magisk realisma
magnan (amplifikatión)
Orðing, sum verður víðkað og økt út um tað neyðuga, t.d. í uppgløddum, kenslubornum stíli sum í barrokkum ella háromantiskum skaldskapi. Dømi frá Kingo í týðing eftir Chr. Matras: “Veri landamerki vár,/ vard við grið og friðargarði,/ órógv, hungur, deyðin snari/ komi ei og veki tár” (“Morgunsongur ÌI”). Í dagligum máli eru orðingar sum t.d. “spildursprænnýggjur”, “góðasta besta” m.
mannfrøði (da. antropologi av gr. anthropos ‘menniskja’)
M. er læran um menniskjað sum part av mentanarligum bólkum. Mannfrøðingar royna at lýsa øll menniskju í øllum tíðarskeiðum, hóast tað serliga eru sonevnd
siðbundin samfeløg, ið hava teirra áhuga. M. er heildarspekilig og roynir at greina sambandið ímillum stovnarnar í einum samfelag og eini mentan umframt sambindingina samfelag-mentan. M. er mentanarrelativistisk og byggir á regluna um, at samfeløg skulu lýsast og fatast við støði í teirra egnu fortreytum.
M. arbeiðir eisini við samanberandi rannsóknum av samfeløgum og mentanum, har bæði líkleikar og ymiskleikar verða kannaðir. M. er empirisk vísindi, sum eru eyðkend av sínum serliga háttalag, ið nevnist
feltarbeiði. Eitt feltarbeiði tekur langa tíð – ofta meira enn eitt ár – og er djúptøkin kanning av einum avmarkaðum serligum bólki, ið mannfrøðingurin samstundis granskar og býr saman við. M. er, sigur skotski mannfrøðingurin Tim Ingold (f. 1944), heimspeki har menniskju eru hjástødd – ella við øðrum orðum heimspeki í praksis.
Hugtakið
mentan er sera umfatandi í mannfrøðiligum høpi. Óteljandi allýsingar hava verið frammi, men klassiska allýsingin hjá bretanum Edwin B. Taylor (1832-1917) ljóðar: “Mentan ella siðmenning í etnografiskum týdningi er tann samansetta heildin, sum ávirkar vitan, trúgv, list, moral, lóg, siðir og allar aðrar førleikar og vanar, ið menniskjað ognar sær sum samfelagslimur.” Mentanin sigur okkum, hvussu fólk samskifta sínámillum, hvussu náttúran verður fatað og skipað, hvussu samfelagsskipanin verður tulkað og vard, hvussu bólkar fáa ein samleika og so framvegis. Mentanin er bæði hugsað og ítøkilig.
Tað er torført at seta árstal á, nær vísindagreinin m. varð fødd. Mannfrøðiligi hugsanarhátturin hevur djúpar søguligar røtur, men tað var mitt í 19. øld, at hann fekk tað, ið bar á brá at vera vísindaligur búni. Tá fóru fólk á skipaðan hátt at savna tilfar úr fremmandum heimslutum saman og royna at skilja ímillum mýtur og veruleika, millum ævintýr og rannsóknir, og tá skaptist eitt umhvørvi í Evropa, ið hevði áhuga fyri neyvari vitan um mentanir og fólkasløg heimsins. Tað vóru fólk í tænastu í evropeiskum hjálondum – trúbøtarar, generalar, handilsmenn, ævintýrarar og onnur – ið “uppdagaðu” ókendar siðvenjur og mentanir, sum tey síðan skrivaðu um í ferðasøgum, ritgerðum og frágreiðingum.
Tó kom feltarbeiði ikki inn í myndina fyrr enn tíðliga í 20. øld, tá Bronislaw Malinowski ígjøgnum fleiri ár búleikaðist og savnaði tilfar saman í teimum fjarskotnu melanisku Trobriand-oyggjunum. Tað varð nú kravt, at allir mannfrøðingar fóru út at kanna empiriskt tær mentanir, ið teir skrivaðu um. Í 20. øld mentist vísindagreinin, og í okkara tíð er hon viðurkendur partur av vísindaheiminum í øllum londum. Mannfrøðingar arbeiða í dag líka nógv í tí modernaða heiminum sum í fjarskotnum siðbundnum samfeløgum. Tað er einki evni, ið tað ikki ber til at granska mannfrøðiliga, men háttalagið, skrivistílurin og heildarspekiliga støðið eru framvegis eyðkenni, ið gera mannfrøðingar til mannfrøðingar. Av kendum mannfrøðingum kunnu nevnast Marcel Mauss, Claude Lévi-Strauss, Franz Boas, Margareth Mead, Alfred R. Radcliffe- Brown, Edmund Leach, Victor Turner, Fredrik Barth, Clifford Geertz og Marilyn Strathern.
FG
mannlýsing
Lýsing av persóni í máli ella mynd; lýsing av persóni í skaldverki, lívi og lyndieyðkennum hansara (
*persónslýsing).
margáherðsla
Evnini hjá orðum og øðrum málfrøðiligum teknum at bera meira enn eina merking, alt eftir samtekstunum, sum tey verða nýtt í. Hugtakið varð sett fram í einum merkisverdum russiskum riti, sum fanst at teori
*Saussures um
la langue (
*samrøðukendur). Í hesum riti varð funnist at Saussure fyri at ogna teknum fastar merkingar; í staðin verður víst á, at tekn og orð alla tíðina verða endurtulkað í nýtslu og at stríðið millum samfelagsstættir og bólkar hevur ávirkan á merkingina og hvussu hon broytist. Við ávísar søguligar umstøður verða serstøk orð stríðsevni millum bólkar, sum tey hava ymiska merking fyri; t.d. stendur støðugt stríð um merkingina hjá orðinum
frælsi. Sí eisini
*samrøðukendur, *karnivalskur, *polýsemi, *russisk formalisma.
marxistisk bókmentagransking
málaháttur
Frábrigdi av
*fornyrðislagi . M. er eyðkendur av, at tað eru minst fimm stavilsi í hvørji reglu. Eddukvæðið
Atlamál er yrkt við málahátti.
Kulturhistorisk leksikon for nordiskmiddelalder. Vésteinn Ólason: “Bragfræði” Íslensk bókmenntasaga I, 1992, bls. 63-68.
málvísindi (en. linguistics, sbr. lat. lingua: tunga)
Málvísindi umfata nógvar ymiskar greinar. Til ber at býta fakið sundur í
almenn málvísindi og
samanburðarmálvísindi. Tann fyrri parturin arbeiðir serliga við sýnkronari (samtíðar-) gransking, t.e. hvussu mál fungera á samtíðaraksanum. Harafturímóti arbeiða samanburðarmálvísindi burturav við diakronari (søguligari) gransking, t.e. hvussu mál broytast ígjøgnum tíð, og hvussu tey evt. hava verið. Sjálvt málvísindafakið er ikki so gamalt í Evropa. Tey almennu málvísindini verða vanliga sett í samband við sveitsaran Ferdinand de Saussure (1857-1913), sum er mettur sum grundleggjarin av strukturalismuni og tí almenna málvísindafakinum í Evropa.
