Fundur um skaldsøguna marta, marta.
Vit vóru á fundi við stjóran á Námi mikudagin 29. januar, og hetta er tað, vit nú vita: Stjórin bað um fyrigeving fyri, hvussu áleypandi hann tosaði við meg í telefonini mánadagin 20. januar og fyri ta manglandi kunning, sum hevði verið dagarnar frammanundan, har vit onga frágreiðing fingu um lagnuna hjá skaldsøguni marta, marta á skránni holocaustdagin 27. januar. Eg fekk eisini boðið endurgjald, sum um at skaldsøgan hevði verið við á tiltakinum, tí stjórin viðurkendi, at eg ikki sjálv hevði tikið meg av skránni. Orsøkin til at stjórin ikki vildi loyva samrøðuni við Amnesty um bókina, hevur nakað við ótta fyri at tosa um Palestina at gera, akkurát hvat hesin óttin gongur út uppá og hvaðani hann kemur, dugir stjórin betur enn eg at greiða frá. Sjálv haldi eg, at tað er ósunt fyri eitt samfelag at hava tabuevnir, serliga tá ið tað er so aktuelt viðurskifti talan er um. Vit, útgevarin og eg, takka fyri umberingina, vit hava fingið, men høvdu sjálvandi ynskt okkum, at umbering og frágreiðing vórðu alment bornar fram.

- Skrivað hevur | Marjun Syderbø Kjelnæs
- Dagfesting | 31.01.2025
- Bólkur | Tíðindi