fagur

Listfrøðiligur, estetiskur. Fagrar bókmentir, *fagurbókmentir ella fagrar bókmentir eru skaldsligar bókmentir t.d. skaldsøgur, stuttsøgur, yrkingar, sjónleikir. Mótsettar føgrum bókmentum eru *yrkisbókmentir. *Bókmentir.

fagurbókmentir

Fagrar bókmentir; sbr. *yrkisbókmentir.

fábil (lat. fabula, dømisøga)

*dømisøga 2). Sum bókmentafrøðiligt hugtak gongur f. aftur til *russiska formalismu, og seinni hava bókmentafrøðingar, sum hoyra til *nýkritikkin nýtt tað. F. er evniskjarnin í søgugongdini í frásøgn av onkrum slag (skaldsøgu, stuttsøgu, leikriti); f. er høvuðstættirnir í søguni, uttan at teir eru knýttir til ávísar einstaklingar, ávísa tíð ella umhvørvi, settir fram í rættari tíðarrøð (t.e. uttan atlit at søgutíðini í verkinum)

ferðafrásøgn

Eitt av elstu og mest víðfevndu sløgunum av teksti. Ferðafrásagnir finnast frá øllum tíðarskeiðum í søguni. Yvirskipað verður skilt millum frásagnir frá veruligum ferðum og
íspunnar ferðafrásagnir, t.e. eitt nú satiriskar frásagnir frá ferðum til lond, sum ikki eru til,men eru hugsaði. Felags og grundleggjandi eyðkenni fyri ferðafrásagnir er, at ein ferð er
evnið í teimum. Tískil lýsa tær altíð ein samanbrest millum kent/heimligt og ókent/fremmant. Flestu bókmentagranskarar velja at taka íspunnar ferðafrásagnir burtur úr skilmarkingini og einans halda seg til frásagnir, sum lýsa eina ella fleiri ferðir, sum tann, ið skrivar tær, hevur verið á. Tað merkir, at tann, sum skrivar eina ferðafrásøgn, sjálv/ur er høvuðspersónur í henni. Einfalt er tað kortini ikki, tí ferðafrásagnarhøvundar blanda ikki so sjáldan ymiskt íspunnið upp í sínar frásagnir, og tað var leingi eitt krav til ferðafrásagnir, at tær skuldu innihalda lýsingar av tí “ótrúliga” ella “undrunarverda” (“wonders”). Grikkar skrivaðu fleiri ferðafrásagnir í fornøld, kend er frásøgnin hjá Pytheas úr 4. øld. f. Kr., og úr Miðøld kenna vit frásagnir frá t.d. pílagrímsferðum. Rannsóknar- og uppdagingarferðirnar í 14. til 17. øld elvdu til nógvar ferðafrásagnir. Endamálið við ferðafrásagnum tá var at skráseta og greiða frá ókendum londum. Vanliga tóku kongar ella vísindalig feløg í Evropa stig til slíkar ferðir. Í 18. øld gjørdust frásagnir frá sonevndum búningarferðum vælumtóktar. Í 1813-17 gav Goethe út sína kendu ferðafrásøgn Italienische Reise. Heldur enn sjálva ferðina í ókendum umhvørvi lýstu slíkar ferðafrásagnir upplivingar, hugsanir og kenslur hjá tí ferðandi, sum skuldi brúka ferðina til persónliga búning. Bókmentagranskarar vísa stundum á eina sonevnda snaring inneftir um ár 1800. Hóast ferðafrásagnir frá uppdagingarferðum framvegis vóru vælumtóktar, og fleiri vórðu skrivaðar – eitt nú kendu ferðafrásagnirnar eftir H.M. Stanley How I found Livingstone (1872) og In the Darkest Africa (1890) – so var tað nú í størri mun tann ferðandi høvundurin, sum var evnið, og í minni mun ókend lond ella øki. Føroyski Sigert Patursson gav í 1901 út ferðafrásøgn úr Sibira, nevnd Sibirien i vore dage, sum bæði var ein frásøgn frá einari rannsóknarferð og ein stundum skaldslig lýsing av upplivingum og hugsanum á ferðini. Í 20. øld gjørdust ferðafrásagnir meiri og meiri persónligar og fingu eyðkenni úr bæði skaldsøgum og ritroyndum. Bretin Bruce Chatwin endurnýggjaði tekstslagið við útgávunum In Patagonia (1977) og Songlines (1987). Spurningurin, hvørt ferðafrásagnir vóru at rokna sum fagurbókmentir ella yrkisbókmentir tók seg upp av nýggjum, tí skaldsliga virði í hansara frásagnum tóktist vera tað sama sum í góðum skaldsøgum. Føroyski presturin og bíbliutýðarin Kristian Osvald Viderø skrivaði sítt egna slag av hugleiðandi ferðafrásagnum miðskeiðis og í seinnu helvt av 20. øld, eitt nú Ferð mín til Jorsala (1957), og seinni hevur Durita Holm givið út ferðafrásagnir, t.e. Ferðin um bláu gongustjørnuna (1999) og Á smølum andalusiskum gøtum (2003). 

Carl Thompson: Travel Writing, 2011. Paul Fussell: Abroad. British Literary Travel Writing Between the Wars, 1980. David G. Farley: Modernist Travel Writing. Intellectuals Abroad, 2010. Bergur Djurhuus Hansen: Er heima til?, 2015. Turið Sigurðardóttir: Sigert, 1994. 
BDH

figurur (lat. figura likam, formur)