Samanburðarmálvísindini veksa fram síðst í 19. øld við granskarum sum dananum Rasmusi Rask og týskarunum Grimm og Bopp. Eitt, ið serliga fekk týdning fyri samanburðarmálvísindini er, at indiska málið sanskrit varð enduruppdagað í Evropa í 1780-árunum. Nú sást, at tey evropeisku málini (tað eru øll mál í Evropa uttan mál sum baskiskt, ungarskt, estiskt, lappiskt, finskt o.fl.) vóru skyld, og at skyldskapur eisini var millum sanskrit og onnur mál í India og írskt í Írlandi. Málættin fekk navnið tann indo-evropeiskamálættin. Samanburðarmálfrøðin arbeiðir í høvuðsdráttum við at bera saman orð í teimum ymisku málunum. Um tað so ber til at seta eina ljóðlóg upp, ið sigur, at t.d. norrønt /jo/ > (verður til) før. /jø/, og tað “altíð” ger tað, so er talan um møguligan skyldskap. Hetta sæst í t.d. einum orði sum føroyskum
mjøður, ið kann berast saman við norrønt
mjoðr og danskt
mjød. Her skal ikki nógv til at ímynda sær eitt samband orðanna millum. Síðani ber til at bera orðið saman við grikst
methu og sanskrit
madhu. Nú sæst, at norrønt hevur bróting av e > jo framman fyri eitt -u, sum sum seinni fellur burtur, meðan eitt /e/ (sum er í grikskum) verður til /a/ í sanskrit. Grikst er tað indo-evropeiska málið, ið best varðveitir sjálvljóðini, men sanskrit varðveitir best hjáljóðini. Tí er tað, at granskarar endurgera
*medhu. (* stendur fyri endurgjørdan form í tí indo-evropeiska frummálinum). Nógv verður gjørt burtur úr slíkum endurgerðum og hugsanum um, hvar frumheimið hjá tí indo-evropeiska fólkinum mundi vera.
Til stuttleika skal nevnast, at orðið mjøður eisini er at finna í teimum finsku-uralskumálunum, har tað verður endurgjørt
*mete. Talan kann vera um elligamlan skyldskap málanna millum, tí eisini annað bendir á slíkan skyldskap. Her skulu bara nevnast partar av sagnorðabendingini í nútíð.
Samanburðarmálvísindi eru ikki = søgulig málvísindi, sum arbeiða við,
hví mál broytast, ella hví summi doyggja út o.s.fr. og eisini kunnu miða ímóti at greina,
hvussu norrøna sjálvljóðaskipanin broyttist til ta føroysku.
Innan almenn málvísindi henda í dag ógvuligar broytingar, og nógvar eru teoriirnar um, hvussu tað best ber til at lýsa eitt mál á samtíðaraksanum. Heppið er at arbeiða við ymiskum løgum innan málvísindi. Tað kann t.d. vera 1) ljóðfrøði, 2) ljóðskipanarfrøði, 3) bendingarlæra, 4) setningalæra, 5) merkingarfrøði. Afturat skal nevnast pragmatikkur og
*semiotikkur, ið serliga nógv hevur verið arbeitt við hesi seinnu árini. Í Føroyum, Íslandi og øðrum smáum málsamfeløgnum er eisini nógv gjørt burtur úr at smíða orð og reinsa málini. Hetta verður rópt málrøkt og byggir hon á tjóðskaparliga politiska sannføring.
Ljóðfrøðin (fonetikkurin) rannsakar, hvussu ljóðini verða søgd, t.e. hvar í munninum ljóð verða borin fram, og hvørjar mekanismur eru virknar, tá ljóð verða borin fram av málbrúkarum. T.d. kann ein ljóðfrøðingur spyrja, hvør munurin er millum
t í
tala og
d í
dala í føroyskum. Er talan um fráblástur (aspiratión) ella spenning? Ella kanska bæði? T.v.s. er
t spentari (en.
tense) enn
d í
dala (en.
lax), ella er munurin bara fráblástur? Ein partur av ljóðlæruni er málføragransking/ bygdarmálsgransking (dialektologi), ið rannsakar ymisk málføri í sama landi. Tó er ikki heilt beint at flokka ljóðlæru og málføragransking saman, tí málføragranskarar royna sjálvandi at lýsa tey ymisku løgini í málinum. Teir kunnu kanna eitt nú ljóðskipanina saman við bendingarskipanini ella seta málførið í samband við eldri tekstir, ella høvuðsdenturin kann liggja á tí ljóðliga ella tí setningafrøðiliga táttinum o.s.fr.
Ljóðskipanarfrøði
(fonologi) arbeiðir meira við, hvussu ljóðini standa í relatión til hvørt annað og hini løgini í skipanini. Fonologurin kann spyrja, hvat er á reki, tá [oe] er borið fram í føroyskum; t.d. framman fyri einum ella fleiri hjáljóðum. Er ljóðið ein partur av foneminum (
fonem = minsta merkingargreinandi ljóðeindin í málinum) /εu/ (ó) ella foneminum /ø:/, ið bæði hava framburðin [oe] (í meginpartinum av Føroyum) í orðum sum
stórt, høgt. Innan ljóðskipanarfrøði ber til at spyrja, hvussu stavilsisbygnaðurin er í einum máli. Hvussu ber til frægast at lýsa ymiska herðing, sum í
garvari, garvarí, ógarvaður, forelskilsi . Skal tað gerast út frá t.d. at byggja upp eina metriska grind ella hvussu? – Tað er serliga nógv krás í føroyskari ljóðskipanarfrøði.
