Kæri Erlendur!

Kæri Erlendur!

Undirgrund og havbotnur

 Eittans er at ansa væl,

okkum einki hastar,

at vit ongan fremja leik,

sum okkum bindur fastar.

Sum formaður hjá teimum fýra úr samgonguni, sum skulu til Danmarkar at samráðast um omanfyri nevnda málsøki, hevur túi biðið um mínar viðmerkingar.

     Av tí at eg eri púra samdur við tað væl skrivaða álitið frá 16. Juli 1985 hjá mínum trimum føroysku kollegum og fái víst til innihaldið í teirra skrivi, sum tit kenna eins væl og eg, nýtast viðmerkingarnar ikki at vera so nógvar.

     Statsrættarliga er einki til hindurs fyri, at hetta mál verður gjørt til A-mál. Hetta er bindandi avgjørt við danskari lóg í 1948, teirri sokallaðu heimastýrislógini. Og hví skuldi tað verið øðrvísi við hesum B-málinum enn við hinum, sum longu eru yvirtikin?

Helst er tað soleiðis, at hevði hesin spurningur verið viðgjørdur av álvara fyri einum 25 árum síðani, so mátti tað verið út frá princippinum um, at einki “móðurland” hevur rætt til at seta seg ímóti, at nakað fólk, sum tað varðar av, fær sjálvræði, men skal tvørturímóti taka initiativ til, at tað verður frælst og, at “móðurlandið” aldri skal umbera seg við, at hin ófrælsa tjóð (people ella colony) hevur ikki fíggjarligar umstøður til at taka sjálvstýri, men skal tvørturí­móti hjálpa til. Tá hevði helst ikki komið nakað kategoriskt “njet” frá danska statsministara­num.

     Síðan er jú nógv hent:

     1) Menn eru farnir at rokna havbotnin sum eitt slag av gullnámi,

     2) Danir halda seg síggja, at sjálvstýrisvilji føroyinga er viknaður síðan 1948.

Uttan at klikkja danir ella stjórn teirra má tað fyrr nevnda haldast vera avgerandi hjá teimum. Vit sóu eitt nú, hvat teir løgdu dent á, tá ið teir einsamallir av norðurlondum fóru upp í E.E.C. Hvat tí seinna viðvíkur, dugi eg ikki at hugsa mær, at nakar uttan tann ráðandi parturin av sjálvum Sambandsflokkinum vil sleppa okkara ómissiliga rætti til sjálvstýri, og vil ikki, hvør á sín hátt, arbeiða fram ímóti, at vit sleppa burtur úr okkara amtskommunalu støðu og verða fræls sum aðrar tjóðir.

     Jú, men spurningurin um Føroya stats- og fólkarættarligu støðu í ella uttan fyri kongaríkið er ikki aktuellur beint nú, hann er ikki til viðgerðar, men bvert spurningurin, um B-málið “råstoffer i undergrunden” skal vera A-mál.

     Púra rætt. Og míni ráð eru, at tit fýra, sum nú fara “upp á landsins besta”, tvíhalda um, at tit hava ikki mandat til annað.

     Gaman í fara umboðsmenn ríkisions kanska vinaliga at siga. Vit mugu siga nei til, at hetta B-mál verður gjørt til A-mál, men gerið so væl at leggja uppskot okkara um eina “råstoford­ning” fyri løgtringið. Tá eigur svar tykkara eftir míni bestu sannføring at vera: Hetta hava vit heldur iki mandat til. Og tað er annars longu gjørt. Verið tit tað birgari enn menninir frá 1948.

     Eg havi sum sagt einki at finnast at tí føroyska responsum frá 16. Juli 1985, hvørkiu argumentatión ella niðurstøðu, so langt tað røkkur. Tað viðvíkur teirri løgfrøðiligu støðuni , og vituliga er hon tað avgerandi.

     Tað politiska fall uttan fyri kommisoriið hjá teimum føroysku løgfrøðingunum.

     Tá ið teir í innganginum taka soleiðis til, at teir skilja tær tvær løgtingssamtyktirnar soleiðis, at “løgtingið krevur samráðingarnar”, so má leggjast afturat, at samtyktir løgtingsins eru, at “undirgrund Føroya og havbotnurin verða yvirtikin sum sermál”. Vit føroyingar eru bundnir av samtyktum tings okkara. Tit hava ikki mandat til at samráðast um annað enn tingssamtyktina, sum er annað og meira enn at fara til samráðingar. Tit fara ikki at bróta tingssamtyktina, hvat tit eftir míni áskoðan gera, um tit eftirlíka ella seta fram løgtinginum uppskot um at eftirlíka, at nevnda B-mál ikki verður A-mál. Mannagongd og “dead line” ber til at tosa um, men ikki um rætt okkara sum slíkan. Hann er avgjørdur bindandi fyri danir og okkum longu í 1948.

