Eingin í. er varðveitt í upprunaligum handriti. Tey elstu handritabrotini eru frá umleið miðjuni á 13. øld; heilar søgur finnast í skinnbókum úr 14. og 15. øld og á pappírshandritum úr 16. øld og seinni. Summar í. eru varðveittar í fleiri gomlum skinnhandritum, aðrar bara á pappíri. Varðveittar eru umleið 36 í.; nágreiniliga talið er treytað av, hvar markið verður sett millum í. og tær heilt stuttu frásagnirnar, sum nevnast íslendingatættir.
Tær ríku íslendsku fornbókmentirnar fevna um nógvar ymiskar bókmentagreinir; í bundnum máli: *eddukvæði, *dróttkvæði; óbundnum máli: í., *kongasøgur, *biskupasøgur, *riddarasøgur, *fornaldarsøgur, *Snorra-Eddu. *Føroyingasøga, ein av teimum elstu íslendsku søgunum, hevur eyðkenni bæði frá í. og kongasøgum, men er á mangan hátt í serstøðu.
Í altjóða gransking verða í. yvirhøvur mettar sum tað mætasta av íslendskum fornbókmentum og sum eitt megnaravrik í heimsbókmentunum.
Í. eru ymiskar til longdar, tann longsta er Njáls søga, sum er ógvuliga long; aðrar eru stuttar, t.d. Gunnleygs søga ormstungu og Gísla søga Súrssonar. Á ymsan hátt minna í. um nútíðar skaldsøgur og stuttsøgur við tað, at tær lýsa ‚vanlig’ fólk, umhvørvi teirra og hendingar á realistiskan hátt og leggja dent á spennandi frásøgn. Í. fara fram í tíðarskeiðinum frá íslendska landnáminum u. 870 og fram til fyrru helvt av 11. øld, nógvar enda stutt eftir kristnitøkuna um ár 1000. Tað eru altíð menn, sum eru høvuðspersónar í í., íslendskir stórbøndur og høvdingar; søgurnar fara fram í Íslandi, men sera ofta við baksýni í Noregi og orsøkunum til, at teir nómu land í Íslandi. Eisini er sera vanligt, at høvuðspersónarnir fara langferðir, serliga til Noregs, á ungum árum at vinna sær “fæ og frama” í víking og við konghirðir uttanlands, koma síðani heim, setast í búgv, giftast og vinna sær sín sess í íslendska samfelagnum. Hóast menn eru høvuðspersónar í øllum í., hava kvinnur týðandi leiklutir í søgunum og eru ofta rótin og tilelvingin til stórhendingar. Hjá kvinnum eins og monnum gongur sømdin fram um alt annað, og tað eru ofta kvinur, ið eggja til ta blóðhevnd, sum krevst, skal heiðurin, tann persónligi og tann hjá ættini, ikki vera spiltur. Í. eru fyrst og fremst søgur um minniligar hendingar. Hóast persónslýsingarnar eru tað, sum ger í. eindømi í miðaldarbókmentum, so eru persónar, umhvørvi og tíð fyrst og fremst lýst í tann mun, tað tænir frásøgnini um hendingarnar. Hendingamynstrið er fjølbroytt í í., men tað eru kortini fastar rammur um fjølbroytnið, settar av ráðandi hugmyndumum, hvat var vert at siga frá og hevdbundnum háttalagi í søgugerð. Í. siga frá stríði millum bøndur og høvdingar í forna íslendska samfelagnum, stríði, ið oftast spratt av ósemju um jørð, hagamark, lunnindi, sýnda vanvirðing móti høvuðspersónunum ella ósømiligan atburð móti kvinnum.
