dadaisma
Rørsla í myndlist og bókmentum. Frá 1919 savnaðist ein dadaistiskur bólkur í París og gav út yvirlýsingar móti borgaraligu mentanini, sum fyrri heimsbardagi 1914-18 hevði knúst álitið á. Bólkurin fekst við royndarvirksemi við and-skilvísum skaldskapi og kollagemyndum. Í bólkinum vóru listamenninir Marcel Duchamp og Man Ray, skaldið og myndasmiðurin Hans Arp og teir ungu yrkjararnir André Breton, Paul Éluard og Loius Aragon. Dadaismuni var stutt lív lagað, men hon var undandøttur fyri
*surrealismu, sum loysti hana av frá 1922.
C.W.E. Bigby: Dadaism & Surrealism (The Critical Idiom), 1972.
daktylos
daktýl
deisma (av lat. deus, gud)
Trúspekilig læra. Yvir av ateismu, sum noktar at Gud er til, og
*panteismu, sum metir Gud javnt við tann heimin, hann hevur skapað, stendur d. Hon heldur uppá, at ein Gud er, sum hevur skapað heimin, men at hann hareftir ikki leggur upp í náttúrunnar gongd. Longu hjá humanistunum í
*endurreisnini, t.d. hjá Thomas More, hómast sprotar av d. Hon mentist í Onglandi í 17. og 18. øld (t.d. Shaftesbury), og hevði harnæst ávirkan á evropeiska meginlandinum. Í fronsku upplýsingini (
*upplýsingarstevna) kallast d. oftast tann natúrliga gudstrúgvin, og hjá høvundum sum Montesquieu, Voltaire og Rousseau liggja ymiskar merkingar av materialismu og gudstrúgv í hesum heitinum. Fronsku alfrøðihøvundarnir (teir lærdu í Fraklandi, sum 1751-72 arbeiddu saman um at geva út
Encyclopédie ou Dictionnaire raisonné des sciences, des arts et des métiers) nýttu hugtakið “religion naturelle” í stríði móti átrúnaðarligari fanatismu; teir hildu, at allar trúarstevnur áttu at kunnað samst um tað minstamarkið, sum d. er: ein gudstrúgv uttan syndafall, opinbering og frelsu, uttan lærusetningar og sakramenti, kirkju og prestar
deixis (úr gr. ’peikan’, ‘tilvísan’)
Hugtak í málvísindum, sum viðvíkur tíðar-, staðar- og persónsásetingum, t.d. tíðar- og staðarhjáorðum: nú, tá, í gjár, har, hinumegin, og persónsfornøvnum: eg, tey, hon o.s.fr.
dekadensa (fr. décadence av de frá, og avleiðslu av lat. cadere falla)
Afturgongd. D. var eina tíð nýtt um eina bókmentastevnu í seinastu áratíggjunum av 19. øld, sum serliga var sprottin í Fraklandi og var byrjanin til
*sýmbolismu. Eyðkennini á hesari stevnu vóru tey somu, sum sýmbolistar seinni kannaðu sær, eisini vóru oddamenninir teir somu. Heitið stavaði fyrst og fremst av tí, at tey sum fylgdu stevnuni vendu sær frá borgaraligari mentan, sum tey mettu vera í afturgongd og á fallandi fóti; tí kallaðu teir seg
‘décadent’ og góvu eitt tíðarrit út við sama navni (1886); stundum vóru teir nevndir saman við teirri støðuni í list, sum nevnist fin du siécle, t.e. aldalok. Bæði hesi heitini vóru ofta nýtt niðrandi av andstøðingum, eisini eftir at fylgismenninir hjá stevnuni høvdu tikið sær heitið sýmbolistar.
dekonstruktión
denotatión
Merkingarkjarni, grundmerking; í
*merkingarfrøði verður tosað d. og konotatión hjá orðum.
dialogiskur
dism
Hittinorð, ørstutt yrking upp á rím; orðið nýtti Hjørdis Djurhuus (1904- 1960), sum yrkti stutt hittinorð, skemtandi, speisk og eym, í
Kvinnutíðindi í 1950-árunum; t. d.:
Eitt dism er eitt fjaðurlætt hím upp á rím.
