ballada

barnabløð

Eru ein táttur av *barnabókmentum. Fyrsta føroyska barnablað var mánaðarblaðið Ungu Føroyar (1907-10, 1914-15). Ritstjórar vóru Símun av Skarði (1872-1942), háskúlastjóri, og Símun Pauli Konoy (1876-1956), lærari. Tað er ikki av tilvild, at tað vóru lærarar, ið vóru ritstjórar, tí eitt høvuðsendamál við barnabløðum er uppalingarligt. Tilfarið var blandað og tænti eins og aðrar barnabókmentir tríbýttum endamáli: at geva vitan, ala upp og at stuttleika; men oman fyri – og saman við hesum lá tað endamálið at læra børnini at lesa føroyskt og, sum tað stendur í innbjóðingini til at halda blaðið, “at børnini mugu fyribúgvast til at vera skilagóð og dúglig í øllum viðurskiftum og til at elska tað land, sum tey liva í, og tað fólk, sum tey eru av...” (Tingakrossur nr. 1 1907). Barnabløð við tjóðskaparligari uppaling á stevnuskrá síni kendust eisini aðrastaðni um somu tíð, t.d. Unge Norig (frá 1887) og Unga Ísland (frá 1905). Ein sergrein av teimum eldru føroysku barna og ungmannabløðunum eru tey handskrivaðu bløðini hjá ymsum ungmannafeløgum, t.d. Baldursbrá (1906- 1912) hjá Havnar Ungmannafelag. Uppalingarsjónarmiðini standa enn sterk í barnabløðum, og tað var Føroya Lærarafelag, ið gav næsta føroyska barnablaðið út árini 1928-31; ritstjórar vóru lærararnir Martin Joensen (1902-1966), Sámal Johansen (1899-1991) og Jákup Olsen (1904-1994). Næsta royndin var í 1942, tá Jákup Berg (1905-1997) fór at geva út Barnatíðindi, sum kom út samfelt, til hann doyði í 1997. Føroya Lærarafelag fór aftur í 1959 undir at geva út Barnablaðið, sum er komið síðani, umleið 10 ferðir um árið. Umframt at skriva fyri børnini leggur Barnablaðið dent á at lata barnsins sjónarhorn sleppa framat, t.d. við at eggja børnunum til at skriva í blaðið. Á 50 ára degnum í 2006 fekk Barnablaðið nýggja navnið STROK.

barnabók

Bók ætlað børnum. Sí *barnabókmentir.

