Glottar úr føroyskari kvinnusøga 1000-1998

Um møður og ommur okkara
eingin søga er skrivað.
Hvar eru allar kvinnurnar
í Føroyum hava livað?

Umleið ár 1000
Tóra Sigmundsdóttir úr Skúvoy, sum livdi í 11. øld, legði stóran dent á lærdóm og mentan. Hon sendi son sín Sigmund til Trónd í Gøtu, hóast hann hevði verið til staðar, tá ið abbi hennara varð dripin og tá ið pápi hennara mátti flýggja og harnæst varð dripin. Hon vildi, at sonur hennara Sigmundur skuldi fáa bestu uppfostran, og Tróndur hevði lærdóm og vísdóm fram um aðrar. Tóra er einasta kvinna nevnd í Føroya søgu eftir P.M. Rasmussen og Hanus A. Samuelsen, 1965.

1889
Súsanna Helena Patursson (1864-1916) skrivaði fyrsta sjónleik á føroyskum. Tað var “Veðurføst”, ein kjakleikur í 2 pørtum um aktuell evnir og við kvinnuligari høvuðsrollu.

1892
Fyrsta føroyska kvinna, ið fekk yrkingar á prent, var Billa Hansen (1864-1951). Tað vóru “Ein útróðrardagur” (Ein landnyrðingsstormur so skjótt brast á) og “Ein skógvarferð”(Upp fró og kvøðið, tit Føroya børn). Tær vóru prentaðar í sangbókini Føroyskar vísur, sum føroyingar í Keypmannahavn góvu út.

1897
Elinborg Jacobsen var fyrsta føroyska kvinna, sum tók studentsprógv. Hon var eisini fyrsta kvinna ið tók studentsprógv í Íslandi. Elinborg var dóttir Onnu og Jógvan Jacobsen úr Havn, búsett í Reykjavík. Hon slapp ikki at ganga til tímar men las heima og slapp upp til próvtøku. Dreingirnir høvdu studentshúgvu, men hon hevði onga.
Les eisini greinina um Elinborg Jacobsen

1905
Fyrsta føroyska kvinnublað var Oyggjarnar 1905-08. Súsanna Helena Patursson (1864-1916) var blaðstjóri.

1907
Fólkaatkvøða í Føroyum um rúsdrekkalóg. Føroyskar kvinnur atkvøddu tá fyrstu ferð á almennari atkvøðugreiðslu.

1908
Føroyskar kvinnur atkvøddu fyrstu ferð á kommunuvali 27. november 1908.

1915 Føroya kvinnur fingu valrætt til Løgtingið.

1918
Kvinnur vóru fyrstu ferð á løgtingsvali.

1932
Hjørdis Djurhuus, dóttir Onnu og J.H.O. Djurhuus, tók læknaprógv í Keypmannahavn.
Les eisini greinina um Hjørdis Djurhuus

1948
Sofía Petersen (1884-1960) og Elinborg Lützen (1919-95) skaptu fyrstu føroysku myndabókina fyri børn, Í skýmingini.

1952
Blaðið hjá Havnar kvinnufelag, Kvinnutíðindi, kom út. Blaðstjóri var Sigrið av Skarði Joensen.

1963
Lýtt lot eftir Guðrið Helmsdal, tað fyrsta modernistiska yrkingasavnið á føroyskum og fyrsta yrkingasavn eftir føroyska kvinnu.

1978
Karin Kjølbro og Jona Henriksen vóru fyrstar av kvinnum valdar í løgtingið. 1985 Jóngerð Purkhús kom fyrsta kvinna í Føroya landsstýri.

1989
Fyrsti føroyski filmurin, Atlantic Rhapsody, eftir fyrsta føroyska filmsleikstjóra, Katrin Ottarsdóttur (f. 1957) fekk 1. virðisløn á Nordische Filmstage.

1993
Marita Petersen (1940-2001), fyrsta kvinna, ið gjørdist Føroya løgmaður.

1994
Løgtingið samtykti javnstøðulóg 3. mai.

1998
Malan Marnersdóttir, rektari á Fróðskaparsetri Føroya

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 19.09.2010
  • Bólkur | Tíðindi