Marjun við tveimum aktuellum útgávum
Summargestir hava nú høvi at ogna sær tvær spennandi bøkur, nýkomnar úr prentsmiðju, eftir kenda høvundin Marjun Syderbø Kjelnæs, og tit, sum nú fara í feriu, kunnu tryggja tykkum
nakrar innihaldsríkar summarløtur við at stinga hesar spildurnýggju upprunaføroysku bøkurnar í kuffertið.
Bøkurnar eru eitt leikrit og eitt yrkingasavn.
Leikritið Gentukamarið – ein eksistentiell horrorkomedia
Sum heitið sigur, er hetta ein kamarleikur: leikstaðið eitt greitt avmarkað rúm, tíðin avmarkað til eitt samdøgur, persónar so fáir, sum hugsað kann, og dentur á tí sálarliga. Við svørtum
humor verður víst, hvussu fortíðin og nútíðin hjá einstaklinginum, nærri tilskilað hjá einari kvinnu, ofta í irrationellari blanding, stýra sjálvsfatan og gerðum hennara.
Yrkingasavnið Karmageitin
Yrkingasavnið handfer somu temu sum leikritið, men víðkar og legggur aftrat, og eisini her skyggja tekstirnir millum humor, spei og djúpasta álvara. Sjónarhornið er hjá einstaklinginum, eisini her ein kvinna. Tað lyriska tekstslagið loysir yrkjaran heilt frá avmarking í tíð og stað, og úrslitið er persónssøga, ættarsøga og heimssøga. Sjónstillingin skiftir millum sjóneyku og víðsjón í yrkingum, sum viðgera spurningar um lív og deyða í okkara tíð. Yrkingarnar lova tí óhelmandi meiningaskapandi mynda- og upplýsingafossinum í heimligu og alheimsligu netmiðlunum inn og lofta harvið okkara tíð. Skaldkvinnan letur seg tó ikki taka av fossinum, men tekur ímóti honum við víðfevndum innliti eins væl og skaldsligari mynda- og heildarskapandi megi. Og tað verður ikki breitt útyvir, tá innlitið gerst óunniligt.
- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
- Dagfesting | 20.07.2022
- Bólkur | Tíðindi