barnabókmentir

Bøkur, bløð og rit ætlað børnum og unglingum. Í eldri tíð hava børn ivaleyst nýtt tað, sum tey høvdu áhuga fyri í bókmentum fyri vaksin; tað er haldandi, at ævintýr, sagnir og dømisøgur tíðliga hava verið hildin at hóska til børn. B. eru ein bókmentagrein, sum kyknaði í Evropa sum eitt úrslit av upplýsingarheimspekini og somuleiðis teirri tættbýlis- og ídnaðarmenning, sum tók dik á seg har í 18.øld. Tá ið miðstættar og hástættarbørn avbyrgdust heima við hús og í skúlum, kom upp tørvur fyri serligum bókum til børnini; í fyrsta lagi til at geva børnunum lærdóm, í øðrum lagi til at geva teimum lívsroyndir, sum tey ikki longur fingu beinleiðis í uppvøkstrinum og í triðja lagi til dagdvølju. Tær fyrstu barnabøkurnar vóru tí *lesibøkur við søgum, yrkingum og lærdómi, tær vóru *savnrit í andanum hjá *upplýsingarstevnuni, sum tær spruttu av; jólabøkur, ið eru savnrit fyri børn, komu fyrst út í Føroyum 1922. Felagið Varðin gav út Jólabók, og hon kom 6 ferðir: 1922-24 og 1934-36. 1944 og 1945 gav H.A. Djurhuus (1883-1951) út jólabók fyri børn, Barnajól. Næsta jólabókin var Mín jólabók, sum Lærarafelagið hevur givið út síðan 1950. *Barnabløð eru partur av barnabókmentunum.
Fyrsta barnabók eftir ein høvund kom á føroyskum 1914. Hon var týdd. Tað var mest útbreiddi barnaklassikarin bæði fyrr og seinni, Robinson Kruso eftir Daniel Defoe (uml. 1660-1731), Sverri Patursson (1871-1960) týddi, Føroya Ungmannafelag gav út og Noregs Ungdomslag rindaði kostnaðin. Øll føroysk skúlabørn, 10 ár og eldri, fingu bókina fyri einki. Hugskotið til útgávuna kom frá Ungmannafelagnum Sólarmagn, og aftanfyri lá strembanin eftir at menna og stimbra ungdómin andliga við at geva teimum góðar bøkur at lesa á móðurmálinum; júst tá leikaði málstríðið hart, tí árið 1912 var sokallaða grein 7 sett í gildi, sum ásetti danskt sum undirvísingarmál í føroyskum skúlum.
1922 komu Barnarímur eftir H.A. Djurhuus út í bók (stóðu í Smáskriftum Varðans 1918), fyrsta føroyska barnabók eftir ein høvund. Barnabókin í tveimum bindum eftir H.A. Djurhuus kom út 1923-24, fyrsta barnabók í prosa eftir ein høvund, evnað til sum skúlabók, men er samstundis skaldskapur.
Tað gekk long tíð, áðrenn fleiri sjálvstøðugar barnabøkur komu á føroyskum. Týddar barnabøkur komu fyrr, og tær hava alla tíðina verið fleiri á marknaðinum enn tær føroysku. Í 1948 kom barnabókin Ein ribbaldur, ið var skrivað á donskum, út í føroyskari týðing; høvundur er Eilif Mortansson (1916-1989). Í 1949 gav Sofía Petersen (1884-1960) eina slóðbrótandi barnabók út, Í skýmingini, ævintýr og skjaldur, løgd til rættis fyri børn, við hugtakandi myndum eftir Elinborg Lützen (1919-1995). Fyrstu prosabøkur eftir einstakan høvund skrivaðar fyri børn á føroyskum, við myndum eftir føroyskan listamann, sum ikki vóru skúlabøkur, vóru Gráa dunna (1958), Kálvamuan (1959) og Lambamæið (1959) eftir Sigurð Joensen (1911-1993) við myndum eftir Fridu Zachariasen (1912-1992). Steinbjørn B. Jacobsen (f. 1937) gav út smábarnabøkurnar Hønan og hanin í 1970, Hin snjóhvíti kettlingurin í 1971 og Mæið í 1972 og sama ár fyri eitt sindur størri børn bókina Krákuungarnir við 8 samanhangandi søgum. Bárður Jákupsson (f. 1943) myndprýddi allar 4 bøkurnar. Ein serlig grein innan barnabókmentir eru trúarbókmentir fyri børn, t.e. bøkur og bløð fyri børn við kristiligum boðskapi sum meginevni. Tær flestu av trúarligu barnabókunum á føroyskum eru týðingar.
Eftir 1970 hava føroyskar b. ment seg nógv og eru vorðnar nógv fjølbroyttari.
Eitt megineyðkenni í norðurlendskum bókmentum í 1970-árunum var tann kritiska samfelagslýsingin, bókmentirnar vildu vera ein broytandi megi, og hugsjónin var ofta tann sosialistiska; somuleiðis tóku hesar bókmentirnar eisini leiklutirnar hjá kynunum upp til hvassa umrøðu við denti á kvinnukúganina í samfelagnum og í familjuni. Rákið birti eisini upp undir b., sum lógu á hesum bógnum. Ein tann fremsti barnabókahøvundurin í Norðurlondum í 1970-árunum var sviin Sven Wernström (f. 1925), kendur fyri eina søguligu bókarøð, tær sonevndu trælabøkurnar og fyri bókina Javnlíkin Jesus (1979). Politisku barnabøkurnar frá 1970-árunumvóru skrivaðar út frá teirri sannføring, at børnum tørvaði bøkur, sum lýstu teirra viðurskifti kritiskt og vístu á nýggjar og betri leiðir. Við sosialismuni sum leiðarljósi varð víst á skeivleikarnar og órættvísið, sum kapitalistiska samfelagsskipanin hevði við sær. Eisini umrøðan um kynsleiklutirnar kom sterkliga inn í b. í 1970-árunum; genturnar fingu nú aðrar, størri leiklutir í barnabókum enn fyrr, og familjulýsingarnar broyttust.
