Sama dagin, sum sendimenn Marsilúurs kongs komu til fundar við Karlamagnus kong, sat hann í einum grasgarði og stuttleikaði sær og vinir hansara, Rólant, Ólivar, Samson og Ansias og Hatun hin sterki og Bæringur, Nemus hin góði hertogi og Rikhardur jallur, Gýðin jallur, Engiler, og har sum teir vóru, var ein fjøld av øðrum monnum. Har vóru fimtan túsund frankismenn, og allir sótu undir purpurklæði til at svala sær á og spældu talv, summir skáktalv, summir kotrutalv (eitt fornt terningaspæl) , bæði ungir og gamlir; annað hvørt talvfólk var av gulli og annað hvørt av brendum silvuri, somuleiðis vóru puntarnir á talvborðinum annar hvør gyltur og annar hvør taktur av hvítum silvuri. Summir riðu turnerning til stuttleika, summir fektaðu. Karlamagnus keisari sat í skugga undir einum træ.
Og harnæst komu sendimenn Marsilúurs kongs hagar og stigu straks av múldýrum sínum og gingu fyri Karlamagnus kong, har sum hann sat. Blankandin tók til máls og heilsaði Karlamagnusi kongi kurteisliga. “Harra kongur”, sigur hann, “gud goymi teg, hann sum skapaði himin og jørð og varð festur á kross til at loysa okkum frá helvitis kvølum, honum eiga vit at tæna og ongum øðrum. Tey orðini sendir Marsilúur kongur tær, at hann vil leita á tín fund og gerast kristin, um tú vilt. Hann skal geva tær gull og silvur so mikið, sum tú vilt. Hann skal geva tær leyvur og bjarnir, hundar, skjótar hestar, sum eru rós verdir, sjey hundrað kamelar, túsund veiðiheykar, vognar fullar av góðum gripum og dýrum klæðum, fýra hundrað múldýr klyvjað av gulli og silvuri, so at tú við tí fært givið øllum hirðmonnum og riddarum tínum løn. Nú hevur tú verið her í sjey vetrar, og er nú tíð hjá tær at fara aftur til Fraklands, og hagar skal kongur okkara leita á tygara fund og lata seg skíra og gerast maður tín og hava alt Spanialand í leni frá tær og vera tær skattskyldugur allar tínar dagar.”
Tá ið hann soleiðis hevði borið sítt ørindi fram, og tá ið hann tagnaði, svaraði Karlamagnus keisari honum soleiðis: “Gud veri lovaður”, sigur hann, “at tað er so, sum tú sigur. Um Marsilúur kongur ger soleiðis, sum tú nú hevur sagt, so krevja vit ikki meira.”
Tá lútaði Karlamagnus við høvdinum eina lítla stund og hugsaði, men síðan lyfti hann høvur sítt og var frágera tignarligur í andliti og ikki óráðtøkin í orðum, tí hann hevði tann sið at mæla so hissini. Síðan svaraði hann orðum sendimannanna á henda hátt: “Tit vita, at Marsilúur, kongur tykkara, er mesti fíggindi mín. Hvussu kann eg tá trúgva, at hann fer at halda tað, sum tit hava sagt?”
Blankandin svaraði: “Við gíslum mínum skulu vit sanna tað hiðanífrá og til mikkjalsmessu, tá kemur Marsilúur kongur til tín at taka við kristni.”
Tá mælti Karlamagnus kongur: “Enn stendur honum guds hjálp í boði, um hann vil gera tað.”
Nú líður á kvøldið. Og tá ið sólin var sett, læt Karlamagnus kongur seta múldýr sendimannanna í stall. Síðan lótu teir seta upp tjøld, og harnæst vóru sendimenninir leiddir hagar, og tólv menn vóru settir at tæna teimum, og teimum skortaði einki hvørki av mati ella drekka. Tá ið teir vóru mettir, fóru teir í rekkju sína og svóvu, til dagur var.
Tá ið tað leið á náttina, fór Karlamagnus keisari á føtur í lýsingini og lýddi á óttusong og messu og gudtænastur, og so kallaði Karlamagnus kongur á valamenn sínar, tí hann vildi fylgja frankismanna ráði. Men seinni um morgunin, tá ið Karlamagnus keisari settist við eitt borð í hásæti sítt og kallaði til sín barónar sínar, tá komu tólvjavningarnir, teir sum Karlamagnus kongur elskaði nógv, og meir enn túsund aðrir frankismenn. Gýðin jallur var har, sum legði svikaráðini. Og tá tóku teir ætlan sína, men hon endaði illa, sum verri var. Men tá ið teir vóru allir saman á hesari stevnu, tók Karlamagnus kongur soleiðis til máls og segði: “Góðu høvdingar, leggið mær og tykkum sjálvum ráð. Marsilúur kongur hevur sent mær sendimenn sínar higar, sum tit vita, og hann býður mær mikið fæ, nógvar leyvur, góðar hestar, fýra hundrað kamelar klyvjaðar av gulli úr Arabialandi og hundrað múldýr; hann vill eisini geva mær fimmti vognar fullar av dýrgripum, og hann vil leita á mín fund til Fraklands, og hann vil hava Spanialand í leni frá mær og tæna mær allar sínar dagar, og hann vil fáa mær gíslar til tess, at hetta skal haldast, men ikki veit eg, hvat honum er í huga.”
Karlamagnus endaði røðu sína. Frankismenn svaraðu: “Hatta er umhugsan vert.”
Tá reistist Rólant og mælti soleiðis: “Tú hevur ongar áneyðir til at trúgva Marsilúuri kongi. Nú eru sjey vetrar lidnir, síðan vit komu higar til lands, og eg havi tolt nógv vás í tínari tænastu. Eg tók fyri teg Nobilisbý og Morinde, Valterne og Pine, Balauogie, Rudile, Sibili, Port og Aulery, sum stendur á landamarki. Men Marsilúur kongur hevur ofta víst svik og fals móti tær. Fyri stuttum sendi hann til tín tólv barónar sínar á sama hátt, og hvør teirra hevði ein kvist av olivutræ í hond, og teir bóru somu tíðindi, sum hesir í gjárkvøldið søgdu seg bera, at kongur teirra vildi lata kristnast. Tú ráðførdi teg tá við frankismenn, og teir mæltu tær frá. Tú sendi tá tveir jallar tínar til Marsilúurs kongs, Basan og Basilides, men hann gjørdi sum ein illur svikari og læt teir missa lív sítt. Halt fram við hernaði tínum, harri,” sigur Rólant, “og far við øllum tínum liði til Saraguze, og síðan kringseta vit býin og gevast ikki, fyrr enn vit vinna býin og hevna soleiðis okkara menn, sum svikarin læt drepa.”
Karlamagnus Keisari lútaði við høvdinum og streyk sær um skeggið og svaraði ikki eitt orð. Frankismenn tagdu allir uttan Gýðin jallur. Hann reistist og gekk fyri Karlamagnus kong og tók til orða: “Góði keisari,” sigur hann, “ikki skalt tú trúgva ráðum frá nøkrum óvitugum manni, hvørki mær ella øðrum, uttan at tað er tær til gagns. Men hóast alt hevur Marsilúur kongur sent tær boð, at hann vil gerast kristin og tín maður, og tann maður, sum noktar tað, hann hirðir ei um, hvønn deyða vit tola. Tað er ikki rætt, at taka óráð fyri.
Latum okkum lætta av óráðum og taka til hyggjuráð.”
Eftir hesa røðu Gýðins jals gekk Nemus fram fyri kongin Karlamagnus, og ikki var frægari maður enn hann í allari hirð Karlamagnusar kongs. Hann tók til máls: “Karlamagnus kongur,” sigur hann, “hoyrir tú tilmæli Gýðins jals; tað hevði verið frágera gott, um farið varð eftir hesum ráðum. Marsilúur kongur er nú fallkomin; tú hevur vunnið virkir og býir frá honum, landslutir og bøir og at kalla alt ríki hansara hevur tú lagt undir teg, og hann er vesalur, tá ið hann biður um miskunn, og tað hevði verið mikil ósømd, um hann ikki tænti til tína tign. Fyri guds sakir og fyri tygara egnu tign skulu tygum miskunna honum. Send til hansara ein av barónum tínum. Hann vil veita trygd við gíslum til tín. Tí er tað gott og bestu ráð, at herurin ikki verður savnaður.
Fleiri frankismenn svaraðu: “Væl hevur tú mælt, hertogi,” søgdu teir.
Og tá mælti keisarin: “Hvønn skulu vit senda hagar?”
Nemus svaraði: “Eg fari, um tú vilt, kongur, “um tú fært mær hanskar og stav.”
Keisarin hugdi at honum og segði: “Tú ert vitur maður. Men við skeggið, sum eg beri, sigi eg tær, at tú fert ikki so langt frá mær hesar tólv næstu mánaðirnar, tí at tað er mær ov ræðuligt, um nakað verður tær at meini. Far og set teg,” sigur hann, “eingin biður teg fara hesa sendiferðina. Men tað sum eg vildi siga,” sigur hann, “hvønn vilja vit nú senda hagar?”
Rólant svaraði honum: “Búgvin eri eg til ta ferðina, um tú vilt, kongur.”
Tá svaraði Ólivar honum: “Ikki skal tað vera; tú ert ov bráður av lyndi, og eg vænti, at tú fert heldur at slíta semju okkara. Men um kongur vil, eri eg búgvin at fara hesa ferð.”
Tá mælti Karlamagnus kongur: “Hvørgin tykkara skal royna teir stíggjar og ei heldur nakar av tólvjavningum.”
Tá gekk Turpin erkibispur fyri kong og mælti: “Fá mær stav og hanskar og jartekin, og eg skal fara til Marsilúurs kongs og siga honum tað, sum mær býr í huga, og tá verði eg skjótt varur við, hvat honum er í huga.”
Karlamagnus svaraði honum og mælti: “Ikki fert tú hagar teir næstu tólv mánaðirnar. Sig ikki meira, uttan eg biði teg. Góðu høvdingar”, sigur Karlamagnus kongur, “kjósið ein barón av góðum ættum, sum er væl at sær komin, og sum sigur Marsilúuri kongi míni boð og greiðir mína sendiferð væl og er væl til víggja førur.”
Rólant svaraði: “Tað er Gýðin jallur, stjúkfaðir mín.”
Frankismenn svaraðu: “Vit vita ongan, sum høvir betur ella er vitrari enn hann. Tað tykist okkum at vera besta ráð, um kongur vil, at hann fer.”
Tá mælti Karlamagnus kongur: “Gýðin jallur,” sigur hann, “stíg fram og tak við stavi mínum og hanskum, tí frankismenn vilja, at tú fert hesa sendiferð.”
Tá svaraði Gýðin jallur: “Hetta er komið frá Rólanti, og aldri fari eg at fyrigeva honum tað, og aldrin aftur skal hann eiga vinalag mítt. Nú sigi eg upp allar semjur og avtalur okkaramillum og somuleiðis við Ólivar og allar tólvjavningar, tí teir halda við honum í øllum. Men um eg komi aftur úr hesari sendiferð, so skal eg hevna mín harm.”
Tá svaraði Karlamagnus kongur: “Tú ert heldur hóttandi, men tú skalt víst fara.”
Gýðin jallur svaraði: “Eg síggi nú, harri,” sigur hann, “at tað er tygara vilji, at eg fari hesa ferð, men eg man ikki fara at koma aftur heldur enn Basilides, sum fór, og bróðir hansara Basan.”
Karlamagnus mælti: “Nú skalt tú fara.”
Gýðin jallur svaraði”Nú má eg fara til Saraguze, men ikki kemur hann aftur, ið hagar fer.” Og hann legði aftrat: “Tað var til óeydnu lagað, at tú sást Rólant og hansara drambsemi, og hann fer at forkoma øllum tínum ríki. Ja, ja,” sigur hann, “ella veitst tú ikki, at systir tín er kona mín? Og fyri sakir teirra barna, sum vit eiga, skalt tú ikki senda meg lívshættisliga ferð. Eg vil nú kunngera, at eg lati Baldvina syni mínum, allan arv eftir meg.”
Tá mælti Karlamagnus kongur: “Tú ert heldur ræddur, Gýðin, og dekan og stúrin.”
Gýðin jallur svaraði ikki eitt orð, men var sera hugsjúkur, og beinanvegin gekk hann fram til stjúkson sín Rólant og kastaði skikkju sína á gólvið og stóð framman fyri honum. Og allir tólvjavningarnir hugdu sera gjølla at honum, tí maðurin var hin reystasti. Hann mælti við Rólant: “Svikari,” sigur hann, “hví ert tú óður? Illir andar leika innan í tær. Frankismenn tosa um, at teir hata teg; tað er bara tú, sum gert, at tit eru her so leingi, og hvønn dag ert tú teimum til stríð og vanda, og teir mugu bera vápn uttan áneyðir fyri tínar sakir. Tað var til óeydnu lagað, at tú sást Karlamagnus kong. Av tínum drambi og øði og tínum vána hugburði noyðir tú meg burtur frá Karlamagnusi kongi, harra mínum, og mongum øðrum góðum manni. Tú hevur fingið í lag, at eg skal fara til Marsilúur kong, tann heidna hund, og við mína trúgv, um eg komi aftur úr hesari ferð, er tað tín skaði, sum skal vinna tær deyðamein.”
