“Feðgar á ferð” á italskum

Gianfranco Contri, sum áður hevur týtt barnabók fyri Ungu Føroyar, hevur nú fullført eitt týðingarstórverk.

Fríggjadagin 18.august 2023 kemur ein tann best umtókta føroyska skaldsøgan, “Feðgar á ferð” eftir Heðin Brú, út á italskum í týðingini hjá Gianfranco Contri. Á italskum eitur hon “Il vecchio e il figlio”, stutt sagt, ‘Tann gamli og tann ungi’. Bárður Jákupsson hevur gjørt ta vøkru permumyndina.

Gianfranco er kendur í Føroyum fyri Føroysk-italsku orðabókina, sum hann legði úr hondum og sum kom út í 2004. Tá fekk hann Bókmentavirðisløn M. A. Jacobsens. Seinni, í 2015, týddi hann barnabókina “Kálvamuuna”, á italskum “Il vitellino”, eftir Sigurð Joensen til italskt.

Fyrsta føroyska skaldsøgan, sum Gianfranco las
Gianfranco sigur, at “Feðgar á ferð” var fyrsta føroyska skaldsøgan, sum hann las. Tað var veturin 1982-83, teir fyrstu mánaðirnar, hann var í Føroyum. Hann las hana á enskum og royndi at fylgja við tí upprunaliga føroyska tekstinum. Nú, tá týðingin er liðug, leggur Gianfranco stóran dent á, hvussu nógva hjálp hann hevur fingið frá Jógvani í Lon Jacobsen, professara, í týðingararbeiðinum.

Ein universell skaldsøga
Spurdur, hvussu tað var at seta seg inn í tað gamla samfelagið, sum skaldsøgan lýsir, sigur Gianfranco, at ofta varð hann mintur um barndóm sín, meðan hann las. Barndómin, tá hann í fleiri ár búði saman við abba og ommu síni í tí lítlu bygdini Castello di Riolunato í landspartinum Modena, fylkinum Emilia-Romagna nær við Toscana. Eisini tí heldur hann, at “Feðgar á ferð” er ein universell skaldsøga.

Eg spurdi Gianfranco, hvussu hann gjørdi við fólkanøvnini í bókini, og hann sigur, at tey eru óbroytt, og at hann gleðir seg til at siga italienarum, hvussu Ketil og Kálvur úttalast!

Um hann skal siga, hvat hann heldur vera høvuðshugsanina ella boðskapin í skaldsøguni, heldur Gianfranco, at tað kanska er, at tað er best at klára seg sjálvur, og at frælsi er knýtt at tí. Eg vildi eisini vita, hvussu tað gekst at fáa skemtið, humorin, hjá Heðini Brú, yvir í italskt. Týðarin heldur, at tað gekst væl, og at tað verður stuttligt at síggja, hvussu lesararnir fara at reagera.

-Men Gianfranco, hvussu gjørdi tú við tað gøtudanska religiøsa málið, sum Lias Berint tosa viðhvørt? spurdi eg.

-Ja, eg royndi at týða soleiðis, sum onkur fólk í Italia tosa viðhvørt, og onkustaðni sigi eg, “hann tosar eina blanding av donskum og føroyskum”, tí eg helt, tað var ómøguligt at týða akkurát.

Fyrsta skaldsøgan, sum er týdd beint úr føroyskum til italskt
Gianfranco sigur, at tríggjar føroyskar skaldsøgur komu út á italskum undir seinna heimsbardaga.

Tær tvær vóru skrivaðar á donskum: “Barbara” eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, sum kom á italskum í 1941, og “Noatun” eftir William Heinesen, sum kom á italskum í 1943.

Tann triðja var tveybindaskaldsøgan “Lognbrá” og “Fastatøkur” eftir Heðin Brú, sum kom á italskum í einum bindi í 1942 undir navninum “Høgni” og var týdd úr donskum.

Týðingin hjá Gianfranco Contri av “Feðgum á ferð” er fyrsta føroyska skaldsøgan, sum er týdd beint úr føroyskum til italskt.

Takk fyri tað stóra avrikið, Gianfranco, og hjartaliga til lukku við útgávuni!

Útgevari er Adelmo Iaccheri í Pavulla.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 22.08.2023
  • Bólkur | Tíðindi