Í klassiskari tungulist og stílfrøði verður skilt ímillum *tropur og figurar sum tvey snið av kynstrigari málnýtslu í røðu og riti. Tropur eru orð, ið verða nýtt í fluttari merking ( *myndburður, *sýmbol). Figurar eru stílsnildir, sum byggja á orðarað og setningafrøðiligar tættir. Figurar býtast í ymsar undirbólkar:
Endurtøkufigurar eru: *anafora; epanalepsis (felagsheiti fyri endurtøku-figurar); epanastrofa (síðsta orð í ørindisreglu verður endurtikið fremt í næstu reglu; vanligt hjá A. Brorson, her í týðing eftir J.H.O.D.: “Gloppast eitt sindur steingjandi grindir, / steingjandi grindir, tá gerst tú glað”); *epifora; epizeuxis (endurtiknu orðini ella liðirnir standa lið um lið, t.d. “Móðurlandið, móðurlandið,” Jóannes Patursson; “Í grønum dølum, í grønum dølum” J.H.O.D.); hendiadýs (endurtøka við frábrigdi, sama hugmynd orðað við 2 navnorðum í staðin fyri lýsingarorð + navnorð, t.d. “ígjøgnum veður og vind”, t.e. vindsamt veður; “Ljós og gleði”, t.d. ljós gleði); metabola (øvut endurtøka , t.d. “eg í øllum, alt í mær”, Karsten Hoydal “Mikið varð mær givið”. Sum tvíliðaður figurur fellur metabola saman við *krossbrigdi, ið tó sum oftast ikki hevur einsorðaðar liðir); paronomasi (ljóðspæl, orðaspæl; í ymiskum líki í ymiskum bókmenta-tíðarskeiðum; í En folkefjende sigur Stockmann lækni við blaðstjóran, sum aftrar seg við at prenta grein um, at vatnið í býnum er heilsuskaðiligt: “Tør De ikke? De som er redaktør?”); pleonasma (orðing við ov nógvum orðum, t.e. við orðum, sum einki skoyta upp í merkingina; p. verður mett sum lýti; dømi: tápuligur býttlingur, gamal oldingur); polýtoton (endurtøka av sama orði í ymsum bendingarformum, t.d. “gudanna Guð” Grundtvig/ Louis Zachariasen); sýmploka (samanflætting, rammuendurtøka; somu orð endurtikin í byrjan og enda á setningi ella ørindi); *tautologi.
Mótsetningsfigurar eru: antitesa, sí *mótsetningar; kiasma, sí *kross-brigdi; oxýmoron (tilætlað sjálvmótsøgn, samanseting av orðum, sum merkingarliga benda hvørt sín veg, nógv brúkt í barokki og surrealismu; dømi: “vísur dári”); paradoks, sí *tvørsøgn; zeugma (tveir ella fleiri setningsliðir við ólíkari merking verða knýttar saman við tí triðja, sum sambært vanligari merking bara hóskar saman við øðrum teirra; zeugma verður brúkt t.d. í komiskum stíli, í hittinorðum og í impressionistiskum stíli; dømi: “Lívið er sum ein barnaskjúrta, stutt og skitið”).
Leikfigurar eru: *aposiopesa; *apostrofa; ellipsa (eitt ella fleiri orð ella setningsliðir eru lagdir burtur úr setningi, uttan at tað órógvar fatanina); graduatión (stigvís styrkjan ella veikjan av orðing) ; hýperbaton (óregluligt orðarað; dømi “ríkir menn og reystir”; *ironi; retoriskur spurningur; visión (ein háttur at mana myndir, sjónir, dreymar o.a.tíl. fram, sum um hendingarnar fóru fram fyri eygunum á lesaranum; dømi: “Lurta, lurta – eitt ljóð er enn, /tað er barna- og einkjugrátur”, J.H.O.D.: “Eitt summarkvøld í Klaksvík 1841”).
Ljómfigurar eru: *rím ( *alrím, *assonansur, *hálvrím, *kallrím, *kvinnurím, *stavrím); orðaspæl; evfoni (vælljóð); hiat (lat. hiatus glopp, gjógv; tá ið tvey sjálvljóð sum líkjast ella eru eins renna saman, skapast ljóðglopp; var hildið at lýta skaldskap, men verður eisini brúkt tilvitað av skaldum, ið gera nógv burtur úr ljómi).
Ulla Albeck: Dansk stilistik. Gyldendal 1965.
 

fiktionalitetur

F. er ein eginleiki hjá teksti, skrivligum, munnligum, visuellum ella talgildum teksti. F. er eitt tekin um, at allur teksturin ella partar av honum ikki vísa beinleiðist til veruleikan, men heldur bjóða lesaranum at fata tað frásagda sum íspunnið, tó at tað ikki er lygn. F., fiktión og fiktionalisering fevna ikki bara um bókmentir, men eisini um stórar partar innan mentanar- og samfelagslívið, sum t.d. politiskar røður (“Ich bin ein Berliner”, “I have a dream”, “Yes, we can”), dokumentarsendingar, Facebook, gerandismál, valskráir og sjálvandi film og skaldsøgur.

Fiktionalisering er nakað, sum ein ger við eina útsøgn um veruleikan við vilja, við eini ætlan og einum endamáli. Fyri lesaran ella móttakaran hevur fiktionaliseringin týdning fyri at skilja útsøgnina og gera hana viðkomandi fyri samanhangin. 

Enski granskarin Richard Walsh (1964-) og hansara ástøði um f. frá 2007, The Rhetoric of Fictionality, hevur havt stóra ávirkan á kjakið um fiktión. Har setir hann heitið “fiktionalitetur” fram sum retoriska strategi innan samskifti, tí hetta heitið kann brúkast tvørtur um tekstsløg og miðlar. Hann tekur m.a. støði í teirri sonevndu óbeinleiðis talugerðini ella taluhandlingini (“Indirect Speech Acts”1975) hjá Searle (1932-). Searle lýsir ta óbeinleiðis talugerðina sum eina talugerð, har ið sendarin ikki bókstavliga meinar tað, ið hann sigur, ella hann meinar meira enn tað, sum hann bókstavliga sigur. Hetta svarar til implikaturin, sum H. P. Crice (1913-88) kom við í 1967. Skal talugerðin eydnast, er neyðugt, at móttakarin skilir implikaturin – tað, ið býr undir, ella tað, sum verður sagt ímillum reglurnar í óbeinleiðis talugerðini. 

Walsh víðarimennir grundregluástøðið hjá Crice, t.e. tær fýra grundreglurnar, ið hann setir sum treyt fyri væleydnaðum samskifti: 1) útsøgnin má vera upplýsandi, 2) hon má vera røtt, 3) viðkomandi og 4) neyv. Walsh metir, at tað, at tað sagda er viðkomandi, hevur størri týdning enn rættleikin. Searle sjálvur helt somuleiðis relevansin vera tað mest umráðandi, um móttakarin skuldi skilja ta óbeinleiðis talugerðina, tí hon er eyðkend av ikki at hava eyðsæddan relevans fyri samtekstin, sum hon er partur av, og tí krevur hon, at móttakarin leitar eftir einum viðkomandi samteksti. Hetta krevur samstarv ímillum sendara og móttakara, eina felags viðkomandi undanvitan og evnini at hugsa skilvíst og at koma til skilvísa niðurstøðu. Vit kunnu taka eitt ítøkiligt dømi: A spyr B, um hann vil við í biograf, og B svarar, at hann skal til próvtøku í morgin. Svarið er ikki skilvíst sambært samskiftisfortreytunum (teimum fýra grundreglunum), tí tá átti svarið at verið antin ja ella nei, men verður tað tulkað sum ein grundgeving, so hevur tað merking og er viðkomandi. 

Í nógvum verkum kann f. berast saman við ta óbeinleiðis talugerðina, tí bæði eru tvítýdd og eru bundin av móttøkuni fyri at verða skilt, og samstundis liggur eitt meirvirði í báðum, ið gevur eykamerking og dýpd í senn. Sambært Searle eru fimm ymiskar talugerðir, sum vit kunnu skapa ígjøgnum málið, nevniliga 1) at siga frá, 2) at royna at fáa onnur at gera eitthvørt, 3) at áleggja, 4) at úttrykkja kenslur og 5) at skapa broytingar. Ígjøgnum óbeinleiðis talugerðir kunnu vit inna fleiri talugerðir í senn. Hesin sami eginleikin liggur í f. 

Sig at du lyver (2011) eftir Silviu Henriksdóttur er eyðmerkt sum skaldsøga, men samstundis á bakpermuni eyðmerkt sum sjálvupplivað søga. Tað er greitt, at høvundurin minnist ikki hendingar og samrøður nágreiniliga og orðarætt. Til ber at lesa tær sum dømi um f. Eitt dømi er fyrsta hendingin í bókini, tá ið barnið er dottið á sjógv og liggur niðri í sjónum (s. 5-7). Kjarnin í hendingini er sonn, og rundan um hendingina fiktionaliserar høvundurin tankar og samanhangin. Sama kann sigast um samrøður ímillum mammuna og eg-ið á barnaárum, eisini tær eru fiktionaliseraðar út frá tí sannlíka, møguliga og viðkomandi, so tær verða trúligar og skriva seg inn í samanhangin. 

