Habermas, Jürgen
er heimspekingur og samfelagsfrøðingur, f. 1929, uppvaksin í Týsklandi. Royndirnar av krígs- og eftirkrígstíðini og arvurin eftir samfelagsfrøðiliga granskingarstovnin “Frankfurtsskúlan” hava gjørt hann til ein av týdningarmestu stríðsmonnunum fyri eini víðgongdari fólkaræðisligari hugsan í heimspeki, samfelagsteori og mentanarkjaki.
Kendastu verk hansara eru
Strukturwandel der Öffentlichkeit (1968) um borgaraliga
*almennið og
Theorie des kommunikativen Handelns 1-2 (1981). Seinna bókin snýr seg um, at lívsheimurin og “samskiftisvirksemið” eru tað neyðuga límið, ið halda samfelagnum saman. Habermas verjir “skynsemið í tí nýtíðarliga” ímóti tí “postmodernaða” í bókini
Der philosophische Diskurs der Moderne (1985).
Troels Nørager: System og livsverden. Habermas’ konstruktion af det moderne. Århus 1989; Det moderne – en bog om Jürgen Habermas. Ristj. Jørn Erslev Andersen, Hans-Jørgen Schanz, Per Stounbjerg. Århus 1983.
MM
haiku
Japanskur yrkingarformur, órímaður og uttan rýtmiskt ljóðlag; 3 ørindisreglur við ávísari nøgd av stavilsum í hvørjari (3-7-5). H. er í veruleikanum
*tanka, sum tvær tær síðstu reglurnar eru skornar av; hetta frábrigdið tók seg upp í 16. øld. Tann beinrakna, mergjaða japanska orðalistin í h. og tanka hevði ávirkan á summi vesturlendsk skald í 20. øld, fyrst á imagistar (
*imagisma), sum tóku hesar formarnar upp; seinni tóku onnur teir upp. Av føroyskum skaldum, sum hava verið ávirkað av teimum, kunnu vit nevna Guðrið Helmsdal Nielsen, Chr. Matras í yrkingum sínum frá seinni árum og Tórodd Poulsen.
halgileikir (e. mystery plays, tý. geistliches Drama)
Trúarsjónleikir í miðøld við evni úr Bíbliuni og halgisøgum. H. vuksu fram av skiftissangi í gudstænastuni, serliga á páskum og jólum, ikki seinni enn í 11. øld. Í fyrstuni vóru h. á latíni og bara fluttir av prestlærdum og kórdreingjum. Seinni gjørdust teir rúgvumeiri og vórðu fluttir út á torg framman fyri kirkjurnar og at enda á sølutorg, og tá vórðu teir fluttir á tjóðartungumálum og leikmenn høvdu sýningarnar um hendur. Í 14.-16. øld var kjarnin í h. pínslusøgan, og skapanin og syndafallið vóru tá eitt slag av forleiki. Summir av hesum h. gjørdust ovurlangir, upp í 40.000 ørindisreglur og vardu í nógvar dagar. Í sambandi við h. tóku sonevnd
*siðaleikrit seg upp í 15. øld. H. vóru útbreiddir um allan tann katólska heimin. Teir fullu burtur flestastaðni í 16. øld, hóast leivdir av teimum hildu sær longur. Sí eisini
*leikbókmentir.
harmleikur (gr. tragoidia, av tragos, geitarbukkur, og oidos, songur; ‘geitarsongur’)
Álvarsamt leikrit (ella, í víðkaðari merking, frásøgubókmentir eins og t.d. skaldsøgur, íslendingasøgur), sum lýsir vanlukkuliga fallið hjá høvuðspersóninum í verkinum. Einstakir forngrikskir harmleikir, eitt nú Evmenidurnar eftir Aiskylos, kundu enda væl, um evnið var gudasøguligt og stílurin virðiligur, men tann vanligari endin, sum hevur við sær, at høvuðspersónurin doyr, er seinni vorðin eitt avgerandi eyðkenni, ið hoyrir upp í skilmarkingina av h. Út frá verkum Aiskylosar, Evripidesar og Sofoklesar setti Aristoteles í skaldskaparfrøði sínari (4. øld f.K.) fram ta skilmarking av h., sumhevur verið avgerandi fyri fatanina av hesi skaldskapargrein: herming eftir einari gerð, sum er álvarsom og fullfíggjað, soleiðis at burturúr spyrst
*katarsis (reinsan) gjøgnum hendingar, ið vekja samkenslu og ótta. Aristoteles bendi eisini á, at høvuðspersónurin kom í ta lagnutungu vanlukkuna av onkrum mistaki, ið ofta kemur fram sum hýbris, t.e. hugmóð móti gudunum, og hevur við sær revsing gudanna, nemesis.