distikon (gr. distikhon, ‘tvíregla’)
Tvær ørindisreglur samansettar av hexametri og pentametri. Nýtt í fornklassiskum skaldskapi síðani í fyrndini og somuleiðis á nýggjari málum, bæði einsamalt og nøkur saman og í longri yrkingum, elegium, har hvørt d. fylgir eftir øðrum. Tað kallast vanliga elegiskt lag. Janus Djurhuus (1881-1948) hevur týtt hetta distikonið úr latíni við yvirskriftini “Distikon”:
Sissast eitt sindur, Octavius, sømir tær lítið at klaga,
– sparast tú ynskir – sjálvur spardi tú ei.
dokumentarisma
drama, dramatikkur
drápa
Dróttkvæði ella norrønt halgikvæði við
*stevi, einum ella fleiri, sum varð tikið uppaftur við regluligum millumbili. Formliga er d. tríbýtt: 1) inngangur við ongum stevi; 2) fleiri ella færri
stevjabólkar ella
stevjamál, t.e. stev og ørindini sjálv, og 3) útgangur við ongum stevi, ofta líka langur sum inngangurin. Sermerkið hjá d. eru stevini, sum skilja hana frá flokki; eisini vóru d. vanliga longri og vóru hildnar virðiligari; d. vóru oftast dróttkvødnar (
*dróttkvøðin), men onnur ørindisløg komu eisini fyri.
dreingjabók
Skaldsøga fyri dreingir. Fram til 1960 vóru barnabókmentir í stóran mun normativar og tað galt ikki minst viðgerðina av kynunum, og bøkur fyri gentur og dreingir vóru yvirhøvur hvørt sítt. Enn verða skrivaðar bøkur, ið kunnu kallast gentubøkur og dreingjabøkur, men hetta býtið er ikki so sjónskt longur. Dreingjabøkur eru bøkur um raskar dreingir, sum uppliva spennandi ævintýr og klára seg í øllum vanda. Ofta eru tær um ein vinahóp, sum fæst við mangt spennandi og kanska forboðið, hjálpir øðrum o.s.fr. Tær eru ofta bókarøðir. Ein føroysk bókarøð umein drong og vinir hansara eru Hugo-bøkurnar; tær eru ikki d. av tí gamla slagnum við einføldum persónslýsingum og stereotýpari fatan av kynunum.
*Gentubók.
dróttkvæði
Fornt norrønt skaldskaparslag, onnur høvuðsgreinin av fornnorrønum skaldskapi í bundnum máli (hin er
*eddukvæði).
Drótt merkir í hesum sambandinum hirð, og ein stórur partur av d. eru hirðskaldskapur, yrktur serliga við norsku kongshirðina. Flestu d. eru yrkt við dróttkvødnum ørindislagi (
*dróttkvøðin), nøkur við ørindislagi sum eddukvæði og frábrigdi av teimum (serliga
*kviðuhátti og
*málahátti og nøkrum fløktari frábrigdum). Týðandi d. vóru
*drápur (við stevi) og
*flokkar. Summi d. vóru nevnd
*kviður, onnur vísur; harumframt teljast fjølmong stakørindi til d.
D. snúgva seg yvirhøvur um nýhendar tilburðir, livandi persónar ella nýdeyðar; eisini tá ið kvæðið er um søguligt ella gudasøguligt evni, er tað ofta knýtt aftrat samtíðarpersónum. D. um forna tíð er neyvan eldri enn frá 12. øld.
Rúgvismesti flokkurin av d. eru lovkvæði um kongar, jallar og aðrar høvdingar; nær teimum standa minniskvæði. Eitt serligt slag er ættartalskvæði, har sum forfedrarnir hjá tí, sum kvæðið er kannað, eru taldir (t.d.
Ynglingatal).
Millum tey elstu d. eru kvæði, sum lýsa myndir. Tey eru yrkt í hvussu er partvíst til heiðurs tí, sum hevði givið myndirnar (skjaldrarkvæði, t.e. kvæði um myndprýddan skjøldur, t.d.
Ragnarsdrápa) ella sum átti tær (t.d.
Húsdrápa).
At enda eru d. um alskyns evni bæði úr samtíð og fortíð. Leingi vóru halgikvæði yrkt í sama stíli og við somu ørindisløgum sum d., hóast tey ikki verða tald upp í tey í vanligari merking.
Ólíkt eddukvæðum bera yvirhøvur navnnevnd skald kannuna av d.
