naturalisma

Rørsla í listum, sum kom fram í Fraklandi í fyrru helvt av 19. øld sum uppreistur móti romantikkinum. N. hevði náttúruna sum hugsjón og vildi endurgeva veruleikan so nágreiniliga sum gjørligt. Tey nýggju náttúruvísindini vóru fyrimyndin, eitt nú at menniskjað er úrslit av “arvi og umhvørvi” (Darwin), og at náttúran er hvørki góð ella ónd, men neutralt velur teir sterkastu einstaklingarnar til at bera ættina framá. Naturalistiskar bókmentir vilja við at draga saman “allar” stakupplýsingar bera fram “sannleikan” um menniskjuni. Á odda gingu fransmenninir Balzac (1799-1850) og Emile Zola (1840-1902) við skaldsøgum sínum. Bókmentametarin Hipplyte Taine (1828-1893) setti fram ein nýggjan mátistokk at meta bókmentir eftir, sum “documents sur la nature humaine” (skjøl um menniskjað). Tað var Zola, sum myndaði n. Høvuðshugmynd hansara var, at rithøvundar skuldu nýta somu háttaløg, tá ið teir skrivaðu, sum náttúruvísindamenn við kanningar sínar. Eins og nátúruvísindamenn savnaðu sýnishorn og gjørdu royndir við teimum, áttu rithøvundar at savna dømi og sýnishorn og í skaldverkum sínum gera royndir við hesum sýnishornum av mannalívinum, og Zola metti, at har vóru fastar lógir um orsakir galdandi. Meðan eldri realistiskir høvundar, t.d. Flaubert, høvdu lagt áherðslu á objektiva samfelagsliga kortlegging, var tað sjónarmiðið hjá Zola, at bókmentir høvdu eitt beinleiðis samfelagsligt endamál. Leikluturin hjá rithøvundum var at vera samfelagslæknar. Støðan hjá Zola til objektivitet er tvítýdd. Rithøvundurin skuldi savna sýnishorn og gera vísindaliga objektivar royndir, men tað fullgjørda verkið mátti birta endamálið hjá høvundinum. Kend er skilmarking hansara av hesum sjónarmiði: “Un oevre d’art est un coin de la nature vu à travers un tempérament” (Eitt listaverk er eitt brot av náttúruni sæð gjøgnum eitt lyndislag).
Samfelagsáskoðanin og áhugin fyri umbótum hjá realistiskum og naturalistiskum høvundum gjørdi, at teir dvaldust nógv á teimum døkkari leiðunum í mannalívinum og viðgjørdu í verkum sínum lív og kor teirra lægst settu í samfelagnum. Ofta vórðu teir tí ákærdir fyri svartskygni og fyri at dyrka tað spilta og dekadenta. Men evnisval teirra var tilvitað og gjørt í teirri ætlan, at vekja lesarar til tilvit um tørvin fyri samfelagsligum umbótum. Eisini varð funnist at teimum fyri løggutan stíl, men eisini her lá tilætlað stevna aftanfyri. Ætlanin við tí óhátíðarliga stílinum og orðalagnum var at røkka vanliga fólkinum; eisini hildu teir, at gerandisligur máldámur hóskaði gerandisligum evni. Partur av hesari stílstrembanini var tað, tá ið persónar í naturalistiskum verkum tala sítt egna bygdarmál ella mál, ið ber stættareyðkenni eins og t.d. í skaldsøguni Sjur Gabriel (1887) eftir Amalie Skram (1846-1905).
Reinari n., burturav, soleiðis sum hon birtist í verkum eftir Zola og nakrar aðrar franskar høvundar, var ikki long ævi lagað; sjálvur fór Zola so smátt at nýta ymsar sýmbolskar lýsingar. Miðskeiðis í 1880-árunum komu fronsku sýmbolistarnir fram við sínari stevnuskrá í beinleiðis uppreistri móti n. Hóast tað hildu mong av meginsjónarmiðunum í realismu og n., serstakliga kravið um sannlíka lýsing av veruleikanum.
Í føroyskum bókmentum er at nevna fyrstu skaldsøguna, Bábelstornið (1909) eftir Regin í Líð (1871-1962), sum gott dømi um naturalismu.
Sí eisini *realisma.
Tummas Lenvig: Fyrsta føroyska skaldsøgan. Regin í Líð: Bábelstornið. Evni og hugsjónir hennara. Klaksvík 1995. E. Zola: Le roman expérimental 1880. Kirsten Brix: Dialog i Babelstårnet 2002.

niðurlag

*stev.