H. metist at hava havt 3 blómaskeið: Tað forngrikska í 5. øld f.K. við teimum trimum nevndu skaldunum; bretskar leikbókmentir um aldaskiftið 1600 (Marlowe og Shakespeare) og franski h. í 17. øld (Corneille og Racine). H. eftir hesi skald fara í flestøllum førum fram í fjarløgdum støðum og tíðum og hava fremmandsligt yvirbrá; mál teirra er bundið í ørindisløg og hevur tí hátíðarligan dám; frá hesum bregða fyri ein part summir h. eftir Marlowe og Shakespeare, har sum persónar tala ymist bundið ella óbundið mál.
Frásagnarformurin í grikskum h. er strangur; leikurin byrjar við einum leiktátti, sum er
*formáli (prologur); harnæst kemur kórið inn og flytur fyrsta kórkvæðið (stasimon), síðan skiftast leiktættir og kórkvæði, til liðugt er og kórið gongur út, eftir at hava flutt seinasta kvæði sítt (exodos). Skiftandi pallmynd varð ikki nýtt í grikska leikhúsinum, og tí mátti leikurin fara fram á einum og sama stað. Aristoteles bendir á, at í h. verður strembað eftir, at alt fer fram innan fyri eitt samdøgur og hann skrivar eisini um, at tað er neyðugt, at hendingarnar gera eina heild.
Í
*endurreisnini, tá ið klassisk mentan gjørdist fyrimynd fyri mentan og list, vórðu orð Aristotelesar tulkað sum óvikandi reglur fyri, hvussu h. áttu at vera (
*eindirnar, tær tríggjar). Fronsku leikskaldini vóru trúgv móti hesum leiðbeiningunum, og serliga Racine eydnast tað at fella saman evni og form í leikritum sínum, sum flestøll eru um fólk, sum eru á ytstu trom av kensluligari kvøl og vónloysi.
Bretski h. eru ólíkur hinum franska. Umframt ta klassisku ávirkanina vóru Shakespeare og samtíðarmenn hansara ávirkaðir av tí frælsa frásagnarforminum í miðaldarleikritum, sum ikki høvdu fyrilit fyri “teimum trimum eindunum” og sum lovaðu høvundunum at blanda álvarsamt og margháttligt saman. Av klassiskum høvundum tykist tað at vera rómverjin Seneca (1. ølf. f.K.), sum bretsku harmleikaskaldunum best dámdi.
Frá 18. øld hava nógvar royndir verið gjørdar at skriva samtíðarharmleikir um vanligar samfelagsborgarar. Fólk hava verið ymisk á máli um úrslitið. Ibsen og Strindberg røkka kanska eina longst í hesum royndum í verkum sum Heddu Gabler, Faðirinum og Frøkun Juliu. Men eingin man í størri mun enn amerikanarin Eugene O’Neill hava roynt at endurlívgað h. Í sjálvsævisøguligu leikritunum
Long Day’s Journey into Night og
A Moon for the Misbegotten lýsir hann ta harmsøguligu lagnuna hjá húsinum Tyrone; hesi verk hava klassiskt snið í tí, at tey virða regluna um tær tríggjar eindirnar.
Ymisk onnur nútíðarskald hava roynt at skriva h. (Yeats, Synge, Brecht, Miller o.fl.), men kanska talar svørt komedia sterkari til nútíðarfólk enn hevdbundin h.
Illustrated Encyclopedia of World Theater, London 1977.
hálvrím
Tað, at sjálvljóð eru eins, men ikki fylgjandi hjáljóð, t.d.
tók: bót og
fram: rann eru h.; sbr.
*heilrím.
heilrím
Tað at bæði sjálvljóð og fylgjandi hjáljóð bera upp á rím, alrím,
lætna: tætna og
ól – sól eru h.; sbr.