Bendingarlæra (
morfologi) fæst mest við bendingarnar í málinum. T.d. hvussu orðini verða sett saman; um tey hava forskoyti, innskoyti ella eftirskoyti, og hvør merkingin kanska er í hvørjum einstøkum
morfemi (morfem = tann minsta merkingargreinandi eindin í orðinum). T.d. er
-ur ein vanlig bendingarending í føroyskum; hon sæst m.a. (í vissummálførum) í hvørfalli eintali kallkyni:
bil-ur, men eisini í sagnorðabendingini, t.d.
bít-ur. Her hevur bendingarendingin ymiska merking. Talan er um tvey ymisk morfem. Í
armur ber til at ímynda sær, at
-ur stendur fyri ‘hvørfall, eintal, óbundið’, meðan hon í
bítur kann hava merkingina ‘2., 3. pers. eint. søguháttur’. Nógvar umfatandi broytingar henda innan granskingina av bendingarlæru júst nú. Eisini her er ymiskt spennandi í føroyskum, t.d. hvar bendingarmorfemið er í
kúgv, kýr, kúm. Viðurskiftini eru ikki so einføld sum í
bítur og
armur. – Rannsóknir í bendingarlæru koma eisini inn á samansetingar av orðum og avleiðslur. Her hava granskarar m.a. spurt, um t.d. hvørsfallið í føroyskum bara er at skilja sum ein samansetingarliður. Vit siga ikki
stórs mans hús á føroyskum talumáli, men
húsini hjá einum stórum manni. Hetta at samsvarsbending vantar vísir, at hvørsfallið er ikki til í føroyskari lýsingarorðabending og navnorðabending. Eisini hava granskarar spurt, um tað nýggja
-sa í føroyskum er annað enn eitt eftirskoyti. Um hvørsfallið ikki er til, so er t.d.
a(r) í
bygda(r)vegur at fata sum eitt klípi; eitt slag av samansetingarliði.
Setningalæra (syntax) hevur leingi havt stóran áhuga millum málgranskarar, og serliga aftaná at amerikanski granskarin Noam Chomsky síðst í 1950- árunum legði fram síni granskingarúrslit innan tað, hann nevnir generativa sýntaks. Har spyr hann m.a., hvussu tað ber til, at vit menniskju duga og framleiða eitt óendaligt tal av setningum, ella hvussu vit yvirhøvur læra eina so samansetta skipan sum tungumál. Nógv hevur verið skrivað fyri og móti Chomsky, og sjálvur hevur hann eisini fleiri ferðir broytt ástøði sítt.
*Merkingarfrøði, sí hetta hugtak.
Pragmatikkgranskingin arbeiðir mest við, hvussu málið fungerar í breiðari merking í gerandisdegnum. Hvussu vit eitt nú brúka málið fyri at náa teimum tingum, sum vit nú einaferð halda hava so avgjørdan týdning. Serliga fittligt – ella komiskt – kann tað vera at gera pragmatiskar kannningar av politikaramáli.
*Semiotikkur ella
*teknfrøði er tann greinin í málvísindum (ella heimspeki), sum viðger teknuppbyggingina og hvørji tekn annars eru kring um okkum í gerandisdegi okkara. Ein, sum serliga hevur arbeitt við semiotikki tey seinnu árini, er Umberto Eco, ið nýtir hann nógv í skaldsøguni Navnið á rósuni. Ein granskari, sumhevur ávirkað semiotiska gransking, er amerikanski heimspekingurin C.S. Peirce (d. 1914). Hann býtir tað málsliga teknið (í grovumsagt) sundur í
icon (ljóðhermandi orð),
index (fornøvn o.o.) og
sýmbol, sum eru tekn í strukturalistiskari merking við innihaldi og útsjónd og einum tilvildarligum sambandi millum hesar báðar partarnar av tí málsliga tekninum (eins og F. de
*Saussure legði so stóran dent á).
Nógv frammi í tíðini eru
sosiolingvistikkur og
psýkolingvistikkur. Tann fyrri er enn ikki so viðkomandi í Føroyum. Hann fæst við rannsóknir av málinum hjá teimum ymisku klassunum og hvørjar kotur verða brúktar. Øll laga málið til, alt eftir hvønn tey tosa við. Psýkolingvistikkur fevnir m.a. um, hvussu børn læra mál, hvussu tey fungera við fleiri enn einum máli, og hvussu vit gjøgnum orð fata umheimin. Leggja orðini eina avmarkan á okkara fatan av umheiminum? Hevur málbygnaðurin (struktururin) ávirkan á, hvussu vit skilja og fata heimin rundan um okkum? Slíkar kanningar eru ringar at gera nakað við og verri at siga nakað endaligt um konseptualisering av umheiminum.
HPP
medupplivandi sjónarhorn
Frásøgufólkið hevur sama sjónarhorn sum søgupersónurin.
menningarskaldsøga (tý. Bildungsroman)
Skaldsøga ið lýsir persónliga menning hjá einum persóni og ymsar samfelagsligar og viðføddar atvoldir til menningina. Hugtakið verður nýtt um skaldsøgur, sum fyrst og fremst lýsa menningina hjá høvuðspersóninum frá barndóminum til fult sjálvsmedvit og tillaging at ytri umstøðum. Menningarskaldsøgur eru ofta í 1. persóni og bera ofta dám av ævini hjá høvundum sínum og ein undirgrein teirra eru listamannasøgur (tý.
Künstlerroman). Menningarskaldsøgur hava verið skrivaðar gjøgnum tíðina undir ymiskum bókmentarákum alt síðan
Wilhelm Meisters Lehrjahre eftir Goethe kom út 1795-96, men tær blómaðu serliga í týskum og donskum bókmentum í 19. øld. Millum føroyskar menningarskaldsøgur kunnu vit nevna tveggja binda skaldsøguna
Lognbrá og
Fastatøkur (1930 og 1935) eftir Heðin Brú, og
Á ferð inn í eina óendaliga søgu í 7 bindum (1980-92) eftir Jens Paula Heinesen; tann seinna er eisini listamansskaldsøga.
Thomas Jensen & Carsten Nicolaisen (ritstj.): Udviklingsromanen – en genres historie 1982. Annie O. Eysturoy: Daughters of Self- Creation. The Contemporary Chicana Novel 1996.
Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens
Virðislønir, ið Tórshavnar býráð veitir árliga. Virðislønirnar eru tríggjar: ein fyri fagurbókmentir, ein fyri yrkisbókmentir og ein fyri annað mentanaravrik, ið ikki nýtist at vera bókligt. Sí eisini
*Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens .
merkingarfrøði (en. semantics; av gr. sema, tekin, semainein, merkja)
Málvísindagrein, ið fæst við merkingina hjá orðum, ikki bert hjá einstøkum orðum men eisini
*morfemum og setningum. Sum sjálvstøðug vísindagrein varð merkingarfrøði til í endanum á 19. øld. Í fyrstuni var hon mest søgulig, fekst mest við merkingarbroytingar, t.e.
diakronisk málvísindi. Merkingarfrøði snýr seg ikki – sum t.d. málfrøði – um formin, bendingar, orðarað, ljóðfrøði o.s.fr.
Merkingarfrøði kann snúgva seg um einstøk orð (
*leksem) og um orðasambond o.s.fr. Í merkingarfrøði verður munur gjørdur á
merking og
tilvísing (
ekstentión, referensu). Merking (intentión) er innihaldssíðan hjá einum leksemi, og vit siga, at øll leksem hava eina merking.