Tá ið hann hevði talað leingi og hart, svaraði Rólant og mælti so: “Sig hvat tú vilt, men eg ræðist ikki hóttir tínar. Tað høvir væl, at ein so vitur maður sum tú fer sendiferð millum kongar, og eg kann siga tær, at eg fari fegin hesa ferð fyri teg, um Karlamagnus kongur, frændi mín, lovar mær.”
Gýðin jallur svaraði:”Tað leggi eg ikki á teg. Tá ið Karlamagnus jú hevur longu lagt tað á meg, fari eg sendiferð hansara til Saraguze. Men tann, sum fer, kemur ikki aftur. Eg veit, at hann fer at lata drepa meg, sum hann læta drepa Basan og Basilides. Men verður mær lagað at koma aftur, tá er tað víst, at eg fari at vera meinskur við teir, sum dømdu meg at fara hesa ferð.”
Tá ið Rólant hoyrdi Gýðin jall siga hetta, tagnaði hann og læði eitt sindur. Men tá ið Gýðin jallur sá, at Rólant læði at honum, dámdi honum tað avbera illa, so at hann visti nóg illa, hvat hann gjørdi, men so segði hann við kong: “Her eri eg”, sigur hann, “fá mær nú stav og hanskar, og so fari eg til Saraguze. Men um gud sendir meg aftur higar, skal eg hevna mín harm.”
Karlamagnus svaraði. “Tú ert heldur argur at hótta. Far nú til Saraguze og sig Marsilúuri kongi hinum heidna tey tíðindi, at hann skal taka við kristni og gerast mín maður uttan nakað svik og leita á mín fund og mína miskunn og hava hálvt Spanialand í leni frá mær, og Rólant skal hava hálvt. Men vil hann ikki tað, sig honum tá, eg eg komi skjótt til Saraguze og fari ikki haðani, fyrr enn eg havi vunnið býin. Men síðan skal hann fara við mær til Fraklands í bondum, og har skal hann verða dømdur og tola deyða. Og, Gýðin jallur, tú skalt geva honum hetta bræv og henda stav og hanskarnar, sum eg lati teg hava.”
Tá ið Gýðin jallur skuldi taka ímóti brævinum, datt tað úr hondini á honum. Tólvjavningar hugdu at og flentu. Gýðin jallur boygdi seg niður og tók brævið upp og var ógvuliga illa við og helt tað vera so stóra skomm, at hann vildi ikki verið staddur har fyri alt gull í verøldini og mælti so hesi orð: “Gud sjálvur hevni teimum tað aftur, sum hava komið mær í henda vanda.”
Frankismenn svaraðu og mæltu: “Drottin alvaldandi gud, sum veit allar lutir, hvat boðar hetta? Hetta sigur frá skaða og sorg.”
Gýðin jallur svaraði og mælti: “Tit fara at hoyra tíðindi,” segði hann.
Og síðan segði hann við Karlamagnus kong: “Harri,” sigur hann, “gev mær loyvi, at eg fari avstað sum skjótast. Tá ið mær nú er álagt at fara hesa ferð, vil eg ikki longur dvøljast her.”
Karlamagnus svarar honum: “Gud greiði ferð tína, og far sum tú vilt.”
Nú fór Gýðin jallur til tjøld síni og við honum búðust fýra hundrað mans, sum allir vildu fylgja honum og ikki skiljast frá honum fyri mikið gull. Hann var nú ógvuliga illur, sum vón var til, við frankismenn, og hann var á gosi av øði inn á teir. Hann klæddi seg síðan í bestu herklæði, sum hugsast kundu; gullsporar vórðu bundnir á føturnar á honum, og hann varð gyrdur við svørði sínum, sum æt Muraglais. Og tá ið hann var ferðarbúgvin, steig hann á bak á hesti sínum, sum æt Taskabrún. Saðilin var av silvuri, og saðilklæðið var av dýrastu purpuri; í ísporan helt ein maður, sum æt Gvinemus, sum var skyldmaður hansara. Maðurin er framúr tignarligur og reystur at síggja, og tað er ikki sørt, at tað sæst í yvirbragdi hansara, at hann kann at nýta snildir. Menn hansara søgdu við hann: “Lat okkum fara við tær, Gýðin jallur.”
Gýðin jallur mælti: “Ikki vil gud tað; betri er, at eg doyggi einsamallur, enn at so mangur góður drongur verður dripin. Gerið tit so væl, mínir menn, um tit hoyra, at eg eri dripin, tá skulu tit minnast sál mína í bønarhaldi tykkara og gevið Pinabel frænda mínum góða kvøðu og somuleiðis Baldvina syni mínum og verið honum til hjálpar, um tað ber tykkum til.”
Harnæst fór Gýðin jallur avstað, og soleiðis skiltust teir. Menn hansara vóru ógvuliga óglaðir við skilnaðin, teimum dámdi stak illa, at hann fór, og teir søgdu hvør við annan:”Illa veit nú við hjá okkum, at vit skulu soleiðis missa harra og húsbónda okkara. Vit eru her hátt virdir av kongi vegna Gýðin jall, men vit hava lítlan vinskap at lýsa honum, sum skildu okkara vinskap. Miklan óvinskap gjørdi hann móti harra okkara, Gýðini jalli, sum er svikin í trygdum.”
Nú er frá tí at siga, at sendimenninir hjá tí heidna konginum vóru undir einum olivutræ og búðust til ferðar. Gýðin jallur gjørdi ferðarlag við teimum. Blankandin, sum var nevndur formaður teirra, reið seinni og Gýðin jallur við honum, og teir tosaðu nógv saman um dagin. Nú einaferð mælti Blankandin soleiðis við Gýðin jall: “Karlamagnus kongur er ein brandur. Hann hevur lagt undir seg alt Rómaríki, Póland og Calebre, Constancie og Nobile, Saxland og Ongland og Írland. Og nú er hann so gamal, at honum skortar ikki í 300 vetrar.”
Gýðin jallur svaraði: “Lið hansara er so gott og djarvt, og hann er so dýrdarmikil høvdingur, at slíkur kongur verður aldri eftir hann hvørki fyrr ella seinni.”
Blankandin svaraði: “Frankismenn eru væl at sær, og mær sýnist, at teir leggja slík ráð fyri hann, og mær tykir, at teir traðka á allar tjóðir.”
Gýðin jallur svaraði: “Ikki valda tað hinir góðu frankismenn, men alt tað, sum ilt er, veldur Rólant einsamallur, og tú kanst døma um hansara skaplyndi eftir tí, sum eg nú skal siga tær. Tað var í gjár”, sigur hann, “at Karlamagnus sat undir einum træ, og tað var sera fjølment rundan um hann, og tá kom Rólant strúkandi og hevði í hondini eitt avbera stórt súrepli og mælti við Karlamagnus kong: “Harra keisari,” sigur hann, “tak hetta súreplið. Eg lovi tær allar krúnur av teimum kongum, sum standa ímóti tær.” Slíkt er ovdirvi hansara, hvønn dag vil hann gera ilt. Men um ilt rakti hann, tá kundu vit allir verið í friði.”
Blankandin mælti: “Rólant letist vera maður, men hann vil kúga hvønn kong undir seg, og onkuntíð fer tað at gangast honum illa.”
Gýðin jallur svaraði tá aftur: “Rólant vildi, at eingin semja skuldi fáast í lag á hesum sinni, og hann vildi leggja undir seg Spanialand. Síðan vildi hann fara til Bábýlon og drepa Ammiral kong, um hann ikki vil lata seg skíra. Og ikki ætlar hann at helma í, fyrr enn hann hevur lagt allar tjóðir undir seg.”
Meira er ikki at siga um teirra tos, men tað var umsíðir, at teir báðir vóru samdir. Nú taka teir í hondina hvør á øðrum, Blankandin og Gýðin jallur, at teir skulu svíkja Rólant og verða honum at bana.
Eftir tað fóru teir sína leið og steðgaðu ikki sínari ferð, fyrr enn teir komu til býin Saraguze.og hittu har Marsilúur kong. Beinanvegin tá ið teir komu hagar, bar Gýðin jallur ørindi síni fram, og allir heidningarnir lurtaðu ímeðan. Blankandin gekk tá fram fyri Marsilúur og helt í hondina á Gýðini jalli og tók soleiðis til orða: “Harra kongur,” sigur hann, “Muhammed og Apollon og Jupiter varðveiti teg. Vit bóru sendiboð tíni til Karlamagnusar kongs, og hann var fegin um tíðindini og takkaði gudi og sendi henda góða mann til tín. Hann hevur jallatign og væl at sær komin, og nú kanst tú hoyra sonn tíðindi frá honum.”
Marsilúur kongur svaraði:”Lat hann tala, og vit skulu lýða á.”
Gýðin jallur tók sera vísiliga til orða: “Kongur”, sigur hann, “Karlamagnus keisari sendir tær kvøðu og tey boð, at tú skalt játta Kristi navn og avnokta Makon og Muhammed, og afturfyri vil hann lata tær hálvt Spanialand og Rólanti hálvt. Men um tú ikki vilt játta hetta, fer hann at taka býin Saraguze frá tær við liði sínum; og síðan skalt fara bundin til Fraklands, og har skalt tú tola bana við háð og spott.
Marsilúur gjørdist ógvuliga vreiður við orð hansara. Hann helt á einum stavi og vildi sláa hann, men hann náddi ikki, tí hann var forðaður. Men Gýðin jallur brá svørði sínum og vildi vera tann fyrri og mælti: “Ikki skal Karlamagnus kongur spyrja tað, at eg doyggi her einsamallur. Eg skal hava tann hægsta, áðrenn eg falli.”
Men heidningarnir bóðu menn skilja teir. Marsilúur kongur var ógvuliga vreiður, tá ið menn hansara funnust at honum fyri tað bráðræsi, sum hann vísti í hesum máli, og hann læt sær siga og settist aftur í stól sín.
Tá tók tann maðurin til máls, sum æt Langalív, ungur og vitugur maður og kærur kongi. “Harra kongur”, sigur hann, “illa hevur tú gjørt, at tú skuldi sláa tann frankiska mannin. Væl kundi tú hoyrt orð hansara.”
Gýðin jallur svaraði: “Hann má tola tað, um hann vil ella ikki, og eg fari ikki at halda meg frá fyri deyðans ræðslu og ikki fyri alt veraldar gull at bera sendiboð Karlamagnusar kongs.” Hann kastaði tá av sær hermalínsskikkjuna, sum hann bar, og sum uttaná var av gullseymaðum silki úr Alexandria, og Blankandin tók skikkjuna upp. Gýðin jallur helt óslíðraðum svørði í hondini. Tá mæltu heidningarnir sínámillum: “Hann er mætur riddari,” siga teir.
Gýðin jallur førkaði seg nærri kongi og mælti við harðari rødd: “Tú ilskast av at hoyra sannleikan,” sigur hann. “Um tær ikki dámar tað, so gerst ikki við Tey boð sendi Karlamagnus kongur tær, at tú skalt taka við kristni og gerast hansara maður. Hann vil geva tær hálvt Spanialand og Rólanti frænda sínum hálvt. Har hevur tú ein avriksmann og harðrendan lagsmann. Men um tú ikki vilt taka við hesum sáttmála, so kemur Karlamagnuss til Saraguze og brýtur allan býin og bindur teg, og hvørki skalt tú hava spakan hest ella annan hest ella múldýr, men verða settur á eitt klyvjaross og tikin til Fraklands, og har skalt tú tola dóm og missa høvdið. Karlamagnus sendi tær hetta rit, tak ímóti tí.”
Marsilúur var væl lærdur og kønur í heidnum bókum. Hann tók brævið og breyt innsigli, sum var á tí. Og tá hann las ritið, feldi hann tár og togaði í skegg sítt. Síðan reistist hann og kallaði við harðari rødd: “Hoyra tit, góðu riddarar, hvussu argan fíggindaskap Karlamagnus hevur ímóti okkum. Nú minnist hann deyða Basans og Basilides, sum eg læt drepa fyri at háða hann. Um eg vil hava semju við hann, skal eg senda honum Langalív farbróður mín, sum voldi at teir vórðu dripnir. Um eg ikki sendi hann, verður eingin semja okkaramillum.”
Men eingin heidningur svaraði honum eitt orð.
Tá mælti Langalív: “Harra kongur”, sigur hann, “Gýðin jallur hevur mælt stak ólíkliga við teg, og hann er deyða verdur. Fá mær hann í hendur, og eg skal revsa hann fyri ógvorðini.”
Tá ið Gýðin jallur hoyrdi hetta, brá hann svørði sínum og búðist til at verja seg.
Av vreiði síni læt Marsilúur kongur brenna ritið og mælti síðan við heidningarnar: “Bíðið her,” sigur hann, “meðan eg gangi á tal við bestu menn mínar.”