Í autofiktión sæst ofta ein glíðing ímillum tvítáttaða leiklutin sum offur og rithøvund í ynskinum um at vilja fjala tað privata og samstundis at vilja seta orð á órætt og at avdúka. Skaldskapur kann umskapa og klæða í, meðan tað sjálvsævisøguliga, sum er pliktað av veruleikanum, letur úr og vísir tað nakna; í sprekkuni harímillum liggur hybrida autofiktiónin við f. og tekur broddin av tí nakna og hylur sárseykan.

Louise Brix Jacobsen o.o.: Fiktionalitet 2014. Simona Zetterberg Gjerlevsen.: “En seriøs sprogteoretisk fiktionalitetsdefinition”, Fiktion og fortælling. Kultur og Klasse, nr. 115, 2013: 57-68. Richard Walsh: Fiktionalitetens retorik. Narrativ teori og idéen med fiktion 2013. Widell, Peter: “Hvad er tekstfiktion?”Malunarmót 2012: 479-507.

LD

firring

firvaldur ella “S-frymil”

Strukturalistiskur máti at vísa tematisku gongdina í teksti. “S” stendur fyri “sem” = minsta merkingareindin. Høvuðsmótsetningarnir í einum teksti verða funnir. Vit kunnu taka Burtur á heiði (1975) eftir Marionnu D. Dahl (f.1947) sum dømi. Siga vit, at høvuðstemað er vinskapur, so kann grundleggjandi mótsetningurin í søguni sigast at vera vinskapur – fíggindaskapur. Fyri at koma frá vinskapi til fíggindaskap skal vinskapurin fyrst noktast. Tað verður víst soleiðis:
_____________ 

vinskapur


Og øvugt: skal fíggindaskapurin vendast til vinskap aftur, so skal hann noktast; tað verður víst soleiðis:
________________
fígginadaskapur
  
Í Burtur á heiði verður vinskapurin noktaður, tá ið André lýgur fyri vinmonnunum um útvarpstólið, og hann verður til fíggindaskap, tá ið hann verður avdúkaður. Hinvegin kemur dreingjaflokkurin í eina ótolandi støðu, tí at André er farin burturúr – har er trot og longsil. Vinskapurin kemur í aftur, tá ið hinir fyrigeva André og hann iðrar seg:

S-frymilin
S-frymil
Dømi (Burtur á heiði)
domi

(1) André lýgur.
(2) Hann verður avdúkaður.
(3) Hinir dreingirnir sakna André – vinaskarin er ófullfíggjaður: trot.
(4) Teir fyrigeva André, hann iðrar seg.

Torben Kragh Grodal o.a.: Tekststrukturer. En indføring i tematisk og narratologisk tekstanalyse 1974. Finn Brandt-Pedersen og Anni Rønn-Poulsen: Metodebogen. Analysemetoder til litterære tekster 1980 og seinni. Malan Marnersdóttir o.fl.: Vinalagið, náttúran og samfelagið. Tættir í ritverki Marionnu Debes Dahl 1994, bls. 12-15.
MM

fjald beinleiðis tala (lat. oratio tecta; fr. style indirect libre; tý. erlebte Rede)

Ein frásøgutøkni, sum kámar munin millum røðu og frásøgn, millum beinleiðis talu og óbeinleiðis talu.
Fjald beinleiðs tala er í málfrøðiligari tátíð (innaneinrøða er harafturímóti í nútíð), vísir seg sum frásøgn, men er fjald røða hjá persónunum og hevur tí ofta talumálsdám.
Fjald beinleiðis tala kann standa sum innskot í beinleiðis ella óbeinleiðis talu, sum t.d. í stuttsøguni “Fyri fyrst” eftir Mariu Mikkelsen. Skiparin Per í Vík er komin inn á skrivstovuna hjá reiðaranum og tosar við skrivstovudreingin; Per hevur orðið: “... [ beinleiðis tala:] – Ná – so var tað hasin seðilin upp á saltið og handan undirskriftin! Les upp! [Fjald beinleiðis tala:] Jú, reiðarin var nú ein rættur maður upp á sín post...”.
Fjald beinleiðis tala kann eisini vera skotin inn í frásøgn, sum t.d. í stuttsøguni “Bolla” eftir Heðin Brú: “[frásøgn:] Tað fór sum eldur til høvdið á Bolla, hann brendi á dyr. [Fjald beinleiðsi tala:] Skuldu teir nú ikki geva honum frið inni í húsunum heldur?”
Fjald beinleiðis tala er nær skyld við innaneinrøðu. Men meðan henda seinna er í 1. persóni, krógvar fjald beinleiðis tala persónsviðurskiftini við at vera í 3. persóni. Sí *impressionisma.

fjórleikur (da. tetralogi; úr gr. tetra ferfalt, logos orð, tala)

Fýra bókmentaverk, sum hvørt sær eru ein heild, men sum hoyra saman. Formurin hevur uppruna í forngrikskum leikritum. Skaldsøgan Alexandriakvartettin (1957-60) eftir Lawrence Durrel (1912-1990) er dømi um f.

flokkur

Kvæði í dróttkvæðastíli. Munurin á f. og *drápu er tann, at f. hevur ikki *stev og er yvirhøvur styttri, og tí var f. mettur sum minni vert lovkvæði enn drápa.

formalisma

Í víðastu merking dyrkan av tøkni í listini, mótsett evni, bæði í fagurbókmentum og bókmentakritikki. Heitið hevur verið nógv nýtt í niðrandi merking um bókmentir, sum leggja dent á formin og skilja hann frá merking skaldverksins. Í nútímans bókmentaumrøðu vísir heitið ofta serliga til grundreglurnar hjá ymsum russiskum og kekkiskum teoretikarum; sí *russiska formalismu.

formáli

Forleikur til leikrit. Eftir fyrimynd frá klassiskum leikritum varð f., prologur, næstan altíð nýttur í eldri leikritum, men hann hvarv í realismuni. Í 20. øld kom f. aftur í nýtslu. Hugtakið f. verður eisini nýtt um eina og hvørja byrjan á einum bókmentaverki, sum kunnar um týdningarmestu evnini.