Tilvísing (ekstentión) er tað, ið eitt leksem vísir til í veruleikanum, teir lutir, hendingar, kenslur, tankar o.s.fr., sum tað vísir til. Leksemið ‘maður’ hevur merkingina “vaksið fólk av kallkyni”. Tilvísingin er alt tað, vit kunnu vísa við hesum leksemi og sum sambært skilmarkingini av merkingini hjá lekseminum kann skiljast frá øllum øðrum objektum kring okkum. Til eru nøkur leksem, ið onga tilvísing hava, t.d. sjeymílastivlar – tað nyttar ikki at fara í SMS at keypa sjeymílastivlar! Hetta er eitt orð uttan tilvísing. Men kortini hava vit eina hóming av, hvussu hesir stivlar eru vorðnir, tí vit kenna teir úr ævintýrum o.s.fr. Flestu leksem hava somu tilvísing uttan mun til, hvør ið nýtir tey og uttan mun til, nær hendingin fer fram og hvar talarin er staddur. Dømi um hetta eru ‘steinur’, ‘bók’, ‘træ’. Men til eru leksem (og orðasambond). sum hava ymiska tilvísing í ymiskum umstøðum. Fornøvnini ‘eg’ (hann ið talar) og ‘tú’ (hann ið talað verður við) eru av slíkum slag: tilvísingin hjá hesum báðum leksemunum skiftir støðugt í samrøðuni. Tá ið mamman sigur við lítla sonin “kom til mammu”, meinar mamman eyðvitað ikki við mammu sína (t.e. ommu sonin), men við seg sjálva – tilvísingin er sædd úr sjónarhorninum hjá soninum og ikki hjá henni; Føroya løgmaður vísir til ymiskar persónar í 1994 og í 1980. Somuleiðis er við tíðar- og staðar hjá orðum og -liðum sum ‘fyrr’, ‘nú’, ‘í dag’, ‘í morgin’, ‘aftanfyri’, ‘frammanfyri’, ‘her’, ‘har’ o.s.fr. Setningurin “Eg fari avstað í morgin 1. desember 1994” hevur onga veruleikatilvísing, uttan hann verður sagdur júst dagin fyri nevndu tíðarfesting. Verður hann sagdur aftaná, má hann broytast til “Eg fór avstað (í gjár/fyrradagin) 1. desember 1994”.
Hyponými (gr.
hypo undir) ella
undirheiti er eitt hugtak í merkingarfrøði. ‘Rósa’, ‘kaktus’ og ‘tulipan’ eru undirheiti til ‘plantu’, sum hevur tilvísing, ið umfatar tilvísingina hjá hinum trimum orðunum, t.e., at allar rósur eru plantur, men tað eru nógvar plantur, ið ikki eru rósur. Eitt annað dømi er orðið ‘foreldur’, sum hevur undirheitini ‘pápi’ og ‘mamma’.
Homonými er tað, at orð eru eins á skræðuni men hava ymiska merking. Øll orð hava eina “skræðu” (ein fonologiskan form) og eina innihaldssíðu (merking). Tað vanliga er, at “skræðan” á einum orði er ólík “skræðuni” á øllum øðrum orðum í málinum, og á sama hátt er merkingin hjá einum orði vanliga ólík merkingini hjá øllum øðrum orðum í málinum, men undantøk eru, t.d.: ‘skráa’ = ‘tyggja skrá’, ‘skráa’ = ‘halla’; ‘skrá’ = ‘yvirlit’, ‘skrá’ = ‘skrátubbak’. Sagt verður, at homonými er millum orðini, ella at tey eru homoným. Summi orð eru homoným, einsvorðin, í talu men ikki í skrift, t.d. ‘veður’, ‘vegur’.
Sýnonomi er tað, at orð eru
samheiti, t.e. hava somu merking – og koma fyri í somu umstøðum – men hava ymiskan fonologiskan form. Fult sýnonomi er sera sjáldsamt, men dømi eru um tað, eitt nú ‘útvarp’ og ‘radio’, ‘tyrla’ og ‘helikoptari’; ‘mamma’ og ‘móðir’ hava somu merking, men ‘móðir’ hevur hægri stílvirði. Orðini ‘pissa’ og ‘míga’ hava somu tilvísing og somu grundmerking. Smábørn siga ‘eg vil pissa’. Harafturímóti ‘míga’ dýr, eitt nú seyður. Tað eru mong orðapør (leksempør) við somu tilvísing og somu grundmerking, men ofta hevur annað harumframt eina fasta
eykamerking (konnotatión), t.d. ‘hestur’ og ‘gangari’, tað seinna við rósandi merking.
Polýsemi er tað, at orð kunnu hava ymiska merking í ymiskari málsligari støðu, t.d. orðið ‘krúna’: tað kann merkja 1) ovasti partur á træ, 2) høvuðprýði hjá kongi ella drotning, 3) næstytsti blaðkringur á blomstri. – Markið millum polýsemi og homonými kann vera trupult at staðfesta, men vanligt verður sett tað krav, at talan bara kann vera um polýsemi, har ið eitt ella fleiri felags merkingarlig eyðkenni koma fyri: krúnan á trænum er uppi í erva, og kongur hevur krúnu á høvdinum. Trupulleikin er sera sjónskur hjá orðabókarhøvundinum: skal orðabókin hava eitt leitorð við trimum ymiskum merkingum ella trý leitorð?
Analýtiskur setningur er setningur, ið altíð er sannur ella ósannur uttan mun til, hvør sigur hann, og nær hann verður sagdur. T.d. ‘allar einkjur hava verið giftar’. Hesin setningurin er altíð sannur, tí tað í orðinum ‘einkja’ liggur, at viðkomandi kona hevur verið gift, annars kundi hon ikki verið einkja.
Kontradiktión
, andsøgn , er analýtiskur setningur, ið altíð er ósannur, t.d. ‘allir gamlir dreingir eru giftir’.
Setningar kunnu vera meir enn eintýddir, t.d. ‘tá flýddi Grímur av Bretlandi’ kann merkja 1) tað var ein maður, ið flýddi, og hesin maður æt Grímur av Bretlandi, ella 2) tað var ein maður, ið flýddi, og hesin maður æt Grímur, og hann flýddi av einum landi, ið eitur Bretland.
Í merkingarfrøðini kunnu vit hugleiða setningar sum t.d. ‘Hann
fekk ein knív’ og ‘Hann
fekk honum ein knív’.