nýbrot

Avgerandi vend í bókmentum, list. Í føroyskari bókmentasøgu verður t.d. tosað um lýriska nýbrotið í 1870-árunum. Í danskari og norskari bókmentasøgu hevur verið tosað um nýbrotið í norðurlendskum bókmentum frá 1870 ( Det moderne gennembrud).
Nýbrotið í norðurlendskum bókmentum [Savn av bókmentatekstum]. Ritstj.: Lise Ettrup, Kristín S. Árnadóttir, Vuokko Raivio, Øystein Rottem, Staffan orson. Forlagið Sprotin 1994.

nýklassisisma

nýkritikkur (New Criticism)

Stevna í bókmentafrøði, sum hevði ógvuliga stóra ávirkan í 20. øld. N. tók seg upp í Bretlandi og Amerika í 1920-árunum í beinleiðis andstøðu til *ævisøguliga háttalagið. Ovast á stevnuskránni hjá n. var at venda eygunum móti bókmentaverkinum, tekstinum sjálvum. Stór áherðsla varð løgd á nágreiniligan lestur og greining. Lívssøgan hjá høvundinum og hvat hann hevði ætlað við verkinum, hevði nógv minni at siga. Bara tað, sum stóð í sjálvum tekstinum, hevði týdning fyri tulkingina. Skaldverkið varð skoðað sum ein bygnaður ella strukturur, har sum hvør einstakur lutur má tulkast í sambandi við allar hinar tættirnar í verkinum. N. granskaði merkingina í einstøkum orðum og tann tví- og margtýdning, sum nýkritikarar mettu, at mest allur skaldskapur hevði.
Í fyrstuni fingust nýkritikarar mest við stuttar tekstir, serliga modernaðar yrkingar. Tær hóskaðu eisini væl til ta neyvu greiningina, sum teir íðkaðu. Teir løgdu dent á serstøðuna hjá málnýtsluni í skaldskapi mótvegis aðrari málnýtslu. Seinni fingust teir eisini við at granska prosa og leikrit. Teir havnaðu teirri hevdbundnu sundurbýtingini av skaldverkinum í innihald og form, tí teir mettu, at formurin átti sín part í innihaldinum og heildarmerkingini. Í eldri bókmentagransking er tað hugsanin, at í skaldverkum koma fram ávísar kenslur og hugmyndir, sum skaldið hevur sett sær fyri at fáa fram og síðani hevur latið í ein ávísan búna. Men um innihald og formur verða mett at vera ein heild, so kann innihaldið í einari yrking ikki vera til undan forminum – bæði vórðu til, tá ið skaldið yrkti. – Nógvir av teimum fyrstu nýkritikarunum vóru yrkjarar, t.d. ensk-amerikanski T.S. Eliot (1888-1965), og n. spratt í veruleikanum í samspæli við nýskapan í yrkingarlistini, nevniliga *modernismuna.
N. hevði við sær stór framstig í greining og tulking av skaldverkum, og nógvar handbøkur í bókmentagreining og hugtøk, ið nýtt verða í bókmentafrøðini, eru sprottin úr n. og “nærlestrinum” (“close reading”), ið var týdningarmesta eyðkennið í háttalagi hansara. Men í grundfyritreytum hansara var sumt so víðgongt, at tað kundi hava ringa ávirkan, sum frá leið. Strembanin eftir at síggja tað einstaka skaldverkið sum sjálvstøðuga heild, óbundna av høvundi sínum, og skaldamálið sum einastandandi gjørdi, at henda granskingin hevði lyndi til at lata bókmentirnar losna úr søguliga samheingi sínum. N. hevjaði bókmentakritikkin upp, men skúgvaði bókmentasøguna til viks.
Í Føroyum fekk n. seint ávirkan. Árin frá honumsæst í ymsum neyvum greiningum av einstøkum yrkingum og í bókmentaviðgerðum, sum leggja høvuðsdent á tekstlestur og lítlan ella ongan dent á bókmentasøgulig ella onnur søgulig sjónarmið. – Í bókmentaundirvísing hevur n. sett sær sjónsk spor. Tað at háttalagið er fagurfrøðiligt og ikki søguligt, speglast í próvtøkuforminum at royna næmingar í ólisnum teksti.
Johan F. Jensen: Nykritikken 1962. Sven Møller Kristensen: Litteraturforskningens mål og midler 1967. René Wellek & AustinWarren: Theory of Literature 1949 (do. týð. Elsa Gress Wright 1964).

nýromantikkur

N. tók seg upp umleið 1890 sum ein andgerð móti realistisku og naturalistisku rákunum í 1870-árunum og seinni og vardi til umleið 1920. N. er skyldur við sýmbolismu og hevur arvað ymiskt frá romantikkinum.

nýskaldsøga (fr. nouveau roman [nuuvo romah])