fornaldarsøgur, f. Norðurlanda

Ein grein av fornnorrønum prosabókmentum; flestar av søgunum, ið verða nevndar f. N. fara fram í Norðurlondum í fornøld, tíðini áðrenn Ísland varð nomið. Heitið f. N. fingu hesar søgur í fyrstu heildarútgávuni (C.C. Rafn, Keypmannahavn 1829-30). F. N. kunnu býtast leysliga eftir evni í hetjusøgur, víkingasøgur og ævintýrasøgur. Týðuligast eru tær hetjusøgur avmarkaðar, sum styðja seg til forn hetjukvæði, t.d. *Vølsungasøga, Norna-Gests táttur, Heiðrekssøga, ella hetjusagnir, t.d. Ragnars søga loðbrókar, Rólvs søga kraka, Søga Hálvs og Hálvsrekka. Flestar av hesum søgum eru tó blandaðar við onnur evni. Hetjusøgurnar millum f. N. víkja frá hinum bólkunum við ta, at tær varðveita ofta nakað av tí harmbundna, tragiska, hugburðinum í hetjukvæðunum (*eddukvæði, *hetjukvæði): hetjurnar eru ikki ósigrandi, men falla við sømd ella verða feldar við sviki. Víkingasøgur líkjast ævintýrum; tær eru ofta ævisøga hjá einari ella tveimum hetjum og enda ofta við, at kappin fær løn fyri avreksverk síni, kongsdóttur og ríki ella, í hvussu er, mæta konu og góða umrøðu.
Hildið verður, at f. N. hava livað á manna munni, hava verið sagdar til stuttleika og lærdóm og skrivaðar upp við sama endamáli. Hildið verður, at tær flestu eru uppskrivaðar í seinnu helvt av 13. øld; einki handrit av nakrari f. er eldri enn 1300, og tey flestu eru nógv yngri. Allar varðveittar f. eru festar á blað í Íslandi og tær flestu helst fyri 1400; onkrar kunnu vera yngri.
Søguevnini í f. eru órealistisk og ævintýrlig, hetjurnar eru ovurmenni, sum sigra bæði jatnir og skrímsl eins væl og menn. Persónarnir í teimum yngru f. eru týpur, antin ljósir ella døkkir. Í f. eru ymsar lýsingar av fremmandum londum, bæði til stuttleika og lærdóm; hesar lýsingar hava samsvaran í landafrøðiritum úr samtíðini. Í f. eru nógvar fjakksøgur og ævintýramotiv; summi teirra ganga aftur í fleiri søgum. Tað sama er við ymsum føstum frásøguliðum; tað er ikki vist, at her er talan um beinleiðis ávirkan frá einari søgu til aðra, hóast tað hevur verið hildið; eins væl kann her vera talan um munnliga frásøguhevd.
F. leggja høvuðsdentin á skjóta frásøgn og spennandi hendingar, hóast tað oftast er greitt, at alt fer at enda væl. Stílur og orðalag í teimum eldru f. standa nærri *kongasøgum og *íslendingasøgum, har er søgupallurin eisini heimurin hjá víkingaøld, hóast vissuliga merktur av hugflogi og av, at nógv er avgjørt. Ávirkan frá *riddarasøgum er greið í yngri f., bæði í orðalagi og lýsingum, sum eru fingnar frá fyrimyndum úr riddaramentanini. Tað er skilligt, at f. vóru leingi ógvuliga væl umtóktar, bæði av tí at tær eru varðveittar í nøgd av handritum, og tí at tær hava verið yrkisevni hjá føroyskum og norskum kvæðaskaldum og ikki minst hjá íslendskum rímnaskaldum.
F. vóru fyrst útgivnar í Svøríki í 1664. Tann skaldskapurin í bundnum máli, sum er partur av f., var útgivin fyri seg í Eddica minora 1903.

fornyrðislag

Fornt ørindislag, runnið av forngermonskum ørindislag. Finst á norrønum rúnaristum frá 9. øld, vanligt í eddukvæðum og seinni. Hvør ørindisregla hevur altíð tvey áherðslustavilsi, men nøgdin av forliðum og áherðsluløttum stavilsum er skiftandi; ørindislagið hevur tí ikki fasta rýtmu. Ørindisreglurnar eru knýttar saman tvær og tvær við *stavrími; ójavnar reglur (1.,3.,5. …) hava ymiskt ein ella tveir *stuðlar, og javnar reglur (2.,4.,6. …) fornyrðislag hava *høvuðsstav í fyrsta áherðslustavilsi. Ørindini eru ymisk til longdar í elstu kvæðunum, men yvirhøvur eru tey 8 reglur. Eddukvæðið Vøluspá hevur fornyrðislag:

Hoyrið meg allar
halgar ættir,
meiri og minni
magar Heimdallar;
vilt tú, at eg, Valfaðir,
væl frá sigi
fornsøgum frænda
teim fyrstu eg minnist.
 
(Regin í Líð týddi)
 Vésteinn Ólason: “Bragfræði” bls. 63-68, Íslensk bókmenntasaga I, 1992.

fólkafundur

Fólkafundir hava verið hildnir í Føroyum sunnudagar ella hátíðardagar á sumri, oftast burtur frá bygd og bý á náttúruvøkrum støðum. Stórar fólkafjøldir úr mongum og fjarskotnum bygdum savnaðust á f., kenningar hittust og nýggj vinabond vórðu knýtt. Fundirnir vórðu lýstir í bløðunum, hvat evnið var og hvørjir talarar. Tað varð nógv sungið á f. Tann kendi sangurin “So harður er streymur” eftir Jóan Petur uppí í Trøð lýsir teir gomlu f. og eggjar fólki til at fara á f. Fyrsti f. í Føroyum var á Sandi 2. hvítusunnudag 1894. F. vóru ein týðandi umrøðupallur og almenni í tjóðskaparrørsluni.

framlit

Tá ið tráðurin verður slitin í skaldsøgu e. ø. við innskoti úr framtíðini ella upplýsingum um framtíðina.

frásagnarfrøði ella narratologi (lat. narrare siga frá)

granskar teir formligu tættirnar í frásagnartekstum av ymsum slag. Yvirhøvur verður hugtakið f. nýtt um verkini hjá teimum fronsku strukturalistunum, t.d. A.J. Greimas (1917-1992) og T. Todorov (f.1939), sum fingu innblástur frá rannsóknunum hjá russiska málgranskaranum V. Propp (1895-1970) av einum ávísum flokki av russiskum ævintýrum. Propp býtti hendingagongdina í ævintýrum sundur í grundeindir, frásagnarliðir (en. function), sum bera dám av *motivum, og skilmarkaði grundeindirnar við leikluti teirra í huga: “Ein frásagnarliður er ein gerð hjá einum persóni, skild og greind við atliti at tí týdningi hon hevur fyri hendingagongdina í heild”. V. Propp hevur 31 frásagnarliðir til samans, teir koma fyri í ávísari, fastari raðfylgju, men allir eru teir ikki at finna í hvørjum ævintýri. V. Propp flokkar ævintýrapersónar í *aktantar (fr. actant, av lat. actus, gerð, + ant) á avmarkaðum virkisøkjum, t.d. virkisøkið hjá hetjuni, bartrognum o.s.fr.; sostatt kunnu fleiri enn ein persónur koma fyri á sama virkisøki. A.J. Greimas byggir á skilmarkingarnar hjá V. Propp men ger ymsar broytingar og roynir at einfalda myndil hansara, fækkar t.d. frásagnarliðirnar; øll sum fáast við f. hava tað í felag at byggja á *málvísindi; eins og málfrøðin kannar málskipanina (fr. langue) aftan fyri málnýtsluna (fr. parole), leitar f. eftir bygnaði ella strukturi aftan fyri hendingagongdina. Greimas gongur út frá bygnaðinum í setningum, tá ið hann leitar eftir grundmerkingini undir tekstayvirflatuni fyri soleiðis at fáa borið saman ymiskar tekstir. Tað er hansara hugsan, at vit greina merking sum eina skipan av mótsetningum og munum. Eftir hugsan Greimas er tað høvuðsleikluturin hjá f. at seta framfrásagnarreglur, ið hava víðfevnt gildi. – Tað tykist, sum f. fær best úrslit, tá ið hon fæst við einføld sløg av frásagnum: sagnir, dagdvøljubókmentir o.a. tíl., men er minni haldgóð, tá ið tað snýr seg um samansettar bókmentir. *Strukturalisma.
T. M. Anderson: The Icelandic Family Saga: An analytic Reading 1967. A. J. Greimas: Sémantique structurale 1966 (do. týð.: Strukturel semantic, 1974). V. Propp: Morphology of the Folktale 1968, úrd. í: Grodal, Madsen, Røder: Tekststrukturer. Introduktion til tematisk og narratologisk tekstanalyse 1974. T. Todorov: La poétique de la prose (en. týð.: The Poetics of Prose 1977).