Elstu varðveittu leivdir av d. eru brot úr
Ragnarsdrápu eftir Braga hin gamla, sum sigst at hava verið á døgum í fyrru helvt av 9. øld. Har eru reglurnar fyri dróttkvøðið ørindislag ikki fullfíggjaðar, men óvist er, hvussu long skaldskaparmenning býr aftanfyri. Lovkvæði um kongar eiga fornar røtur millum germanskar tjóðir og aðrastaðni við, men mestalt er dult um upprunan til tann norrønan dróttkvæðaformin. D. tykjast at hava tikið seg upp í Noregi og síðani ment seg serliga í Íslandi; kortini eru eisini dróttkvøðin ørindi á rúnaristum í Svøríki frá um ár 1000 og seinni.
Frá um 900 eru varðveitt kvæði og brot eftir skald Haralds hárfagra Tjóðálv úr Hvini (
Ynglingatal, Heystlong) og Torbjørn hornklova (
Glymdrápa), og teimum báðum er kannað eitt brot, sum nevnist
Haraldskvæði. Oyvindur skaldaspillari yrkti
Hákunarmál eftir fall Hákunar Aðalsteinsfostra (u. 960). Oyvindur skaldaspillari er síðsta navnnevnda norska hirðskaldið, men varðveitt eru dróttkvøðin ørindi eftir ymsar norðmenn í seinni tíð, og rúnakelvi frá bryggjuni í Bergen vísa, at slíkur skaldskapur hevur verið íðkaður í Noregi eftir 1300.
Í Orknoyum kenna vit tvey navnnevnd dróttkvæðaskald úr 12. og 13. øld, Røgnvald kala og Bjarna Kolbeinsson. Men tað tykist, sum Ísland gjørdist høvuðssetur fyri dróttkvødnan skaldskap longu í 10. øld. Egil Skallagrímsson var fyrsti íslendingur, ið yrkti lovkvæði um kong (
Høvuðloysn), men tað eru onnur kvæði, ið halda skaldanavn hansara á lofti, fremst
Sonatorrek.
Í seinnu helvt av 10. øld stíga fram alt fleiri íslendsk hirðskald, og teirra blómatíð er frá tí, atÓlavur Tryggvason komtil valdið (995) og til fall Haralds harðræðis (1066). Høvuðsskaldini í blómatíðini vóru Hallfreður vandræðaskald, Sighvatur Tórðarson, Arnór jallaskald og Tjóðálvur Arnórsson. Umframt kongar í Noregi yrktu íslendsk skald eisini til danskar og svenskar kongar og jallar í Orknoyum. Hetta helt á til endan á 13. øld. Flestu íslendsku hirðskaldini fóru aftur til Íslands, hóast tey vóru hirðmenn eina tíð; skaldskapur var ikki vinnuvegur teirra til longdar. Onkur búsettist tó í Noregi, t.d. Sighvatur Tórðarson, sum var hirðmaður hjá tveimum kongum har.
Næstan øll d. úr 12. øld eru týnd. Hesi kvæði hava tá verið torskild donskum og svenskum kongum. Summi skald yrktu tá til fornyrðislag, sum helst hevur verið lættari hjá móttakarunum at skilja. Seinni søguskrivarar hava varðveitt lítið av d. úr 12. øld, og tað kemst av, at tá høvdu teir betri heimildir í vali. Tað er t.d. sagt, at trettan skald yrktu um Sverra kong, men næstan einki av tí er varðveitt; Sverris søga var betri heimild.
Úr 13. øld eru næstan bara varðveitt d. eftir Sturlunga-ættina, hóast nógv onnur skald eru nevnd. Um 1300 vóru ikki longur d. flutt fram við norsku hirðina, tá vóru aðrar, nýggjar bókmentir betur umtóktar: riddarasøgur og romantiskur skaldskapur út frá teimum.
Hóast hirðkvæði eru tyngsti parturin av d., eru tey eisini um nógv onnur evni. Skald yrktu um vinir sínar og ætt, t.d. Egil Skallagrímsson; Tormóður Kolbrúnarskald yrkti minnisdrápu eftir Torgeir, heitbróður sín; Sighvatur yrkti ferðalýsing (
Eysturfaravísur) og kvæði við góðum ráðum til Magnus kong (
Bersøgnisvísur). Um fornar kappar fóru menn at yrkja d. í 12. øld.