     Mín støða er tann, at tað er neyðugt at lata tað koma til skarpskeringar, tá ið málið nú er reist. Tí, hóast málið, sum tað liggur fyri, als ikki snýr seg um ríkiseindina - og hetta mugu tit tvíhalda um yvir fyri dønum - so skerst ikki burtur, at aftanfyri er eitt álvarsamt politiskt aspekt, tó at danir kanska ikki tóku hædd fyri tí í 1948.

     Tað er nevniliga soleiðis, at lata vit danir nokta okkum undirgrundina sum sermál, so lata vit burtur av tí heimastýrisskipan, vit fingu fyri 38 árum. Realiter hevði hetta verið tað sama sum at strika undirgrundina úr heimastýrislógini, og tá høvdu vit ikki verið á veg móti sjálvstýri, men á veg móti teirri gomlu amtsstøðuni - og hetta væl at merkja, sjálvt um undirgrundin formelt varð standandi sum B-mál í heimastýrislógini, tí tað vildi altíð og allastaðni verið brúkt móti okkum, at vit jú høvdu ásannað, at hóast undirgrundin er tilskilað okkum í heimastýrislógini, so hevur hetta einki at týða, tí danir eiga undirgrundina, her vit búgva, og eru einsamallir um at ráða yvir henni, tá ið teir vilja - á sama hátt sum teir og bara teir ráða, tá ið tað kemur til lóggávu viðvíkjandi arvarætti, familjurætti, revsirætti, rættar­gongd í heila taki, har talan er um verulig lóggávuevni.

     Tað er sum sagt ikki altuelt í hesum umfari at broyta okkara politiska status í løtuni; tað snýr seg um at staðfesta rættindi okkara eftir núverandi status. Men so er tað hent, at tveir fylgjandi danskir statsministarar í forhond kategoriskt hava noktað at tak undir við Føroya løgrtingi. Hetta man vísa, at tað er danska stjórnin, sum vil “hála inn aftur” av tí, teir slakaðu i 1948. Frammanfyri læt eg nøkur orð falla um, hvussu eg haldi at hetta man bera til.

     Teoretiskt var kanska ikki óhugsandi, at ríkisstjórnin og eitt fleirtal í fólkatinginum sipandi til tað, sum eldri danskir løgfrøðingar sum Ross, Poul Andersen og Poul Meyer hildu um heimastýrislógina, vildu broytt hesa lóg við at taka B-málið undirgrundina burtur úr henni. Tað verður tó ikki roynt, tí:

 1) Yngri danskir løgfrøðingar hava ikki somu “imperialistisku” tulkingina av heimastýrislógi­ni.

2) Tað hevði verið eitt eklatant brot á ST-samtyktina frá 1960 og tær báðar ST-samtyktirnar frá 1966, allar bindandi fyri Danmarkar ríki, og:

3) Hvat hevði - um Føroyar gjørdu nakað við tað - heimsopiniónin og tá serliga tann norður­lendska sagt?

     Nei, tað er einki at óttast, at danir skuldu tikið slíkt stig.

     Tað eru undir hesum máli ikki vit, sum vilja ganga uttan um heimastýrislógina, men danir, ið tykjast vilja nýta høvi til at bróta hana av sær, tá ið tað kemur til tann týdningarmikla spurningin um undirgrundina.

     Vit halda okkum - enn sum er - til heimastýrislógina, og meðan hon er galdandi, dugir ikki at vísa til teir tríggjar nevndu ella aðrar danskar juristar, tí allir sum ein søgdu jú gott fyri ta donsku lógina, sum samstundis má sigast at vera ein sáttmáli millum Føroya og Danmarkar.

     Nú, mannagongdin hjá mótpartinum er jú tann at leggjja heimastýrtislógina undir eina nýggja tulking, og kjarnin í hesi “manøvru” er tann, at nú skal ræðið yvir undirgrund og havbotni ikki vera ognarrættur, men yvirvaldsrættur, “overhøjhedsret”.

     Tað er mær ein gleði at vísa til ta nevndu føroysku ritgerðina, sum prógvar, at hetta heldur ikki. Tað sigur seg eisini sjálvt.

     Tey rómarrættarligu hugtøkini dominium (ognarrættur) og imperium (yvirvaldsrættur) hava støðugt verið og verða brúkt hvørt um sítt, tey mugu ikki verða samanblandað.

