Háskúlin 110 ár

Í 1899, tíggju ár eftir at Føringafelag hevði sett føroyskan háskúla á stevnuskrá sína, fór Føroya Fólkaháskúli til verka her norðuri í Borðoynni. Tað má sigast at vera skjótt atborið. Og Háskúlin hevur virkað í tey 110 árini ella teir 40.000 dagnar, sum farnir eru, síðan hann varð stovnaður: fyrsta árið á Stongunum í Klaksvík, frá 1900 til 1909 her í Føgrulíð, og tey seinastu hundrað árini, frá 1909 til 2009 í høvuðstaðnum.

Hvussu bar tað til, at tað eydnaðist so væl?

Vit kunnu royna at lýsa við søgulykt 110 ár aftur í tíðina, tá ið Háskúlin varð stovnaður. Hvussu vóru Føroyar og føroyingar tá?
Í 1899 var samfelagið langt síðan farið til gongu við tí endurreista løgtinginum 1852, fríhandli 1856 og fyrstu sluppunum frá 1870, broytingarnar steðgaðu ikki men vundu upp á seg við alt størri ferð. Nútíðargerðin kravdi meiri skúlagongd. Læraraskúli varð stovnaður í 1870; tá sum sum mangan seinni, tá ið tað hevur snúð seg um skúla og mentan, spurdu teir ráðandi, um tað nú loysti seg og um tað ikki var betri og lættari at senda føroyingar í læraraskúla í Danmark; onkur embætismaður ávaraði um, at tað kundi hava separatistiska ávirkan, at lærararnir vóru útbúnir heima í Føroyum. Barnaskúlar komu um landið um hesa tíðina: Símun av Skarði gekk í skúla í heimbygdini, lærarinna var Bergitha Eliasen norðan úr Vági. Hon hevði ikki læraraprógv. Hon var lærarinna í Kunoy, Haraldsundi og á Skarði.
Føringatíðindi kom út frá 1890, og Símun av Skarði segði, at hann las tað, til hann dugdi tað uttanat. So kærkomið var tað at fáa føroyskan lesnað.
Árini 1893-96 gekk Símun í Læraraskúla í Havn. Av tí valaliði, sum gekk saman við honum og fekk stóran týdning fyri hann, er fyrst er at nevna Sonnu av Húsum í Havn, sum hann trúlovaðist við, meðan tey gingu í Læraraskúla. Harumframt skyldmaðurin Símun Pauli Konoy og Jákup Dahl, seinni próstur. Í læraraskúlanum fór undirvísingin fram á donskum. Tí vendu næmingarnir sær í 1894 til Føringafelag og bóðu um hjálp til at fáa føroyskt inn í skúlan. Føringafelag svaraði, at tað var vónleyst; felagið hevði árið fyri skrivað til skúlastjórnina og biðið bønliga um at fáa føroyskt inn í læraraskúlan, tí tað hevði nógv at týða, at lærararnir dugdu móðurmálið væl; nógvir fóru at virka á bygd millum børn, ið aldrin høvdu hoyrt danskt orð, uttan tá ið lestur varð lisin sunnudag. Men skúlastjórnin svaraði nei, har vóru so nógvar lærugreinir, at har var ikki rúm fyri føroyskum. Jóannes Patursson yrkti um hetta í Føringatíðindi eina yrking við stevinum “Í Havnar skúla har er so trongt, at móðurmálið er úti stongt.”
Tað man hava verið hugurin at broyta hesi trongu viðurskifti og búgva seg til tess, sum gjørdi, at Símun ikki fór í lærarastarv og gifti seg, tá ið hann var liðugur í læraraskúlanum í 1896, 24 ára gamal.

Háskúlarnir eru sprotnir av evropeisku fólkastýrisrørsluni. Tað var ikki longur nóg mikið at fólk dugdu at lesa katekismus og skriva navnið. Tað var neyðugt at hugsa sjálvstøðugt og at kenna seg sjálvan og søgu sína og mál. Fyrsti danski háskúlin varð stovnaður í 1844 í Rødding í Suðurjútlandi, men tá ið Danmark misti Suðurjútland í 1864, varð hann fluttu norðurum. Árið eftir varð Askov háskúli stovnaður millum Kolding og Esbjerg. Hann gjørdist fremsti háskúli í Norðurlondum, tiltikin fyri góðar lærarar, sum eisini stóðu í fremstu røð millum granskarar.