JíL
Skaldskapur um skaldskap. Í modernismuni er yrkjarin tilvitaður um málið sum fyritreyt og tekur ofta sítt málsliga tilfar beinleiðis til umrøðu og viðgerðar. Miðsavingin um orðingina og skrivingina hevur havt við sær m. Hesin skaldskapur fæst við viðurskiftini millum mál og veruleika og við tilveruspurningar, t.d. skapan, hjáveru, og glatan av merking. M.a. Rói Patursson, Carl Jóhan Jensen og Tóroddur Poulsen hava yrkt m.
metonými (gr. navnabýti)
Ein stílsnild í klassiskari tungusnild, skyld við
*sýnekdoku. M. er vanlig í talumáli og ritmáli bæði fyrr og seinni. Í staðin fyri vanliga orðið setur m. eitt annað orð, sum merkir eitt skylt hugtak, soleiðis at orðið fær óbeinleiðis merking. Sambandið millum orðini kann vera av ymiskum slagi: a) Orsøk í staðin fyri ávirkan og, serliga, øvut, t.d. ‘tú skalt ikki bera boð í bý’ (t.e. tú skalt ikki koma vegin fram), ‘reyðir gjørdust brynjuringar,/kjálkar gjørdust bleikir’(Brestiskvæði); her undir hoyrir eisini at nýta navnið á høvundi í staðin fyri verk hansara, t.d. ‘tann sum hevur lisið Shakespeare’; b) amboð ella tilfar fyri lutin og øvut, t.d., ‘jarn’, ‘stál’ fyri vápn; c) rúm fyri innihald: ‘eitt glas av vatni’, ‘meðan øll bygdin svam í dansi- og veitslulagi’ (
Tað lýsir á landi); d) tekin ella sýmbol fyri tað sum tað sýmboliserar, t.d. krossmerki fyri kristindóm, krúnan fyri kongsvaldið; harumframt fleiri onnur umbýti: eginleiki fyri persón, tað undanfarna fyri tað eftirfylgjandi, eigari fyri ogn o.a.
metrikkur
metrum
miðaldarballada
miðsøkin yrking (sv. koncentrationslyrik)
Yrking, ið snýr seg um ein evniskjarna,
eina hugmynd, sum skaldið strembar eftir at seta fram stuttorðað og miðvíst, soleiðis at yrkjarin skýggjar øll óneyðug orð og evnistættir. Dømi um miðsøkna yrking er “Yvir hvørjum tindi er ró” eftir Goethe. Miðsøknar yrkingar eru kendar í nógvum londum frá fornari tíð. Knøpp og formføst ørindisløg styðja upp undir sovorðna yrkingarlist, men í nútíðarskaldskapi kann hon koma fram í alskyns ørindisløgum og í prosayrkingum. Mótsett miðsøknari yrking er
*útsøkin yrking .
millumtekstleiki
Hugtakið m., intertekstualitetur, stavar frá Juliu Kristeva. Tað snýr seg um tey ymisligu sambondini, sum ein ávísur tekstur kann hava við aðrar tekstir. Allir tekstir eru settir saman sum mosaikkur av sitatum; allir tekstir súgva upp í seg og umskapa aðrar tekstir. Í bókmentafrøðiligum ástøði sum
*strukturalismu og
*poststrukturalismu verður hildið, at tekstir vísa heldur til aðrar tekstir ella til sín sjálvs sum tekstir enn til uttan veruleikan. M. og
ávirkan, ella árin, eru hvørt sítt. Ávirkan gongur frá einum eldri verki til eitt yngri, m. kann ganga báðar vegir, tí hann snýr seg um at lesa: hvør lestur skapar tekstin, ið verður lisin, og tann lesturin setir dám á allar aðrar lestrar, sum lesarin lesur. Orðið
millumtekstur verður nýtt í ymiskum merkingum um: a) tekst, ið brúkar annan tekst sum keldu, b) um tekst, ið verður nýttur á henda hátt og c) um sambandið millum tekstirnar báðar.
Malan Marnersdóttir: Hvør av øðrum 2000.
MM
mimesis
modernisma (fr. moderne, mlat. modernus nýggjur, av lat. modo nýligur, bendingarformur av modus háttur)
Eitt hugtak, sum fevnir um ávís sterk menningarrák í vesturlendskari mentan og list frá seinnu helvt á 19. øld og frameftir. Í bókmentum gera hesi rákini vart við seg bæði í óbundnum og bundnum máli eins væl og í leikritum.
M. tók seg fyrst upp í stórbýunum. Støðið undir henni er tann tøkniliga menningin, maskinbúgvingin av arbeiðslívinum, tøknibúgvingin av lívinum í stórbýunum og framgongdin í náttúruvísindunum – hesar miklu broytingar, sum broyttu bæði tað ítøka lívið hjá menniskjum og andliga útsýni teirra so stórliga. Broytingarnar høvdu ávirkan á alt samfelagslívið, eisini á støðuna hjá listafólki og listini sjálvari. Tær skriðurnar, sum lupu á ymsum vísindaligum og samfelagsligum økjum, fingu aftursvar og samsvaranir í listini, og fyrst og sjónskast í myndalistini.
Undir m. verða flokkað listarák sum
*sýmbolisma, kubisma,
*ekspressionisma, *futurisma, *dadaisma, *surrealisma og fleiri.
Tað listarliga rákið, sum m. var uppreistur móti var
*naturalisman. Í myndalistini sera týðuliga í kubismuni og øðrum rákum, í byggilistini í funktionalismuni. “Ismur” í hópatali tóku seg upp. Hetta var ein kollvelting nógv djúptøknari enn allar endurnýggjanir og umskifti tær seinastu øldirnar.
Í uppgerðini við naturalismuna gingu málarar á odda. Tað tykist, sum ein uppfinning hevur havt stóran týdning í hesum viðfangi: fotomyndin, ljósmyndin, sum mekaniskt hermdi eftir náttúruni neyvari enn nakar málari var førur. Hetta gjørdi, at spurningurin trokaði á: Hvar var markið millum list og ikki list? Skuldi málningurin kappast við ljósmyndina, máttumálarar gera sær greitt, hvat var tað týdningarmikla og eginliga í list teirra. Hetta leiddi til mótmæli móti kjarnanum í naturalismuni og til, at listamenninir varnaðust, at eginvirðið í málninginum lá í bygnaði av sjónligum táttum: litum, linjum, fláum og rúmi – ikki stýrdum av tráan eftir líkskapi við náttúruna, men av skapandi hugflogi listafólksins. Í teirri nýggju uppfatanini av list varð stórur dentur lagdur á
skapandi eg listamansins, og frían bygnað. Hóast henda subjektiva táttin var kjarnin í antinaturalistisku rørsluni stremban eftir objektiviteti, at arbeiða við listaverkinum sum listaverki, reinsa tað fyri óviðkomandi sentimentalt og subjektivt innihald, reinrøkta objektivu tættirnar og geva upplivanini objektiva orðing.