frásagnarlist

Listin at siga frá, frásøgukynstur.

frásagnartíð (en. narrating time, da. fortælletid)

F. er tíðin, tá ið søga verður søgd, í flestum førum eftir at søgutíðin er farin ella søgugongdin er lokin; f. viðvíkur sambandinum millum lesara og frásøgufólk, hon skipar subjektivu (hjá søgupersónunum) og relativu (í mun til lesaran) tíðina í frásøgnini; sbr. *søgutíð.

frásøgufólk (da. fortæller, tý. Erzähler, en. narrator)

Tann, ið sigur søguna, sum um er at røða. Í nútímans greining av skaldsligum søgum er f. tann ímyndaða ‘røddin’, sum ber søguna fram, og f. verður skilt frá høvundinum sjálvum (sum kann hava skrivað aðrar søgur við heilt øðrvísi frásøgufólkum), og *innbygda høvundinum, ella implisitta høvundinum, sum ikki sigur søguna, men er aftanfyri sum tað valdið, ið hevur ábyrgd av at velja søguna og finna upp á eitt f. til hennara. F. eru ymisk, alt eftir hvør lutur teirra er í søguni: Í *fyrstapersóns søgu er f. uppi í søguni antin sum vitni ella sum luttakari í hendingunum. Í *triðjapersóns søgu stendur f. uttan fyri hendingarnar; eitt *alvitandi f. stendur uttan fyri hendingarnar, men hevur serlig framíhjárættindi, eitt nú atgongd til tær ósøgdu hugsanirnar hjá persónunum og vitan um hendingar, sum fara fram á ymiskum støðum. F. eru eisini ymisk viðvíkjandi, hvussu sjónsk tey eru; summi hava týðulig eyðkenni og persónsmensku; soleiðis í fyrstapersóns søgum og summum triðjapersóns søgum (*ágangandi frásøgufólk); onnur eru bara ein ‚rødd’; soleiðis í flestum triðjapersóns søgum. Eisini verður skilt ímillum álítandi f., hvørs frásøgn vit mugu líta á, og *óálítandi f., sum kann siga skeivt frá og ikki vita so væl ella á annan hátt vera villleiðandi; flest triðjapersóns f. eru álítandi, men summi fyrstapersóns f. eru óálítandi. Í leikriti er f. ein leikari, sum gevur áskoðarunum beinleiðis ein samandrátt av hendingum undan einari leikmynd, ella meðan ein leikmynd verður spæld. Sí eisini *sjónarhorn.

frásøguháttur

Í víðastu merking er f. tað, á hvønn hátt høvundurin leggur søgu sína fram fyri lesaran, hvussu hann skapar eina skaldsliga frásøgn burtur úr tilfari sínum. Uppistøðan í kanningum av skaldsøgum eru greiningar av ymsum táttum av f., men nógv av teimum hugtøkum, sum eru sprottin av slíkum greiningum eru eins viðkomandi fyri kanning av øðrum frásøgubókmentum. Søguhøvundar velja sær *sjónarhorn við at velja sær *frásøgufólk. – Týdningarmikil táttur í kanning av f. er, hvussu høvundurin skipar tíðina í verkinum ( *søgutíð, *frásagnartíð). Gongdin í søgutíðini í frásøguverki er ofta sett fram á trinnanda hátt: yvirlit: hendingar, sum eru farnar fram gjøgnum langa tíð, eru drignar saman í yvirlitskenda frágreiðing; pallsetingar: persónar, umhvørvi og hendingar verða lýst, sett á pall; og tíðarglopp: longri ella styttri tíðarskeið verða umlopin. Sjónarhorn, tíð og umhvørvi eru avgerandi fyri *byggingina í frásøgnini. – Tað hevur stóran týdning fyri f. og *stílin í einari søgu, hvussu høvundurin setur taluna og hugsanirnar hjá persónunum fram ( *beinleiðis tala, óbeinleiðis tala); um høvundurin tíðarsetir verkið í samtíð síni, í fortíðini ella kanska framtíðini; um høvundurin heldur seg hava átrokandi politiskan, heimspekiligan ella siðalagsligan boðskap at bera lesarunum ella bara vil stytta lesarunum stundir við stuttleika- ella lættisoppabókmentum.
 W.C. Booth: The Rhetoric of Fiction 1961. M. Nøjgaard: Det litterære værk. Tekstanalysens grundbegreber 1996.

frásøgukvæði (gr. epos, tað, sum sagt verður, orð)

Long frásøgn í bundnum máli, sum sigur frá avreksverkum hjá einari ella fleiri viðgitnum hetjum í háfloygdum, formføstum stíli. F. blómaðu í fornøld hjá ymiskum tjóðum, og hildið verður, at tey livdu á manna munni, áðrenn tey vóru uppskrivað. T.d. bóru ferðandi kvøðarar fram Homerskvæði í forna Grikkalandi.
Elstu f. eru eysturlendsk, t.d. tað bábýlonska f. um Gilgamesh, sum er til í handriti frá 1600 f. Kr.
Elsta germanska f. er Beowulf, yrkt í Onglandi í 8. øld við *fornyrðislagi. Beowulf sigur hetjusøgur úr Danmark og Svøríki. Frá u. 1200 er tað miðhátýska Niebelungenlied, t.e. Nivlungaljóð, yrkt í Eysturríki í fýraregluørindum við endarími, um sama evni sum mong norrøn hetjukvæði, harímillum mong *eddukvæði og Sjúrðarkvæðini í Føroyum. Í romonskum londum vórðu f. yrkt í riddaratíðini, í Fraklandi Chansons de geste í 11. – 13. øld, og ávirkan frá teimum kemur fram í týskum f. í 12. 13. øld.
Tað er ikki sum at siga tað at skilmarka f. mótvegis skaldsøgu, serliga skaldsøgu í bundnum máli. Tað hevur verið sagt, at f. viðvíkur tjóðini og er hetjukent, meðan skaldsøgan er borgaralig og einstaklingsbundin; somuleiðis at skaldsøgan við sálarfrøðiliga áhuga sínum avloysir tað algilda og stílfulla í f. Tó er rímiligt at gera søguligan skilnað við tað, at f. er tann gamli høvuðsformurin, tá ið um frsøgn ræður, og oftast viðger evni, ið hava samband við gudasagnir og sagnatilfar viðvíkjandi hetjum ella átrúnaði.
W.P. Ker: Epic and Romance, London 1897. Jan de Vries: Heldenlied und Heldensage 1961 (en. týð. 1965).

frásøguskaldskapur

Skaldskapur ið sigur frá søgu í bundnum ella óbundnum máli.

frásøguyrking

Yrking ið sigur frá søgu, mótsett *lýriskari yrking.

fremmandagerð (tý Entfremdung, fr./e. aliénation, d. fremmedgørelse, í. firring)