Langalív fór við honum og Falsaron bróðir hansara, Adalín og Núvulún, Malbruant, Valdabrún, Klimberis og Klargus, Bargus og Blankandin; hann mælti við Marsilúur kong: “Lat kalla higar Gýðin jall. Hann hevur lovað at fylgja mær og okkara máli.”
Langalív svaraði: “Far tú eftir honum, um tú vilt.”
Hann fór og kom til hansara og tók í hondina á honum og reisti hann upp og mælti við hann við føgrum orðum og leiddi hann fyri kong. Marsilúur kongur mælti við Gýðin jall: “Góði vinur,” sigur hann, “eg havi talað harðliga ímóti tær og var ólíkligur við teg, tá ið eg vildi sláa teg, men nú skal eg bøta tær tað aftur við góðum vilja. Eg gevi tær skikkju mína, sum varð gjørd í gjár; hon er verd hundrað pund í silvuri.”
Teir løgdu skikkjuna um hann. So setti hann Gýðin jall niður hjá sær. Kongur mælti við Gýðin jall: “Eg skal bøta fyri mítt bráðlyndi so, at tú skalt fáa sømd av tí.”
Gýðin jallur svaraði:”Eg sigi ikki nei til tað, og gud løni tær fyri góðvild tína.
Endurbøtur eru bestar.”
Tá mælti Marsilúur við Gýðin jall: “Tað skalt tú vita,” sigur hann, “at eg skal veita tær sømd í øllum lutum, og vit skulu leggja ráð saman og vera vinir, tú og eg. Løgið tykir mær vorðið við Karlamagnusi kongi. Eg ætli, at hann er meira enn tveyhundrað vetrar gamal, og hann hevur verið víðfarin og lagt ríki hjá mongum kongum undir seg og sigrað teir.”
Gýðin jallur svaraði:”Karlamagnus keisari er væl at sær komin í øllum lutum, og gud hevur givið honum stórt lið at ráða yvir, og eingin maður eigur at lasta hann, og eingin maður kann telja og siga frá góðsku hansara, og heldur vil eg tola deyða enn missa ella týna vinalag hansara. Men so leingi, sum Rólant livir, fer Karlamagnus kongur aldrin at sita kvirrur og ikki herja á lond hjá øðrum kongum. Men tað er víst, at Rólants javning veit eg ikki á jarðarríki, og sama er at siga um Ólivar. Tólvjavningar skulu verja land, tá ið Karlamagnus fer til Fraklands, og teir eru slíkir avreksmenn, at Karlamagnus óttast einki, meðan teir eru á lívi.
Marsilúur mælti tá við Gýðin jall: “ Eg havi eitt valalið, Fýra hundrað túsund riddarar. Nú spyrji eg teg eftir, um eg kann halda í orrustu móti Karlamagnusi kongi?”
Gýðin jallur svaraði: “Á ongan hátt á hesum sinn, tí um tú fert í orrustu, so verður tað tín skaði, tí ikki standa heidnir menn ímóti kristnum monnum. Gev heldur kongi fíggjarlutir og fá honum gíslar, og tá man hann fara til Fraklands, og Rólant man far at vera eftir at verja land. Og tá skalt tu fara ímóti teimum í orrustu, og tá er meiri vón til, at tú sigrar teir. Og um so verður, fer tað at ganga aftur á hondina í ríki Karlamagnusar, og hann fer ongantíð aftur at bera krúnu á høvdinum. Síðan fer Spanialand at standa í friði.”
Marsilúur takkaði honum væl fyri ráðini. Hann bað teir lata fægoymslurnar upp, og tað varð gjørt. Hann gav nú Gýðini jalli mangar góðar gripir, sum ikki ber til at telja upp nú. Og hann spurdi aftur: “Munnu vit á henda hátt fara at sigra Rólant?”
“Ja, ja,” sigur hann. “Eg skal siga tær, hvussu tú skalt bera teg at. Um Rólant er eftir at verja land, sum eg segði, og tjúgu túsund við honum, so skalt tú senda hundrað túsund riddarar móti teimum, men allar fert tú at missa. Send uppaftur til aðra orrustu eins mangar riddarar, og allar teir missir tú. Men á triðja sinni eigur tú sjálvur at fara við almenninginum, og vánir eru til, at Rólant lútar í teirri atløguni.”
Marsilúur kongur svaraði Gýðini jalli og segði: ”Hetta sýnist mær hyggjuráð. Men nú skalt tú svørja, at tú skalt halda hetta, sum vit hava talað, og afturímóti skal eg lova at drepa Rólant, tó at eg falli í bardaga.”
Gýðin svaraði: “Tað skal vera, sum tú vilt.”
Síðan varð borin fram ein mikil bók, og hon varð løgd á ein hvítan skjøldur. Í teirri bókini vóru lógir Muhammeds og Terrogants. Gýðin jallur fór nú at hesi somu bók at svíkja Rólant á henda hátt, sum teir høvdu lagt ráð um. Afturímóti svóru allir heidnir menn at fara í orrustu móti Rólanti og verða honum at bana. Og tað er hin mesta sút, at Rólant skuldi ikki verða varur við hetta, og at hann tí ikki var tann fyrri.
Tá reistist Valdabrún og takkaði Gýðini jalli fyri ráð hansara og gav honum svørð sítt. Á tí svørðinum var ásjón Makons teknað. Hann mælti við Gýðin jall: “Hetta svørð gevi eg tær sum tekin um vinalag og góðan vilja og til tess, at tú skalt vera okkum til hjálpar at drepa Rólant og hansara lið.”
Teir fevndust síðan.
Tá reistist Klimberis; hann var mikil høvdingur yvir heidnum monnum; hann mælti: “Gýðin jallur,” sigur hann, “eg gevi tær hjálm mín, betri hevur tú ikki sæð, til vinalag, og eg biði teg hervið siga okkum frá, um Rólant verður eftir at verja landið. Um tað verður, skulu vit kúga drambsemi og erni hansara.”
Gýðin jallur svaraði: “Tað var væl, um so verður.”
Bamundi drotning mælti við Gýðin jall: “Væl dámar kongi teg, og væl vil hann tær og øll hirð hansara. Eg vil senda konu tíni tvey hylki; har í eru nógvir steinar, matistis og naguntis, gimsteinar, sum eru verdir meira enn alt gull í Rómaborg; og aldri sá Karlamagnus kongur so góðar gimsteinar, so víða sum hann stóð, og hvørjar tólv mánaðir skalt tú tiggja góðar gripir frá mær.”
Gýðin jallur mælti: “Um eg livi, skal eg løna tær og tínum monnum.”
Síðan tók hann við hylkjunum og legði tey í goymslur sínar og takkaði drotningini fyri gávurnar. Og harnæst mælti Marsilúur kongur við Valdenisis; hann var skattameistari kongs; hann var elsti maður í Spanialandi. Marsilúur kongur spurdi hann, um teir fíggjarlutir, sum sendast skuldu Karlamagnusi kongi, vóru til reiðar. Hann segði teir vera til reiðar. Hann læt tá bera fram fíggjarlutirnar, og Marsilúur kongur fekk Gýðini jalli teir í hendur at flyta Karlamagnusi kongi til fulla sáttargerð; men sannleikin var, at svik búðu undir. Marsilúur kongur mælti við Gýðin jall: “Nú skalt tú fara heim,” sigur hann, “til Karlamagnusar kongs og flyta honum fíggjarlutirnar, og eg skal hvørjar tólv mánaðir geva tær tíggju múldýr klyvjað við gulli og dýrdarfullum gimsteinum og góðum gripum.” Og hann segði haraftrat: “Tak nú her,” sigur hann, við “lyklum at býnum og tí mikla fíggjarluti og flyt Karlamagnusi kongi til satt og trúfast vinalag okkara millum. Ger nú so væl, at tú fært í lag, at Rólant verður eftir at verja landið, og síðan skal eg fara í orrustu móti honum.”
Gýðin jallur mælti: “Mær tykisr, at tað verður drúgt at fáa í lag, men eg fari ikki at gevast, fyrr enn eg fái tað í lag.”
Hervið skiljast teir, og Gýðin jallur fór sína leið.
Karlamagnus kongur var tá komin til tann býin, sum eitur Valterne. Har kom Gýðin jallur á fund hansara á hesum sinni. Tann býurin hevði verið oyddur í sjey vetrar. Morgunin eftir fór Karlamagnus kongur til kirkju at lýða á messu. Og tá ið hon var av, settist hann til borðs og við honum Rólant og Ólivar, Nemus hertogi og ein fjøld av øðrum høvdingum. Tá kom Gýðin jallur kvikliga og bar fram mál sítt fyri Karlamagnusi kongi. Hann byrjaði soleiðis: “Harra kongur,” sigur hann, “heilur veri tú og alt tygara lið. Nú havi eg verið á hesari sendiferð, sum tygum bóðu meg fara, og her flyti eg tygum nú miklar fíggjarlutir, og her eru lyklarnir til Saraguze, og Marsilúur kongur sendir tær góða kvøðu við kærleika og miklum vinalagi, og tjúgu gíslar sendir hann tær, og lat ansa teimum væl. Tey tíðindi veit eg at siga tær frá Langalívi, at hann er flýddur undan kristnari trúgv til sjóvarmálan við hundrað túsund monnum. Hann fór har umborð á skip við øllum liði sínum. Og síðan kom stormur á hann, og har druknaði hvørt mansbarn. Men hevði hann ikki verið flýddur, so var hann komin higar nú. Men tey tíðindi veit eg at siga tær frá kongi, at hann vil lata seg kristna og fylgja tínum vilja í øllum.”
Tá ið Gýðin jallur hevði endað røðu sína, tók Karlamagnus kongur til máls og svaraði: “Lovaður veri gud,” sigur hann, “at tað er so. Um tú hevur lokið ørindi títt væl, skalt tú njóta gott av tí.”
Síðan vórðu tjøld Karlamagnusar kongs tikin niður og herbúðir hansara somuleiðis. Teir fóru avstað og steðgaðu ikki sínari ferð, fyrr enn teir komu til Runsivals, og har fingu teir sær náttarhvíld.
Men nú er annað uppi. Heidningarnir búðu sítt lið fýra hundrað túsund og ætlaðu at koma frankismonnum á óvart, og tað er mikil sút, at frankismenn vistu ikki, at hetta svikið búði undir.
Morgunin eftir læt Karlamagnus kongur blása til hústings og helt ráð um, hvørjir skuldu vera eftir at verja landið. Gýðin jallur var bráður í ásjón og svari og segði, at Rólant var tann rætti, bæði vegna áræði og reystleika. Men Karlamagnus rendi eyguni at honum bæði vreiður og grimur og helt ógvuliga lítið um orð hansara og mælti við hann: “Tú ert gingin av vitinum, og illir andar búgva í tær. Tí um Rólant verður eftir, hvør skal tá standa fyri okkara liði?”
Gýðin jallur svaraði: “Oddgeir danski,” sigur hann, “eingin er djarvari riddari í allari hirð tíni.”
Men tá ið Rólant hoyrdi hesi orð, var hann ógvuliga illur og mælti soleiðis við Gýðin jall: ”Mikið vinalag havi eg at gjalda tær, tí tú veldur, at eg eri eftir og verji land. Verður tað so, tá man eingin fara at vera so djarvur, at hann torir at leypa á okkum, og Karlamagnus man hvørki fara at missa múldýr ella hest ella nakað, sum hevur virði.”
Gýðin jallur svaraði: “Vit vita, at tað er satt.”
Tá mælti Rólant: “Karlamagnus kongur,” sigur hann, “gev mær tann bogan, sum tú hevur í hondini á tær, og eg lovi afturfyri, at bogin skal ikki falla mær úr hendi av ræðslu, sum hanskin fall Gýðini jalli úr hendi, tá ið hann fór sendiferð tína til Marsilúur kong.”
Við hetta drýpti Karlamagnus høvur, og so illa dámdi honum, at Rólant skuldi vera eftir, at hann feldi tár. Tá gekk Nemus hertogi fyri Karlamagnus og mælti við hann: “Karlamagnus kongur”, sigur hann, “gev Rólanti bogan, sum hann biður um.”
Karlamagnus eftirlíkaði bøn hansara og fekk Rólanti bogan. Hann tók fegin ímóti og takkaði honum fyri gávuna. Einki havi eg hoyrt um, at bogin fell honum úr hendi. Tá mælti Karlamagnus kongur við Rólant:”Eg síggi nú, at tú ert dømdur at vera eftir og verja land. Tú skalt hava hálvt lið okkara hjá tær. So eru vit allir óttaleysir.”
Rólant svaraði: “Tað skal ikki vera,” segði hann, “tjúgu túsund menn skulu vera eftir; tað skal alt vera úrvalslið og hvør djarvari enn annar. Men tygum, harri, skulu fara heim og als ongan ótta bera um liðið.”