Krøvini í 1970-árunum um, at bókmentir skuldu taka ávís evni upp og viðgera tey á ávísan hátt, at tær skuldu vera realistiskar, atfinnandi og vísa á gongdar leiðir, hesi krøvini slógu serliga sterkt ígjøgnum og vardu serliga leingi, tá ið tað snúði seg um b.; orsøkin er tey serligu krøvini til b. um at vera uppalandi og lærandi. Sosialrealistisku barnabøkurnar frá 1970-árunum fingu harðar atfinningar í 1980- og 1990-árunum fyri at lýsa ein fábroyttan veruleika á lítið listarligan hátt. Kortini vóru 1970-árini týdningarmikil í søguni hjá b. Hetta tíðarskeiðið komu fleiri evni inn í barnabøkurnar, t.d. evni úr vaksnamannabókum, tær vóru betur skrivaðar enn fyrr, tær gjørdust sjónligari enn fyrr, elvdu til kjak og vórðu meira virdar.
Í 1980-árunum gjørdist rúmsáttari í b.; pláss varð nú fyri hugflogi, ævintýrum og ævintýrligum søgum, og framsetingin gjørdist vandnari og listarligari. Mett varð, at b. eins og bøkur fyri vaksin áttu at lúka fagurfrøðilig krøv; at listarligi tátturin var eins týðandi í b. eins og í vaksnamannabókmentum. Sjónarmiðini viðvíkjandi realismu broyttust frá kravi um beinleiðis samsvaran millum bókmentir og ytri veruleika og um, at bókmentir skuldu ‘endurspegla veruleikan.’ Í staðin varð nú mett, at ævintýrkendar barnabókmentir, sum seta skapandi og umskapandi hugflog í hásæti, kunnu siga eins týdningarmiklan sannleika og siðbundnar realistiskar barnabókmentir. Tann realistiska hevdin innan b. var ein ávís hevd innan frásøgukynstur og ikki algild.
Tey fagurfrøðiligu sjónarmiðini stóðu frammarlaga í b. eisini í 1990-árunum. Høvundar royndu seg við ymsum listarligum snildum, málið varð nýtt sera tilvitað, framkomin og kynstrigur frásøguháttur varð nýttur. Ebba Hentze (f. 1929) er dømi um høvund við hesum eyðkennum, ið skrivar fyri børn. *Postmodernisma í bókmentum í 1990-árunum og seinni hevur eisini nomið við altjóða og norðurlendskar barnabókmentir; eitt nú blanda høvundar ymisk tekstsløg saman, og tað ger ofta barnabókina samansettari enn áður. Frásagnarbygnaðurin, sum eyðkennir hevdbundnar b., er eisini í upploysn. Spei, bókmentaligar tilsipingar, sitat og millumtekstasamband eru sera vanlig í nútíðar b. Gott dømi um tað síðst nevnda eru tær fýra Hugo-bøkurnar (1995- 2007) eftir Rakel Helmsdal, sum hava neyvt millumtekstasamband við skaldsøguna hjá Victor Hugo um klokkaran við Notre Dame-kirkju í París (1831), men eisini flætta aðrar heimskendar høvundar saman við søgutráðin, t.d. Stefan Zweig. *Krimisøgur eins og tær hjá Jógvani Isaksen vóru ein nýhending í 1990-árunum í føroyskum b.
Smábarnabøkur hava rættiliga fingið høvdið fyri seg og ment seg í dygd tey seinastu tjúgu árini. Bøkurnar hava ofta ein teksthøvund og ein myndahøvund, sum arbeiða væl saman. Eisini eru bøkur, sum sami høvundur ger tekst og myndir til, t.d. Bárður Oskarsson, Edward Fuglø og Edmund á Geilini. Hetta eru t.d. ævintýr um djór, ikki ‘djórabørn’, ið eru lýst sum menniskju, lýst við turrisligum skemti heldur enn av viðkvæmi; onnur eru í hevdbundnum stíli um elskulig ‘djórabørn’ ella um leiku, lýst sum menniskju. B. leita sær eisini evni úr søgu, siðsøgu og søgn. – B. í bundnum máli, serliga við saman við tónleiki, sum er útgivin á fløgu saman við bók ella teksthefti, standa sterkar.
Eftir 2000 hevur stórur gróður verið í føroyskum b. Rákini frá 1990-árunum halda fram og styrkna: hugflog, ímyndan, ævintýr og furða, millumtekstleiki, metasøgur, t.e. søgur, ið á ymsan hátt sipa til og umskriva aðrar, kendar søgur, vinna meira og vinna fram í b. Harafturímóti minkar siðbundin realisma burtur, hóast hon ikki hvørvur. Tað furðuliga og ævintýrliga eyðkennir eisini søgurnar fyri børn í teimum talgildu miðlunum, sum ávirka b. Tann fagurfrøðiligi tátturin í b. er vorðin eitt krav. B. kunnu eins og aðrar bókmentir bæði vera upplýsandi, leiðbeinandi og hava siðaboðskap; men fyri at flokkast undir bókmentir mugu tær uppfylla listfrøðilig krøv og venda sær listfrøðiliga til lesararnar
Steinbjørn B. Jacobsen: “Føroyskar barnabókmentir” Skeggin sept. 1974.
Malan Johannesen: “Børn og føroyskar barnabøkur” Brá 3, 1983.
Turið Sigurðardóttir: “Eftirmæli” (grein um Robinson Kruso og føroysku útgávusøgu hansara), Daniel Defoe: Robinson Kruso, Tórshavn 1990.
Turið bro: Bókin og barnið. Høvuðsritgerð á Føroyamálsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya um føroyskar barnabøkur í tíðarskeiðnum 1987-1997 við atlitit til barnafatanina. 1998. Føroya Landsbókasavn.