*hálvrím.
heimildabókmentir (d. dokumentarisme)
Heiti á bókmentaligum verkum, sum lýsa sannsøguligar hendingar við at nýta heimildir beinleiðis, eitt nú skjøl, vitnisfrásagnir, samrøður o.a.tíl. H. sipar ikki til ævisøgur og tílíkar søguligar frásagnir, men til frásagnir í skaldsligum formi, serliga skaldsøgur og leikrit, har sum høvundarnir hvørki skapa persónar ella hendingar, men eru bundnir av heimildum sínum; men teir velja kortini burtur úr teimum og knýta tær saman, so at heildarmynd spyrst burturúr. Tí er ofta trupult at seta greitt mark millum h. og aðrar bókmentir, t.d. ferðalýsingar og blaðmannafrásagnir øðrumegin, og hinumegin søguligar skaldsøgur og leikrit ella realistiskar samtíðarskaldsøgur. Flestar h. eru um samtíðarhendingar ella hendingar, sum nýliga eru yvirstadnar, og ofta eru tær skrivaðar sum atfinning ella til at avdúka samfelagsligt órættvísi. Viðhvørt hevur verið funnist at h. av teirri orsøk, at tær eru ikki fagurfrøðilig skapan men yrkisskriving ella blaðskriving.
Sum serstakt tekstslag verða h. til eftir 1960, hóast fyrimyndir kunnu síggjast í eldri skaldverkum, t.d. U.S.A. eftir John Dos Passos (1930-36). Millum teir, sum løgdu til brots við slíkari skriving vóru øðrumegin Oscar Lewis, sum bygdi bøkur sínar á ljóðskrivaðum ella snarritaðum samrøðum, og hinumegin A. Kluge, sum nýtti heimildir av ymsum slag. Báðir mátarnir hava verið nýttir seinni. Av norðurlendskum høvundum eru at nevna sviarnir Sara Lidman (Gruva, 1968), P.O. Enquist (Legionärerna, 1968) og danin Thorkild Hansen (Jens Munk, 1965, Slavernes kyst, 1967 o.fl.) Í leikritaformi var Peter Weiss (Die Ermittlung, 1965) millum fyrstu umboðini fyri h.; eisini fyri útvarp og sjónvarp hava nógv leikrit verið skrivað av hesum slag.
heiti
H. er einliðað, ella ósamansett, skaldsligt orð fyri persón ella lut. H. kunnu vera a) vanlig orð, sum eru nýtt í aðrari merking, t.d. brúður (= kvinna), brandur (= svørð), ben (= sár); ella b) gomul ella sjáldsom orð, sum bara ella næstan bara eru nýtt í skaldskapi, t.d. fljóð (= kvinna), snót (= kvinna), droyri (= blóð), seggur (=maður). H. eru sera vanlig í føroyskumkvæðum eins og tey somuleiðis eru í norrønum skaldskapi.
hending
H. er innrím í
*dróttkvæði.
hermeneutikkur
Tulkingarfrøði.
herming (gr. mimesis, lat. imitatio)
Platon og Aristoteles skaptu hugtakið h. í skaldskaparfrøði. Platon metti, at allir listamenn hermdu eftir objektivum fyribrigdum, sum á hin bógvin ikki vóru verulig uttan bara á tann hátt, at tey endurspeglaðu ‘frummyndina’; millum listaverkið og sannleikan var tí dupult glopp, tað var í roynd h. av h. Aristoteles helt hin vegin, at allar listagreinir bygdu á h. eftir onkrum, sum lá uttan fyri listaverkið, og tann h. fevndi um tað almenna í fyribrigdunum. Tann listarliga orðingin, skapanin, leitaði tískil ikki til ‘frummyndirnar’ handan fyribrigdini, sum menniskjað sansar, men til teir algildu eginleikarnar hjá fyribrigdunum og dró fram teir tættir í hendingagongdini, sum hava alment gildi. “Skaldskapurin setur tískil fram hitt almenna, men søguvísindini hitt serstaka”, og tí er “skaldskapurin heimspekiligari og hægri enn søguvísindini” (Aristotelses: Um skaldskaparlistina, 9. kap.).