Harnæst gekk Rólant á ein heyggj og vápnaði seg, smoygdi sær í brynjuna og setti hjálm á høvdið og gyrdi seg við svørði sínum, tí sum æt Dýrindal. Hann hongdi skjøldur sín á økslina og tók spjót sítt í hond, og í tað var bundið merki, hvítt sum nýfallin fonn og so sítt, at tað nam við jørð. Soleiðis búgvin var maðurin frágera tignarligur at síggja og ovurreystligur. Síðan steig hann á bak á hesti sínum, sum æt Velantiv, og vil nú royna vinir sínar, hvørjir vilja fylgja honum til stuðuls. Tá mæla frankismenn sum við ein munn sínámillum: “Eiti hann níðingur,” siga teir, “sum vil svíkja teg.”
Tá gekk Ólivar jallur fram og Turpin erkibiskupur, Gerin hin ríki og Geres, Hatun hin sterki og Bæringur, Samson hertogi og Ansias hin grammi, Ivi og Ívori, báðir úrvalsmenn. Engiler úr Gaskon hin franski, Gerhard hin gamli, Valtari jallur. Allir hesir høvdingar eru nú settir eftir við Rólanti at verja land og tjúgu túsund hermenn við teimum. Tá mælti Rólant við Valtara: “Far á varðhald og tak tjúgu túsund riddarar við tær og ansa eftir øllum vegum og stíggjum, so at heidningar ikki koma óvart á okkum, tí ilt er at trúgva teimum.”
Hann fór og møtti beinanvegin Amalre kongi av Bealfer og bardist við hann. Nú eru Rólant og Ólivar og tólvjavningar í Runsival og lið teirra, og tað líður skjótt at bardaga. Og meira er ikki frá at siga uttan, at Karlamagnus fór heim til Fraklands.
Karlamagnus reið heim til Fraklands við heri sínum um høg fjøll og myrkar dalar og undarliga trongar, so at tú hoyrdi vápnagný frá heri teirra fimtan franskar mílir. Men tá ið teir skiltust, var eingin teirra so harður, at hann ikki feldi tár vegna tann kærleika, sum teir høvdu til Rólant. Karlamagnus, kongur teirra, var óglaðastur av øllum, tí hann grunaði, at Gýðin jallur mundi fremja svik móti Rólanti, systursoni hansara, og øllum teimum, sum eftir vóru. Nemus hertogi reið næstur honum og spurdi, hví hann var so óglaður. Karlamagnus kongur svaraði: “Rangt ger hann, sum spyr um tað. So stóra sorg havi eg, at eg eri fyri ongum. Í nátt barst mær fyri, at eingil guds kom til mín og breyt spjótskaft mítt sundur millum hendurnar á mær, og av tí veit eg, at Rólant systursonur mín er svikin. Missi eg hann, bjóði eg ikki bøtur, so leingi eg livi, tí tílík kempa til riddaraskap føðist ikki aftur í verøldini. Eg haldi meg vita, at teir Marsilúur og Gýðin hava gjørt svikaráð um hann millum sín og allar hinar, sum sótu eftir við honum at verja land, og til hetta hevur Gýðin jallur tikið ímóti góðum gávum í gulli og silvuri, purpur- og silkiklæðum, í góðum múldýrum og hestum og stórum kamelum og leyvum og mongum øðrum dýrum gripum.”
Ikki tørvast at siga meira um hesa talu keisarans, men hann fór sín veg kortini og vildi ikki venda við, tí hann ivaðist, hóast hann grunaði, men helt tó ikki, at Gýðin jallur, sum hevði verið kærasti vinur og mágur hansara, mundi vilja gerast ein sovorðin mannhundur at svíkja hann soleiðis. Karlamagnus var so óglaður av hesum, sum væntuligt var, at honum var ymist í huga. Men tað er at undrast á, at gud vildi lata teimum vera eyðið at skiljast soleiðis, Karlamagnusi og Rólanti frænda hansara og øllum tólvjavningum og øllum liði teirra.
Nú er har til at taka, at Marsilúur kongur hin heidni savnar saman her sín, kongar og jallar, hertogar, barónar og alskyns ríkmenn, so at eftir trimum døgum vóru teir fýra hundrað túsund menn. Tá varð blást í trummur, og hann lata hevja skurðgudar sínar upp á hægstu torn, og har var eingin so mætur riddari, at hann ikki legði sítt offur hartil, og allir strongdu tess heit, at teir skuldu berjast við Rólant og hansara lið. Systursonur hin heidna kongin gekk fyrstur fram av øllum monnunum og kallaði á morbróður sín og mælti við hann. “Harra kongur,” sigur hann, “eg havi leingi tænt tær og havi tolt mangan vanda og vás fyri tínar sakir, bæði í einvíggi og orrustum, men nú biði eg teg um eins gávu, og tað er hálsurin á Rólanti, tí eg skal drepa hann við hvasseggjaða svørði mínum, um Muhammed vil dugna okkum, og gævi at tú hevur frið og grið allar tínar lívdagar síðan.”
Kongur takkaði honum og fekk honum hanska sín í veð, at tað skuldi haldast, sum hann mælti. Systursonur Marsilúurs kongs hevði hanska sín í hondini og mælti við morbróður sín: “Góða gávu hevur tú givið mær í dag, frændi. Nú biði eg teg lata mær tólv javningar av liði tínum; móti teimum skulu ganga Rólant og teir tólvjavningarnir.”
Í somu løtu reistist ein, sum kallaður var Falsaron av navni. Hann var bróðir Marsilúurs kongs. Hann mælti við frænda sín: “Vit skulu fara í hesa orrustuna, tí eg veit, at teir eru allir deyðadømdir, sum fyri eru.”
Tá gongur ein kongur fram. Hann æt Kossablín. Hann var mikið reystmenni til dirvi og fullur av gandi. Hann hevur strongt tess heiti, at fyri alt gull í verøldini vil hann ikki verða kallaður dirvisloysingur. Hann er skjótari á føti enn fimasti hestur. Hann rópti við harðari rødd: “Eg skal bera likam mítt móti Rólanti, og um eg hitti hann, skal eg vinna á honum.”
Ein óðalsmaður úr tí landinum, sum eitur Balaguer, hevur væl skapt likam, fagurt andlit og hart bróst og situr á hesti sínum og herðir seg í at bera vápn síni og er róstur fyri reystleika sín, og um hann var kristin maður, hevði hann átt stórt ríki. Hann er komin til Marsilúur kong og ætlar at fara at finna Rólant. “Um eg finni hann,” sigur hann, “so eru fáir lívdagar eftir hjá honum og Ólivari og øllum tólvjavningunum. Franksimenn skulu doyggja við mikla skomm og sút, og Karlamagnus kongur hin mikli er ørur og óvitur og gevur okkum upp lond okkara í Spania, og vit skulu ognast Frakland.”
Marsilúur reistist og takkaði honum fyri orðini. Ein ríkur høvdingur úr landinum, sum eitur Eyirana, - verri illmenni er ikki til í øllum Spanialandi, - og hann rópti við harðari rødd og mælti mikla fávitsku: “Í Runsival vil eg fara við mínum liði, tað er ikki færri enn tíggju túsund menn við skjøldrum og spjótum, og um eg síggi Rólant, so sigi eg honum, at hann skal doyggja og Ólivar og allir tólvjavningar. Frankismenn fara at doyggja, og Frakland verður arvingaleyst, og tað verður ikki tann dagur, at Karlamagnus fer ikki at harmast.”
Ein jallur var, sum kallaðist Turgis av Turkulosa; hann vil vinna á kristnum monnum, tað hann er mentur. Hann hevur sagt soleiðis við Marsilúur kong: “Tú skalt ikki hirða at óttast, kongur, tí máttmeiri er Muhammed, gudur okkara, enn Pætur ápostul í Rom. Og um tú trýrt væl á hann, fert tú at vinna sigur í hesari orrustu. Og eg skal fara í Runsival og bera svørð mítt móti Dýrindal, svørði Rólants jals, og tá skalt tú frætta, hvør okkara ber hægri skjøld. Frankismenn fara at doyggja, um teir bjóða til móti okkum, og Karlamagnus kongur fer at liva við skomm og ógleði og aldri aftur at bera krúnu á høvdi.”
Nú reisist tann høvdingurin, sum kallaður er Eskrement, ættaður úr tí landi, sum eitur Valterne. Ríkur maðu er hann og heiðin sum hundur. Hann mælti við Marsilúur kong: “Í Runsival skal eg fara og jarðleggja drambsemi Rólants og Ólivars og tólvjavninga, tí teir eru dømdir til deyða, sum standa ímóti okkum, og Karlamagnus kongur hevur har fingið ein dyggan smeit eftir góðan drong.”
Nú er at siga frá tí heidninginum, sum eitur Estorgant, og lagsmaður hansara æt Estormariz. Teir eru hinir verstu menn, svikarar og falsarar. Marsilúur kongur mælti við teir: “Gangið fram, góðu høvdingar,” sigur hann, “í Runsival eftir mínum boðum og hjálpið okkara liði.”
Teir svara báðir við ein munn: “Vit skulu vissuliga eftir tygara vilja fara móti Rólanti og Ólivari og øllum tólvjavningunum. Svørð okkara eru blonk og blá og bíta væl, og vit skulu lita svørð okkara í frankismanna bóði. Teir skulu doyggja, og Karlamagnus kongur fer at syrgja, og land okkara, sum er halgað skurðgudum okkara, skulu vit taka. Far, kongur, ver vísur í tí, og keisaran sjálvan sigraðan skulu vit flyta tær.”
Tá kom rennandi fram tann høvdingurin, sum æt Margare úr Sibiliborg. Hann ræður fyri landinum, sum eitur Katamaria. Eingin annar heidningur er so góður riddari sum hann ella fríðari. Eingin kvinna sær hann uttan, at hon fær hug á honum, og annaðhvørt hon er væl hýrd ella illa, lystir hana at læa. Og í tí mikla herinum rópti hann fram um allar hinar: “Óttast ikki, harri,. Eg skal fara í Runsival at drepa Rólant og Ólivar og allar tólvjavningarnar. Síggj her svørð mítt, sum Ammirál høvuðskongur gav mær; tað skal verða reyðlitað í frankismanna blóði, so at Karlamagnus hin gamli og hin skegghvíti fer aldrin aftur at halda í orrustu móit okkum. Áðrenn tólv mánaðir eru lidnir, skulu vit sovna í tí virki, sum Dionisius halgi hvílir í í Fraklandi.” Gernublus æt ein frálíkur maður úr býnum, sum eitur Valniger. Hann orkar at bera størri byrði enn sjey kamelar, tá ið teir eru klyvjaðir. Í tí landinum, sum hann er føddur í, hvørki skínur sólin ella veksur korn ella kemur regn úr erva ella spretta blomstur. Eingir steinar eru har uttan svartir; djevlar eru har mangir. Hann mælti við kong: “Eg skal fara móti Rólanti og kanna mær Dýrindal við svørði mínum.”
Nú eru her taldir tólv javningar hjá heidnum monnum javnt við tólvjavningarnar hjá kristnum monnum. Alt liðið, sum var har, herklæddi seg við alskyns vápnum og goysti við óvinnandi heri úr Spania móti Rólanti og hansara liði.
Nú er at siga frá teimum, sum eru fyri. Ólivar stóð á einum hóli og hugdi til høgru og sá eina ovurstóra fjøld av heidnum monnum og mælti við Rólant, lagsmann sín: “Eg síggi, Rólant lagsmaður, nógvar menn fara úr Spanialandi við bláum brynjum, hvítum skjøldrum og reyðum merkjum, og tað samtykkir við tað, sum Gýðin jallur hevur ætlað.”
Men Rólant steðgaði honum og segði seg ikki vilja hoyra slík orð. Tá mælti Ólivar jallur: “Heidnir menn hava mikla styrki, og vit hava lítlan her afturímóti teimum. Blás tú nú í horn títt, so hoyrir Karlamagnus og vendir aftur við heri sínum.”
Rólant svarar: “Tá bar eg meg at sum óður maður, um Frakland hitt góða skuldi mist heiður sín fyri mínar sakir. Heldur skal eg veita stór høgg við svørði mínum Dýrindal og gera tað blóðugt heilt frá oddinum til hjaltini, og heidningarnir skulu falla við skomm og miklari ósømd, tí teir eru allir dømdir til deyða.”
Ólivar mælti aftur: “Lagsmaður, blás í horn títt, sum eitur Ólivant, og Karlamagnus kongur fer at venda aftur við heri sínum og stuðla okkum.”
Rólant svarar: “Aldri skal frændi mín fáa átalur fyri mínar sakir og heldur eingin annar maður í Fraklandi, heldur skal eg veita og tiggja stór høgg, tí teir eru allir deyðadømdir.”
Ólivar mælti á triðja sinni: “Rólant, blás í horn títt, og Karlamagnus fer at venda aftur við heri sínum og møta okkum í ókunnugum landi.”
Men Rólant svarar: “Hvørki gud ella sankta Maria móðir hansara vilja, at eg skal vera so ræddur fyri heidnum monnum, at Frakland skal glata heiður sín fyri tygara sakir.”
Tá svarar Ólivar: “Ikki er tað átaluvert, at maður ætlar sær og liði sínum at nýta hógv, tí eg síggi so mikla fjøld av heidnum monnum, at øll fjøll og dalar eru takt og allir dalar fullir. Tí vildi eg, at tú blásti í horn títt, so Karlamagnus kongur kom at stuðla okkum.”
