gagnmeta

Skildøma, meta gjølla um evnislig og formlig eyðkenni í listarverki, bók.

gandabøn

Gandabønir eru styttri ella longri fast orðaðir tekstir, sum vórðu hildnir at hava yvirnatúrliga ávirkan. G. kundu vera signingar, sum veittu heilsubót móti sjúkum og líðingum, ella burturvísingar, sum fingu óndar máttir at dvína. G. hoyra bæði til heidni og kristni, og rúnir vóru í sær sjálvum hildnar at hava yvirnatúrliga megi. Úr norrønari tíð er endin á Hávamáli eitt gott dømi; har verða 18 máttmikil gandakvæði tald upp, sum hjálpa móti sorg, sakni øvund, eldi, til at slætta sjógv og mongum øðrum. Hammerhaimb skrivaði nakrar g. upp, t.d. “At lesa burtur siftili ella atgongd”. Siftili er tað, at fólk, sum hava samband við tey fornisku, svíma, tá ið tey fornisku koma til teirra. Ein onnur g., “Ástir”, er til at fáa onkran at fáa ástartokka til sín, og uppaftur ein er til at lesa burtur skyrbjóg. Ein feril av einari g. móti gø sæst í skaldsøguni Hinum ævinliga gonguverkinum.


Olav Bø: “Trollformlar”. Kulturhistorisk leksikon for nordisk middelalder XVIII, 1974: 674-678. Hans Marius Ejdesgaard: Hitt ævinliga gonguverkið 1952: 72. V. U. Hammershaimb: Savn 1969: 9-20. “Hávamál”. Rasmus Rasmussen týddi. Varðin 24. bd., 1946: 74-79.

gandarealisma,magisk realisma (tý.magischer Realismus)

Hugtakið g. hevur frá o.u. 1940 verið nýtt um prosaskaldskap, ið eyðkennist av einum blandingi av realistiskum og furðuligum, fantastiskum, táttum. Realistiskir staklutir og gátufør fyribrigdi, dreymakendir partar, brádlig skifti í tíðarrað, samansett og fløkt tilburðagongd eru eyðkenni á g., ið eisini tekur upp ævintýr, sagnir og mýtur. G. er at finna hjá teimum stóru latínamerikonsku rithøvundunum, Asturias úr Guatamala, argentinska Borges og colombiska Márquez. William Heinesen, Calvino úr Italia, týski Grass og bretsk-indiski Rushdie eru aðrir.

gentubøkur

Skaldsøgur fyri gentur. Fram til 1960 vóru barnabøkur sera normativar, ikki minst í lýsing síni av kynunum. G. blómaðu serliga fram til 1960. Tær hava eina gentu sum hetju. Hon hevur stereotýpar kvinnuligar dygdir sum hjálpsemi, ans fyri vakurleika, tolni og lítilætni, dygdir, sum bera hana gjøgnum allar trongdir og á mál, ið ofta er at finna sær maka. G. eru eisini bókarøðir um eina gentu og vinkonur hennara, sum t.d. Puk-bøkurnar. Ikki allar bøkur við gentu sum hetju falla undir g., t.d. Pippi-bøkurnar, sum venda sær frá normativari gentufatan. Sí eisini *dreingjabøkur.

goðaveldi

Í íslendsku høvdingatíðini var g. vald og embæti hjá goða, harímillum sæti í løgrættu á altingi og í dómnevndum á vártingum (landsspartatingum), og altingi. Í heidnari tíð var goði maður, ið stóð fyri hovi og at ofra ella blóta til gudarnar.
Kulturhistorisk leksikon for nordiskmiddelalder.

greining

Í bókmentafrøðiligari viðgerð av tekstum er g. fyrsta stigið aftan á lýsing. Tá ið g. er gjørd, eru *tulking og meting eftir. Í g. verður kannað, hvussu skaldverkið er sett saman; teir einstøku formtættirnir í verkinumverða kannaðir og hvussu teir virka saman, bygnaðurin á innihaldssíðuni á verkinum, og at enda heildin av formtáttum og innihaldstáttum. Í g. er neyðugt at nýta væl skilmarkað hugtøk, so at hon verður so eintýdd sum gjørligt og samsvarar við seg sjálva. G. eigur at hava støði í sjálvum bókmentatekstinum og styðja útsagnir sínar til ávísanir til tekstin, soleiðis at tað ber til at meta og skifta orð um greiningina og próvførslu hennara.

