Um forlagið

Bókaforlagið Ungu Føroyar varð stovnað 1949. Sigrið av Skarði Joensen (1908-1975) fór tá undir at geva bøkur undir navninum á tí fyrsta føroyska barnablaðnum, sum faðir hennara Símun av Skarði gav út 1907-1910, 1914-1915.

Byrjanin

Tvær bøkur komu út tað fyrsta árið, 1949, stuttsøgusavnið Søgubókin og sjónleikurin Víkingarnir á Hálogalandi.

Søgubókin var fyrsta stuttsøgusavnið á føroyskum. Í henni vóru nýskrivaðar føroyskar søgur og týddar samtíðarsøgur eftir heimskendir høvundar: upprunaligar søgur eftir Andreu Reinert (1894-1941) og brøðurnar Sigurð (1911-1993) og Sjúrð Joensen (1913-1990). Ein týdd søga um frælsisrembingarnar í India eftir Tagore (1861-1941) og ein onnur eftir amerikanan Chief Buffalo Child Long Lance (1890-1932), ið var kendur talsmaður fyri rættindum indiana. Síðan eisini 3 yrkingar eftir Tummas Djurhuus og søgur úr Sagnum og ævintýrum og Túsund náttum og eini. Týðarar vóru Valdemar Dalsgaard, Per Mohr, Fraser Eysturoy og Sigurð Joensen. Janus Kamban hevur gjørt permumyndina og dramatiska mynd til psýkospenningssøguna “Dreymurin” eftir Andreu Reinert.

Søgubókin er lítil í vavi men mikil í anda. Chr. Matras rósti henni í Útiseta, men fýltist tó á, at evnið var so blandað, bæði barnasøgur og vaksnamannasøgur.

Leikurin Víkingarnir á Hálogalandi var fyrsti leikur Ibsens á føroyskum. Í 1928 vóru 100 ár, síðan Ibsen varð føddur. Tá hevði Símun av Skarði grein um hann í Varðanum. Seinni týddi Símun allan leikin uttan “Drápu Ørnulfs”, tí hana týddi Janus Djurhuus.

At geva sjónleikir út, upprunaligar eins væl og týddar, var ikki nýtt, tí tað var siðvenja í føringafelagstíðini, tá ið sjónleikir og sangir vóru týdningarmestu bókmentatekstsløgini. Sjónleikir vóru miðil í lívligum rensli og samskifti og vóru pallsettir víða um landið. Tingakrossur dreiv á at geva teir út, í 1905 komu t.d. sjónleikirnir hjá Rasmusi Effersøe í einum bindi og sama ár Jákup á Møn eftir Sigrid Niclasen og Vár eftir Símun av Skarði saman í bók.

Andlitsgreinin, sum dagar fram í fyrstu bókunum, hevur hildið sær, tí enn leggja Ungu Føroyar dent á dygdarbøkur fyri børn og vaksin, upprunaligar føroyskar og týddar, vandaligan málburð og gott prent.

Í dag

Undirvísingartilfar

Í seinni tíð hava Ungu Føroyar sett sær spor í undirvísingargeiranum.

Hugtøk í bókmentafrøði 2009 (1.útg. á Sprotanum 1998), sum Turið Sigurðardóttir ritstýrdi, er uppslagsbók um bókmentafrøðilig hugtøk, ætlað hægri skúlum og almenningi. Hon liggur nú á heimasíðuni hjá Ungu Føroyum og verður dagførd so líðandi. Ætlanin við bókini er at lætta um fatanina, tá ið næmingar lesa útlendskar lærubøkur og ástøði um bókmentafrøði. Somuleiðis at gera tað lættari at skifta orð og skriva um bókmentir og bókmentaástøði á trivaligum føroyskum máli.

Í 2013 kom út Klípið eftir Bergljót av Skarði, venjingar, týðingar til enskt og úr enskum og uppgávur í setningsbygging. Klípið fylgir neyvt mállæruni Lær teg enskt eftir Unu Poulsen og Ásu Hátún. Klípið kom út í 2.útg. í 2016.

Í 2016 kom út Vælkomin. Føroyskt sum fremmandamál, byrjanarstig eftir Bergljót av Skarði. Hon er ætlað fólkum, sum eru flutt til Føroya úr øðrum londum enn Norðurlondum. Bergljót undirvísir útlendingum í føroyskum í Tórshavnar kvøldskúla.

Valdar yrkingar, Stjørnudust..., Sláið ring, nýggj og gomul kvæði

Árini 2011-2016 góvu Ungu Føroyar út 5 bøkur við “Stjørnudusti” úr føroyskum yrkingum. Tær eru úrval av ávikavist 1)yrkingum frá 1800-2000, 2)kærleiksyrkingum, 3)móðurmyndum, 4)yrkisyrkingum og 5)yrkingum um børn. Hetta eru skreytútgávur í lítlum broti, 11x15 cm, ætlaðar m.a. sum gávubøkur.

Í 2015 kom smábókin Sláið ring. Kvæði vísur og skjaldur til barnadans við einum úrvali av teimum best umtóktu yrkingunum til barnadans, men harumframt einum nýggjum kvæði eftir Berljót av Skarði um Risan og Kellingina. Henda smábókin seldist upp og kom í 2.útg. í 2016, og nú var eitt nýtt kvæði komið aftrat, “Kongadóttirin í Nólsoy”, eisini eftir Bergljót av Skarði.