Fjølbroyttasta evnið er í stakørindum hjá dróttkvæðaskaldunum; har eru náttúrulýsingar, persónligar lívsroyndir, ástaryrking og níð. Tað verður seinur dagur, at alt verður sagt við vissu um varðveitslu teirra og hvussu gomul tey eru.
D. vóru vóru goymd bara á manna munni; óvist um nakað teirra var skrivað upp fyri 1100, tey flestu vóru helst uppskrivað nógv seinni. Tað sum er varðveitt av eldri d., kenna vit næstan bara úr kongasøgum og
*Snorra-Eddu. Har standa kvæðini ikki heil men brot ella støk ørindi. Í kongasøgum eru d. nýtt sum heimildir, og eingin hevur greitt gjøllari frá heimildarvirði teirra enn Snorri Sturluson; hóast Snorri ikki er tann fyrsti, sum nýtir d. á henda hátt, nýtir hann tey meir enn nakar annar. Inn í
Heimskringlu hevur hann tikið 613 ørindi og nógv aftrat í
Eddu. Í íslendingasøgum er eisini ein nøgd av dróttkvødnum ørindum varðveitt.
Varðveitslan av d. er ofta vánalig í handritum. Haraftrat kemur, at mangt í teimum hevur verið torskilt frá fyrstu stund; tað ger tað fløkta skaldamálið (
*kenningar og
*heiti) og tann serstaki stílurin. Setningar eru flættaðir saman á ymsan hátt, so at orð, ið hoyra saman, eru slitin sundur, og tá er ikki lætt at fata samanheingið. Kynstrið hjá dróttkvæðaskaldunum lá fram um alt í myndaríkum kenningum og ljómmiklum rími, og eisini tí spenningi, sum skapast millum forkunnuga orðalist og tann stranga formin.
Stílurin í d. livdi framvegis, eftir at hirðskaldskapurin doyði út, fyrst í halgikvæðum, síðan í
*rímum.
Snorri Sturluson hevur í
Eddu við frágreiðingum lagt støðið, sum krevst til at skilja d. Men eisini á hesum støði eru mong d. sera torskilt. Mangur maður hevur roynt alt hugans alv til at týða tey. Grundleggjandi verk til at skilja d. er
Lexicon poeticum eftir Sveinbjörn Egilsson, 1860 (nýggj, økt útg. eft. Finn Jónsson 1913-16, 2. útg. 1931). Heildarútgávu av d. gjørdi Finnur Jónsson (
Den norsk-islandske skjaldedigtning, 1912- 15); nýggjari og betri frágreiðingar eru í mongum seinni útgávum, serliga í Í
slenzkum fornritum.
L.M. Hollander: Bibliograhpy of Scaldic Studies, 1958; Turville-Petre: Scaldic Poetry, 1976; B. Fidjestøl: Det norrøne fyrstediktet, 1981.
dróttkvøðið
D. ørindislag er vanligasta ørindislagi í dróttkvæðaskaldskapi og fornum stakørindum. D. ørindislag er bara kent í Norðurlondum. Elsta dømi er
Ragnarsdrápa eftir Braga hin gamla (9. øld), men har eru ørindisreglurnar ikki fullskapaðar.
Í d. ørindislagi hevur hvørt ørindi 8 reglur, hvør teirra hevur 3 herðingar og oftast 6 stavilsi (tó bar til at klúgva long stavilsi í 2); forliðir eru sjáldsamir (koma helst fyri í ójøvnum reglum: 1., 3. r. o.s.frv.). Stavrímið er soleiðis, at 2
*stuðlar eru í ójøvnumreglum og
*høvuðsstavur í fyrsta herðingarstavilsi í jøvnum reglum(
*stavrím). Í øllum reglum eru
*hendingar (t.e. innrím,
*rím),
*skothendingar í ójøvnum reglum og
*aðalhendingar í jøvnum reglum; seinna rímorðið stendur í 3. herðingarstavilsi, sum altíð er langt. Men ofta verður vikið frá hesum strongu reglum, bæði í teimum elstu kvæðunum og seinni, ikki minst í stakørindunum. Hvør helvt av ørindinum er sjálvstøðug málfrøðiliga, setningurin byrjar í 1. reglu, er síðan kloyvdur av innskotum og endar í 4. reglu:
Brunnu beggja kinna
björt ljós á mik drósar,
oss hloegir þat eigi,
eldhúss of við felldan,
enn til ökkla svanna
ítrvaxins gatk líta
þrá muna oss of ævi
eldask, hjá þreskeldi.