     Eingin noktar, at Danmørk, sum er, hevur “imperium” yvir Føroyum. Hetta imperium strekkir seg út í allar liðir og limir í tí føroyska samfelagslikaminum, einki undantikið, og aldeilis líkamikið, hvørki meir ella minni, hvørt tað snýr seg annaðhvørt um málsøki, sum er sett í heimastýrislógini undir a ella B, ella tey als ikki standa har.

     Eg dugi ikki at síggja annað enn, at tann ikki sørt “machiavellistiska” nýtulking dana fellur til jarðar, um tit bert siga, at tað eru ikki ørindi tykkara hesa ferð at biðja um at sleppa undan donskum yvirvaldsrætti, bert vilja tit hava okkara rætt eftir heimastýrislógini staðfestan.

     Tað er, sum fleiri ferðir sagt, greitt, at málið má vera viðgjørt út frá heimastýrislógini, men tað er avgjørt neyðugt at samanhalda hana við altjóðarætt.

     Eingin ivi tykist vera um, at tað finst potentielt ríkidømi undir havbotninum. Tað er skylda okkara at hugsa langt fram í tíðina. Vit mugu hava tann møguleika í huga, at hetta latenta ríkidømi kanska einaferð skal vera grundarlag, tá ið virt vinna tær sømdir, ið vit eiga sum tjóð eftir ST-samtyktini fá 14. Desember 1960. Eg nevndi fyrr, at henda samtykt áleggur londum sum Danmark at hjálpa londum sum Føroyum fram til sjálvstýris. . Tað er tó greitt, at eitt fólk kann siga rætt sín frá sær ella drála við at njóta hann - “ikki kemur í kór tað, sum sjálvt vil fara í flór”.

     Men lat tað standa fast, at um danir meinskast við undirgrund Føroya og havbotnur verður okkara ogn burturav, so ganga teri beint tvørturímóti tí, sum limaskapur teirra í ST áleggur teimum, við tað at teir - so langt frá at hjálpa Føroya tjóð á veg - taka framtíðargrundarlagið undan henni.

     Tað eru so eisini tvær aðrar ST-samtyktir, sum meira neyvt ráma málið um undirgrundina. Lat meg citera og strika tað undir, sum eg vildi lagt mestan dent á:

     International Covenant on Civil and Political Rights.

     Article 1.

  1. All peoples have the right of self-determination. By virtue of that right they freely detrermine their political status and freely pursue their economic, social and cultural development.
  2. Alll peoples may, for their own ends, freely dispose of their natural wealth and resour­ces without prejudice to any obligations arising out of international economic cooperation, based upon the principle of mutual benefit, and international law. In no case may a people be deprived of its own means of subsistence.
  3. The state Parties to the present Covenant, including those having responsibility for the administration for Non-Self-Governingand Trust-Territories, shall promote the realization of the right of self determination, and shall respect that right, in conformity with the provisions of the Charter of the United Nations.

Declaration on the Granting of Independence to Colonial Countries and Peoples.

  1. The right of peoples and nations to permanent sovereignty over their natural wealth and resources must be exercised in the interest of their natural development and of the well-being of the people of the State concerned.
  2. The free and beneficial exercise of the sovereignty of peoples and nations over their natural resources must be furthered by the mutual respect of States based on sovereign equality.

     Við allar tingingar hevur kommisoriið, sum tingingarmenn hava at arbeiða eftir, nógv at siga.

     Tá ið partarnir eru samdir um tingingargrundarlagið, fæst vanliga semja.

     Hitt landsstýrið gjørdi hin 12. Januar 1983 - eftir at tingingar longu høvdu verið við danir - eitt uppskot til kommisorium í tveimum punktum, 1. og 2. Mær dámdi ikki tað, nú sjálvsagt burturdotna, komisoriið, tí tað tykist vera gjørt út frá donskum premissum. Undir 1. Er talan um, hvørt tað “i henhold tilgældende retsprincipper r juridisk muligt for hjemmestyret”, og undir 2. Er talan um “en færøsk råstofordning baseret på ligestillingsprincippet”.

     Men tað ber tó til at skilja hetta kommisorinum hjá hinum landsstýrinum soleiðis, at fyritreytin fyri tí seinna er tað fyrra. Fekst ikki semja um 1. (yvirtøku), so fall 2. (råstoford­ning) burtur.