Áhugin fyri íslendskum fornbókmentum vaknaði í 16. øld ( *humanisma). Heilt fram til 19. øld var áhugin vendur móti tí sannsøguliga heimildavirðinum í hesum bókmentum. Men við *romantikkinum vaks áhugin fyri søgum, kvæðum og gudasagnum á manna munni, og fyri í. merkti tað, at granskarar varnaðust frásagnarkynstur teirra. Um miðja 19. øld løgdu granskarar dent á, at í. vóru at meta sum munnligar frásagnir, festar orðarætt á blað; hetta ástøðið kallast frásøguástøðið og er tað ástøðið um upprunan at í., sum var ráðandi í ymsum frábrigdum fram til hálva 20. øld. Kortini kom longu í 19. øld fram mótstøða móti at meta í. sum fullskapaðar munnligar søgur, festar orðarætt á blað. Henda mótstøðan gjørdist til bóksøguástøðið, eitt ástøði, ið legði stóran dent á, at søguskrivararnir hava arbeitt sjálvstøðuga við munnliga tilfarinum í teimum ymsu frábrigdunum, sum tað var til í. Sambært bóksøguástøðinum vóru í. sostatt ikki fyrst og fremst orðarøtt uppskriving av sonnum søgum, men sjálvstøðugar listarligar heildir, tilevnaðar av høvundum burtur úr munnligum sagnatilfari. Teir granskarar, ið fylgdu frásøguástøðinum, og hinir, ið fylgdu bóksøguástøðinum, stóðu leingi ógvuliga langt hvørjir frá øðrum. Tvíningurin var so avgjørdur, at talan var um rættiligt stríð; men hetta avgjørda antin-ella er nú farin tíð, og tey seinastu áratíggjuni hevur verið røtt um bæði-og og um, at í. munnu vera vaksnar fram úr einum jørðildi við ríkari munnligari frásøgulist; men søgd søga er av náttúru nakað heilt annað enn skrivað søga, og at skriva søgurnar var eitt kollveltandi stig, sum var óhugsandi uttan ávirkan frá kristnari evropeiskari bókamentan. Sostatt leggur granskingin í dag dent á fortreytirnar hjá í. bæði í munnliga norrøna søguarvinum og evropeisku ritmentanini.
Eitt formligt eyðkenni á í. er, at tær hava hvørki formála ella eftirmála, sum sigur frá, hvussu høvundurin sjálvur metir verk sítt ella hugleiðir um heimildirnar og sannleikavirði teirra. Bera vit saman við aðrar fornar prosabókmentir, síggja vit munin: í íslandssøgu síni Íslendingabók sigur Ari fróði í formála, hvørjum hann hevur skrivað bókina og hvørjar heimildir hansara eru. Snorri Sturluson hevur formála í Heimskringlu, har hann greiðir frá, hvat slag av riti verk hansara um norskar kongar er. Men í., harafturímóti, hava ongan formála, sum sigur, hvørjum tær eru ætlaðar og hvat endamál teirra er. Hetta eyðkennið á tekstslagnum hava granskarar hugleitt um, og Preben Meulengracht Sørensen bendir á, at formálar eru partur av orðakynstrinum í skrivligari hevd; við ikki at hava formála geva høvundarnir í. dám av munnligari hevd: formálar hoyrdu ikki heima í teirri munnligu frásagnarstøðu, sum í. herma eftir. Hetta fyribrigdið kann kanska eisini setast í samband við realismuna í í. Hon er slíkt eindømi í miðaldarbókmentum, at hon krevur frágreiðing. Bjarne Fidjestøl bendir á ( Norsk litteratur í 1000 år 1994), at bæði kirkjuligir og veraldarligir høvdingar í Íslandi høvdu røtur í íslendska bóndasamfelagnum, soleiðis at í. tóku seg upp sum bókmentir um, eftir og fyri bøndur. Sovorðin støða viðvíkjandi viðurskiftunum millum bókmentir og samfelag er heilt óvanlig í miðøldini. Miðaldarskaldskapur er yvirhøvur eyðkendur av at vera frástøðu-skaldskapur, við idealiserandi sjónarhorni úr neðra upp móti riddarum og halgimennum, ella idýlliserandi og avskeplandi sjónarhorni úr erva niður móti bóndum, borgarum og ognarloysingum. Ikki fyrr enn við borgaraliga býarsamfelagnum í endanum á 18. øld vaks skaldskapur fram um, eftir og fyri borgararnar – ein nýggj realisma.
Íslensk bókmenntasaga Ì, ritstj. Böðvar Guðmundsson o.fl. 1993. Jónas Kristjánsson: Eddas and Sagas 1988. Preben Meulengracht Sørensen: Saga og samfund, En indføring i oldislandsk litteratur 1977, og: Fortælling og ære, Studier i islændingesagaerne 1992. Erik Skyum Nielsen: “Um íslendingasøgur”, Gísla søga Súrssonar, Sprotin u.á.