vampýrsøga
verbum-de-verbo-reglan
Í bíbliutýðing í miðøldini vísir v. til ta ráðandi hugsanina um týðing: Um tað á ongan hátt slapst undan teirri villu at týða Bíbliuna, so átti tað at verða gjørt so beinleiðis sum gjørligt, ikki bara innihaldsliga men eisini formliga, soleiðis at Bíbliunnar orð kundu varðveitast sum loyndarmál; lýsingarorð skuldi týðast við lýsingarorði, navnorð við navnorði, tátíð við tátíð o.s.fr. Sí
*týðing.
verfremdung
vers (lat. versus vending)
veruleikagrundregla (tý Realitätsprinzip)
Hugtak í sálargreining Freuds, sí
*lystgrundregla.
viðurnevni (gr. epitheton = tað uppískoytta)
Fast ískoyti, oftast lýsingarorð, sum javnan verður nýtt um sama persón ella fyribrigdi, antin tað hevur veruliga merking í samanhanginum ella ikki. V. eru vanlig í fornum frásøguskaldskapi, t.d. Homers kvæðum, har tey støðugt fylgja persónum og fyribrigdum í føstum formlum: Akilles er snarføtta hetjan, Zeus er skýsamlari, Hektor hevur v. hin hjálmasveiggjandi, Hera er armhvít, Eos, t.e. morgunroðin, er safranslitt. Knørrirnir eru holaðir o.s.fr. Í tí finska tjóðarkvæðinum Kalevala hevur høvuðspersónurin Väinämöinen tað samansetta v. gamli vari. Í føroyskum kvæðum eru v. nógv nýtt, og somu v. síggjast aftur í mongum kvæðum. Kongar og kappar sita við sítt breiða borð, Sjúrður er hin reysti og tað sama eru aðrar hetjur, Gýðin jall er vándur o.s.fr.
vistgreining (en. ecocriticism)
Ástøði í bókmentagransking, sum kannar sambandið millum menniskjað og tað, sum ikki er menniskjaligt. Vistgreining tók seg fram á universitetum í USA í 1990-árunum. Áhugin fyri náttúru og náttúruvernd elvdi til ein áhuga fyri, hvussu náttúran verður fatað og lýst í skaldskapi í mun til menniskju og mentan. Fleiri av teimum, sum arbeiddu við vistgreining fyrstu árini, vóru virkin náttúruverndarfólk. Amerikanska Cheryll Glotfelty skrivaði í bókini The Ecocriticism Reader (1996) eina nógv brúkta skilmarking av vistgreining: “bókmentagransking, sum setur Jørðina í miðdepil” (“an earthcentered approach to literay studies”). Úr hesi politiskt grundaðu vistgreiningini birtist í árunum eftir túsundáraskiftið ein heimspekilig grunan, og spurt var m.a., hvat hugtakið náttúra merkir og ger við okkum og okkara hugsanir um umhvørvið. Gongdin elvdi til, at tað í dag verður skilt millum tvey sløg av vistgreining. Enski bókmentafrøðingurin Greg Garrard nevndi í bókini Ecocriticism (2004) hesi bæði sløgini ávikavist fyrra og seinna bylgja, tað sama gjørdi amerikanski bókmentafrøðingurin Lawrence Nuell í bókini The Future of Environmental Criticism (2005). Fyrra bylgja leggur dent á, at menniskjað hevur ábyrgd av náttúruni og við vistgreining kann eggja til nýggjar hugsanir og politiskar loysnir (eins og feministisk bókmentagransking). Seinna bylgja hevur sum eyðkenni eina heimspekiliga grunan, sum avdúkar samanhangir í einari sonevndari flatari ontologi (sí tilverufrøði), har fyribrigdi ikki verða skipað stigvíst í mun til hvørt annað, t.d. menniskjað mótvegis náttúru og djórum, men í innanhýsis treytaðum sambondum. Einstakir ástøðingar, t.d. enski Timothy Morton, vilja als ikki brúka orðið náttúra, tí tað forðar nýggjum innliti. Bók hansara, Ecology Without Nature (2007), hevur havt stóra ávirkan á, hvussu arbeitt verður við hugtøkum og tekstum vistgreiningarliga.
Greg Garrard: Ecocriticism, 2004. Ken Hiltner (ed.): Ecocriticism. The Essential Reader, 2015. Timothy Morton: Ecology without Nature, 2007.
Vølsungasøga
V. er ein fornaldarsøga og hoyrir til millum hetjusøgurnar og er sum slík harmborin, tragisk. Í henni finna vit somu hetjusøgueyðkenni sum í hetjukvæðum eddukvæða: hetjan fær harmbornan deyða, systkinadráp, at gudarnir leggja upp í mannalagnur.
Upprunin til V. er hetjukvæði eddu. Hon er skrivað burtur úr hesum hetjukvæðum. V. er varðveitt í handriti úr 14. øld. Hildið verður, at hon hevur verið skrivað ikki fyrr enn eftir miðja 13. øld.
V. sigur frá Sigurði, sum er sami maður og hetjan í Sjúrðarkvæðum. Søgan greiðir frá fedrum hansara heilt frá Óðini. Tey fyrstu átta kapitlini hava einki samsvar í varðveittum eddukvæðum.
Íslensk bókmenntasaga Ì. Böðvar Guðmundsson, Sverrir Tómasson, Torfi H. Tulinius, Vésteinn Ólason, ritstjóri. Mál og menning 1993.
Vølsungasøga. Týðing og viðmerkingar: Poul Vestergaard. Sprotin 2006.
Vøluspá
V. er eitt høvuðskvæði í norrønum bókmentum. Tað hoyrir til tann flokkin av eddukvæðum, ið kallast
*gudakvæði (hin bólkurin er
*hetjukvæði). V. er yrkt í fornyrðislagi. Heitið á kvæðinum merkir ‘spádómurin hjá vølvuni.”
V. er ógvuliga serstakt millum eddukvæði. Tað roynir í fáum orðum at siga alla søgu gudanna, frá jørðin varð skapað, til hon týnist í ragnarøkum. Kvæðið leggur dent á at meta atburðin hjá gudunum siðalagsliga, og tað er heilt ólíkt øðrum eddukvæðum. Mangt bendir á, at hugmyndafrøðin í V. er sprottin av onkrum slag av samruna millum heidni og kristni. Hetta bendir á, at kvæðið kann vera vorðið til umleið ár 1000.
V. er varðveitt í skinnbókini Kongsbók eddukvæða frá seinnu helvt av 13. øld og Heyksbók frá um miðja 14. øld; harumframt er ein triðingur av V. í
*Snorra-Eddu.
“Vøluspá” Fornmálasagnir og fornmálaljóð 1945, bls. 70-83. Týðing: Regin í Líð.
Sigurður Nordal: Völuspá 1952.