barokkur (úr fr. baroque, margháttligur)

Stílhugtak, sum hevur verið nýtt síðan um miðja 19. øld um byggi- og myndlist, sum tók við eftir *endurreisnarstevnuna í endanum á 16. øld og stóð við fram til rokokotíðarskeiðið. Um bókmentir hevur orðið verið ntt síðan seint í 19. øld og hevur í 20. øld fest seg um tíðarskeiðið millum endurreisnarstevnuna og *upplýsingarstevnuna. Umframt at vera heiti á einum ávísum bókmentatíðarskeiði verður orðið b. nýtt sum lýsingarorð um stíleyðkenni í bókmentum frá ymsum tíðum; barokt nevnist tað, tá ið lutir ella fyribrigdi, sum sambært vanligari hevd ikki hoyra saman, verða sett saman, ella t.d. tá ið alskyns lýsingarorð verða sandrað niður umein lut, persón e.a. tíl., stutt sagt tað, sum brýtur harðliga frá klassisku fyrimyndunum. Millum høvundar, ið ofta taka til barokkar snildir, kunnu nevnast so ymiskir høvundar sum William Heinesen (1900-1991), Halldór Laxness (1902-1998) og Jóanes Nielsen (f. 1953).
Men bókmentirnar í b.tíðarskeiðinum eru sera ólíkar í ymiskum londum, og ymiskar áskoðanir hava verið um, hvørjir høvundar hoyra til tann barokka stílin. Summi hava hugtmest at sjálvum stílinum, onnur hava hugt at evnisvali ella roynt at sameina bæði. Ofta verður mett, at spaniólin Luis de Góngora (1561-1627) og italin Giambattista Marino (1569-1625) settu sjøtil á b.; eftir teir báðar eru stílrák uppkallað (gongorisma og marinisma), sum eyðkendust av nógvari og forvitnisligari nýtslu avmyndamáli – samanberingum og myndberingum, alskyns stíltøkum og orðaskreyti, andsagnum, tvørsagnum og orðaleiki. Hesi skald høvdu stóra ávirkan á høvundar í b. í ymsum londum. Hesin stílurin leggur stóran dent á orðasnild og hitna málbering (it. concetto, en. conceit). Men áherðsla á tað óvanliga, og skreytmikil stílur, hevur verið til í ymsum bókmentatíðarskeiðum frá fornari tíð og er ikki nóg mikið til at eyðmerkja b. Tí hava bókmentafrøðingar eisini leitað eftir øðrum eyðkennum, sum kunnu setast í samband við tær stóru broytingar og mótsetningar, sum komu fram í hesum tíðarskeiði politiskt, trúarliga og viðvíkjandi heimsmyndini yvirhøvur: øðrumegin lívshugur, hinumegin longsil eftir at sleppa burtur úr neyðardali og fáfongd jarðarlívsins; lið um lið skartandi lýsingar av vakurleika og dýrd skapanarverksins og avnoktan av virðinum í hesi somu dýrdini og vakurleikanum, tí tey eru so stokkut. Elstu stórverkini í b.tíðarskeiðinum eru leikrit (sponsku Lope de Vega (1562-1635) og Pedro Calderón de la Barca (1600-1681), o.fl.; summi telja eisini William Shakespeare (1564-1616) við), men b.bókmentir eru minni frásagnarskaldskapur og yrking. Í Onglandi verða b.eyðkenni hildin at vera sjónskast hjá sonevndu metafýsisku skaldunum (John Donne, Richard Crashaw, Abraham Cowley, George Herbert, Thomas Traherne, Henry Vaughan); í Norðurlondum eru høvuðsnøvn í b.tíðarskeiðinum t.d. Georg Stiernhielm (1598-1672) í Svøríki, Thomas Kingo (1634-1703) í Danmark og Dorothe Engelbretsdatter (1634- 1716) í Noreg. Í norðurlendskari prosa frá b.tíðarskeiðinum er danska Leonora Christina (1621-1698) eitt høvuðsnavn. Norðmaðurin Petter Dass (1646-1707) er í serbólki millum skald í b.tíðarskeiðinum og høgt mettur í seinni tíðum fyri at yrkja um lívskor fólksins.
Í okkara tíð hevur verið stórur áhugi fyri b.tíðarskeiðinum, ivaleyst partvíst tí at tað hevur verið hildið at líkjast *modernismu á ymsan hátt, kanska serliga viðvíkjandi skaldsligum *myndamáli.
R. Wellek: “The Concept of Baroque in Literary Scholarship” Concepts of Criticism 1963.

beinleiðis persónslýsing

beinleiðis tala (lat. oratio recta; rectus beint fram)