greiningarmyndil

Myndil til at greina bókmentir eftir

groteskur (it. grottesco, av grotta, ‘helli’; da. grotesk, fr., en. grotesque)

Upprunaliga nýtt um skreytstíl líkan veggmálningum, sum vóru funnir, tá ið fornrómversk hús og gravir vóru grivin út; teir høvdu ofta eitt óveruleikakent hugmyndaflog. Um bókmentir var orðið fyrst nýtt í Fraklandi í 16. øld, á týskum og enskum í 18. øld. Í langa tíð var orðið nýtt niðrandi um tað, sum var høpisleyst, ónatúrligt, ella andskræmiligt og láturligt í senn, og soleiðis var tað nýtt bæði um bókmentir og myndlist. Við romantikkinum broyttist merkingin hjá hugtakinum; ymsir romantiskir høvundar, t.d. Victor Hugo, lýstu teir margtýriligu mótsetningarnar í tilveruni, blandingina av tí vakra og tí ljóta, tí láturliga og tí andskræmiliga og nýttu hugtakið g. um hana. Groteskir tættir í bókmentunum hava vundið upp á seg í 20. øld, og tað hevur havt við sær ymsar skilmarkingar hjá bókmentafrøðingum. Felags fyri skilmarkingar av hugtakinum er, at tað sipar til samanbrest millum ósambærilig fyribrigdi, og hesin mótsetningur verður ikki loystur í verkinum sjálvum; t.d. tá ið yvirnatúrlig og ónatúrlig fyribrigdi eru sett fram realistiskum búna. Lesarin kann taka ímóti slíkum blandingi við ræðslu ella andstygd ella á hin bógvin halda hann vera láturligan.
G. tættir hava leingi verið nýttir í bókmentum, bæði í *satirum og alskyns atfinnandi bókmentum. Góð dømi eru t.d Rabelais (1495-1553) og Swift (1667- 1745); í 19. øld E.T.A. Hoffmann, Dickens og E.A. Poe. Í rannsóknini hjá russiska granskaranum M. Bakhtin av Rabelais og søgu látursins er tað g. eitt meginhugtak. Sambært honum hevur g. lívsfatan eyrfornar røtur, stóð í hægsta blóma í karnivalsmentanini í miðøld og fekk størri samfelagsliga vídd, tá ið hon var sett í hásæti í bókmentunum í endurreisnartíðarskeiðinum. Har er verk Rabelais krúnan; tað raktu oddamenn í romantikkinum við og hálovaðu tí sambært Bakthin. G. lívsáskoðan eyðkennist av mótstøðu móti øllum, sum er endaligt, móti einum og hvørjum almennum sannleika og gjørdum loysnum viðvíkjandi heimsáskoðan. Tað er tí ikki løgið, at romantikararnir, sum skuldu bróta seg burtur úr klassisistiska formfastleikanum, góvu gætur eftir almúgumentanini í evropeiskari miðøld, sum hevði støði í g. heimsfatan.
Í 20. øld verða g. tættir nógv algongdari bæði í skaldsøgum, frá Kafka til ørgrynni av nútíðarhøvundum, og í leikritum, frá Brecht til *absurdan sjónleik. Dømi um g. eyðkenni í føroyskum nútíðarbókmentum finna vit hjá Tóroddi Poulsen.
Michail Bachtin: Rabelais och skrattets historia 1965. Helge Nielsen: Det groteske, Begrebshistorie, Litterær kategori, Groteskteorier 1976. Philip Thomson: The grotesque (The Critical Idiom) 1972.

gudakvæði

*Eddukvæði. Eddukvæði býtast í g. og *hetjukvæði. G. siga frá hendingum í lívinum hjá norrønu gudunum, ásum og jøtnum, soleiðis at gudaheimurin verður ein avgjørd spegilsmynd av mannaheiminum; vissuliga eru gudarnir máttmeiri enn menniskju, men teir stríðast kortini við trupulleikar og mugu við hvørt lúta. Til samans eru trettan g. varðveitt umframt nøkur brot. Ongar heimildir eru um slík kvæði millum aðrar germanskar tjóðir enn norrønar. Fremst millum g. standa *Vøluspá og Hávamál.