Rólant er reystastur, Ólivar er vitur; báðir eru frágera góðir riddarar, og ikki vilja teir flýggja úr orrustu, um enn tað kostar lívið.
Nú tosa hesir tveir jallarnir saman. “Sært tú, Rólant,” sigur Ólivar, “at hesin herurin er komin nærri okkum, og nú sæst hugtyngsla á okkara liði, tí at slík ovurfjøld kemur ímóti okkum.”
Rólant svarar grimmliga og mælti: “Heilur veri tú, Ólivar, tala ikki slíkt; ilt komi í kálvahjarta í reystmansbrósti.”
Nú sá Rólant, at mikil bardagi fór at vera og kallaði á sínar menn: “Góðu vinir,” sigur hann, “Karlamagnus kongur hevur sett okkum her at verja land og valdi av sínum besta liði, og ein maður skal tola mikið vás fyri harra sín, bæði heitt og kalt, um væl skal vera, og glata bæði hold og blóð. Stingið tit nú við spjótum tykkara, og eg skal høgga við Dýrindal svørði mínum, so at allir frankismenn skulu vita, at mætur drongur átti tað.”
Har var Turpin erkibiskupur á hesti sínum, hann mælti við frankismenn: “Karlamagnus kongur setti tykkum her at verja land við Rólanti, og tit eiga at tola væl deyða fyri harra tykkara og halda heilagan kristindóm. Nú skulu tit halda orrustu, tí tit síggja miklan her av heidnum monnum fyri eygum tykkara. Fallið nú á knæ og heitið fagurliga á gud, og eg skal hjálpa sálum tykkara, um tit falla, soleiðis at tit verða halgir martyres, og tit skulu ognast navn í hinum góða paradís.”
Frankismenn stigu av hestum sínum og løgdu seg á jørðina. Erkibiskupur lyfti upp hond sína og signaði teir og gav teimum syndafyrigeving fyri, at teir máttu berjast. Nú reistust frankismenn á føtur og vápnaðu seg við góðum herklæðum og vóru búnir til bardaga.
Ólivar sigur við Rólant: “Tað sæst nú,” sigur hann, “at Gýðin jallur hevur selt okkum fyri gull og silvur og góðar gripir. Karlamagnus kongur átti at hevnt tað væl, um vit ikki megna.”
Tá var Rólant komin á brynjaða hesti sínum Velantiv til borgarliðið á Spania við teimum vápnum, sum honum sømir væl at bera, og hann mælir grimmliga við allar heidnar menn, men blídliga og hóvliga við sínar menn: “Vit skulu ganga fram, tí hesir menn, sum vilja herja á okkum, leita eftir bana sínum. Blásið nú í horn tykkara, og eggið hvør annan at ganga fram.”
Ólivar mælir tað sama, og við hesi orð gleðast frankismenn nógv, og hvør ríður sum harðast í bardaga.
Systursonur Masilúurs kongs heidna, hann sum kallaður varð Alkoter, ríður nú fram fyrstur og mælti ill orð við frankismenn: “Hví eru tit so djarvir, at tit tora at berjast við okkum? Býttur var Karlamagnus kongur, at hann setti tykkum her eftir; av tykkara ávum skal Frakland glata heiður sín.”
Rólant ilskaðist stórliga av orðum hansara og reið algoystur móti honum og høgdi til hansara við svørði sínum og kleyv sundur skjøldur og brynju hansara og festi svørðsodd sín í brósti hansara og hirdi hann deyðan av hesti sínum og mælti við hann: “Illi heidningur. Tú hevur hótt í allan dag, men ikki er Karlamagnus kongur býttlingur, og ikki skal Frakland glata heiður sín av okkara ávum. Gangið fram reystliga, frankismenn, tí vit eiga høggið.”
Ein heiðin hertogi, sum æt Falsaron, var bróðir Marsilúur kong hin heidna; hann ráddi fyri tí landinum, sum Datan og Abiron áttu; teir vóru so illir, at jørðin opnaðist undir teimum og svølgdi teir, og teir fóru til helvitis. Falsaron var grundarringur; fótsbreidd var millum eyguni á honum. Hann harmaðist nógv, tá ið hann sá, at systursonur hansara var fallin. Hann reið fram úr fylkingini og var óvardur, og tá reið Ólivar jallur harðliga ímóti honum og høgdi til hansara við svørði sínum og feldi hann til jarðar, so at hann sá aldrin sólina aftur: “illi heidningur,” sigur hann, “lítið verd er hóttan tín. Gangið fram, frankismenn, vit skulu bera av teimum.”
Teir blástu í lúðrar og gleddust við orðini. Ein heiðin kongur æt Kossablín. Hann ráddi fyri tí landinum, sum eitur Barbare. Hann ríður fram og mælir við heidnar menn: “Vit munnu sigra í hesari orrustu, tí her eru fáir kristnir menn.”
Turpin erkibiskupur hoyrdi orð hansara, og hann reið ímóti honum og legði til hansara við spjóti sínum, reiv brynju hansara sundur og bar hann eina spjótkasts longd deyðan av hesti sínum og mælti so við hann:
“Ikki hjálpir tær reyp, tí frankismenn hava dripið teg, og tað munnu teir gera við alt lið tykkara.”
Nú vóru tríggir teir mestu høvdingarnir av tí heidna liðinum falnir, sum kosnir vóru móti Rólanti og tólvjavningunum.
Nú ríður fram Gerin hin franski móti einum høvdingi og klývur skjøldur hansara sundur og særir hann til bana og fírir hann deyðan til jarðar, og ein fjandi, sum eitur Sátanas, tók sál hansara. Nú ríður Gers fram úr frankismanna liði móti einum fríharra millum heidningarnar og høgdi til hansara við svørði sínum og feldi hann deyðan av rossabaki og rópti síðan hart á liðsmenn sínar: “Gangið manniliga fram og blásið í lúðrar tykkara, tí vit fara at sigra í hesum bardaga.”
Samson hertogi reið fram móti einum heidningi og høgdi til hansara og kleyv skjøldu hansara sundur og feldi hann deyðan av hesti sínum. Tá mælti Turpin erkibiskupur: “Slíkt er dreingiligt høgg.”
Nú ríður fram Ansias úr frankismanna liði móti Turgis av Turgulosa, og teir høvdu hart vápnaskifti sínámillum, og viðurskifti teirra endaðu við, at Turgis mátti lúta. Harnæst reið fram Engiler úr frankismanna liði, og móti honum reið Eskrement úr Valternalandi, og hvør høgdi til annan, og heidningurin mátti lúta í teirra viðurskiftum. Síðan reið Valteri fram móti Estorgant heidningi og høgdi til hansara, so brynjan gekk sundur og feldi hann deyðan av hesti sínum og mælti við hann: “Ikki fært tú tann lækna í Spania, sum grøðir teg.”
Bæringur reið fram og móti honum Estormant, og Bæringur feldi hann deyðan av hesti sínum millum mangar túsund heidnar menn.
Nú eru falnir tíggju jallar av heidnum monnum, og tveir liva eftir, Gernublus og jallurin Margariz; hann var avbera góður riddari, bæði vænur og sterkur, fimur og lættur á sær. Hann ríður fram móti Ólivari og legði spjót ígjøgnum skjøldur og brynju hansara, og gud bjargaði, so ikki bar við bróst hansara, tí tá brast spjótsskaft Maragriz, og tó fekk hann ikki Ólivar av hesti sínum.
Nú er orrustan hørð og ódnarmikil. Rólant jallur fer sum ein leyva, veitir og tiggur stór høgg og hevur í hondini svørð sítt Dýrindal og høgdi til Gernublus jall og hjálm hansara sundur, sum var gulllittur og allur settur við gimsteinum, høvur og bul hansara, so at svørðið steðgaði í saðlinum, og mælti við hann: “Slík høgg vinna tykkum seint sigur.”
Rólant fer nú ríðandi í miðjum herinum og kastar deyðar heidnar menn hvønn oman á annan og er blóðigur upp undir akslar. Ólivar drálar ikki at fylgja honum, og eingin av tólvjavningum hevur uppiborið atfinning. Tá mælti Turpin erkibiskupur: “Gud hjálpi okkara liði,” sigur hann, “lítið er tað í so miklum heri.”
Ólivar reið fram og sló til ein heidning, sum æt Massaron, í høvdið á honum við tí stavinum, sum var eftir av spjótsskafti hansara, so bæði eyguni flugu úr høvdinum á honum, og heilin kom út um tinningin. Tá mælti Rólant við Ólivar: “Hvat gert tú, lagsmaður? Jarn og stál er at hava í orrustum, men ikki at berjast við stavum. Drag svørð títt úr slíðrum, sum eitur Hatukleiv, og berst við tí.”
Ólivar svarar: “Ikki gav eg mær stundir at bregða svørðinum, so nógv lá mær á at sláa hann.”
Síðan brá hann svørðinum og høgdi til tann heidningin, sum æt Justin og kleyv sundur hjálm hansara, høvur og bul, heilt til tað stóð fast í saðlinum. Tá mælti Rólant: “Slík høgg vinna tykkum lítlan sigur, og við slíkum høggum munnu vit fáa sømdir frá Karlamagnusi kongi.”
Teir blástu í lúðrar sínar og gleddu soleiðis lið sítt. Jallurin Gerin og lagsmaður hansara Geres sótu á hestum sínum og høgdu báðir til ein heidning, sum æt Tímund, annar høgdi skjøldur hansara, hin brynju og fjaldu so svørð síni í brósti hansara og feldu hann deyðan til jarðar, men fjandar tóku sál hansara. Turpin erkibiskupur drap Sikoras. Síðar tóku fjandar hann og fóru við honum til helvitis. Tá mælti erkibiskupur: “Hasin maðurin hevur gjørt misbrot móti okkum, og hatta hevur hann uppiborið.”
Nú er orrustan hørð og ódnarmikil, ymsir høgga og ymsir verja, og altíð eru teir fremstir Rólant, Ólivar og Turpin erkibiskupur og allir tólvjavningar, sum fylgdu teimum soleiðis, at eingin hevur uppiborið atfinning.
Nú eru mikil jartekin og mikil gøvugleiki og undur í Fraklandi. Heilt frá miðjum degi var so myrkt sum um náttina, og sólin skein ikki, og tey flestu vænta sær bana. Tað er skrivað í søguni um hin halga Dionisio, at tað var alt fyri Rólants sakir, ið framdi so mangar góðgerðir og var so góður riddari, at eingin maður fekk hann úr saðli sínum. Jallurin Rólant var so góður riddari, at hann er allastaðni nevndur og Ólivar og allir tólvjavningar. Nú eru so nógvir heidnir menn deyðir, at av hundrað túsund slapp bara ein undan, tað var Margariz; hann hevði ikki uppiborið atfinning, tí hann hevur mikil jartekin á sær sjálvur. Hann er farin til Spanialands og hevur sagt Marsilúuri kongi tey tíðindi, sum vóru. Jallurin einsamallur, Margariz, sum slapp undan. Spjótsskaft hansara er brotið, og brynjan er rivin sundur, skjøldurin brotin og hjálmurin klovin, og stungin var hann við fýra svørðum. Valamaður hevði hann verið, um hann var kristin.
Nú byrjar onnur orrusta. Marsilúur kongur hevur tíggju fylki hjá sær, og onnur tíggju sendir hann í bardaga á øðrum sinni. Nú síggja frankismenn hetta liðið, og tá mælir Turpin erkibiskupur við teir: “Góðu riddarar, gangið djarvliga fram. Tit skulu bera krúnu í paradís.”
Frankismenn svaraðu: “Her skulu vit á sama stað tola deyða, heldur enn at hitt góða Frakland skal glata heiður sín.”
Nú hittast teir á øðrum sinni, heidningar og kristnir menn. Ein heidningur, sum er kallaður Klibanus, hevur sagt tað, at hann skal ikki flýggja fyri nøkrum manni, hvørki heidnum ella kristnum. Hann og Gýðin jallur gingu í fostbrøðralag um at svíkja Rólant og Ólivar og tólvjavningar og taka krúnuna av høvdi Karlamagnusar kongs. Klibanus situr á hesti sínum, sum hann kallar Amus; hann er fimari enn svala, tá ið hon flýgur um skjótast. Hann legði til Engiler við spjóti ígjøgnum bróstið á honum og bar hann deyðan av hesti sínum so langt, sum spjótsskaft hansara rakk. Frankismenn mæltu: “Mikil skaði er har eftir góðan stríðsmann.”
Rólant mælti við Ólivar: “Sært tú, fostbróðir, at Engiler jallur er fallin. Vit hava ongan betri stríðsmann eftir hjá okkum.”
Ólivar svarar: “Gud lati meg hevna hann móti tí hinum illa heidningi.”
Hann reið fram og hevði í hondini svørð sítt Hatukleiv alblóðugt, og hann høgdi til Klibanus og høgdi hann sundur um miðju og hest hansara og snúði sær síðan og høgdi høvdið av tí hertoganum, sum æt Alfien. Rólant mælti við hann: “Reiður ert tú nú, lagsmaður,” sigur hann, “fyri slík høgg virðir Karlamagnus okkum mikið.”