Rómverjar (t.d. Horats) skoyttu uppí, at listamaðurin átti eisini at herma eftir undanmonnum sínum í listini, soleiðis sum rómversk skald høvdu tey griksku til fyrimynd. Latínska hugtakið
imitatio fekk tí heldur øðrvísi merking enn mimesis hjá grikkum, og tað var hugmyndin hjá rómverjum, sum lá aftan fyri strembanina hjá nógvum skaldum í endurreisnartíðini og klassisismuni eftir at herma eftir grikskum og rómverskum fornaldarskaldskapi. – Ávísar stevnur í nýggjari tíð hava havnað lærisetninginum um h. í skaldskapi og list og hava hildið tað verið høvuðseyðkennið hjá skaldum at skapa nýtt. Harumframt hevur h. verið tulkað sum handfaringin hj høvundum av veruleikanum, tey háttaløg í stíli og frásøgn, sum í ymsum tíðarskeiðum hava verið nýtt til at endurspegla dagligt lív. (
*realisma).
E. Auerbach: Mimesis, 1946 (en. týð. 1953 do. týð. 1965).
hetjukvæði
H. hava verið til hjá germonskum tjóðum í hvussu er síðan tíðliga í miðøldini; tey eru nevnd í søguritum, men lítið av teimum er varðveitt fyrr enn í eddukvæðum.
*Eddukvæði verða býtt sundur í h. og
*gudakvæði.
hexametur (gr. hexametros, ‘seksmáldur’)
Forngrikskt ørindislag, 6 rættir tríliðir í hvørjari reglu, tann síðsti styttur 1 stavilsi; einki ørindabýti. Í staðin fyri hvønn av teimum4 fyrstu ørindisfótunum kundi koma
spondaios (
*ørindisføtur);
*regluhvíld var í hvørjari reglu, men ikki altíð á sama stað, og tað gjørdi ørindislagið fjølbroyttari. Upprunaliga varð hexametur nýtt í
*frásøgukvæðum (elst teirra eru kvæði Homers) og seinni eisini í øðrumskaldskapi á grikskum og latíni. Byrjanin á Ilions kvæði í týðing Janusar Djurhuus í hexametri er soleiðis:
Vreiðina/ kvøð um gud/ inna hjá/ Peleusar/ soni A/killeus/
vanlukku/kvidnu, ið/ voldi A/kaiunum/ ótaldar/ vansar:/
Janus Djurhuus hevur eisini yrkt í hexametri.
Saman við hexametri varð
*pentametur nýtt í tvíreglum longu í forngrikskum skaldskapi (
*distikon,
*elegiskt lag). Á nýggjari málum hevur ørindislagið verið nýtt bæði í týðingum av klassiskum verkum og í frumyrktum yrkingum av ymiskum slag. Í miðøld kom upp sonevnt
leoniskt lag; í tí ríma saman stavilsið undan regluhvíld og endastavilsið í regluni, og hetta ørindislagið varð vanligt í latínskum skaldskapi.
hjámerking
homonými
Tað at orð eru einsvorðin í talu og/ella skrift og hava ymiska merking, sí
*einsnevning, *merkingarfrøði.
hugasamband (da. association)
hugmyndafrøði (da. ideologi, av. gr. orðunum idea, ‘hugmynd’, og logos, ‘frøði’; ísl. hugmyndafræði)
Orðið merkir ‘læran um hugmyndir’, men verður nýtt í víðari týdning um eitt meira ella minni skilbundið kervi av hugmyndum og virðismetingum, sum ein ávísur samfelagsbólkur í einum ávísum tíðarskeiði er felags um. T.d. vóru hugsanirnar um frælsi og javnað avgerandi fyri borgarastættina, sum um 1800 trokaði einaveldið burtur í Fraklandi og sjálv tók ræðið. Hesar hugsanir vórðu samanfataðar í hugmyndini um
liberalismu, sum gjørdist kjarnin í h. hjá borgarastættini.