Eisini undangongumenn í skaldskapi og bókmentum hildu, at hevdbundin
*realisma og naturalisma dugdu ikki til at bera fram tann nýggja veruleikan, men góvu eina grunna mynd av honum. Teir vildu bora djypri í sálarlívið, í samfelagið eins væl og tungumálið. Í heimspeki, samfelagsvísindum og sálarfrøði kyknaðu um somu tíð upp nýggj rák. Týdningarmikil fyri bókmentamenningina vóru ikki minst rit eftir Nietzsche, Marx og Freud umframt teoriir um avmarkingar tungumálsins, og seinni eisini eksistentialisman.
Einsemi og avbyrging eru vanlig temu í modernistiskum bókmentum. Broytt samfelagsviðurskifti og harvið broytt støða hjá skaldum kunnu eiga sín part í tí. Mong hildu listina vera fjónaða í samfelagi, sum eyðkendist av fjølframleiðslu og vørumarknaði. Soleiðis verður ivin um virðið í skaldskapi og um møguleikan hjá skaldum at bera øðrum nakran sannleika samantvinnaður við modernistiskar bókmentir. Aftrat hesum kom virðiskreppan: nógvir modernistiskir høvundar hildu, at øll sokallað felags andlig virði, sum t.d. gudstrúgv og tjóðskaparhugsjón, vóru glatað og eingi nýggj virði komin í staðin. Hesi viðurskifti gjørdu, at nógv modernistisk skald kendu tað, sum tey tosaðu út í tóman heim ella við seg sjálv. Summur av hesum skaldskapinum tykist eisini at lata seg aftur og venda sær frá væntandi lesarum. Hesum hugburði funnust marxistar harðliga at. Ikki øll modernistisk rák høvdu henda hugburðin. Men tey eru felags um at loysa sundur hevdbundið orðalag og orðingarhátt. Hetta er alkunnugt viðvíkjandi bundnum skaldskapi (
*lýrisk modernisma); eisini
*absurdur sjónleikur og
*nýggja skaldsøgan tóku mangt og hvat frá formroyndunum í eldri modernismu. Ekspressionistar (
*ekspressionisma) brutu flestar reglur um bygging í leiki, og Proust (1871-1922), Joyce (1882-1941) og Kafka (1883-1924) kastaðu flestar hevdbundnar formtættir í skaldsøguni fyri borð. Í føroyskum prosa hava bøkurnar
Rúm (1995) og
Ósøgur – Søgur um djevulskap (2005) eftir Carl Jóhan Jensen tikið hevdina upp eftir Proust og Joyce. Tey seinastu árini hevur tað nýggjasta bókmentarákið verið kallað
*postmodernisma.
Nýgerð í framseting og í áskoðanum og hugburði, ofta tvørt á ráðandi tíðarandan, gjørdu sítt til at modernistiskar stevnur í fyrstu syftu fingu lítla undirtøku millum lesarar.
Modernism, ritstj. Malcolm Bradbury & James McFarlane, 1976.
monologur
morala
morfem
Minsta merkingarberandi eindin í orðum, t.d. bendingarendingin -ur í ‘armur’, sum ber merkingina kallkyn, hvørfall, óbundið, eintal. Sí
*málvísindi.
motiv (úr lat. motivus: eggjandi, sum elvir til okkurt)
M. er algongt hugtak í ymsum listagreinum og verður nýtt í ymiskari merking. Í bókmentafrøði verður tað nýtt um partar av tí tilfari, sum verkið er skapað úr; formligar eindir, sum lýsa almennar, ósøguligar menniskjansligar umstøður: Eitt motiv er ein eyðkend støða, sum ikki er bundin at einari ítøkiligari hending, einstaklingum, tíð ella stað, og sum tískil altíð kann verða endurtikin. Tað verður oftari talað um m. í frásagnum enn í lýriskum skaldskapi (dømi um frásøgumotiv: kærleikstríhyrningurin, øskudólgur, brøður ið eru óvinir). Men eisini verður talað um lýrisk m.: hav, sólsetur o.a.m. skilmarkað sum ein objektivur evnistáttur ella støða, sum yrkingin lýsir, ella ein ávísur evniskjarni, sum kann vera felags fyri mong verk. M. verða ofta flokkað í
høvuðsm. og eykam. alt eftir týdningi teirra í hendingagongdini ella byggingini í verkinum.
E. Frenzel: Motive der Weltliteratur 1980. W. Kayser: Das sprachliche Kunstwerk 1973.
mótsetningar, antitesa (gr. antithesis)
Orð og hugtøk, ið eru mótsetningar verða sett saman ella yvir av hvørjum øðrum; dømi: í lívi og deyða, í suður og norð, høgt og lágt, gott og ilt, hvítt og svart, ung og gomul. M. eru vanligir bæði í dagligum máli og sum bókmentalig stílsnild heilt úr fornøldini. Men tað er tó ymist, hvussu nógv m. verða brúktir í ymsum bókmentaligum tíðarskeiðum.
*Barokkurin var eitt tíðarskeið, sum brúkti m. sera nógv. M. kunnu vera heilt frá orðastigi og setningsstigi til heildarbygnað í einum bókmentaverki; t.d. hevur skaldsøgan
Feðgar á ferð mótsetningin millum tað gamla landbúnaðarsamfelagið og ta nýggja fiskivinnusamfelagið sum eitt bygnaðarligt høvuðseyðkenni.
musurnar (gr. musai)
Í grikskari gudafrøði døtur Zeus og Mnemosýnu (minnisgudinnuna). Janus Djurhuus nevnir m. dísir, tá ið hann yrkir um tær. M. ella dísarnar vóru verjur fyri list og mentan. Tær búðu á Helikonfjalli í Bøotiu, har sum keldurnar Hippokrena og Aganippa runnu, men vórðu heiðraðar á Parnassosfjalli við kelduna Kastaliu, sumvar halgað Apollon – hann var ofta mettur sum oddamaður teirra. M. munnu í fyrstuni hava verið tríggjar dísar fyri sang, tónleik og skaldskap (Homer ákallar musuna, t.e. skaldskapargudinnuna, men nevnir hana ikki við navni). Hesiodos (u. 700 f. Kr.) sigur tær vera níggju og nevnir tær. Í tíðarskeiðinum hjá hellenismuni fekk hvør teirra sín leiklut og samsvarandi eyðkennistekn í myndlist: Kleio ella Klio søguskriving, Kalliopa frásøgukvæði, Melpomena harmleikir, alia skemtileikir, Terpiskora dans, Erato ástaryrking, Polýhýmnia lovsang (gr. hymnos), Euterpa tónleik og lýriskan skaldskap, Urania stjørnufrøði.
myndamál
Skaldsligt m. er altíð samanbering á onkran hátt og tí er m. tvískift, hevur eina myndflógv og eina evnisflógv. Samanberingin kann ganga styttri ella longri. Í einfaldaðari mynd kunnu vit seta upp fýra stig av myndamáli eftir, hvussu langt samanberingin millum fláirnar gongur, frá 1. stigi, har báðar fláirnar renna saman, til 4. stig har sambandið millum fláirnar er leysast.