Síðan mælti hann við sínar menn: “Blásið í lúðrar tykkara og gangið djarvliga fram.”
Ein heidningur var kallaður Valdebros. Hann var vanur at standa upp ímóti Marsilúuri kongi og binda gullsporar á føtur hansara. Hann er høvdingur yvir fýra hundrað drómundum (=stórum skipum). Hann ognaðist Jorsalaborg og Sálamons tempil við svikum og drap patriarkin inni við altarið. Hann var gingin í fostbrøðralag við Gýðin jall at svíkja Rólant og Ólivar og allar tólvjavningar. Hann situr nú á hesti sínum, sum eitur Gradamunt; hann er fimari enn falkur. Hann leggur til við spjóti móti Samsoni hertoga av Fraklandi og bar hann spjótsskaftslongd av hesti sínum og kastaði hann deyðan niður á jørð. Frankismenn mælti: “Mikil skaði er har eftir góðan stríðsmann.”
Nú sá Rólant, at Samson hertogi fall og koyrdi hest sín við sporum og reið síðan harðliga fram og høgdi til hin heidna Valdebrún og kleyv høvur hansara og hestin sundur um miðju og kastaði hann deyðan niður á jørðina. Tá mæltu heidningar: “Hetta var eitt undarliga mikið høgg.”
Rólant jallur svarar: “Eg havi einki gott at bera tykkum, tí vit hava rætt, og tit hava rangt.”
Úr Afrikalandi var ein ríkur kongur, sonur kongin, sum æt Malkus. Klæði hansara vóru øll útseymað við gulli, og tað lýsti av teimum sum av sólini. Hann situr á hesi sínum, sum eitur Salpdunt. Einki dýr er, sum megnar at renna kapp við hann. Hann høgdi til Ansias og hjálm hansara sundur og særdi hann við banasári og feldi hann til jarðar og læt hann liggja har deyðan.
Nú sær Turpin erkibiskupur fall hansara. Eingin vígdur maður sang messur betur enn hann. Hann mælti við hin heidna: “Gud hin alvaldandi veri tær vreiður; tú hevur her felt tann mann, sum eg vil heldur tola deyða fyri enn ikki hevna,” – og høgdi til hin heidna av miklari vreiði og sundur í tveir lutir, so at svørði stóð í saðlinum og fírdi hann deyðan av hesti sínum.
Nú ríður ein heidningur fram, sum æt Grandonis. Hann var sonur kongin av Kappadocie, sum æt Kapuel; hann sat á hesti sínum, sum æt Marmori; hann var skjótari enn flúgvandi fuglur. Hann reið fram og legði til Gerin av miklum alvi og festi svørð sítt í bróstinum á honum og feldi hann deyðan av hesti sínum og beinanvegin lagsmann hansara Geres og í triðja lagi Bæring jall av Sanitún, og í fjórða lagi jallin, sum æt Ankore; hann ráddi fyri býnum, sum æt Valenta. Heidnir menn gleddust stórliga við tað og blástu allir í lúðrar sínar. Rólant sat á hesti sínum og hevði svørðið Dýrindal blóðugt í hondini og mælti við hin heidna: “Gud hevni tær hetta, og eg skal hevna tær tað, um eg kann.”
Grandonis var góður riddari, sterkur og fimur og aldjarvur. Nú kemur Rólant ímóti honum við svørði sínum á lofti, og báðar eggjarnar vóru blóðugar, men Grandonis helt undan. Men tá høgdi Rólant eftir honum og kleyv høvur hansara, so at svørðið stóð í tonnum, og eitt annað høgg høgdi hann í økslina gjøgnum øll herklæðini og niður gjøgnum bul hansara og tann brynjaða hestin sundur um miðju, so at hvør lutur fall sín veg. Nú firnaðust heidningarnir. Frankismenn mæltu: “Væl høggur høvdingur okkara.”
Orrustan er hørð og ógvulig, og høvdingar og heidningar falla í hundraðtali. Rólant reið gjøgnum lið teirra og høgdi á báðar hendur, so einki stóð ímóti og segði síðan við teir: “Nú skulu vit vita, hvussu mikið ein fjandi megnar móti Pæturi apostli. Gangið nú fram, frankismenn, og veitið stór høgg.”
Har sóust nú klovnir skjøldrar, høgdar brynjur, blóðugir brandar og brotin spjótsskøft. Heidningar mæltu: “Frankismenn eru harðir og illir at fáast við, og vit noyðast nú at halda undan og flýggja heim til Spanialands at siga Marsilúuri kongi tíðindi.”
Heidningarnir fullu nú hvør undan øðrum. Rólant og Ólivar og tólvjavningar og teirra lið hevur nú sigrað í tveimum orrustum, har tíggju fylki av heidnum monnum vóru í hvørjari.
Marsilúur kongur ger seg nú til triðju orrustuna og ríður av Spanialandi við miklum heri bæði av sponskum monnum og blámonnum. Nú berst kristnum og heidnum monnum saman, og Turpin erkibiskupur byrjar fyrstur hesa orrustu. Hann ríður fram á tí hestinum, sum var sendur úr Danmark; hann er skjótari enn øll onnur dýr. Hann reið móti tí manninum, sum æt Ambles og høgdi til hansara og kleyv skjøldur hansara sundur, gulltaktan og settan við gimsteinum, og kleyv bul hansara sundur undir annað herðablaðið og út um hitt og fírdi hann úr saðlinum. Nú mæltu frankismenn: “Hetta er eitt reystmansligt høgg. Væl er tann staðurin staddur, sum hevur erkibiskupin” – og blástu í lúðurin, sum Karlamagnus átti og kallaður var Mundide og eggjast síðan til at ganga fram.
Nú mælti Rólant við Ólivar: “Frágera góður riddari er erkibiskupur. Hann berst væl við spjóti og svørði,” sigur hann, “gævi gud, at mangir vóru slíkir. Latum okkum nú fara og dugna honum.”
Í teirri árásini falla nógvir kristnir menn, so ikki vóru eftir av teimum meira enn sjey hundrað vápnaførir menn. Tá mælti Marsilúur kongur og heitir á skurðgudar sínar, Makon og Muhammed, og bað teir dugna sær: “Karlamagnus kongur við tí hvíta skegginum og hansara menn hava mikið gjørt móti oss og várum monnum. Um Rólant fellur, vinna vit lond og ríki, men um ikki, glata vit lond og ríki.”
Allir heidningarnir taka nú til at berjast av nýggjum, leggja til við spjótum, høgga við svørðum, klúgva hjálmar og høgga brynjur. Har sást mangur góður drongur glata lív sítt.
Rólant sá, at menn hansara vóru illa staddir og reið í miðjuna á heidna herinum og høgdi á báðar hendur og drap í teirri árásini fjøruti menn. Ólivar snúðist ein annan veg og vann á heidnum monnum alt, hann var mentur. Nú kallaði Rólant á Ólivar: “Kom higar og ver hjá mær, tí nú er tann dagur komin, at okkum skortar hjálp frá Karlamagnusi kongi.”
Tá mælti Turpin erkibiskupur: “Tað hevur verið funnið í fornum bókum, at vit skulu falla undir vald heidna manna.”
Tá mælti Rólant við Ólivar: “Nú tá ið vit ikki hava størri lið enn hálvt hundrað menn,skulu vit lata heidnar menn fáa sín maka, áðrenn teir vinna okkum. Nú vil eg blása í horn mítt, og Karlamagnus fer at hoyra og koma til okkara við liði sínum.”
Ólivar svarar: “Tú fert at fáa mikla ábreiðslu; tá eg bað teg blása, vildi tú ikki, og nú hevur tú báðar hendur blóðugar.”
Tá svarar Rólant: “Tað valda stór høgg og mong høgg. Nú er hørð orrusta, og tí vil eg blása í horn mítt.”
Ólivar svarar: “Ikki skal tað vera eftir mínum ráði, og tað veit eg fyri vist, at um eg hitti Eyðu systur mína, so skuldi tú aldrin aftur hvílt millum armar hennara.”
Rólant mælti: “Tú ert ógvuliga vreiður, lagsmaður.”
Ólivar svarar: “Tað er tín egna skyld; reystmansligt hjarta við viti, tað tekur ikki óráð; meira er vert hógv enn dramb. Frankismenn eru deyðir av tínum ávum, og Karlamagnus fer aldrin at hava tænastu av tær aftur. Hevði eg rátt, var Karlamagnus komin higar, og Marsilúur kongur var annaðhvørt dripin ella tikin á hondum. Ráðaríki títt hevur volt hetta, tí slíkur maður verður ikki føddur aftur hiðanífrá til dómadags.”
Teir snúðust hvør frá øðrum og vóru sinnisrørdir.
Turpin erkibiskupur hoyrir samrøðu teir og sigur tá soleiðis: “Góðu vinir mínir, leggið ikki í at vera vreiðir, tí nú er tann dagur komin, at vit skulu tola deyða, og hornblástur man ikki hjálpa, tí tað er ov seint, men tó er tað betri, at tú blæsur, og Karlamagnus hoyrir og fer at hevna okkum á Marsilúuri kongi og hansara liði. Síðan fer hann at savna saman okkara lík og lata tey fara á heilag støð, so vargar ella hundar ella villdýr ikki eta okkum.”
Tá svarar Rólant: “Væl hevur tú mælt, biskupur, og talað av viti.”
Nú setti Rólant hornið á munnin og blásti harðliga, so tað hoyrdist fimtan franskar mílir. Og beinanveg hoyrdi Karlamagnus kongur og alt lið hansara og sigur so: “Í bardaga standa okkara menn nú.”
Men Gýðin jallur mutaði ímóti: “Nú møsnar tú, kongur,” sigur hann.
Rólant blásti í hornið aðru ferð so hart, at blóð fleyt út av munni hansara, og heili brast út um tynningin. Tá mælti Karlamagnus kongur: “Ikki mundi Rólant blást so ofta, uttan neyðsynd kravdi.”
Tá ið hann hoyrdi tað, fór hann út av býarmúrinum. Nemus hertogi fylgdi honum. Tá mælti kongur: “Ikki mundi Rólant blást, uttan hann var í bardaga.”
Tá svarar Gýðin jallur: “Góðtrúgvin ert tú; hóast tú ert gamal og hvíthærdur, mælir tú sum børn, tí tú veitst, hvussu reystur og drambsamur Rólant er, og tað er undranarvert, at gud vil tola tað, at hann tók Nobilisbý uttan loyvi títt og rak allar heidnar menn út, sum vóru í býnum, læt blinda summar, heingja summar, summar læt hann høgga, og tað var eingin maður, sum tordi at fara ímóti honum, í allan dag fer hann ríðandi og blásandi til stuttleika eftir einari haru heldur enn av ótta.”
Nú setir Rólant hornið á sín munn, sum allur er blóðugur, á triðja sinni og blásti tá harðast. Tá mælti Karlamagnus kongur: “Langa rødd hevur hetta hornið.”
Nemus hertogi svarar: “tað kemst av, at tað er kappi, sum blæsur. Nú kanst tú vita fyri vist, kongur, at teir eru í bardaga, og nú styttast dagar Rólants.”
Nú hevur Karlamagnus kongur latið blása í lúðrar sínar og letur sínar menn búgva seg til. Teir gjørdu, sum hann beyð. Síðan læt Karlamagnus kongur taka Gýðin jall og læt hann í hendurnar á høvuðskokki sínum og bað hann halda varðhald yvir honum sum illum drottinssvikara. Hann tók við honum og setti hann á klyvjaross síni og læt høvdið venda móti halanum og læt berja hann við koyrlum og nevum, við stongum og stavum og setti hann síðan í myrkastovu. Síðan reið hann úr býnum og burtur við miklum heri og ætlaði at veita Rólanti styrk, um hann kundi, um Rólant var á lívi, tá ið teir hittust.
Nú er at siga frá teimum í Runsival. Rólant mælti við Ólivar: “Tað er nú sjónskt, at kristnir menn eru falnir, “ sigur hann, “og tað sámir okkum at lata lív her hjá teimum.”
Nú ríður Rólant fram millum mangar heidnar menn og drap ein frálíkan mann, sum æt Fabrin og fýra og tjúgu aðrar og feldi teir hvønn oman á annan og mælti síðan við teir: “Flýggið undan, illu hundar, ella skulu tit allir tola deyða her.”
Nú sá Marsilúur kongur, at nógvir heidnir menn vóru falnir, og reið harðliga fram á hesti sínum, sum æt Gvenun, og legði spjót sítt til tann mann, sum æt Begun, ein frálíkur maður, og kleyv sundur skjøldur og brynju hansara og bar hann deyðan á jørð. Rólant jallur var staddur ikki langt haðani og mælti við hin heidna kongin: “Gud verði tær vreiður, heidningur, dýrt skalt tú keypa tann, sum tú her hevur dripið, og tú skalt tola høgg við tí svørði, sum tú dugir at nevna,” – og høgdi høgru hond av honum. Men í sama bili veik Marsilúur undan, hann hevði fingið tað honum tørvaði. Síðan høgdi hann høvdið av syni hansara, sum er nevndur Jurfalon. Tá róptu allir heidningar í senn og heittu á gudar sínar, og hvør mælti við annan: “Latum okkum flýggja,” søgdu teir, “flýggja undan, Rólant hevur vunnið á okkum øllum.”