Serliga Karl Marx fekst við hugtakið h., og tiltikin eru orð hansara: “Ráðandi hugmyndir í hvørjum tíðarskeiði eru hugmyndirnar hjá ráðandi stætt” (1846). Marx kallaði átrúnaðin opium fólksins, men segði eisini, at hann var “neyðarróp teirra kúgaðu”. Hetta tvílyndið í allari h., at goyma í sær bæði staðfesting av ráðandi støðuni og dreymin um eitt betri lív, er týdningarmikið fyri atfinningarnar hjá Marx móti teimum borgaraligu vísindunum, sum hann ákærdi fyri at rættvísgera órættvísa samfelagsskipan við hugtøkum sum frælsi og fólkaræði, ið stóðu í rópandi mótsøgn móti tí veruleika, ið tey skuldu lýsa. Sambært teirri fatanini vóru hesi vísindini eitt slag av h. ella “følskum tilviti” um samfelagið. Fyritreytin hjá Marx var, at tilvit menniskjans er formað av teimum evnisligu lívstreytunum, og rannsókn av sambondunum millum heims
fatan og samfelags
skipan hevur verið ein megintáttur í allari samfelagsfrøði síðan í 19. øld.
Vituliga hevur leingi verið fingist við at kanna hugmyndaheimin í bókmentunum, men ikki fyrr enn í seinnu helvt av 20. øld var talan um serligt háttalag tí viðvíkjandi, nevniliga hugmyndafrøðiliga kanning ella
*hugmyndafrøðikritikk (da.
ideologikritik). Millum slóðbrótararnar í tílíkum kanningum eru G. Lukács og L. Löwenthal, sum vegaðu fyri marxistiskari bókmentagransking; men royndir tann vegin hava eisini verið knýttar at strukturalismu og kvinnugransking. Hugmyndafrøðilig gransking krevur at hava fyrilit fyri teimum søguligu umstøðunum í viðkomandi bókmentaverki og gera mun á sjónarmiðum hjá søgupersónum, høvundi og lesarum. Tá ið væl verður atborið, kann slík kanning vísa, hvussu heimsmyndin í einum verki myndast í samspæli millum innihald og form tess og ráðandi h. í samfelagnum.
Terry Eagleton: Criticism and Ideology 1978. Marx/Engels: Die deutsche Ideologie 1846 (ísl. týð.: Þýska hugmyndafræðin 1983). Ideas and Ideologies in Scandinavian Literature since the First World War, ritstj. Sveinn S. Höskuldsson 1975. Turið Sigurðardóttir: “Virðingin fyri veruleikanum” Bókmentasøgur 2004, bls. 176-242.
hugmyndafrøðikritikkur
hugstroymi
Óritstjórnað avskrift av hugsan. Ein frásagnartøkni, sum roynir at endurgeva tilvitsrenslið so beinleiðis sum møguligt, uttan at royna at fáa skilvísan samanhang í tað. H. hevur ment
*innaneinrøðuna, men brýtur frá henni við ikki at vera skipað skilvíst. Hugtakið h. (en.
stream of consciousness) er komið frá amerikanska sálarfrøðinginum og heimspekinginum William James (1842-1910), ið brúkti tað um allar tær hugsanir, kenslur, minnir og sansanir, sum streyma gjøgnum mannatilvitið. Fyrstu ferð at h. er brúkt sum skaldslig tøkni í fullum blóma er í skaldsøguni Ulysses (1922) eftir írska skaldið James Joyce.
Leyvoy Joensen: “Ulysses-øldin”, Varðin bd. 71:141-160. 2004.
humanisma
Heitið varð tikið upp í 19. øld og sipaði til virðini og hugsjónirnar í evropeisku
*endurreisnini, sum legði dent á, at menniskjað átti at menna og víðka førleika og evni síni. Humanistarnir í endurreisnini granskaðu grikska og rómverska søgu og fingu á tann hátt eina mynd av ‘menniskjanum’, sum var nógv vónríkari og jaligari enn tann hjá miðaldarkristindóminum. Heldur enn at vera ein neyðars syndari, sum bíðaði eftir loysn úr einum díki av holdsligari spillu, var menniskjað eitt undurverk av óendaligum møguleikum fyri at menna seg fram móti javnvág millum síni likamligu, andligu, siðalagsligu og vitbornu evni.
Í Týsklandi og Norðurlondum vakti h. hjá mongum áhuga fyri tjóðarsøguni: Gomul søgurit vórðu útgivin og nýggj skrivað. Teirra millum var 1. útgáva av danasøgu Saxos (1514), sum íbirti humanistiska søguskriving í Norðurlondum. Í 16. øld fingu danskir søguskrivarar áhuga fyri íslendskum fornritum um norðurlandasøgu. Sami áhugin fekk danska fornminnasavnaran Ole Worm í 1636 at útvega sær kvæðauppskriftir úr Føroyum, tær fyrstu kvæðauppskriftir úr Føroyum, sum søgur ganga frá.
