Ræðist tú Virginiu Woolf?

Sítt egna rúm er eitt essay við uppruna í tveimum fyrilestrum, sum Virginia Woolf eftir áheitan helt fyri kvinnuligum studentum í Cambridge í 1929. Hon var biðin at tala um evnið “Kvinnur og skaldskapur”, og úrslitið var ein bók, essay í seks pørtum.
Virginia Woolf fer víða í søguni og samtíðini, soleiðis sum hon upplivir og eygleiðir hana, og hon nýtir skaldsligar snildir at seta sínar hugsanir fram. Hon gevur frásøgurøddini í bókini uppspunnið navn, ein kvinnuligan felagsnevnara; hon sigur: “kalla meg Mary Beton, Mary Seton, Mary Carmichael ella okkurt navn, sum tú vilt – tað hevur minni at týða”; hetta gevur henni møguleika at lýsa ymiskar ímyndaðar upplivingar og støður innanífrá, sum sjálvupplivaðar. “Mary” sigur seg hava vitjað á universitetinum í Oxbridge og hava dittað sær at ganga á grasvøllinum har millum teir gomlu bygningarnar, men at ein maður í eyðkennisbúna kústaði hana burt; so skuldi hon fara inn á universitetsbókasavnið, men heldur ikki tað slapp hon.
Uppspunna navnið Oxbridge, samansett av Oxford og Cambridge, er felagsnevnari fyri aldalanga útihýsing av kvinnum frá útbúgving.
Tað verður sligið fast, at kvinnur hava verið hildnar frá at skriva gjøgnum tær avmarkingar, sum teimum vóru settar og vegna tað lutfalsliga fátækdømið, sum tær hava livað í. Vit lesa um ein uppspunnan persón, Judith, systur William Shakespeare, ið hevði somu evnir og somu trá sum Shakespeare, men ikki slapp at menna hesi evnir.
Líka lítið sum Virginia Woolf sjálv hevði systir Shakespeare sloppið at gingið í skúla. Í tíðarinnar anda helt pápi Virginiu, sir Leslie Stephen, at bara dreingirnir í familjuni skuldu sendast í skúla.
Hon lýsir tann grima mótsetningin millum, hvussu kvinnur eru hálovaðar og idealiseraðar í skaldskapi eftir menn, og hvussu partiarkalska samfelagið hevur farið við teimum í veruleikanum.
Haraftrat kannar hon ritverkið hjá fleiri kvinnuligum høvundum kritiskt og setir í samband við teirra lívsumstøður. Millum hesar høvundar eru Aphra Behn, Jane Austen, Brontë-systrar, Anne Finch, greivinna av Winchilsea og George Eliot.
Í einum parti av bókini lýsir frásøgurøddin eina nýggja skaldsøgu eftir ein uppspunnan kvinnuligan høvund og gevur henni rís og rós: hon stendur aftan fyri Jane Austen í prosastíli; men hin vegin, tað góða er, at hon skrivar næstan sum ein frælsur einstaklingur, ikki bara sum kvinna, og hon ríkar bókmentaheimin við at skriva um kærleika millum kvinnur, eitt púra ónomið skaldsøguevni.
Niðurstøðan er, at skal ein kvinna skriva nakað, sum kann kallast bókmentir, má hon hava ráð og rúm. Hon má hava eina ávísa lágmarksinntøku, so at hugur kann ferðast frælsur, og hon má hava sítt egna rúm, sítt egna pláss, ítøkiliga og -- ikki minni – hugmyndafrøðiliga.

Bergljót av Skarði hevur týtt Sítt egna rúm. Hon fæst í bókahandlum fyri 190 kr

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 27.10.2018
  • Bólkur | Tíðindi