Eisini nevnd firring: í eginligari merking tann støðan at okkurt ella onkur er onkrum øðrum fremmandur ella fjarur, at ein ynskilig eind er slitin. Nú á døgum verður hugtakið nýtt um tær kenslur, sum taka menniskjað, tá ið tað samfelagsliga umhvørvið er tí fremmant ella fíggindaligt, ella tá ið tess egna sálarlív tykist tí óskiljandi, men eisini í trengri merking um fremmandagerðina hjá arbeiðarum frá úrdráttunum av arbeiði sínum.
Á fronskum og enskum hevur hugtakið verið nýtt heilt frá 14. øld, bæði í løgfrøðiligari merking um eigaraskifti, og í sambandi við f. menniskjans frá gudi, og ta hugsanina ber til at rekja aftur til syndafalshugmyndina; seinni varð eisini farið at nýta tað um sinnissjúku, serliga um hugklovning – skizofreni. F. menniskjans mótvegis náttúruni var frammarlaga í hugsan Rousseaus, og tað ber til at siga, at allar hesar merkingar endurljóða enn í orðinum. Týski heimspekingurin Hegel (1770- 1831) hevur tó fram um aðrar havt avgerandi ávirkan á núverandimerkingina við ástøði sínum um arbeiðsbýtið í samfelagnum og f. arbeiðisins (Phänomenologie des Geistes, 1807). Hann helt uppá, at við arbeiðinum umskapaði menniskjað sínar andligu eginleikar til lutir, og harvið gjørdust teir honum fremmandir, menniskjað “er ikki longur heima í nærumhvørvi sínum í tann máta, at tað birtist tí sum tess egna verk”. Heimspekingarnir Fichte (1762- 1814) og Feuerbach (1804-72) tóku orðið f. upp, men tað fall Marx (1818- 1883) í lut at geva hesum heimspekiliga hugtaki søguligt og samfelagsligt innihald við at knýta tað at einkaognarrættinum til framleiðslutól og tvídrátt millum lønararbeiði og kapital – “øll háttaløg til at menna framleiðsluna verða til háttaløg til at ráða yvir framleiðaranum og eyðræna hann. ... vanæra arbeiðaran og gera hann til eitt uppískoyti upp í maskinuna, fremmandagera hann frá andligu møguleikunum í arbeiðsgongdini” (1858). Marx helt uppá at við tað, at framleiðarin í kapitalismuni er skildur frá úrdráttunum av framleiðslu síni, birtast teir honum sum fremmandir lutir, sum vøra á marknaðinum, har sum menniskjanslig samskifti gerast til vørubýti – samskifti millum lutir. Um tað fyribrigdið verður stundum nýtt orðið lutgerð (Verdinglichung, reification, tingsliggørelse, hlutgerving. Bókin Geschichte und Klassenbewusstsein [Søga og stættartilvit], sum Georg Lukács gav út 1923, er kendast av teimum verkum, sum taka henda tráðin upp úr ástøði Marx).
Tað var hugsan Marx, at valdtøka arbeiðaranna var fyrsta stigið til at taka av fremmandagerðina, og alla tíð síðan hevur kjakið staðið um, antin f. er eitt søguliga treytað samfelagseyðkenni ella bart út ein av óbroytandi lívstreytum menniskjans. Sálargreining Freuds gav íkast til hesa umrøðuna í 20. øld við sínum ástøði um burturskotran av girndum menniskjans og um, at stórur partur av sálarlívi menniskjans er tí dult. Nú á døgum vilja summir sálar- og samfelagsfrøðingar tulka f. fyrst og fremst sum kenslu menniskjans at vera máttleyst í sínum stórbýarumhvørvi, einsamalt í múgvuni, fremmant bæði sær sjálvum og øðrum, at øll tilvera tess er høpisleys. Tað er eingin ivi um, at í hesi víðu merking er f. grundtemað í skaldverkum hjá *modernismuni. F. hava fá tulkað betur enn Kafka í skaldsøgum sínum, og hon er uppistøðan í verkum, sum falla undir *eksistentialismuna og í *absurdum leikritum.
Brecht (1898-1956) metti sítt *episka leikhús sum lið í stríðnum móti f. arbeiðaranna, áskoðararnir áttu at síggja sítt gerandisliga umhvørvi í nýggjum ljósi við tað, at vanabundin fyribrigdi vóru gjørd fremmandslig (sonevnd Verfremdungseffekt). Tann hugsan at sovorðin fremmandagering av vanbundnum veruleika er týdningarmest av øllum listarsnildum var áður komin fram við *russisku formalismuni og hugtaki hennara ‘undarliggerð’ (ostranenie). Summir hugsarar hava viljað hildið, at bara í sannari list fær menniskjað tíðarbundið vunnið á f. síni við miskunnarleyst at gera sær hana greiða (út frá teimum fyritreytunum rósti t.d. týski heimspekingurin Adorno leikritunum hjá Brecht).
Einsemi menniskjans og kenslan av høpisloysi tilverunnar er eitt týdningarmikið tema í nútíðarbókmentum, eisini føroyskum, bæði millum yrkjarar og søguskald. Vit finna tað í prosa t.d. hjá Jens Paula Heinesen í skaldsøgum og stuttsøgum hansara frá 1950-árum og 60-árunum.

fremmandagjørdur

frumtilgongd (tý. Primärvorgang, en. primary-process)

Hugtak í driftalæru Freuds um teir mátar, sum dulvitið starvast. Frumtilgongdirnar fylgja *lystgrundregluni og brýggja seg ikki um *veruleikagrundregluna. Eyðkent fyri frumtilgongd er, at orka kann verða forskotin millum ímyndanarinnihald. Frumtilgongdin knýtir ting saman, sum líkjast ella á onkran hátt standa nær hvørt øðrum. Eingi skilvís sambond eru í frumtilgongdini. Umframt skilvísi vanta tvær aðrar víddir: tíðarvíddin og fast mark millum subjekt og objekt. Tað at tíðarvíddin vantar ger, at í frumtilgongd forma ímyndanir og kveikingar (impulsir) frá ymiskum tíðarskeiðum í søgu subjektsins ein akronan ella tíðarleysan bygnað. Tað at fast mark millum subjekt og objekt vantar ger, at markini eru skiftandi og partvíst heilt niðurbrotin. Frumtilgongdin ræður í tí partinum av sálarlívinum, sum Freud kallar “tað” ella “id”. Í tí partinum, sum Freud kallar “eg”, ræður hin vegin *sekundertilgongd. Markið millum tær báðar tilgongdirnar er ikki fast. Fyri tað fyrsta virkar ein partur av eg-verjuni ótilvitað og sambært frumtilgongdini (t.d. *burtskotran); fyri tað annað fer ymiskt hugsanastarvsemi, t.d. skapandi (listarlig, vísindalig) hugsan, fram sambært grundreglunum hjá frumtilgongdini uttan at tilvitið er sett úr gildi (regressión í tænastu eg’sins).
Støðan hjá frumtilgongdini og hjá sekundertilgongdini verður ofta ímyndað sum ein samfeld heild, har sum frumtilgongdarpólurin er tær tilgongdirnar, har sum orkan er heilt óbundin og einki skilvísi til staðar; tann ytsti sekundertilgongdarpólurin, harafturímóti, eyðkennist av fullkomuliga regluligari niðurstøðugerð, sum brúkar kunstigar teknskipanir (skilvísi, støddfrøði). Til sovorðnar ímyndanir av frum- og sekundertilgongdini eru ofta knýttar hugleiðingar umymisk teknsløg: Eyðkent fyri ta frumtilgongdarligu hugsanina skuldi so verið, at teknini í ímyndanarinnihaldi hennara eru indeksikal og ikonisk, t.e. við líkskapi knýttum at teirri upplivdu støðuni. Fyri sekundertilgongd skuldi tað verið eyðkenni, at hon nýtir máltekn og kunstigar teknskipanir, sum ikki eru “natúrliga” bundnar at einum høpi, men eru siðbundnar og samfelagsligar. *Sálarfrøðilig bókmentagransking.