“Til brots! Hin nýggi dagur út seg býr!

Endaleyst várt stóra ævintýr.”

Karin Boye

Í 1994 góvu Ungu Føroyar út ta gomlu ferðabókina hjá Sigerti Patursson í týðing eftir Sigrið av Skarði Joensen. Myndirnar úr upprunaligu donsku útgávuni frá 1901 eru við. Á ferð í Sibiriu kom út í 2.útg. í 2016.

Í 2011 kom Jákupsvegurin eftir Bergljót av Skarði út. Hon sigur frá tí ævintýrligu vallaraferðini, sum Bergljót fór í 2010 saman við tveimum systrum eftir tí gomlu pílagrímsgøtuni Camino úr Runsival til Santiago de Compostela og Fisterra.

Søgurnar um lítla Sjúrð og aðrar barnasøgur

Eitt heiðurspláss hjá Ungu Føroyum hava søgurnar um lítla Sjúrð eftir Sigurð Joensen. Tær hava verið á skránni heilt síðan 1949, serliga Kálvamuan, sum stóð í Søgubókini, og nú er komin í hálendskari týðing eftir Fridu S. Johannessen, Het Kalfje, 2017, við myndunum hjá Zachariasi Heinesen. Amerikanska týðingin The Calf eftir Matthew Landrum kom í 2013, italska týðingin Il vitellino eftir Gianfranco Contri í 2015 og Kippekalven í týðing eftir Hanne Jacobsen somuleiðis í 2015. Søgurnar um lítla Sjúrð eru sjey tilsamans: Kálvamuan, Gráa dunna, Lambamæið, Heimalambið, Smálombini, Hvíti tarvur og Lítli Sjúrður á látrinum. Í 1991 kom kasettubandið Tvær søgur, har høvundurin lesur Kálvamuuna og jólasøguna Stjørnueyga eftir Z. Topelius.

Ungu Føroyar hava eisini givið út týddar skaldsøgur fyri stór børn. Tær eru Systrarnar undir Steinum eftir hálendska høvundin Marc de Bel, sum Frida S. Johannessen týddi 2007; Børn eru skilafólk eftir íslendingin Stefán Jónsson, Turið Sigurðardóttir týddi 2012 og Mangt stuttligt kann henda 2015 eftir sama høvund og týðara.

Stuttsøgusøvn, upprunaligar og týddar søgur 1962-2015

Bøkur, sum tóku tráðin upp frá Søgubókini, eru sjey ymisk søgusøvn. Elstar av teimum eru smábøkurnar Oyvindur og aðrar søgur 1962, Ur mítt og aðrar søgur 1965 og Smiðurin svarti 1968, sum Sjúrður Joensen (1947-1995) skrivaði og týddi. Seinni komu hesi stuttsøgusøvnini: Salman Rushdie: Eystur-vestur. Lív Joensen týddi 1994, Halldór Laxness: Veitsla hjá nornafaðir, ymsir týðarar 2007; Thomas Hardy: Konuni til vildar, Sigrið av Skarði Joensen týddi 2009; og Stjørnueyga og aðrar jólasøgur, 2015, við føroyskum og týddum søgum.

Greinasøvn

Tekstir 1940-1992 eftir Sigurð Joensen (1911-1993) kom út í 1998 við greinum, yrkingum, táttum, ummælum og øðrum, sum lá eftir tá ið savnið Eg stoyti heitt, 1. og 2.bd., kom út á Mentunargrunninum í 1987.

Í 2009 kom bókin Vør. Greinir 1937-1972 eftir Sigrið av Skarði Joensen (1908-1975) við greinum um mál og mentan, søgu og politikk, kvinnurættindi og samtíðarfólk.

Skemtileikur, ævisøga, íslendingasøga og týddar skaldsøgur

Í 1984 kom tann spennandi og serstaka íslendingasøgan Bárðar søga út í týðingini hjá Sjúrði Joensen. Bárðar søga er ein av teimum stuttu íslendingasøgunum og verður mett at vera millum tær elstu.

Sigert, 1994, er stutt ævisøga hjá Sigerti Patursson, bygd á skrivligar og munnligar heimildir og við myndum av honum og frá ferðum hansara. Høvundur er Turið Sigurðardóttir.

Skemtileikurin Kjørbreyt, 1998, eftir Sigurð Joensen er politisk satira. Hann varð spældur í Føroyingafelag í Keypmannahavn á føstuinngangi 1941.

Tvær skaldsøgur eftir Halldór Laxness eru útkomnar hjá Ungu Føroyum. Tær eru Íslandsklokkan, 1996, í týðing eftir Sigurð Joensen. Fyrsti partur av Íslandsklokkuni kom í skúlaútgávu í 1997, Skúlabókagrunnurin og Ungu Føroyar góvu út. Salka Valka í týðing eftir Turið Sigurðardóttur kom í 2.útg. 2005. Týðingin kom upprunaliga út í tveimum pørtum, 1.partur 1972 og 2.partur 1978 á Bókagarði.