Nógvir av humanistunum, eitt nú Erasmus og Milton í 16. og 17. øld, sameintu tættir úr kristnari og klassiskari mentan til tað, sum hevur verið kallað
kristin h.; men í 18. øld tók
*upplýsingarstevnan at loysa hugsjónina um fullkomnan menniskjans frá tí átrúnaðarliga, yvirnatúrliga, soleiðis at h. í 20. øld í høvuðsmerking síni sipar til teir siðalagsspekingarnar, sum venda sær frá gudfrøðiligum lærusetningum og fáast við reint menniskjanslig málsevni. Umframt at vera skilmarkað mótvegis gudfrøðini so kom h. eisini í mótsetning til vísindaliga materialismu: frá miðjari 19. øld og frameftir settu Matthew Arnolds og aðrir upp ímóti krøvunum frá vísindunum hugsjónina um ta menniskjansligu fullkomnanina við javnvág millum sjálvsmenning og siðalagsligan sjálvsaga. Henda h., sum M. Arnold stendur fyri, er eitt frábrigdi av tí algongdu
liberalu h., sum í miðjuna á sínari heimsfatan setur hugmyndina um einstaklingin, sum hevur sjálvsavgerðarvald. Í nýtíðarbókmentafrøði fær liberal h. og viðhvørt h. yvirhøvur avbjóðing frá
*poststrukturalismu, sum í staðin fyri eindarhugtakið ‘menniskja’ setur ‘subjektið’, sum er kynsskilmarkað, ‘miðspjatt’ og ikki longur hevur sjálvsavgerðarvald.
humor (lat. væta)
H. er upprunaliga heiti á teimum fýra likamsvætunum, sum læknar í fornøldini samanfataðu í læruni “humoral týpologi” og sum teir býttu menniskju í 4 týpur eftir: sangvinikarar, kolerikarar, melankolikarar og flegmatikarar. Hildið varð, at lutfallið millum væturnar gjørdi av lyndið hjá tí einstaka.
Sum fyribrigdi í bókmentum hevur orðið verið brúkt síðan 18. øld um glaðlyntan, jaligan hugburð, sum lýsir enntá syrgiligar og álvarsligar hendingar og umstøður í bókmentaverki á stuttligan ella láturligan hátt. H. vísir tað stuttliga ella láturliga í tí syndarliga ella álvarsama við samkenslu og virðing fyri tí, sum smílst verður at. Móttsett hesum vísa
*satira og
*speisemi lítla ella onga virðing ella samkenslu. Eitt gott dømi um føroyskan høvund, ið skrivar við h. er Heðin Brú.
Hundabrævið
Eitt lógarskjal, ið er varðveitt í Kongsbókini, sí
*Seyðabrævið. Brævið er ógvuliga illa farið og kámt. Tað snýr seg um, hvussu nógvir hundar eru loyvdir í ymsum bygdum, og nevndir eru ymsir hundar, seyðahundar, lírahundar og fuglahundar. H. verður hildið at vera frá uml. 1350-1400.
Jón Helgason: “Kongsbókin úr Føroyum” Útiseti 1951, bls. 108-112.
hýperbel (gr. hyperbole óhógv)
hýpokorisma
Í navnafrøði: kelinavn, stuttnevni.
hýponými
Undirheiti. Sí
*merkingarfrøði.
høvisyrking
Yrking til ávíst høvi,
*tilburðaryrking.
høvuðspersónur
Tann ella teir týdningarmestu persónarnir í skaldverki; sbr.
*eykapersónur.
høvuðsstavur
Í fornnorrønum og íslendskum skaldskapi er h. fyrsta ljóð í fyrsta áherðslustavili í ørindisreglu sum við stavrími rímar við stuðlarnar (
*stuðlar) í regluni frammanundan; í ørindisreglunum
Frítt tú vart í fornum tíma,/ fagra jøkilsland, er f í “frítt” og “fornum” stuðlar, og “fagra” er høvuðsstavur.