frægdarljómur

Skemtiyrking, táttur. Orðið stavar úr Fuglakvæðinum eftir Nólsoyar Páll, 19. ør., og er ikki brúkt aðrastaðni: „Annan dag í frægdarljómi/ falkurin ristir fjaðrar,/ syftir hann seg til skýggja upp,/ men ætlar at gista jarðar;“ sí eisini *ljómurkk.

frælst orðarað

frælst ørindi (fr. vers libre)

Eitt slag av skaldskapi, sum ikki lagar seg eftir nøkrum regluligum *ørindislagi; reglurnar í honum hava óregluliga longd, og um rím er, so er tað eisini óregluligt. Í staðin fyri regluligt mynstur í ørindislagi nýtir hann smildligari skifti millum høvdir og lægdir ella rýtmiska samanseting, sum viðhvørt er stuðlað av *anaforum og øðrum endurtøkusnildum. Í okkara tíð er hetta tann nógv mest nýtti ørindisformurin í vesturlendskum skaldskapi. Hann hevði fyridømi í ymsum týðingum av Sálmunum í Bíbliuni; men f.ø. vann ikki fram av álvara fyrr enn seint í 19. og tíðliga í 20. øld við Walt Whitman, fronsku *sýmbolismuni og *modernismuni.

futurisma

Avantgarde-rørsla í evropeiskari list og bókmentum. Sett fram í 1909 av italska skaldinum Filippo Marinetti í teirri fyrstu av nógvum futuristiskum yvirlýsingum. F. vrakaði avgjørt allar eldri listahevdir og -siðir; hon skúgvaði somuleiðis til viks viðurkendar málfrøðiligar reglur í roynd síni at fáa fram tað dýnamiska og ferðina í 20. øld, maskinøldini. Uppi í hennara nýggja skaldsliga háttalagi vóru prentlistarligar royndir og yrkingar, settar saman av merkingarleysum ljóðum. Mussolini tók upp ta ágangandi, kallmansligu dyrkanina hjá Marinetti av maskinum og hernaði og úrnýtti hana sum part av almennu fascistisku mentanini. Í Sovjettsamveldinm, harafturímóti, kyknaði 1912 upp ein serligur kollveltingarsinnaður sosialistabólkur av futuristum; oddamaður hansara var Vladimir Majakovski. Í Fraklandi ávirkaði futurisman yrkjaran Guillaime Apollinaire og *dada-rørsluna.

fyrilega

Tekstur sum avskrivað er eftir, forrit.

fyrstapersóns søga

Søga, har frásøgufólkið er eitt ‘eg’ (*frásøgufólk), ið sigur søguna, antin sum eygleiðari av hendingunum ella sum týdningarmikil luttakari í teimum. Fyrstapersóns søga sær ikki inn í hugan á øðrum persónum enn eg-num og setir sostatt høvundinum trongar rammur. Frábrigdi av f. eru dagbókarsøgur og brævaskaldsøgur, og í rammusøgum er er ramman tíðum frásøgn hjá fyrstapersóns frásøgufólki um, hvussu hon ella hann fekk hendur á søguni.

Føringatíðindi

Blaðið hjá Føringafelag, fyrsta blað á føroyskum. F. komút fyrstu ferð í januar 1890. Síðan kom tað út regluliga til og við desember 1901.
Fýra tey fyrstu árini, 1890, -91, -92 og 93, kom tað eina ferð um mánaðin.
Seks tey fylgjandi árini, 1894, -95, -96, -97, -98, -99 og 1900, kom tað út fjúrtanda hvønn dag.
Í 1901 kom tað út ein ferð um mánaðin.
Í 1906 varð roynt at fáa blaðið útaftur, eitt blað kom í januar og eitt í februar.
Blaðstjórar vóru hesir:
Rasmus Effersøe frá nr. 1 í 1890 til nr. 19 í 1895; harumframt frá nr. 20 í 1896 til nr. 12 í 1901, til samans á 204 bløðum.
Jóannes Patursson frá nr. 1 til nr. 19 í 1896, til samans á 19 bløðum.
Andrass Sámalsson frá nr. 20 til nr. 24 í 1895, til samans á fimm bløðum.
A. C. Evensen á nr. 1 og 2 í 1906, til samans á tveimum bløðum.
Hans Jacob Debes: “Formæli. Tjóðskaparrørslan og føringafelagstíðin” í (u. bls.): Føringatíðindi Offset-prent. Emil Thomsen 1969. Chr.Matras: “Føringatíðindi og móðurmálið” í (u. bls.) : Føringatíðindi Offset-prent. Emil Thomsen 1969.

Føroyingasøga

F. sigur frá hendingum í Føroyum frá seinast í 10. øld og til tíðliga í 11. øld. F. er skrivað í Íslandi 200 ár seinni, t.e. uml. 1215.
Høvuðsevnið er stríðið millum høvdingarnar og skyldmenninar Trónd í Gøtu og Sigmund Brestisson og samskifti teirra við jallar og kongar í Noregi. Tí er hon eisini landssøga umframt at vera søga um ættarstríð. F. er skrivað sum eitt bókmentaligt verk. Lýsingarnar av Sigmundi og Tróndi eru fjølbroyttar, serliga er lýsingin av Tróndi samansett og margtýdd. Høvuðspersónarnir báðir eru mótsetnngar, men mótsetningarnir dragast hvør at øðrum, tí sagt er frá, at Sigmundur Leivsson vaks upp í Gøtu hjá tí vísa og lógkøna Tróndi. Mamma hansara Tóra Sigmundsdóttir vildi, at hann skuldi fáa bestu læru og sendi hann til Trónd, hóast hann hevði verið hjástaddur bæði, tá ið abbi hennara var dripin og tá ið pápi hennara mátti flýggja og svimja til Sandvíkar, har hann varð dripin. Tá ið Tóra spurdi sonin, hvat hann hevði lært hjá Tróndi, svaraði hann, at hann hevði lært “allar saksøkingar og rættargang um peningabøtur fyri seg og aðrar” og harumframt pater noster og kreddu, t.e. Faðir vár og trúarorðini.
F. er varðveitt í tí stóru íslendsku skinnbókini Flatoyarbók, sumer skrivað í 1380-árunum og í høvuðsheitum inniheldur kongasøgur. Skrivarin hevur skrivað Føroyingasøgu av eftir einum handriti, sum helst hevur staðið tí upprunaligu søguni nær, og hevur felt hana inn í søgur um Ólav Tryggvason og Ólav Haraldsson og hevur eisini broytt hana munandi.
Umenn F. er skrivað í Íslandi, byggir stórur partur av henni óivað á frásagnir hjá føroyskum heimildarmanni ella -monnum. Høvundurin hevur eisini styðjað seg til ta vitan um Føroyar, sum var til í bókum, Landnámabók, sum er bókin um landnámsmenn í Íslandi, og kongasøgum. Eyðsæð er, at hendingar, ið eru Sigmundi Brestissyni fyri uttan fyri Føroyar, byggja á ferðasøgur umútiløgumenn og víkingar. Aðrar lýsingar hava samband við fornar norrønar sagnir, t.d. um Óðin. Men meginparturin av F. fer fram í Føroyum og er so bundin at persónum, støðum og viðurskiftum í Føroyum, at munnligar føroyskar frásagnir mugu vera støðið.
F. er ein tann elsta millum íslendskar fornsøgur og hevur havt stóra ávirkan á søgur, ið eru yngri. Sí *kongasøgur.
F. kom fyrstu ferð út á prenti í 1832. Útgevari var C. C. Rafn. Teksturin var prentaður á norrønum, donskum og føroyskum. Schrøter átti føroysku týðingina.
Vísindalig útg.: Færeyinga saga. Ólafur Halldórsson gav út. Stofnun Árna Magnússonar á Íslandi, Rit 30. Reykjavík 1987.
Fleiri greinir um Føroyingasøgu í: Viking and Norse in the North Atlantic. Ritstj. Andras Mortensen og Símun V. Arge. Fróðskaparfelagið 2005