Føroyingum stóð frá 1869 í boði at fáa ríkisstyrk eins og aðrir ríkisborgarar til at fara á háskúla, og í 1873 fóru fyrstu føroyingar á háskúla í Danmark.
Tey 20 árini frá 1879 til 1899 vóru 184 føroyingar á háskúla í Danmark. Men studningurin var lítil, og tað var dýrt at gjalda fyri ferðina og skúlan, og tað gjørdi, at nógv komu ongantíð heimaftur, tey fingu sær arbeiði og vórðu verandi. Tær flestu av gentunum vórðu verandi, tær fóru at tæna, og tær giftust.
Av teimum 15 næmingunum tað fyrsta háskúlaskeiðið, 1899, vóru 7 úr Klaksvík. Hinir vóru úr Norðoyggjum, norðaru helvt av Eysturoy og Kirkjubø. Árið eftir vóru eisini næmingar úr Sandoy og Vágum. Í 1901 var fyrsti næmingurin úr Havn, Hans Andrias Djurhuus skald. Og í 1902 vóru Skúvoy og Suðuroy eisini umboðaðar.
Tey fyrstu 20 árini, sum Føroya Fólkaháskúli virkaði, frá 1899 til 1919, vóru 208 næmingar á skúlanum úr øllum oyggjum uttan 4 teimum smæstu. Tað er lætt at skilja av tølunum, hvussu stóran týdning skúlin beinanvegin fekk. Men tað er so mangt annað, sum eisini sigur okkum tað.

Nýklaktur lærari fór Símun á Askov í 1896. Har hitti hann fyrstu ferð Rasmus, sum hevði verið á einum øðrum navnfromum háskúla, Vallekilde, og lært seg handverk. Teir gjørdust ógvuliga góðir felagar, og teir lovaðu hvør øðrum at teir saman skuldu stovna háskúla í Føroyum; frá hesi løtu snúðu alt seg um at fyrireika hesa ætlan. Teir bóru hana fram fyri skúlastjóran á Askov, og hann stuðlaði teimum dyggiliga og bar so í bandi, at teir fingu tann neyðuga studningin til at vera tvey ár á Askov og síðan eitt ár á Læraraháskúlanum í Keypmannahavn. Søga, mál, bókmentir, sálarfrøði og kirkjusøgu vóru høvuðsáhugamál Símunar; náttúrufrøði og støddfrøði Rasmusar. Innan fyri øll hesi evnini hevði skúlin framúrskarandi lærarar. Á Læraraháskúlanum sermentaðu teir seg í sínum høvuðsevnum.

Tað er inspererandi at lesa um, hvussu hugsanin um skúlan búnast hjá teimum hesa tíðina, ikki minst í brøvum teir skrivaðu sínámillum, tá ið teir ikki vóru saman. Summarið 1897 sat Símun við sveittabrot og las í Askov, innímillum sum hann undirvísti børnunum hjá skúlastjóranum. 2 juni skrivaði hann til Rasmus, sum var staddur aðrastaðni í Danmark í summararbeiði. Símun skrivar m.a. :

“...tað er ein slitingur hjá okkum at vera her í summar. Men eg havi altíð følt meg glaðan við arbeiðið, sum nú altíð gongur fram móti tí eina málinum at fáa frískúlan upprættaðan. /.../ Eg eri vissur í, at alt kemur an uppá okkara energi, og hví skula vit ikki gera ein brest i okkara ungu døgum? Lat tað antin røkka ella støkka; men við Guds hjálp vænti eg alt at bera í lag/../ Ja, eg vildi ynskt, eg vit skuldu kunnað begint í morgin, men tað er eitt ting, sum vit vita, at fyrr enn um tvey ella trý ár kann ikki hugsast um nakað begynnilsi./.../ Eg kann frítt siga, at hesin tankin fer ongantíð úr heysinum á mær, og eg ynski eftir, at hann má vera líka fast bankaður inn í heysin á tær.Tann dagur kemur nokk, tá ið Føroya mál fer at ljóða í talu og sangi bæði til fjals og fjøru...”

Tveir mánar seinni, í august, skrivar Símun til A. C. Evensen í Keypmannahavn, eisini um skúlan:

“Mær leingist eftir at hitta teg. Tá ið tað nú ikki ber til, so kann eg nú við tað sama skriva eitt sindur um tað mál, eg havi sett mær, síðan eg kom til Askovar: at reisa ein nýggjan frían skúla í Føroyum /..../ Mín ætlan er ikki, at okkara fríi skúli skal vers stoyttur í sama form sum háskúlarnir í Danmørk; nei, vit hava jú okkara fría vilja; men eg má siga, at eg veit okkum ikki nakað betri forbílæti, enn háskúlarnar í Danmørk! Seinasta vetur var tað avgjørt millum Rasmus úr Vágum og meg, at vit skuldu royna av allari megi at fáa upprættað ein háskúla í Føroyum, og vit standa við tað sama enn. Eg tori at siga, at tað eru ikki nógvir menn, eg líti meira á enn Rasmus. Eg var so glaður, tá ið tú skrivaði, at vit máttu royna at fáa ein frían skúla í Føroyum, at eg ikki havi havt grið síðani – so langtar mær eftir at snakka við teg. Tú veitst líka væl sum eg, at nakað má gerast á tann hátt,um vit skula koma til ein góðan enda. Væl veit eg, at Føringatíðindi hevur gjørt nyttu, ja, stóra nyttu; men um vit skula fáa móðurmálið í hásæti sum tað dýrabarasta fyri hvønn mann, so má meira til enn Føringatíðindi, so má skúlin leggja grundarsteinarnar. Men eg vænti, at tað verður leingi at bíða, dersum vit ikki fáa ein frían skúla. Tað verður eitt ódnartak at fáa tað í lag, men ómøguligt er tað ikki. Ofta plagi eg at hugsa við mær sjálvum: høvdu vit havt ta megi sum Nólsoyar-Páll, so hevði tað borið í lag. Nólsoyar-Páll hevur víst okkum hvussu nógv ein maður kann útinna/.../ Eg føli meg ofta ólukkuligan, tí vegurin sýnist vera trongur til málið og eg eigi ikki sýru í veggi. Eg noyðist vist at fara aftur til Føroyar næsta vár – og so kanska søgan er úti...”