Nú hevur Marsilúur mist høgru hond og son sín og vendir nú undan heim til Spanialands og við honum túsund menn, og har var eingin, sum ikki hevði eitt ella tvey sár.
Nú hevur Marsilúur kongur fingið tungar ákoyringar; hann hevur mist høgru hond og alla sømd, sonur hanrara er dripin, og hann hevur fingið stóran mannskaða. Eftir av heidna manna liði var høvdingurin Langalív. Hann ráddi fyri seksti túsund blámonnum. Hann ráddi fyri teimum londum, sum eita Kartagia og Afrika, Etiopia og Gamaria. Tað eru bannað lond og alt tað, sum á teimum er. Teir hava stór andlit og ótespiligar brýr. Teir ríða harðliga fram og bása í lúðrar sínar.
Tá mælti Rólant við Ólivar: “Eg veit nú, at her koma banar okkara. Hann skal verða kallaður ómenni, ið ikki selur lív sítt sum dýrast, og vit skulu lata blámenn vita, tá ið teir koma til Spanialands, at teir møttu Rólanti og hansara liði.”
Rólant sá nú blámannaliðið, og tað var hundrað ferðir svartari enn aðrir menn. Langalív sat á hesti sínum og reið móti Ólivari og legði spjót sítt millum herðarnar á honum, so tað gekk inn í bróst hansara, og mælti so við hann: “Til fánýtis komst tú higar at verja land, og aldrin fer hann hann aftur at hava hjálp frá tær.”
Nú visti Ólivar, at hann hevði fingið banasár. Hann hevði í hondini Hatukleiv svørð sítt. Hann høgdi til Langalív og høgdi hjálm og høvur hansara sundur, so svørðið stóð í tonnunum og fírdi hann deyðan av hesti sínum og mælti: “Aldrin skalt tú bera tíðindi heim í títt land um, hvat tú her hevur gjørt.”
Ólivar reið fram millum heidnar menn sum leyvan, ið fer øgiligast millum onnur dýr, og høgdi sum mest á báðar hendur. Nú ríður Rólant fram móti Ólivari og Ólivar ímóti, men hann var so blindaður av blóði, at hann sá
ikki, men høgdi til Rólant við svørði sínum og kleyv hjálm hansara, men særdi hann ikki. Rólant spurdi: “Góði vinur og felagi, hví gjørdi tú hatta?”
Ólivar svarar: “Gud síggi teg, góði vinur, men ikki sá eg teg; fyrigev mær.”
Rólant svarar: “Eg skal gjarna fyrigeva tær, og gud fyrigevi tær.”
Ólivar veit, at hann hevur ikki langt eftir; hann steig av hesti sínum vendi sær í eystur og fall á knæ og sló seg á bringuna og bað gud um miskunn og mælti: “Himmalski gud, hjálp mær og fyrigev mær mínar syndir.”
Og hann mælti haraftrat: “Signaður ver tú Karlamagnus kongur og Frakland hitt góða og Rólant jallur felagi mín fram um allar menn í verøldini,” og legðist síðan til jarðar og andaðist.
Tá ið Rólant sá, at góði vinur hansara var andaður, og tá ið hann sá tað, kom ómegd á hann, men hann var so fast bundin í ísporunum, at hann fekk ikki fallið av hestinum.
Nú eru allir frankismenn falnir uttan Rólant og Turpin og Valteri systursonur hansara, sonur Dragon, ið var kallaður Dragon gamli og hin skegghvíti. Hann kallaði á Rólant: “Kom higar,” sigur hann, “og dugna mær; eg var ongantíð enn ræddur í bardaga, tá ið tú vart hjá mær. Nú er spjótsskaft mítt brotið og skjøldur mín klovin, eg eri gjøgnumstungin av nógvum spjótum; og tað skulu heidnir menn siga, at teir hava keypt meg dýrt.”
Nú tekur Rólant av nýggjum av berjast, og tá mæltu heidnir menn: “Vit mugu ikki lata teir sleppa,” siga teir, “Rólant er útlúgvaður, Turpin erkibiskupur er vitur, Valteri er djarvur og lítillátin. Hesir tríggir feldu á einari lítlari løtu túsund riddarar.”
Nú er Valteri fallin. Og tá Turpin erkibiskupur sá tað, fór hann til Rólant, og teir vóru tá báðir saman. Tá mælti Turpin erkibiskupur: “Latum okkum bíða eftir Karlamagnusi kongi, um vit kunnu.”
Eitt sindur seinni hoyrdu teir blástur frá túsund lúðrum og kendu, at har vóru Karlamagnus kongur og frankismenn. Nú mæltu heidningar: “Karlamagnus kongur er á ferð, og vit hoyra nú lúðrar teirra, latum okkum flýggja undan sum skjótast. Um Rólant livir, tá fer hann aftur at taka til at berjast, og tá hava vit glatað alt lið okkara og Spanialand.”
Síðan riðu fýra hundrað av teimum djarvastu monnunum í heidningaliðinum ímóti Rólanti. Hann sat fyri teimum á hesti sínum, og tá stóð á, hóast hann gav teimum mótistøðu. Hann hevði í hondini svørð sítt Dýrindal. Turpin erkibiskupur fylgdi honum, og hvør mælti við annnan. “Vit skulu halda okkum her báðir saman,” siga teir, “og bíða eftir Karlamagnusi kongi. Men um vit doyggja,” siga teir, “so taka vit løn av gudi.”
Nú hava teir valt sær stað og vilja ikki skiljast, uttan deyðin skilir teir. Nú høgdu teir á báðar hendur, Rólant og Turpin erkibiskupur, við svørðum sínum og drópu tjúgu heidningar. Tá mælti Turpin: “Hann skal eita níðingur, sum nú flýggjar frá hinum.”
Tá mæltu heidnir menn: “Til fánýtis komu vit higar,” siga teir, “nú hoyra vit lúðrar Karlamagnusar kongs. Og um vit bíða eftir teimum, sleppa vit ikki burtur hiðani. Rólant er so reystur og sterkur, at eingin maður á jarðarríki vinnur á honum – latum okkum flýggja undan,” siga teir.
Í hesari atsóknini hava teir klovið skjøldur og brynju hansara og felt hest hansara, og heidningar flýggja undan og mæla soleiðis: “Rólant hevur vunnið á okkum øllum.”
Rólant stendur nú á fótunum og er illa fyrikomin. Turpin erkibiskupur rann til hansara sum skjótast og tók av honum skjøldur og brynju og hjálm hansara og skar av honum silkikyrtilin og snúði honum móti vindinum til at køla hann og mælti so: “Heilagi himmalski gud veri lovaður fyri, at vit hava sigur í hesari orrustu, tú Rólant og vit við tær.”
“Av tungum móði má eg biðja teg, góði felagi,” sigur Rólant, “at tú letur meg ganga í valin at leita eftir feløgum mínum, sum eg elskaði nógv, og tú loysir teir frá synd, sum gud hevur givið tær vald til.”
Nú fór Rólant at leita eftir feløgum sínum og fann teir allar uttan Ólivar. Hann legði teir fyri erkibiskupin. Og hann fór aftur at leita eftir Ólivari og fann hann umsíðir undir einum bakka og tók hann í føvningin og kysti hann deyðan og mælti: “Ólivar, mín góði vinur, tú vart sonur hin ríka hertogan Reiner, sum ráddi fyri sjey londum. Spjótsskaft kundi tú at bróta og skjøldrar sundur at klúgva, brynjur sundur at ríva og drambsemi at jarðleggja, góðum manni at fylgja og góð ráð at ráða. Eingin betri riddari livir á jarðarríki.”
Nú sá erkibiskupurin, at Rólant var so illa fyrikomin, at hann lá í maktarloysi. Hann tók hornið Ólivant og fór rennandi til eitt vatn, ið har var, men hann var so viknaður av sárum og blóðmissi, at hann komst ongan veg men fall niður og læt tá lív sítt og fór til guds. Nú raknar Rólant við og sá Turpin erkibiskup liggja fyri sær á vøllinum. Rólant rætti hendur sínar til himmals og bað honum miskunn og mælti so: “Tú hevur nú leingi verið góður berserkur ímóti heidnum monnum.” Og Rólant mælti harnæst: “Karlamagnus kongur skuldi komið og sæð skaða sín, sum heidnir menn hava gjørt honum. Marsilúur kongur hevur sent ímóti okkum tríati ferðir níggju heidningar móti hvørjum okkara.”
Tá sá Rólant Turpin erkibiskup liggja fyri sær á vøllinum. Hann mælti tá: “Gøvigur høvdingur ert tú, erkibiskupur,” sigur hann, “og reystmenni og lítillátin móti gudi. Og síðan ápostlar drottins vóru, hevur eingin maður verið ágrýtnari at halda guds lógir enn tú. Nú biði eg gud, at hann letur himmiríki standa opið fyri tær á dómadegi.”
Nú kendi Rólant á sær, at andlát hansara nærkaðist. Heilin rann út um tynningin á honum. Hann bað tá gud senda sær Gabriel eingil sín og snúði sær til Spanialands og gekk á ein hól, sum var skógvaksin og har fýra marmorsteinar lógu, og settist niður, og ómegd seig á hann.
Nú er at siga frá, at ein heidningur lá í valinum. Hann sá Rólant og læt, sum hann var deyður, hóast hann var ósærdur. Hann eygleiddi Rólant og sá, at hann lá í óviti. Hann reistist og rann sum skjótast og mælti við Rólant: “Sigraður er systursonur Karlamagnusar kongs.” Hann tók svørðið Dýrindal í hondina og mælti: “Hetta svørð skal eg bera til Arabia” – og tók horn hansara í hondina og risti skegg hansara.
Nú raknaði Rólant við úr ómegdini og læt eyguni upp og sá hann og mælti: “Tað ætli eg,” sigur hann, “at tú ert ikki av okkara monnum,” – og tók hornið Ólivant úr hondini á honum og sló til hansara so hart, sum hann orkaði, í høvdið, so at bæði eyguni flugu út úr heysinum, og feldi hann deyðan til jarðar. “Illi heidningur,” sigur hann, “hví vágaði tú tær at leypa á meg livandi hvørki av røttum ella av rongum, og tann maður er ikki til, sum frættir tað um teg, at hann ikki kallar teg býttling.”
Nú kennir Rólant, at deyðin kemur á hann. Tá gekk hann til eitt berg, sum var nær við, og høgdi svørðið í bergið og vildi bróta tað sundur, um hann kundi, men hann kundi ikki: “Gott svørð ert tú, Dýrindal, og í mongum orrustum havi eg havt teg, men nú gangi eg skjótt til deyða, og hiðanífrá fái eg ikki gagn av tær, og nú vildi eg, at gud veitti mær, at eingin bar teg í hendi, sum ræddist fyri nøkrum.”
Og aftur høgdi hann í bergið og fekk ikki brotið og mælti nú: “Gott svørð ert tú Dýrindal, og mong lond havi eg vunnið, sum Karlamagnus er keisari yvir. Gud av himni sendi honum hetta svørð við einglum sínum” – og bað, at hann skuldi senda jallinum av Katanie tað. – “Eg havi við tær vunnið hesi ríki: Miklagarð, Angio, Livonie, Peitu, Bretanie, Provenz, Montanie, Lumbardie, Romanie, Bealvarie, Flasanie, Írland og Ongland, sum Karlamagnus kongur kallar matkova sín, og tað voldir mær stóra sorg, um ein illur maður skal bera teg, tí tú ert bæði gott og heilagt. Í hjaltum tínum er tonn av Pæturi ápostli og blóð av Blásiusi halga biskupi og hár av Dionisiusi halga biskupi. Tað hevði ikki verið rætt, at tú vart millum heidnar menn, heldur eigur tú at vera millum góðar menn, kristnar og skynsamar menn.”
Rólant mintist nú mangar stórar og frálíkar lutir, sum hann hevði vunnið Karlamagnusi kongi frænda sínum, men tó vildi hann ikki gloyma seg sjálvan. Hann iðraðist um syndir sínar og bað hin alvaldandi gud um miskunn og mælti soleiðis: “Tú sanni himmalski faðir, sum aldrin hevur logið og reisti Lasarus av deyða, og tú, sum loysti Dánjal spámann frá mongum ræðuligum dýrum úr Bábilon, loys sál mína úr helvitis kvølum og frá syndum mínum, sum eg havi gjørt frá barnaárum og alt til henda dag.”
Hann helt høgru hond sína til himna og hanska sín til jartekin, og á teirri somu stund gav hann upp ond sína. Beinanvegin sendi gud einglar sínar, Mikkjal, Gabriel, Rafael, og teir leiddu sál hansara til paradís.