Orð og setningar sett fram óbroytt soleiðis, sum persónarnir søgdu teir. Mótsett b.t. er óbeinleiðis tala, har sum greitt verður frá, hvat persónarnir hava sagt. B.t. verður nýtt bæði í einarøðu og røðu, men tó oftast í samrøðu; b.t. verður nýtt til pallseting av samrøðum til skiftis við ella í staðin fyri lýsing og frásøgn. Málnýtsla og stílur í b.t. nærkast ofta talumáli, serliga um høvundurin leggur dent á at gera samrøðurnar livandi og natúrligar fyri at fáa fram realistiskan dám. Í kvæðunum (*kvæði) verður vanliga skift millum samrøður, frásøgn og lýsing; orðalagið er knapt og mergjað, samsvarandi tí bundna stílinum. Í eldri skaldsøgum og stuttsøgum eru ofta inngangsorð (sum t.d. ‘segði’, ‘helt fyri’) saman við b.t., antin frammanfyri ella aftanfyri, men inngangsorðini kunnu eisini standa mitt inni í tí b.t. Í skaldsøgum í nýggjari tíð verða inngangsorð ofta nýtt til at skila til, hvussu okkurt verður sagt; ofta verða inngangsorð løgd burturúr, og í staðin verður sett reglubrot, sum skal sýna orðaskifti millum persónar, við gásareygum ella uttan.

biskupasøgur

Forníslendskt prosatekstslag, søgur um íslendskar biskupar í 11. – 14. øld, skrivaðar í tíðarskeiðinum um 1200 til um miðja 14. øld. B. eru merkisverdar søguligar heimildir, hóast sjálvandi sagdar úr sjónarhorninum hjá biskupunum og kirkjuni burturav.

blank verse

Ørindislag samansett av jøvnum, rímleysum (=’blank’) reglum. Hvør regla er 10 ella (oftast) 11 stavilsi: 5 øvutir *tviliðir við einum, vanliga áherðsluleysum, stavilsi í endanum. Fyrimyndin fyri b.v. var ein italsk 11- stavilsa ørindisregla, sum varð brúkt í søguyrkingum og leikritum tíðliga í 16. øld og seinni. Í Onglandi var b.v. fyrst nýtt í týðingini hjá Henry Howard (1517-1547), jalli av Surrey, í einum parti av Eneusarkvæði (fyri 1547) og náddi blóma móti endanum av 16. øld í søguyrkingum eftir John Milton (1608- 1674) sum Paradise Lost (1667) og leikritum hjá Christopher Marlowe (1564- 1593) og, fram um øll, William Shakespeare (1564-1616); dømi um blank verse hjá Shakespeare:

Hvør ræður síni lagnu? Alt er farið.
Ver ikki bangin, um eg beri vápn.
Her endar ferðin, her er ytsta nøvin,
Her geisar viti evstu skútu mínar.

Úr Othello, Hanus Kamban føroyskaði

bókadagur

B. varð fingin í lag eftir seinna heimsbardaga. Fyrsti b. var leygardagin 5. oktober 1946, og í nógv ár var hann hildin fyrsta leygardag í oktober. Sverri Fon skrivaði í 1946: “Í ár eru 200 ár síðan J.C. Svabo, orðabókamaðurin og kvæðasavnarin, fyrsta føroyska andliga stórmenni í nýggjari tíð, var borin í heim, og hundrað ár eru liðin síðan V.U. Hammershaimb legði skriftmál okkara í fasta legu, tað, sum hevur verið grundarlagið undir føroyskari menning tey seinastu mannaminnini. Í hesum merkisári er Bókadagurin stovnaður, og er hann ein álvarsom roynd til at fáa fólk at keypa og lesa føroyskar bøkur, so at uppaftur meiri gróður kann koma í skaldskap, upplýsing og annað bókmentaligt lív her í Føroyum.” Undan bókadegnum var bókalisti sendur í hvørt hús í landinum yvir allar føroyskar bøkur, sum fingust. Endamálið var at selja bøkurnar, so at tær kundu verða uppafturprentaðar og nýggjar bøkur kundu koma út. Í greinarstubba, sum sigur frá ætlanini at halda bókadag skrivar Tingakrossur m.a.: “Føroyskar bøkur vilja til hvørja tíð vera berarar av føroyskari mentan, og hanamugu vit hava so nógv út millum fólk okkara sum møguligt. Vit eiga at stimbra lívsmegina í okkum sjálvum og geva henni vakstrarlíkindi” (13.6.1946). Í 1950- og 60-árunum varð bókadagin hildin sum bókmentalig kvøldseta í Sjónleikarhúsinum, samstundis sum hildið varð fast við, at øll áttu at keypa sær minst eina føroyska bók tann dagin. Á bókadagskvøldsetuni 1963 varð spælt eitt brot úr Mariu Stuart eftir F. Schiller, Tummas N. Djurhuus hevði týtt, Eyðun Johannesen leikstjórnaði og Margreta Næss og Kirsten Danielsen spældu. Seinastu árini hevur Rithøvundafelag Føroya skipað fyri árligum bókadegi í Norðurlandahúsinum, har rithøvundar leggja fram nýggj verk og bókahandlarnir selja bøkur.
Sverri Fon. 1946. “Hitt skrivaða orðið,” bls. 1-2. Bókalistin 1946. Tórshavn

bókfrøði

Gamalt orð fyri *bókmentir.