     Og hetta má sjálvsagt vera tykkara fasta støða, ikki minst nú ið Føroya løgting - eftir at málið hevði verið hjá dønum - við løgtingssamtyktini frá 12. apríl 1982 hevur endurtikið sítt klára og greiða krav.

     Lat meg (á donskum) skitsera, hvussu eg hevði hildið, at tykkara kommisorium ella tingingargrundarlag eigur at vera:

  1. Det undersøges, og der redegøres for, hvordan og fra hvilket tidspunkt Føroyar i overens­stemmelse med lov af 1. april 1948, sammenholdt med principperne i mellemfolkelig ret, overtager sagsområdet Færøernes undergrund og havbund eller, som det udtrykkes i den nævnte lov, “råstoffer i undergrunden”.
  2. Såfremt der opnås enighed om foranstående pkt. 1, undersøges det, og der udarbejdes forslag angående råstofordning mellem Føroyar og Danmark.

Stendur nú danska ríkisstýrið “fast upp á sín órætt”, ja, so verða kanska tingingarnar stuttar og úrslitaleysar, og vit mugu bíða eftir betri tíðum. Tað gerst ikki við.

     Hitt má ikki henda, at vit skvøtta grundarlagið undir okkara framtíðartilveru sum tjóð burtur. Tað hevði verið, sum tá ið Esau seldi sín frumburðarrætt.

     Og prísurin skuldi verið “videst muligt hensyntagen til færøske interesser”. Eg vildi sagt sum funningsbóndin: “Seigt er slíkt, at eta sítt egið og tað stolið”.

     Tað er serliga eitt, sum liggur mær á hjarta: Tit fýra mugu ikki fara av landinum, fyrrenn og uttansoat tit tykkaramillum eru púra samd um tað, tit vilja standa fast uppá og undir ongum umstøðum víkja frá. Er tað ikki, er eftir míni áskoðan betur ófarið. Vestigia terrent. Komið okkum ikki aftur í støðuna 1945-1948.

E.S. Í mínum metingum havi eg her frammanfyri millum annað sagt, at eg haldi, tit eiga at lata tað koma til skarpskeringar í hesum máli. Tað ber til at seta grundirnar til tess uppp í tveimum:

1) At geva út av tí neyðars delegeraða “heimastýri”, sum danir skamtaðu okkum í 1948, og vit tugdu, tað hevði verið fatalt. Harðrenda støðutakanin hjá dønum nú vil í næstu framtíð stimbra tann búnara partin av okkara landsmonnum og fáa summar av hinum at búnast, so at teir skilja, hvat sjálvstýri er.

     2) Málið er iki búgvið. At byggja boritorn o.a.´tíl. Á víðum havi, djúpshædd ella fleiri djúpshæddir, síðar aldur og ódnir, er slíkt risaverk, at ikki bert fer tað at kosta milliard oman á milliard, men eisini er tað váðaverk við ennverandi teknologi.

Eitt er, at vit ikki sjálv eru før fyri hesum og heldur ikki duga at síggja, nær tað skuldi verið. Men eisini er tað óráð at lata nakran fara í holt við hetta, fyrr enn vit sjálv hava rætt og umstøður at ansa eftir, at virki annarra á landgrunni okkara verður til gagns og ikki til ógagns fyri fólk okkara.

     Sum er hava vit nóg mikið við at ansa eftir tí, sum er oman á havbotninum á okkara relativt tronga landgrunni. Fiskin hava vit dúvað uppá í 1000 ár. Tá ið vit hugsa um okkara fisk (og fugl), so hava vit alla grund til at ræðast oljudálking.

     Tað vísir seg allar staðir, at oljuupptøka á sama øki er avmarkað í tíð, løtuvinningur samanborið við tað, sum grør upp úr jørðini ella svimur í havinum. Ólukkuligt hevði tað verið at ofrað fiskin fyri oljuna.

     Tað sum eftir míni áskoðan eigur at vera gjørt, tað er, at vit elva teimum landsmonnum, sum hava hug og duga, til og stuðla teir til lærdóm og kunnleika til oljuídnaðin á øllum stigum. Fyribils haldi eg við øðrum orðum, at oljan liggur væl.

     Um hitt er eingin ivi, at oljan er okkara, tí skal ikki ein 1000 ára tjóð við egnum máli og egnari mentan og við einum landi, har eingin marknatræta er møgulig tí hav er øllumegin, hava rætt til at kalla seg tjóð (people) við tjóðarrættindum, hvør skuldi so?

 14. September    nr. 33, 3.-4.12.1986

img
  • Skrivað hevur | Sigurð Joensen
  • Dagfesting | 26.08.2012
  • Bólkur | Tíðindi