Heitið hevur síðan mitt í 1950-árunum verið nýtt um nýroynandi skaldsøgur eftir ein bólk av fronskum høvundum, sum vrakaðu nógvar av teimum hevdbundnu táttunum í skaldsøguskriving, eitt nú *søgugongd í rættari tíðarrøð og greining av persónum. Fremsta navnið í hesum bólkinum var Alain Robbe-Grillet, sum í hugskotum sínum um skaldsøguna í Pour un nouveau roman, 1963, talar fyri neutralari skráseting av sansanum og lutum heldur enn tulking av hendingum ella persónslýsingum; tiltikið er, hvussu hesar grundreglur vóru settar í verk í ‘andskaldsøguni’ (anti-novel) La Jalousie, 1957. Millum aðrar merkisverdar n. eru Le Planétarium, 1959, eftir Natalie Sarraute, og La Modification, 1957, eftir Michel Butor; Tropismes, 1938, eftir Natalie Sarraute verður ofta søgd fyrsta n.
Høvundar at n. eru ávirkaðir av fyribrigdafrøði (fenomenologi) og øðrum skyldum teorium, sum ganga út frá, at øll fyribrigdi eru til bara í tilvitanini hjá hvørjum einstøkum um tey; at skráseta hesa tilvitan meta teir vera setning sín. Undandøttir hjá n. eru m.a. verk eftir Proust, Kafka, Joyce og Faulkner. Arbeiðslag, ið ber á sama borðið, finna vit hjá Carl Jóhan Jensen.

nøtrisøga, nøtrari (en. Gothic novel, thriller, da. gyser)

Skaldsøga, sum strembar eftir at hugtaka lesaran við at fáa hann at nøtra av óhugna og spenningi. N. umskarast við aðrar spenningssøgur, t.d. *krimi. Byrjanin til n. verður ofta søgd at vera skaldsøgan The Castle of Otranto (1764) eftir onglendingin Horace Walpole. N. var ein sterk hevd í Onglandi gjøgnum 18. og 19. øld við kendum høvundum sum Mary Shelley ( Frankenstein 1818) og B. Stoker ( Dracula 1897) og í Amerika E.A. Poe (1809- 49). N. vaks fram í upplýsingartíðini, tá ið skynsemi og vísindalig hugsan settust í hásæti. Móti hesum ráðandi rákinum gjørdist n. ein andgerð, sum gav lesarunum høvi til at válka sær í ‘óvísindaligum’ kenslum og óskynsemi. N. er staðsett á markinum millum tað veruleikakenda, realistiska, og tað fantastiska. Persónarnir eru í høvuðsheitum staddir í einum veruligum heimi, men knappliga stingur tann yvirnatúrliga hóttanin, skrímslið, seg upp, veruleikin upploysist, og alt kann henda. Í eldri n. vóru harðskapur og kynslív høvuðsevni, ítøkiliggjørd í skrímslinum. Í dag eru nógvir undirbólkar av n., tað sum skapar nøtranina, óhugnan, kann vera eitt skrímsl ættað frá fólkatrúnni, t.d. varúlvur, vampýrur ella spøkilsi; tað kann eisini vera eitt skrímsl av vísindaligum og tøkniligum slag í n., sum viðhvørt eru framtíðarsøgur við tólmennum við (ó)menniskjansligum eginleikum ella menniskjum við tólmenniseginleikum. Í dag hevur seksualitetur ikki eins stóran týdning í n., tí tey kynsligu forboðini eru nógv linkað; nú er harafturímóti kynsligur samleiki eitt stórt evni og somuleiðis kroppurin og tær hóttanir, sum hann og harvið persónurin kann vera fyri. N. er eitt stórt øki innan film, víðagitnir filmar eru gjørdir av n. Sostatt gjørdi Hitchcock “Fuglarnar”, stuttsøgu eftir Daphne du Mauriers, til film við sama navni (1963). Nøtribókmentir er eitt blómandi tekstslag í okkara tíð, bæði sum dygdarbókmentir og lættisoppar ella dagdvøljubókmentir. Ein nýggjari undirbólkur er n. fyri tannáringar; hesin aldursbólkurin er fyri bráðum likamligum og sálarligum broytingum, sum elva til óvissu og óskilvísan ótta og skapa gróðrarbotn fyri søgum við serstakari handfaring av óhugna og spenningi. Ræðusøgur fyri børn hava langar røtur í skaldskapi av manna munni. Eitt føroyskt savn við n. fyri ungfólk er Svartideyði og aðrar spøkilsissgur 2006, og ein føroysk vampýrskaldsøga fyri ung er 7 dagar í helviti eftir Rannvá Næs Hoydal 2009.
S. Freud: Das unheimliche (Studienausgabe X. bd.) 1969.