bókmentafrøði

Tann frøðigreinin, ið kannar bókmentir sum fyribrigdi, bæði við at kanna einstøk verk, tíðarskeið ella bókmentirnar hjá einari tjóð, sí*skaldskaparfrøði.

bókmentarák

ella bókmentastevna. Ávísar listfrøðiligar, formligar og heimspekiligar hugsanir og áskoðanir, ið eyðkenna bókmentir í einum ávísum tíðarskeiði ella umhvørvi. Eitt b. kann vera knýtt at víðfevndum rørslum í list og mentan (t.d. *endurreisn, *upplýsingarstevnu, *romantikki, *realismu). Hugtakið b. verður eisini nýtt í trengri merking um hugsan og áskoðan bara viðvíkjandi bókmentum, t.d. *dadaisma, *imagisma.

bókmentasosiologi

bókmentastovnur

Øll tey tiltøk og skipanir, ið virka rundan um bókmentirnar og bókmentirnar virka í: forløg, prentsmiðjur, útbreiðslufyritøkur, handlar, ummælarar, skúlar, bókasøvn, virðislønarnevndir, úrvalsrit, skúlabøkur o.a. B. ger av, hvat er viðurkent í samfelagnum sum góðar bókmentir og hvønn sess teir ymsu høvundarnir og tey ymsu verkini fáa. Sí *samfelagsfrøðilig bókmentagransking 2.

bókmentasøga

B. er søga um bókmentir. B. er eitt tekstslag, sum mentist, tá ið hugtakið søgulig menning varð til í Evropa umleið ár 1800. B. byggir á vísindaliga gransking og greining av framvøkstrinum hjá bókmentum. B. er oftast skrivað sum søgan um bókmentirnar hjá einari tjóð, men aðrar skilmarkingar eru eisini, t.d. søgan um norðurlendskar bókmentir, kvinnubókmentir, arbeiðarabókmentir o.a.
Malan Marnersdóttir: „Føroysk bókmentafrøði” Bragi 1999, 1, bls. 11-17. Turið Sigurðardóttir: „Bókmentasøguskriving” Bókmentasøgur 2004, bls. 7-26.

Bókmentavirðisløn M.A. Jacobsens

Bókmentavirðisløn, sum Tórshavnar býráð hevur latið síðan 1958 fyri fagurbókmentir og yrkisbókmentir til minnis um bókmentamannin og býráðsformannin Mass Andrias Jacobsen (1891-1944). Fyrsta árið, virðislønin varð veitt, fekk Jóan Chr. Poulsen 500 kr. í virðisløn fyri yrkisbókmentir fyri bókina Føroysk orðafelli og orðtøk, og Tummas N. Djurhuus fekk 500 kr. í virðisløn fyri fagurbókmentir fyri yrkingasavnið Og dansurin gongur. Í 1996 varð virðislønin broytt og eitur nú *Mentanarvirðislønir M.A. Jacobsens.

Bókmentavirðisløn Norðurlandsráðs

Bókmentavirðisløn, sum Norðurlandaráðið stovnaði í 1962 og sum verður latin hvørt ár fyri eitt norðurlendskt bókmentaverk. Í 1965 varð virðislønin býtt millum tveir høvundar: William Heinesen (1900-1991) fekk virðisløn fyri skaldsøguna Det gode håb og Olof Lagerkrantz (1911-2002) fyri Från helvetet till paradiset. Síðan 1985 hevur ein føroysk nevnd, vald av Rithøvundafelag Føroya, gjørt sjálvstøðuga føroyska innstilling til virðislønina. Rói Patursson (f.1947) fekk virðislønina í 1986 fyri yrkingasavnið Líkasum.

bókmentir (lat. litteratura, skrift, skrivað mál, av littera, bókstavur)

1) í víðastu merking alt skrivað og prentað mál. 2) alskyns skrivaður skaldskapur í bundnum og óbundnum máli, umframt onnur ritverk, sum á onkran hátt seta evni sítt fram á listarligan hátt (t.d. søguskriving, røður, essay o.s.fr.). 3) Summi hava nýtt og nýta hugtakið b. bara um skaldslig rit við teirri grundgeving, at rit, sum í ávísan mun eru serfrøðilig ella fáast við almenn evni, verða ikki mett til gagns uttan við serfrøðiligum ella samfelagsligum og politiskum grundgevingum. Tað er tó greitt, at mong slík rit hava verið og verða lisin av bókmentaligum áhuga, t.e. bæði vegna stílsnild og felags menniskjansligt virði.
Arbeiðsøkið hjá bókmentafrøðingum var vissuliga leingi b. í enn trengri týdningi, nevniliga bara tey skaldverk, sum lúka ávís dygdarkrøv við atliti at listarligum virði (*bókmentafrøði, *skaldskaparfrøði). Dagdvølju- ella lættisoppabókmentir og alskyns lesnaður hjá almenninginum hevur í høvuðsheitum staðið uttan fyri rannsóknirnar hjá bókmentafrøðingum. Men harumframt hava fólk verið sera ójøvn á máli um, hvat skuldi teljast til b. hesum týdninginum, og eingin algild skilmarking er til av hugtakinum.
Tey seinastu áratíggjuni eru hendar stórar broytingar í hugburðinum viðvíkjandi hesum evninum; bókmentafrøðingar geva sær nú meira far um alskyns dagdvøljubókmentir og lesivanar; hesin áhugin hevur sett sær spor í granskingargreinum innan bókmentafrøði sum samfelagsfrøðiligari bókmentagransking og móttøkugransking.

