Chiaki týðir Jóanes

Japanska tíðarritið Japanese Contemporary Poetry Magazine/ Gendaishi Techo, nr. 3, mars 2013, hevur eitt úrval av norðurlendskum yrkingum í japanskari týðing.

Jóanes Nielsen umboðar føroyskan skaldskap við yrkingunum Telefonboksin, Pest og Draga millum árstíðir.

Í ritinum er tilskilað, at hetta er fyrstu ferð, at føroyskar yrkingar eru týddar til japanskt. Ritið verður sent til norðurlendskar sendistovur í Japan, Norðurlandaráðið o.o. viðkomandi.

Umframt yrkingarnar er grein um Jóanes Nielsen eftir Turið Sigurðardóttur í ritinum.

Chiako Kaiho hevur týtt yrkingarnar og greinina til japanskt. Chiaki hevur MA-prógv frá Tokyo universiteti við MA-ritgerð um málstøðuna í Føroyum. Chiaki, sum hevur lisið danskt í Danmark og føroyskt á Fróðskaparsetri Føroya,  kom fyrst á norðurlendskt,  síðan á altjóða summarskeið og las harnæst eitt ár á Fróðskaparsetrinum. Hon undirvísir, týðir og skrivar um norðurlendsk og føroyskt mál og mentan. Chiaki arbeiðir nú fyri norska sendiráðið í Tokyo.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 08.04.2013
  • Bólkur | Tíðindi