Nýggj ungdómsbók!
Bøkurnar um Bartal eru vorðnar tvær, nú Rangstøða, sum er framhald av Tvístøðu, verður løgd fram á Bókadøgunum í Norðurlandahúsinum.
Umframt at vera framhald av tí fyrru bókini kann Rangstøða eisini lesast sum ein sjálvstøðug skaldsøga.
Síggið bókina og hoyrið um hana mikudagin 16. november kl. 17.00. í Skálanum, NLH.
Úr Rangstøðu:
“Tað kendist, sum at Keypmannahavn og Oyrarsundkollegiið víðkaðu fyribrigdið, ið kallast lívið. Á ein hátt livdi eg meira nú afturímóti í Føroyum. Tað var ikki tíð at steðga á. Býurin slóknaði ikki. Tað var ikki munur á vikuskifti og gerandisdegi. Fekst tú gest úr Føroyum týskvøld, fórt tú í býin, eins og var tað leygarkvøld. Barrir og handlar lótu seg ikki ávirka av dagsnavni. Tað var rætt og slætt ikki tíð at hugsa um deyðan og lívsins slagsíður í Keypmannahavn. Eg livdi mitt í verðini...”
- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
- Dagfesting | 10.11.2022
- Bólkur | Tíðindi