1. stig av myndamáli er í hesari uppsetingini
*myndburður ella metafora; dømi:
Dagsins eyga sloknar nú; í byrjanarregluni í hesum kvøldsálminum er “dagsins eyga” myndburður fyri sólina; aftanfyri liggur onkursvegna samanburður millum sólina og eitt eyga, men tær báðar fláirnar í myndini, evnisflógvin (tað sum hevur við sólina at gera) og myndflógvin (eyga), eru ikki sundurskildar men renna saman í myndburðinum. Í nútíðarskaldskapi hevur myndburðurin verið hægst í metum av brigdum í myndamáli (
*lýrisk modernisma).
2. stig er
*samanbering. Tær báðar fláirnar í samanberingini eru knýttar saman við sambindingini “sum” ella “eins og”; dømi: “…eina rødd sum sól og vár,/ eitt sinn’ sum síl í á” (H.A. Djurhuus: “Vit kunnu øll at renna dyst”). Samanberingar eru ógvuliga vanligar í ymsum sløgum av skaldskapi, frá Homers kvæðum til barnarímur Hans Andriasar Djurhuus.
3. stig er
*javnseting. Tvær útsagnir í eins uppbygdum setningum standa hvør yvir av aðrari; dømi:
útsøgn a)
Harmur og gleði, í felag tey reika,
eydna, óeydna, tey ganga á rað.
útsøgn b)
Viðrák og mótrák, tey skiftandi leika,
sólskin og ský ferðast saman í lag.
Kingo/Chr. Matras
Í hesari javnsetingini er útsøgn a) evnisflógvin, og útsøgn b) er myndflógvin. Fláirnar standa hvør fyri seg og eru sjálvstøðugar merkingareindir; myndflógvin um veðrið kastar ljós á evnisflónna um mannakor.
4. stig er
*liðseting. Tvær útsagnir standa lið um lið, setningarnir eru ikki eins uppbygdir. Sambandið millum útsagnirnar er opið, tulkingarmøguleikarnir eru fríir. Sera vanligt myndbrigdi í skaldskapi av manna munni; dømi:
útsøgn a) Vatnið rennur av høgum fjøllum
eftir hvøssum gróti.
útsøgn b) Ilt er at leggja ást við hann, ið onga leggur ímóti.
Dvørgamoy IV, V.U. mb: Færøiske Kvæder.
Útsøgn a) er myndflógvin og sigur nakað um evnisflónna, b), her: ‘vónleysa ást’.
Stundum verða
*persónsgerð og
*sálarkveiking eisini mett sum m.: Stólar hava
bein, teldur hava
minni, og tá ið lívið er torført, hava vit
andróður. Hetta er slitnir – deyðir myndburðir, teirra myndberandi megi er burtur. Skaldsligt m. kann vera meira ella minni hevdbundið ella nýskapandi, alt eftir hvat tðarskeið og einstakir yrkjarar leggja dent á.M. í Bíbliuni hevur havt ógvuliga stóran týdning fyri bókmentirnar ígjøgnum tíðina. Í norrønum m. eru
*kenningarnar merkisverdar.
Eitt tað týdningarmesta viðvíkjandi m. er, hvussu tað er flættað inn í tema og heildarumhvørvi í yrkingini. M. er ein táttur í skaldverkinum og eigur lut í heild og bygnaði tess.
Í nýtíðar bókmentagransking hevur m. ofta verið kannað sálarfrøðiliga. Hinvegin hevur
*sálargreiningin (psýkoanalýsan) eisini havt stóran týdning fyri tær djúptøknu broytingar, sum eru farnar fram í m. í modernistiskum skaldskapi – broytingar, sum í veruleikanum hava við sær, at tað hevdbundna myndar- og myndburðarhugtakið upploysist. Ávirkan frá sálargreiningini fekk eitt nú surrealistar at stremba eftir at lata ímyndanir frá dreymum, dagdreymum og ørsku floyma frítt og leita sær orð, uttan nakrarmoralskar ella listfrøðiligar tilætlanir. Samfelagsliga var endamálið at geva einstaklinginum fult frælsi. Dømi um modernistiskt m. – eitt nú hjá Róa Patursson, Carl Jóhan Jensen og Tóroddi Poulsen – vísa, at lesarin sjáldan finnur nakran ávísan líkskap millum evnislið og myndlið. Og her er væntuliga ein grundleggjandi munur millum hevdbundið og modernistiskt myndarhugtak. – Samanbinding ella hugsanasamband millum evnislið og myndlið er treytað av tí, sum í klassiskari skaldskaparfrøði (poetikki) nevnist “tertium conparationis” (“tað triðja í samanberingini”) – tað líkskaparpunktið millum báðar liðirnar, sum eigur at vera hampiliga eyðsæð hjá lesaranum (sum t.d. í myndburðinum “hálvdur mánabátur”). Í modernistiskum m. er harafturímóti ofta einki sjálvsagt samband millum evnislið og myndlið, ella myndburðurin er allur ein myndliður og hevur ongan evnislið.
Peter Hallberg: Diktens bildspråk 1982.
myndbering
Slag av bókmentaligum myndamáli (metafora). Sí
*myndburður.
myndburður (gr. metaphora flyting)
Slag av bókmentaligum myndamáli (metafora). Sí
*myndamál. Tað at orð og hugtøk verða nýtt í myndarligari, fluttari merking, soleiðis at vanliga merking teirra verður flutt yvir á eitt annað merkingarøki; onkur táttur av merkingini líkist nóg nógv hinum økinum til, at sambandið millum bæði økini skilst. Talað mál er yðjandi fult av m., t.d.
eyga á nál,
bein á borði,
barmur, hálsur, vomb, nev o.s.fr. í landslagi. M. fevna ikki bara um navnorð, teir kunnu eisini liggja í sagnorðum og lýsingarorðum: feløg kunnu
sovna, klokkan
gongur, avgerðir kunnu vera
tungar; hetta eru stirðnaðir ella deyðir m., teir hava einki myndarligt ella stílfrøðiligt virði longur. Øðrvísi er við nýskapandi skaldsligum m. Eisini har er talan um flutta merking, um at tvey merkingarøki verða flutt saman. Tað eru sostatt tvey løg, tvær fláir í m.,
evnisflógv og
myndflógv; vit kunnu eisini siga, at m. er samansettur av tveimum liður,
evnisliði og
myndliði. Dømi:
Undir stjørnumflokkum
lýsir yvir okkum
inn á gjógv og látur
hálvdur
mánabátur.