Kormákr Ögmundarson, 10. øld
Í vanligum orðarað hongur hetta dróttkvødna ørindið soleiðis saman: “Björt ljós beggja kinna/ drósar/ brunnu á mik of felldan eldhúss við/ – oss hloegir þat eigi-/ enn til ökkla ítrvaxins svanna/ gatk líta hjá þreskeldi. Þrá/ muna/ eldask oss of ævi.” Týtt til óbundið mál kundi ørindið ljóðað soleiðis á føroyskum: “Tey bjørtu eyguni á kvinnuni lýstu móti mær við køkslúkuna – mær er ikki látur í huga – eg sá eisini á øklarnar á teirri grannvaksnu gentuni við gáttina. Ástartráin eldist ikki av mær, so leingi eg livi.”
drunnur, yrkja um drunn
Siður hevur verið í Føroyum, at ein pyntað hárógva, drunnur, av seyði varð send runt við brúdleypsborðið. Uppgávan var at fáa drunnin frá sær við einum rími.
Vár í Ólavsstovu: “Drunnurin – uppruni og nýtsla” Varðin bd. 59 1992, bls. 52-98.
dulnevni
Loyninavn, skaldanavn, sum høvundur setur undir verk síni. Rasmus Rasmussen (1871-1962) nýtti skaldanavnið Regin í Líð, Símun av Skarði (1872-1942) nevndi seg Oyvind í Dali, tá ið hann yrkti, og Hans Jacob Jacobsen (1901-1987) nýtti navnið Heðin Brú. Tað var heilt vanligt fyrr, at kvinnur nýttu mansnøvn sum dulnevni til tess betur at verða góðtiknar, t.d. kallaði Karen Blixen (1885-1962) seg Isak Dinesen, og Mary Ann Evans (1819-1880) kallaði seg George Eliot.
dulvit (tý. das Unbewusste)
Hugtak í sálargreiningini hjá Sigmund Freud (1856- 1939) (
*sálarfrøðilig bókmentagransking). Tann parturin av sálarlívinum, sum Síðsta leitorð á síðuni tilvitið ikki hevur atgongd til. Sambært Freud kemur dulvitið best til sjóndar í dreymi, men eisini í t.d. mismæli.
dystopi (av gr. dys- ‘harður’, ‘vándur’, og topos ‘staður’)
Ímyndað samfelag ella ríki, ofta við einaræði, har nógv órættvísi og líðing er. Ímyndað ræðumynd av framtíðarsamfelagi ella -ríki, har tann heimurin vit kenna, er gingin undir, mótsett utopi*. Viðgitnar lýsingar av d. eru t.d. skaldsøgurnar Brave new World (1932) eftir Aldous Huxley, 1984 eftir Georg Orwell (1949; før.týð. 2020) og Flugudrotturin (1954; før. týð. 2003) eftir William Golding. Nýggjari, føroysk, dømi eru stuttsøgurnar: Hanus Kamban: “Tann angandi býurin” (Gullgentan 2010) og Sámal Soll: “Glasbúrið” (Glasbúrið 2015).
dømisøga
1) (gr.
parabole, samanbering) Stutt frásøgn, sum ber siðalagsligan ella átrúnaðarligan boðskap við onkrum slagi av
*samanbering. Sagt verður frá einari gerð ella hending, sum tykist kend ella er táttur av almennum lívsroyndum, men frásøgnin verður nýtt sum myndaligt dømi um tann boðskap, sum høvundurin flytur. Samanburðurin er ikki gjørdur beinleiðis, tí d. er ein sjálvstøðug heild, og ofta er ein stutt frágreiðing skoytt uppí, sum sigur, hvussu d. er at skilja. Kendastu d. eru líknilsi Jesu; summar teirra hava fyrimyndir í Gamla testamenti.
2) (lat.
fabula, stutt frásøgn) stutt søga í bundnum ella óbundnum máli, har sum fyrst og fremst djór, urtir og annað úr náttúruni stígur fram sum persónar við menniskjaligum eginleikum; atburður teirra er dømi um onkran viðurkendan sannleika, siðaboðskap ella lívsvísdóm. Í Vesturheiminum eru elstu d. av hesum slag, ella fáblar, ognaðir Esopi, sum sigst at hava verið frýgiskur trælur á Samsos í 6. øld f. Kr. .