bókskrivari

Gamalt orð fyri rithøvund. Orðið er at finna í Fuglaframa nr. 14, ár 1900.

bókstavarím

brot (lat. fragmentum)

1) Handrit ella ritverk, sum ikki er varðveitt í heilum líki. Stór nøgd av tílíkum b. eru frá tíðini undan prentkynstrinum, t.d. verk hjá nógvum fornklassiskum høvundum. 2) Ófullført ritverk í bundnum ella óbundnum máli, antin høvundurin gavst á miðjari leið, doyði frá verkinum ólidnum ella gav tað út sum b. og undir tí heitinum. Tað seinna gjørdist vanligt í romantiska tíðarskeiðinum, tá høvundar gjørdu uppreistur móti teimum føstu formkrøvunum hjá klassisismuni og hevur verið vanligt síðani. Eitt dømi um modernað b. er Reglur (1994) eftir Tórodd Poulsen (f.1957).

brotsmálasøga

broysa

Táttur; í søgnini um stóra Gutta (Jakob Jakobsen (1864-1918): Færøske Folkesagn og Æventyr, I, bls. 200, Tórshavn 1972) er greitt frá eini hending sum hevði við sær, at ein b. varð yrkt: “...Eina ferð, sum teir báðir, Jógvan og Gutti, vóru í Sørvági, fóru Sørvingar upp á gólv og kvóðu ein grovan tátt um Mikinesmenn. Gutti segði tá við Jógvan, at nú var tíð kjá honun at royna seg: hann mátti irkt eina broysu atturímóti alt í einun. Jógvan var ikki tiptur, men irkti ein tátt um Sørvingar alt í senn, ørindi atturímóti ørindi – alt fadl í rím kjá honun. So fóru Gutti og hann upp í ringin báðir og kvóðu táttin. Ikki var hann mjúkari enn hin, ið Sørvingar høvdu kvøðið, og so óðir vóru báðir partar, kvør inn á annan, at sakin kom firi rættin, men endaði tó so, at teir samdust attur...”.

broyting

B. er navnið á teirri stavsetingini, sum Føringafelag samdist um í 1895.
 Nevndin, sum Føringafelag hevði sett, hevði fund 20. oktobur 1895, og tá legði Jakob Jakobsen fram uppskot til broytingar í galdandi stavseting, stavseting Hammershaimb; nevndin viðgjørdi uppskotið og setti síðani frambroytingaruppskotið, sum varð samtykt. Tað fylgir Jakob Jakobsen í mongum lutum, men leggur seg tó nærri Hammershaimb; serliga er at nevna, at ð varð ikki tikið burtur, sum Jakob Jakobsen skeyt upp.
Í Føringatíðindi nr. 1, bls. 2-3, 1896, eru bæði uppskotið hjá Jakob Jakobsen og tað, sum nevndin samdist um, prentað:

Uppskotið hjá Jakob Jakobsen er soleiðis:
i og y skulu skrivast i
í og ý skulu skrivast í
bara eitt ø skal skrivast [Hammershaimb gjørdi mun millum ø og ö]
ei verður broytt til ai
ð fer burtur; í staðin verður skrivað j, tá ið tað ljóðar so, v, tá ið tað ljóðar so, og einki tá ið einki hoyrist
j verður sett framman fyri i (ájin) og v framman fyri u (fávur)
g verður broytt til j framman fyri i, tá ið tað ljóðar so (lájir)
hj og kj verða skriva kj
hv og kv verða skrivað kv
ll verður skrivað dl, tá ið tað ljóðar so rn verður skrivað dn, tá ið tað ljóðar so
í staðin fyri bendingarendingina -um verður skrivað, sum tað ljóðar: -un
í staðin fyri aftur, aftan, eftir verður skrivað ‘attur, attan, ettir.’

Fundurin umrøddi uppskotið og kom á samt um hesar broytingarnar:
i og y skulu skrivast i
í og ý skulu skrivast í bara eitt ø skal skrivast
hj, tá ið tað ljóðar sum kj, og kj verða bæði skrivað kj
hv og kv verða skrivað kv
ll verður broytt til dl, tá ið tað ljóðar so
rn verður broytt til dn, tá ið tað ljóðar so
í staðin fyri ‘aftur, aftan, eftir’ skal skrivast ‘attur, attan, ettir’ (men ‘aftan’ í t.d. jólaaftan).

