"Vit vinna ei landið - uttan við gandi"

“VIT VINNA EI LANDIÐ – UTTAN VIÐ GANDI!” segði Tróndur gamli.

 Undarligt við føroyingum, teir liggja í einingi úti í Atlantshavi, langt burtur frá øðrum, men eru tó tjóðskaparliga marknafólk, t.e. fólk sum býr við markið millum tvey lond, sum til dømis fólkið í Suðurslesvík.

  Hvør tað var, sum segði hesi orð, minnast vit ikki, men grein hevur hann havt í sínum máli. Í Suðurslesvíkini er togan, stríð, bardagi millum týskt og danskt, í Føroyum millum danskt og føroyskt. Longu Grundtvig gjørdi hesa samlíking, men mangt er hent síðan tá.

     Tað er tó tann munur, at meðan slesvíkingar hava tilhald í sjálvari Danmørkini, langt burtur frá vígvøllinum, hagar teir kunnu leita sær stuðul og hjálp móti týskari átrokan, so hava vit einki slíkt tilhald at fara til. Tí landið alt úr Akrabergi í Eystfelli er vígvøllur. Fíggindi situr í hvørjum stíggi. Vit eiga einki friðskjól.

     Hesin bardagi millum føroyska tjóðmenning og danska átrokan hevur staðið leingi og heldur alsamt á. Eingin vápnahvíld. Vit hava vunnið nakrar smábardagar. Ella rættari: við seigari mótstøðu í støðum hava vit roynt at missa sum minst. Men í bardaganum sum slíkum hava vit verið við undirlutan og danir við yvirlutan. Vígnám okkara er niðurrutt og fíggindin herjar í heimlandinum. Nøkur heilt fá orð vísa okkum støðuna.

     Fyrst hetta, at alt grindarverkið um samfelag okkara er danskt. Danskt stjórnarvald, danskir embætismenn, danskt embætismál. Danskir skúlar, danskar skúlabøkur. Danskt blað inn um hvørja gátt at kalla (umframt viðsetingarkálvin sunnanfjørðs). Guðsorðið tíðum danskt, danskir sálmar, hálvdonsk trúarbløð. Danskt mál ljóðar í handlum, á skrivstovum o.s.fr.

     Hvat er úrslitið? Fyrr tosaðu føroyingar føroyskt, tó teir noyddust at skriva danskt. Nú eru ikki so nógv, sum skriva á donskum, men í somu tíð er tað so vorðið, at tað málið, vit nýta í skrift, talu og hugsan hvørki er danskt ella føroyskt. Soleiðis hvørt eftir øðrum. Við og við máast burtur av tjóðareyðkennum okkara, til vit eru vorðnir tjóðskaparligir kynblandingar.

     Innibyrgdir og fátækir sum føroyingar vóru, noyddist menning teirra at vera eintáttað og fátækslig. Hon var tó føroysk. Men so tók danska flóðaldan at skola inn yvir landið av grimd. Tó ikki skolaðust vit út av látri beinanvegin. Vit áttu menn og kvinnur, sum í gløggskygni og framskygni sóu vandan. Nútíðarmenning okkara verður at byggja á gamlari grund - nakað soleiðis søgdu tey. Mangt - mangt - ja, alt hevði verið øðrvísi í dag, fekk henda stevna sømdir.  Men so var ikki. Flóðaldan skolaði størri og grimmari. Eingin fekk byrgt fyri. Nøkur fá stríddust ímóti. Í skrivi, talu, fólkaháskúla, ungmannafeløgum. Men megnaðu lítið, tí fjøldin hoknaði og læt ikki við seg koma.

     Fólkið skilti ikki tað, ið hendi. Tað tilkomna fólkið, sum hevði í sær menningina gomlu, tað dansaði og kvað, dugdi søgur og sagnir og málið, men skilti ikki, at samfelagsumstøðurnar nú vóru soleiðis, at henda menning leyt at fara í grøvina við teimum. Ei heldur sóu tey, ella góvu sær far um, at hin útlendska alda rændi frá teimum børnini. Og 60 árgangar ella meir av børnum - hvat annað eru teir enn fólk landsins í dag, t.e. føroyska tjóðin. Sum fremmand liva so tey eldru, 70 - 80 ár ella so, tey sum bjargaðu sær, sum enn duga málið kvæðini, sagnirnar. Um nøkur heilt fá ár eru tey farin undir heilt við hesum øllum. Eftir liva so vit.

     Vit føroyingar eru ikki einsamallir á jarðarknøttinum, og vit fara ikki at byrgja okkum inni. Vit verða at hava menningarsamband við aðrar tjóðir og njóta av alheimsmenningini og eisini veita henni nakað, tó tað verður lítið, so fá vit eru. Tá ber til at kalla okkum menningartjóð. Men menningin í dag minnir ov nógv um avskeplaða keypta mynd - nakrar slintrur úr gamlari føroyskari roykstovumenning, rørdar út í danskan javning av vánaligastu ómenning.

     Lat okkum gleðast um smásigrarnar. Men lat okkum ikki gyklast av teimum og gloyma bardagan sjálvan. Tað gelddi eisini Ólav kong, tá ið Eirikur jallur var rikin aftur á bunka, men hvat hjálpti hetta, tá stavnurin á Orminum var tikin, og Ólavur noyddist at rópa: “Leypið í havið, mínir menn, her verður ei góður endi.”

     Hvat er at gera. Givið er tað, at føroyingar, hvussu so við teimum hevur verið farið - og hvussu við teimum verður farið - og hvussu ósamdir vit annars eru, tó hava ment seg til sameindan vilja til at vera og liva sum menningartjóð. Tá samanum kemur, stendur tað eisini til okkara sjálvs, at so verður. Eftir er at vísa henda vilja í verki, soleiðis at vit nýta ta manna­gongd, sum gevur okkum sigurin.

     Tróndur gamli segði: “Vit tapa, vit tapa, vit vinna ei landið - uttan við gandi!”  Gandurin er tó ikki so stórur. Føroyskari menning tørvar friðskjól. Men ikki fær hon vakstrar- og gróðrar­frið á tí vígvølli, sum landið nú er. Henda vígvøll verða vit at rudda. Allan sum hann er. Ganga um hvønn stíggj.

14. September, 12.05.1955

img
  • Skrivað hevur | Sigurð Joensen
  • Dagfesting | 26.08.2012
  • Bólkur | Tíðindi