føroyskur dansur

Dansislag, framførsluháttur til *kvæði og annan dansiskaldskap í Føroyum. Føroyskur dansur er dansur og kvøðing, ongantíð dansur uttan kvøðing. Dansað verður við stevi, aloftast í ringi, men summi dansispøl verða dansað í røðum ella pørum. Stevið, eisini nevnt stig, er soleiðis, at vinstri fótur verður fluttur eitt stig til vinstru og høgri fótur aftaná; aftur verður vinstri fótur fluttur til vinstru og høgri aftaná; síðani verður høgri fótur fluttur eitt stig til høgru og vinstri aftaná. Stevið er sostatt tvey stig til vinstru og eitt til høgru.
Føroyskur dansur er framførsla, leikur og frásøgn, skapt í samanrenning millum ørindislag, dansistev og rýtmu í kvæðalagnum; við orðum, tónum og stevi verður ein søga søgd í ringinum. Dansararnir halda hvør í hondina á øðrum og dansa í ringi við bakinum úteftir og andlitinum inneftir, og har verður søgan søgd. Dansifólkið kennir gongdina í tí, sum kvøðið verður, tey duga uppií ella duga alt kvæðið. Øll bæði kvøða og lurta, hoyra og siga frá søguni. Hjartatátturin í føroyskum dansi er at finna mitt inni í ringinum. Dansurin ringir seg um tað, ið er hansara egni kjarni. Dansifólkið vendir bakið móti umheiminum og byggir garð um eitt kosmos inni í ringinum, har persónarnir í kvæðunum og vísunum eru íbúgvar í einum heimi, sum dansifólkið manar fram ta løtuna, dansur gongur. Inn í henda heim slepst ikki uttan at bróta ringin, fara uppí og dansa við. – Øll sleppa upp í føroyskan dans, tá ið tey vilja. Tey, ið standa og hyggja at, hoyra hesa løtuna til heimin uttan fyri ringin við ongum møguleikum fyri at fáa samband við dansifólkið og tað, ið hendir inni í ringinum – inni í kosmos. Tey kunnu væl fylgja við kortini, liva við í tí, sum fyriferst á gólvi.
Skiparin er høvuðspersónur í framførsluni. Hann byrjar kvæðið ella vísuna og byrjar øll ørindini, og meðan dansifólkið kvøður niðurlagið, eisini nevnt stevið, hvílir skiparin røddina og fyrireikar seg til at byrja næsta ørindi. Skiparin setur dám á dansin við at brúka allar teir møguleikar, dansurin goymir; hann ger av ferðina, hvussu høgt verður kvøðið, um kvøðið verður stillisliga ella harðliga. Atburður og háttalag við kroppi og andlitsbrá hava nógv at siga fyri, um skiparin fær gott samband við dansifólkið, fær kvæðið undir fót, so frásøgan eydnast og dansurin gongur væl. Tað ekspressiva og impressiva hava nógv at siga í føroyskum dansi, og tað er ymist, hvussu skiparar og kvøðarar eru í so máta. Summir gera nógv burtur úr høvuðburði, kroppi, ørmum og beinum. Summir hava lyndi til eitt nú at brúka armarnar nógv, aðrir kanska beinini og vilja stíga fastari. Summir kvøða stillisliga, impressivt. Í báðum førum kunnu kvøðarar vera lættir og livandi og duga væl at fáa dans at ganga, men við hesum er sum við øllum í føroyskum dansi: tað veldst um samljóðið í ringinum millum skipara og dansifólk. Dansilagið skiftir úr bygd í bygd, so ein stillisligur skipari, ið fer at skipa eitt kvæði onkustaðni, har dansilagið er ekspressivari, kann ógvuliga væl koma so fyri, at hann fær ikki dans at ganga har. Góðir skiparar hava verið høgt í metum, og frásagnir eru um kapping millum, serliga ungar, skiparar.
Í seinmiðøld og frameftir hevur føroyskur dansur verið aðalítrivið hjá føroyingum uttan fyri arbeiðslívið. Elsta heimildin um føroyskan dans í Føroyum er ferðasøgan hjá íslendinginum Jóni Ólafssyni Indiafara frá 1616; hann sigur frá, at í veitslu í Lamba varð dansað á føroyskan hátt og við ringbroti. Aðru ferð føroyskur dansur er nevndur, er í 1669 hjá Tarnoviusi, sum stutt sigur, at tólv til fjúrtan fólk dansaðu saman kvæðadans, og hetta er væl færri, enn vanligt hevur verið seinni. Lucas Debes nevnir dansin, eisini stutt, í 1673. – Í miðøld var ringdansur kendur um alt Vestur- og Norðurevropa, og tað er serliga dansurin carole og stev ella stig kallað branle simple og espringale, dansað í Fraklandi í 13. øld, sum minnir um tann føroyska dansin. Hesin franski dansur hevði tungt stev og hevði eins og føroyskur dansur ein skipara, ið kvað ørindini; dansifólkið kvað niðurlagið. Eftir øllum at døma hevur hesin dansur verið dansaður uttan ljóðføri, tó at myndir av ringdansi seinni í miðøld sýna menn spæla á ljóðføri uttan fyri dansin.
Dansitíðin var frá 2. jólakvøldi til føstulávintsmánakvøld. Tey stóru dansikvøldini vóru 2. jólakvøld, nýggjárskvøld, trettandakvøld, kyndilsmessa og føstulávint. Hesi dansikvøld var tað siður, at bygdir skiftust at vitja hvør aðra eftir fastari skipan. Brúdleyp vórðu ofta hildin í hesum tíðarskeiði. Í føstu var ikki góður siður at dansa, og enn verður lítið gjørt av at dansa føroyskan dans í føstu, hóast allur annar dansur nú er loyvdur í føstu. Nú í tíðini verður mest dansað í dansifeløgum, sum eru um alt landið og eisini samstarvast í landsfelagnum Sláið ring. Fram til 1976 var almennur føroyskur dansur í Havn um veturin eina ferð um vikuna, og eisini aðrastaðni var almennur føroyskur dansur í dansistovum; men nú er tað avlagt. Enn er ofta føroyskur dansur á summarstevnunum um landið, serliga á teirri elstu, ólavsøku.
Heitið føroyskur dansur má vera komið sum frámerki, eftir at aðrir dansir vóru vorðnir vanligir í Føroyum. Og føroyskur dansur hevur vunnið hevd til navnið, tí hann verður bara dansaður í Føroyum.
Napoleon Djurhuus: „Dansurin” Føroyar 1. Dansk-færøsk Samfund 1958. Astri Luihn: Føroyskur dansur 1981.
EA & SH