Eitt sindur seinni kom Karlamagnus kongur í Runsival, og hann reið aldrin eina alin ella tvørmátið av einum fóti, uttan at hann fann ein deyðan heidnan ella kristnan mann. Hann rópti við harðari rødd: “Hvar ert tú, Rólant og Ólivar og Turpin erkibiskupur? Hvar eru tólvjavningarnir, sum eg setti her eftir at verja land, og sum eg unti væl?”
Karlamagnus skræddi klæði síni og risti skegg sítt og fall av hesti sínum av sorg. Har var eingin maður, sum ikki feldi tár fyri sínar vinir. Nemus hertogi handfór hetta málið væl sum øll onnur, og hann gekk nærri kongi og mælti: “Statt upp,” sigur hann, “og hygg so langt sum tvær mílir fram fyri teg, og tá sært tú royk av heidnamannaliðinum, sum her er. Nú hevði tað verið kallmansligi at hevnt frændur sínar enn at syrgja deyða teirra.”
Karlamagnus kongur svarar: “Teir eru langt burturi nú. Men tó vil eg biðja tykkum fylgja mær. So setti hann tríggjar jallar at ansa valinum, teir itu: Begun og Hatun og Melun og túsund riddarar við teimum. Síðan læt kongur blása í lúðrar sínar og reið harðliga eftir heidnum monnum og nærkast brátt. Men tá ið kvøldaði, steig Karlamagnus av hesti sínum og fall til jarðar og bað gud, at dagurin skuldi leingjast, og náttin styttast. Í tí sama, sum hann bað, kom eingil guds av himni og mælti við hann: “Gud hevur játtað tær bøn tína og gevur tær ovmikið av sólarljósi og degi. Ríð tú nú harðliga eftir heidnum monnum og hevn tínar menn á hesum illa fólki.”
Tá ið Karlamagnus kongur hoyrdi hesi orð, gleddist hann og leyp á hest sín. Nú flýggja heidningarnir til Spanialands, men frankismenn ríða harðliga eftir teimum og feldu heidningar á báðar hendur. Nú koma heidningarnir til eitt stórt vatn og heittu á gud sín sær til hjálpar, hann ið æt Terrogant og Apollo og Muhammed, og lupu síðan á vatnið og sukku til botns, og summir flutu deyðir til lands, og summir vórðu dripnir, ið eftir vóru Nú róptu frankismenn og søgdu teir hava keypt Rólant og hansara lið dýrt. Nú kemur Karlamagnus kongur til og sær, at allir heidnir menn eru dripnir, og mælir við sínar menn: “Stígið av hestum tykkara; ov langt er hjá okkum at ríða aftur í nátt; vit skulu hava náttarból her og hvíla okkum, til dagur rísur.”
Frankismenn svara: “Væl tala tygum, harri.”
Teir so gjørdu og vóru har ta náttina.
Kongur fór ikki úr herklæðum sínum. Hann setti skjøldur sín við høvdið og var í brynju og gyrdur við svørðinum tí góða, ið eitur Gaudiola; tað hevði tríati litir hvønn dag, og hann hevur ein nagla, sum drottin varð krossfestur við, í hjaltunum á svørðinum; ovasti parturin var av spjóti drottins, sum hann varð særdur við. Eftir tað fór hann at sova hugtungur sum troyttur maður. Men eingil guds kom til hansara og sat undir høvdinum á honum alla náttina. Síðan droymdi hann, at hann helt seg síggja miklan ófrið í luftini, miklan vind, regn og kava og øgiligan loga. Og harnæst barst feigdarboðan fyri menn hansara, so at teir ræddust og róptu við harðari rødd og kalla á Karlamagnus kong sær til hjálpar, og í hesum avfallinum løstaðust vápn teirra. Og harnæst sýndu seg fyri Karlamagnusi kongi mangir vargar og leyvur og mangur fuglur, gammur at navni, og alskyns øgilig dýr, og tað tóktist honum, sum tey vildu eta hansara menn, og sum hann vildi dugna sínum liði. Knappliga kom ein leyva, leyp ímóti honum og fekk báðar leggir hansara í munnin á sær og læt, sum hon vildi berjast við hann ella eta hansara menn, og ikki visti hann, hvørt av teimum varð við undirluta. Enn vaknaði kongur ikki.
Nú berst tann triði dreymurin fyri hann. Tað barst honum fyri, at hann var heima í Fraklandi í býi sínum. Tað barst honum fyri, at hann hevði fjøtur á fótunum, og hann sá tríati menn fara til ta borgina, sum heitur Ardena, og hvør talaði við annan og teir søgdu soleiðis: “Karlamagnus kongur er sigraður, og er aldrin aftur verdur at bera krúnu í Fraklandi.”
Eftir hetta vaknaði kongur og hugsaði um dreymar sínar, og honum tóktist teir øgiligir, sum teir vóru.
Síðan búgva teir hestar sínar, menn hansara. Tá teir vóru búnir, riðu teir í Runsival. Tá teir komu hagar, kanna teir valin og funnu Rólant liggja millum fýra fagrar steinar, og svørðið lá undir høvdinum á honum, og við høgru hond helt hann um miðalkálvan, og í vinstru hevði hann horn sítt Ólivant. Tá ið Karlamagnus sá hetta, steig hann av baki og gekk til systurson sín í stórari sorg og kysti hann deyðan og fall til jarðar og mælti so: “Vælsignaður veri tú, Rólant, deyður sum livandi, yvir allar riddarar á jørð, tí tín javnlíki fæst aldrin á jarðarríki, tí tú ert vinur bæði guds og manna.”
Nú kom ómegd á kong, og hildu menn hansara, at hann var deyður, men hann var livandi. Nemus hertogi var staddur nær við og sá. Hann rann skjótt eftir vatni og kastaði vatnið í andlitið á konginum og mælti so við hann: “Statt upp, harra kongur,” sigur hann, “eingin unnir øðrum so væl deyðum, at hann ikki eigur at røkja seg sjálvan mest livandi.”
Tá ið Nemus mælti hetta, læt kongur sær siga og reistist á føtur og mælti við sterkasta riddara sín, at hann skuldi taka svørð Rólants og bera honum tað. Riddarin fór og fekk tað ikki. Hann sendi ein annan riddara, og tað varð ikki leysari. Síðan sendi hann fimm riddarar, hvør skuldi halda í sín fingur, men tað varð ikki leysari. Tá mælti Karlamagnus kongur, at eingin maður mundi skjótt fáa svørði frá Rólanti, meðan hann livdi, - “men nú fáa tit tað ikki av honum deyðum.”
Eftir hetta fall hann í ómegd. Nemus hertogi bað hann vera reystan og mælti: “Maður skal eftir mann liva og røkja sjálvan seg mest, tí soleiðis hevur gud boðið, at tað skuldi vera.”
Karlamagnus kongur lýddi ráð hansara og varpaði hugtyngsluna av sær og spurdi, hvussu teir skuldu fáa svørðið av Rólanti. “Tað tykist mær nú bestu ráð at biðja alvaldandi gud, at hann hjálpir við hesum máli, men tað haldi eg meg vita frammanundan, at svørð Rólants verður ikki leyst, uttan eins góður maður tekur um hjaltini, sum hann var.”
Tá tók Karlamagnus kongur at biðja eina langa stund. Tá ið hann endaði bøn sína, reistist hann og gekk hagar, sum Rólant lá, og tók í svørðið, og tað lá leyst fyri honum. Nú visti kongur, at tað var satt, sum Nemus hertogi hevði sagt honum. Hann tók hjaltini av svørðinum vegna teir halgidómar, sum vóru í teimum, og kastaði brandin úr á vatn langt frá landi, tí hann visti, at ongum sømdi at bera hann eftir Rólant. Síðan gekk hann í valin og leitaði eftir kristnum monnum og fann tólvjavningarnar, og hvør var lagdur hjá øðrum, og tað visti hann, at Rólant hevði gjørt.
Karlamagnus læt tak lík tólvjavninga og sveipa tey í góðar líkverjur. Tá ið tað var gjørt við miklum sóma, hugsaði hann nógv um aðrar menn sínar, sum falnir vóru, og hann var sera ringur um, at hann fekk ikki skilt líkini av sínum monnum frá heidna manna líkum. Karlamagnus talar við Nemus hertoga og allar menn sínar um, hvussu hann skuldi kenna líkini av sínum monnum í valinum. Nemus hertogi svarar honum væl og vísiliga og vandaliga og mælti á henda hátt: “Tað er til ráða at taka nú sum fyrr, tá ið stórur trupulleiki er á hondum, at heita á gud hin alvaldandi, sum best kann og vil. Tað er várt ráð á hesum sinni at heita á gud hin almáttuga av øllum huga, at hann letur okkum skilja henda lut.”
Hetta tókti Karlamagnusi kongi hyggjuráð, sum tað var, og hann vakti har alla ta náttina og alt lið hansara við honum, lógu í bøn og bóðu gud hin almáttuga, at hann skuldi lýsa fyri teimum, hvørjir vóru hvørjir, kristnir menn, sum vóru falnir, ella teir illu heidningarnir, sum her hava barst ímóti teimum. Morgunin eftir, tá ið teir á øðrum sinni vóru komnir at kanna valin, tá hevði gud hin almáttugi hoyrt bøn teirra soleiðis, at tann munur var millum kristnar og heidnar menn, at runnar vóru vaksnir yvir líkunum av heidningunum, men líkini av kristnum monnum vóru heilt óhuld, eins og tá ið teir vóru nýfalnir. Karlamagnus læt gera nógvar og stórar gravir á tí sama staðnum, sum valurin var fallin, og læt síðan líkini av sínum monnum hylja við mold og læt har jarða næstan allar uttan Rólant og tólvjavningarnar. Og næstu náttina eftir søgdu guds einglar konginum í dreymi, at hvør teirra var frelstur, sum fallin var av liði Karlamagnusar kongs. Síðan læt kongur gera stórar væl búnar børur og læt leggja á tær líkið av Rólanti og tólvjavningum og teimum høvdingum, sum har fullu, og hann læt lík teirra leggja á tólv børur og fór síðan og alt lið hansara við honum við miklum prýði og tign og tóku hesi tólv líkini við sær og fóru, til teir komu til býin, sum eitur Arsis; hann er høvuðstaður í tí landinum, sum eitur Provinsia. Har vóru mangir góðir og gøvigir klerkar, sum gingu ímóti hesum líkum við miklari dýrd og tign. Har vóru sungnar sálarmessur í øllum halgidómum í býnum. Á teimum messunum, sum har vóru sungnar við miklari rødd og tign, læt Karlamagnus ofra. Tað sigst, at har varð ofrað tólv hundrað merkur í vigaðum silvuri, áðrenn lík teirra vóru huld í mold, og so gav hann miklar jarðir til staðin, har tólvjavningarnir hvíla, og gávur og lunnindi legði hann hartil, sum altíð síðan hava fylgt við. Eftir tað fór Karlamagnus heim til sín góða bý París við øllum liði sínum og hevði mikla hugtyngslu, hóast fáir sóu tað á honum.
Tá ið Karlamagnus kongur hevði verið heima eitt skifti, og tá ið hann var hvíldur av hesari ferð, læt hann skera tingakross at senda um øll síni lond og ríki og læt stevna saman øllum høvdingum í sínum ríki og hvørjum manni, sum var til víggja førur og at bera vápn. Allir skuldu koma til at leggja ráð um, hvat skuldi gerast við Gýðin jall, sum sveik Rólant og teir tjúgu túsund menninar, sum fullu við honum í Runsival. Tá ið hetta liðið var samankomið í einum stað, tá varð hetta lagt fram og umrøtt av vitrum monnum og síðan lagt fram fyri almenningin. Øllum tókti ilt at døma um slíkar lutir, og eingir úrskurðir vóru veittir í hesum máli, og tað spyrst burturúr sum so ofta, at Nemus hertogi má standa fram fyri tí fjølmentu múgvuni og bar fram langa og snjalla røðu. Hann endar røðuna við teimum ráðum, at Gýðin jallur skuldi doyggja tann ótespiligasta og versta deyðan, sum hugsandi var. Hesi ráð tóktust Karlamagnusi kongi góð og somuleiðis øllum fólkinum. Gýðin jallur varð nú tikin úr myrkastovu, har hann hevði sitið í fjøtrum, síðan Rólant og lagsmenn hansara vóru farnir í Runsival. Síðan varð Gýðin jallur bundin millum tvey ótamd ross, og tey drógu hann víða um Frakland, til ævi hansara endaði soleiðis, at einki bein var fast við annað í likami hansara, og hetta var ikki harðari enn uppiborið.
Eftir tað læt Karlamagnus fría og styrkja sítt ríki og seta menn til stjórnar í síni lond og rudda burtur fíggindar og óvinir. Tað sigst, at Karlamagnus keisari seinni hevði mangar orrustur og varð sjáldan sigraður og varðveitti alt ríki sítt til deyðadags.
Og endar so hesin tátturin.
Nøkur nøvn:
Føroysk: Norrøn:
Ansias = Angs
Appollo = Apollin
Ongland =England
Gerhard =Gírarð
Gýðin jallur = Gvinelún
Marsilúur = Marsilius
Muhamed = Maúmet
Nemus = Nemes
Ólivar = Oliver
Púl =Póland
Rólant = Rollant