H.A. Djurhuus: “Vøgguljóð.”
‘hálvdur mánabátur” er ein eyðskildur m. fyri mánan í skerjandi sól. Eyðgreindar eru eisini evnisflógvin = mánin, og myndflógvin = báturin. Ein m. sum hesin, ið er eitt samansett navnorð við evnisliði í hvørsfalli og myndliði í hvørfalli, stendur nær
*samanbering (‘mánin lýsir sum ein hálvdur bátur…’). Í øðrum førum byggir sambandið millum evnislið og myndlið als ikki á líka útsjónd, men heilt onnur felags eyðkenni. Í yrkingini “Á miðrókini” eftir Regin Dahl fyllir myndliðurin – bjargalýsingin – næstan alla yrkingina; bara seinasta regla í hvørjum ørindi vísir, at evnið í yrkingini er ikki ein bjargaferð, men lívsins ferð. Tann vandamikla sígingin er m. fyri vandar í lívinum hjá yrkingareg’num. Skaldsligir m. og myndamál yvirhøvur eru merkt av teimum ráðandi rákunum í hvørjum tíðarskeiði. Í eldri yrking tykjast m. skilvísari og greiðari enn í modernistiskari yrking, sum vil fara aftur um yvirflatuskilið og sleppa upprunaligum og dulvitaðum mynstrum framat, og sum skapar m., ið tað als myndbering ikki altíð ber til at greina sundur í evnisflógv og myndflógv, sum t.d. orðini “Tú ert fannaslit í gátum/ og mold ert tú við” í yrkingini “Gloymmegei” eftir Carl Jóhan Jensen. Sí
*myndamál.
René Wellek & Austin Warren: “Image, Metaphor, Symbol, Myth” Theory of Literature 1949 (Elsa Gress týddi til da. 1964).
mýta Gudasøgn (e. myth, d. myte úr gr. mythos søga)
1) Gudasøgn. Søga um, hvussu heimurin ella partar av honum vórðu skaptir í forsøguligari tíð av yvirnatúrligum máttum. M. er sostatt eitt slag av frágreiðingum um náttúrufyribrigdi, men eisini staðfesting av samfelagsligum vanum og siðum; tær hava størsta ávirkan í sonevndum frumkendum samfeløgum, har sum nýtíðar tøkni og vísindi ikki eru komin framat; sí tó 2).
Orðið
gudafrøði (da.
mytologi) verður brúkt bæði um m. hjá einum fólki ella í einum tíðarskeiði, og um ta frøðigreinina sum granskar tær. M. hava stóran leiklut í bókmentum. Nevnast kunnu kvæði Homers; forngrikskar m. eru somuleiðis uppistøðan í griksku harmleikunum, og tær hava ríkað vesturlendskar bókmentir til henda dag.
*Gudakvæði millum
*eddukvæði eru umframt
*Snorra-Eddu týdningarmestu heimildirnar um norrønar m., hóast tær ikki eru uppskrivaðar fyrr enn í kristnari tíð; hesar m. hildu fram at liva í
*kenningum í dróttkvæðum, tær hómast í summum hetjukvæðum og øðrum fornum norrønum bókmentum. Aðrar m. enn kristnar høvdu ilt við seg í Evropa ímiðøldini, til
*endurreisnin fór at leita aftur til grikskar m. Seinni vaktu slóðbrótarar hjá
*romantikkinum áhuga fyri keltiskari og norrønari gudafrøði (í Danmark Oehlenschläger og Grundtvig). Uppaftur aðrir høvundar skaptu sínar egnu m.
Freud hevði stóran áhuga fyri m. sum heimildum um, hvat formar menniskjasálina, t.d. søgnini um Ødipus, og lærusveinur hansara C.C. Jung kannaði líkar m. úr ymiskum mentanarøkjum og rakti tær til ‘felags dulvitið’ hjá mannaættini, har hann fann felags menniskjaligar hugmyndir (
*arketýpur, *sálarfrøðilig bókmentagransking ).
Franski mannfrøðingurin og strukturalisturin Lévi-Strauss hevur havt ávirkan á bókmentafrøði við sínum kanningum av m. hjá frumkendum fólkasløgum. Hann kannaði, hvussu struktururin í m. er samansettur av mótsetningum (t.d. ‘lív og deyði’), og hvussu hesin djúpstruktururin sæst aftur undir ymiskum yvirflatustrukturi í m. hjá ólíkastu samfeløgum; tann ólíka yvirflatustrukturin setti hann í samband við munin millum tey ymisku samfelagssniðini; hann metti, at m. eru ein ótilvitaður háttur hjá menniskjum at loysa lívsgátur og rættvísgera samfelagsreglur. Hansara ástøði um, at “mýtur hugsa í menniskjum” er ein hornasteinur í
*strukturalismuni.
2) Heitið m. verður ofta nýtt í fluttari merking um hugmyndir í samtíðini, sum ikki eru gudasagnir, men eru góðkendar, óskilvísar frágreiðingar ella rættvísgeringar av ráðandi samfelagsligum atburði. Slíkar m. eru skaptar av politikarum ella lýsarum. Ein hin kendasti granskarin av m. í mentanini í okkara tíð var Roland Barthes. Hann vísti á, at mangt og hvat, sum gongur fyri at vera natúrligt, er stívnaðir samfelagsnormar og mynstur: fyribrigdi í mentan og list fáamýtiskamerking, og tað sama er at siga um alskyns gerandislig ting; aftrat frummerking síni ognast tey eina merking í øðrum umfari gjøgnum samfelagsligt brúk. Vín, t.d., er í Fraklandi ikki bara ein drykkur sum allir aðrir, men ein “totemdrykkur”, ella rituellur drykkur, t.e. drykkur bundin at halgisiðum, á sama hátt sum mjólkin frá teirri hollendsku kúnni í Hollandi, ella teið, sum bretska kongshúsið drekkur hátíðarliga saman. Tað er støði undir einum felags siðalag. Fyri fransmenn, sigur Barthes, er tað at trúgva upp á vín ein felagsskapur, sum teir eru tvingaðir inn í. Og at drekka vín er eitt ritual, ein halgisiður, fyri samfelagsliga innliman. Við at skapa mýtiska merking royna mentanir at fáa sínar egnu normar at sýnast vera almenn náttúrufyribrigdi.
R. Barthes: Mythologies 1970 (en. týð. 1973). Northrup Frye: Anatomy of Criticism 1957. Cl.Lévi-Strauss: Anthropologie structurale 1958 (en. týð. 1968).