Áðrenn broyting varð samtykt, nýtti Jakob Jakobsen sína ljóðfrøðiligu stavseting í tí, hann gav út á prenti; Tvär smásøvur, 1891, eftir Maupassant, sum hann týddi og gav út, hava ljóðfrøðiligu stavsetingina. Eftir at broyting varð samtykt, nýtti Jakob Jakobsen hana í verkum sínum Sagnum og ævintýrum, 1898-1901, og bókini um Nólsoyar-Páll, 1908-12. Ein onnur týdningarmikil bók, ið nýtti broyting, var Bíbilsøga, 1900, eftir Jógvan Poulsen. Tá ið av tornaði, vann broyting ikki frama men stavsetingin hjá Hammershaimb.

brævskaldsøga (tý. Briefroman)

Skaldsøga, har hendingagongdin burturav ella í høvuðsheitum er endurgivin í brævformi, vanliga gjøgnum brøv, sum ein persónur skrivar, men viðhvørt brøv hjá fleiri persónum. B. blómaði í Evropa í 18. øld. Montesquieu skrivaði Lettres persanes, 1721, í speiskum, lærandi stíli. Onglendingurin Richardson skrivaði b. Pamela, 1740, og Clarissa, 1748. Rousseau skrivaði La nouvelle Héloïse, 1761. B. hjá Goethe, Die Leiden des jungen Werthers, 1774, er brøvini hjá høvuðspersóninum. B. varð eisini nógv brúktur formur í 19. øld. Í 20. øld hvarv b. at kalla av ritvøllinum, m.a. tí at tað gekk aftur á hondina við brævskriving. Tað er sostatt neyvan av ongum, at b. hjá William Heinesen Det gode håb, 1964, er ein søgulig skaldsøga.

bundið mál (poesiur)

Skaldskapur við fastari rýtmu og/ella fastari reglulongd og/ella rími, settur upp í ørindisreglur og ofta í ørindi.
Í eldri tíð hevði meginparturin av øllum skaldskapi fasta rýtmu og/ella regluligar ørindisreglur umframt rím av onkrum slag. Sjónleikir vóru í bundnum máli fram til 19. øld. Í vesturlendskum skaldskapi er tað nú vanligari, at yrkingar ikki hava fasta rýtmu, reglulig ørindi og rím.
Nú á døgum er tað bara tað síðst nevnda av formligu eyðkennunum á bundnum máli sum er avgerandi fyri, hvat verður kallað bundið mál, t.e. at teksturin er settur upp í ørindi, sum kunnu vera ymisk sínámillum. Meira umráðandi fyri nútíðarskaldskap í bundnum máli enn tey formligu eyðkennini er tann skaldsliga viðferðin av merkingarsíðum málsins. *Óbundið mál.

burtskotran (tý. Verdrängung, en. repression)

Hugtak í sálargreiningini hjá Sigmund Freud (1856-1939). *Sálarfrøðilig bókmentagransking.

bygging (da. komposition)

B. er tað, hvussu einstakir lutir í einum skaldverki mynda heildina í verkinum; ilt er at gera fullfíggjaða skilmarking av hesum hugtakinum. Ofta verður b. býtt sundur í ytri b. og innari b.; við ytri b. meinast við sjónsk formeyðkenni, sum t.d. at ein yrking er býtt sundur í reglur og ørindi, skaldsøga í kapittul og leikrit í partar. Innari b. liggur í sínámillum sambandin um millum teir ymsu tættirnar, sum saman eru skaldverkið og meginmerking tess; partur av tí er altíð sjálvt málið: orðamerkingar, ljómur, ljóðfall, *stílur; viðvíkjandi innari b. í frásøgubókmentum er viðkomandi at hyggja at *motivum, *fábli, *frásøgufólki; serliga í yrkingum kann *myndamál  eisini vera partur av innari b.

býttlingasøgur

Býttlingasøgur eru stuttar søgur, sum halda fávitskut fólk og teirra gerðir fyri gjøldur, vanligar í munnligari frásagnarlist og oftast knýttar at ávísum støðum, helst fjarskotnum smábygdum. Hammershaimb hevur tríggjar søgur, sum hann bólkar undir býttlingasøgum í Anthologiini (I: 383-385). Aðrar b., sum hava verið sagdar í Føroyum, eru ikki uppskrivaðar. B. eru til í nógvum londum og ein stórur partur er ferðasøgur. Í íslendskum skaldskapi av manna munni verður tosað um bakkabrøðrasøgur, í donskum høpi molbúgvasøgur, og í Norra verða b. sagdar um fólk í Voss. Sí eisini *táttur, 3.
“Molbohistorie”. Gyldendals litteraturleksikon.