yrkingarlist

Yrking sum listargrein, skaldskaparlist.

yrkisbókmentir

Bókmentir um yrki, yrkisligar bókmentir, mótsett *fagurbókmentum og *skaldmentum.

yrkisevni

Evnið, ið yrkt er um. Y. í Feðgum á ferð er tann gamla tíðin mótvegis nútíðini.

yrkisprosa

Prosatekstir, ið ikki eru fagurbókmentir. Y. hava aðrar leikreglur at ganga eftir enn fagurbókmentir ella skaldskapur, og greiningarhættirnir, ið nýttir verða til yrkisprosa eru aðrir. Upp í y. teljast tekstir av sera ymiskum slagi, alt frá læknavísindaligum ritgerðum til politiskar valrøður.
Sprotar. Eitt sindur um tekstir í bløðum og tíðarritum útg. Jonh. Mikkelsen 1993.

yrkisyrking

Yrkisyrking er yrking, sum lýsir eitt ávíst ella fleiri yrkir, ikki at blanda saman við *arbeiðssang. Ein yrking, sum telur upp alskyns yrkir í Føroyum, er “Føroya kvæði” eftir Andrias í Norðradali (1855-1939). Mikkjal á Ryggi (1879-1956) er tann føroyski yrkjarin, sum hevur yrkt flestar yrkisyrkingar, t.d. “Fjallboð”, “Bakkarakstur”, “Hagamaður”, Fleyggj” og “Á flot”. Nógv tær flestu av yrkisyrkingunum lýsa siðbundin yrki á sjógv og landi, men eisini eru tær, ið lýsa onnur størv. Tvær yrkingar eftir Oskar Hermannsson, sum lýsa partar av prentarayrkinum, stóðu í Varðanum 1982 undir yvirskriftini “Tvær yrkisyrkingar”, og tað er helst fyrstu ferð, at heitið y. kemur á prent. Yrkisyrkingar kunnu eisini vera keipur, og tá er talan um tættir. Ein gamal táttur av hesum slagnum er “Hoyberatáttur”, og ein nýggjari er “Veðratátturin” eftir T. N. Djurhuus, sum á øgiliga avgjørdan hátt sigur frá, tá ið ein veðrur verður flettur.
Stjørnudust úr føroyskum yrkisyrkingum 2011.

yvirstig

Eisini nevnt enjambement (fr. av enjamber, ‘stíga stórum, gleiva yvir’). Heiti á tí fyribrigdinum, at ein setningur ella setningsliður heldur fram frá einari ørindisreglu til aðra ella frá einum ørindi til annað, soleiðis at eingin nátúrligur steðgur verður við endan á regluni ella ørindinum. Dømi: “Hvat sakar feigdarhøgg/ frægar, og benjardøgg?” (Janus Djurhuus: “Kanska um hundrað ár”). Vanligt í skaldskapi frá Homer til í dag og sera nógv brúkt í romantikkinum. Fronsku klassisistarnir í 17. øld góðkendu ikki e. Nútíðarskald nýta ofta e. sum stílamboð. Vanligt í kvæðum og táttum; t.d. í Regin smiði: “Deyðan ert tú, Regin,/ av mær verð’”, og í Ániasartátti: “Ánias hann út/ um dyrnar gongur.”