Símun endaði kortini ikki brævið í vónloysi, men honum so líkt við hesum mótaðu reglum:

“Gott mót! So koma
vit heilir heim,
Gott mót! og kærleik
í barmi goym!”

Vit vita nú, hetta gekk út: teir komu heilir heim í meira enn einum týdningi. Teimum eydnaðist verkið.

Tað talaða og sungna orðið var álitið, og hvønn dag hildu Símun og Rasmus tvær røður hvør. Hóast tað vóru bøkur alneyðugar. Eitt av tí, sum Háskúlin vildi vera bót fyri, var tann andliga drepandi uttanatlæran á donskum, uppífyllingin av óskiljandi kunnleika í børnini, antin tað æt lærubók, historia ella annað. Í lærigreinini føroyskum vóru hjálparamboðini Anthologiin og Føroyingasøga – báðar hevði Hammershaimb greitt úr hondum – og bókin Smásangir og sálmar frá 1899. Símun og Rasmus skrivaðu nógv árini í Føgrulíð, teir vóru uppi í øllum mentanarstarvi, reikaðu fyri útgávum, brutu upp úr nýggjum. Tað er við halgikenslu, at ein eygfer bøkurnar teir greiddu úr hondum hesi árini og sum hava Føgrulíð prentaða á tittulblaðið sum útgávustað: Jóla- og nýársbók, barnablaðið Ungu Føroyar, sjónleikurin Vár. Og fyrsta føroyska skaldsøgan, Bábelstornið eftir Ramus, er eisini frá hesum árunum.

Hvussu bar tað til, at ætlanin eydnaðist væl væl hjá vinunum og seinni svágrunum Símuni og Rasmusi?

Teir høvdu eitt mál teir høvdu sett sær av fríum vilja og sum teir elskaðu. Tann fríi viljin fekk teir at samstarvast, tveir ógvuliga ólíkar menn, men við sama máli. Tá ið teir høvdu sett sær tað fyri, fyrireikaðu teir seg sum alrabestvið við hægstu útbúgving, sum fekst, og har slakaðu teir ikki. Teir svaraðu kallinum frá frælsistíðarstreyminum og góðar kreftir í Føroyum stuðlaðu teimum. Teir stóðu ímóti tí beisku mótstøðu, sum teir ofta fingu frá myndugleikasíðu. Stuðulin sum teir fingu frá fólkinum runt landið vigaði uppímóti.

Eitt vita vit: tað var ikki pengaríkidømi, sum gjørdi, at tað eydnaðist. Ei heldur vóru tað framúrskarandi likamsevnir. Men tað var viljin til at samstarva fyri at lyfta Føroya fólk upp til tilvit og kunnleika um egnan mátt og megi, mál og mentan, til at gera tey før fyri at mennast sum einstaklingar og tjóð.

Tann søguleysi sær einki her uttan haga, seyð og eina húsagrund. Tann sum kennir søguna, sær fyri sær ungdóm úr øllum Føroyum, lærarar og lærarindur, eitt yðjandi lív við samrøðu, sangi, fyrilestrum, kjaki, handarbeiði, fimleiki og spæli. Í fríløtum seiðaberg og dyrging. Sær Rasmus læra næmingar hægri rokning og natúrlæru og Símun læra teir Føroya søgu og at skriva føroyskt.

Um vit nú venda okkum til tíðina í dag, so ljóðar kallið frá tíðarstreyminum líka hart sum fyri 110 árum síðani. Eisini í dag hava vit brúk fyri okkara fría vilja til at samstarva fyri sonnum framburði. Avbjóðingarnar eru stórar, men eg hugsi ikki, at tær eru størri enn tær vóru. Nú eins og tá er pengaloysi ikki tann avgerandi forðingin. Men tann avgerandi forðingin er tann ikki at kenna sín vilja og seg sjálvan, ikki at seta sær mál og brúka tann fría viljan til tað ítasta í samstarvi fram ímóti málinum.
img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 08.12.2009
  • Bólkur | Tíðindi