ørindi

Formeind í skaldskapi, samansett av tveimum ella fleiri ørindisreglum. Formur á ørindum (*ørindislag) er ymiskur, alt eftir hvussu ørindisføtur eru settir í hvørjari ørindisreglu, hvussu nógvir teir eru, og harumframt er rím ofta ein formtáttur í ørindum. Ørindisreglur í einum ø. kunnu antin vera eins ella ymiskar. Ø. í einari yrking kunnu antin øll hava sama ørindislag ella hava fleiri ørindisløg. Í forngrikskum skaldskapimerkti ø. (strophe vend) upprunaliga kórsongur, sum kórið sang til dans fyri altarinum, áðrenn tað vendi sær og sang mótørindi (antistrophe) við sama lagi.

ørindisføtur

Eindir sum mynda ørindisreglu og eru støði undir rýtmu. Í skaldskapi á klassiskum málum myndaðust teir av ávísum sambondum millum long og stutt stavilsi. Stutt stavilsi (∪) varð mett at vera minsta tíðareindin (lat. mora), og langt (–) samsvaraði tveimum stuttum; í staðin fyri ørindisføtur sum –∪ og –∪∪ bar tí til at seta ∪∪∪ og –– (gr. spondaios, *hexametur) o.s.fr.; stavilsanøgdin kundi tí vera skiftandi og formurin á ørindisfótum ymiskur. Í yngri málum er tað áherðsla, sum skapar rýtmu, og kjarnin í ørindisfótum er tí altíð eitt áherðslustavilsi, sum hevur eitt ella tvey áherðsluveik stavilsi aftrat sær. Somu tekn verða nýtt fyri áherðslusterk og -veik stavilsi sum fyri long og stutt í klassiskari ørindalæru. Nógvir ørindisføtur í klassiskum yrkingum koma ikki fyri í skaldskapi á áherðslumálum, hóast roynt hevur verið at herma eftir teimum.
Í fornnorrønum skaldskapi vóru upprunaliga ikki ørindisføtur í klassiskum týdningi; tað umráðandi var talið á áherðslustavilsum (*fornyrðislag).
Teir ørindisføtur, sum hava størstan týdning í skaldskapi í seinni tíð, eru tvíliðir og tríliðir. Teir eru antin rættir (dalandi) ella øvutir (rísandi), alt eftir um áherðslan er fremst ella aftast í teimum. Við tað, at norrønt hevði áherðslu á fyrsta stavilsi og almong orð á føroyskum eisini hava tað, eru rættir liðir ráðandi í føroyskum skaldskapi. Rættur tvíliður (gr. trokhaios) og rættur tríliður (gr. daktylos) svara til tví- og trístavilsaorð á føroyskum. Tá ið eitt stakt áherðslustavilsi myndar síðsta ørindisfót í ørindisreglu, kallast tað stývt ella at hann er stývdur; tað sama kann henda undan *regluhvíld. Á øðrum málum kunnu orð ofta svara til øvutar liðir, og tí falla liðir sum øvutir tví- (gr. iambos) og tríliðir (gr. anapaistos) nátúrliga at málinum og skaldskapi tess. Aftan á seinasta øvuta ørindisfót í ørindisreglu verður ofta skoytt eitt áherðsluleyst stavilsi, t.d. í jambiskari 11-stavilsa ørindisreglu (*blank verse). Í føroyskum skaldskapi ber ofta til at tosa umøvutar ørindisliðir; dømi um øvutar tvíliðir: “Nú liv/nar bjar/gasvart// og skor/ agrønt/ í mær” (Chr. Matras), um øvutar tríliðir: “Tað er frí/lynt, tað fólk/ið í No/reg” (Mikkjal á Ryggi). Tað er vanligt, at í somu ørindisreglu skiftast rættir tvíliðir og tríliðir umframt stývdar liðir; á sama hátt tá ið talan er um øvutar liðir; á tann hátt slepst frá fábroyttari rýtmu.

ørindislag (lat. metrum, gr. metrón mát)

Regluligur yrkingarháttur, samansettur av *ørindisreglum, sum antin eru endurtiknar við somu ørindisfótaskipan ella settar saman í ørindi eftir ávísum reglum.
1) Ørindisløg, sum ikki eru býtt sundur í ørindi, ganga aftur til fornklassiskan skaldskap, bæði har sum sama ørindisregla varð endurtikin (t.d. *hexametur) og har sum tvær samanhangandi reglur vórðu endurtiknar samfelt (*elegiskt lag). Tað sama galt fyri tað forngermanska ørindislagið, har sum langreglur vórðu endurtiknar, og úr tí spratt *fornyrðislag, sum býttist í ørindi. Í seinni tíðum komu ymisk ørindisløg aftrat, sum ikki vóru reglubýtt, t.d. *blank verse; í summum vóru 2 ella fleiri reglur bundnar saman við endarími (*alexandrinskt lag).
2) Ørindisløg, sum býtast í ørindi ganga aftur til forngrikskar bókmentir, men tá ið *rím kyknaði upp, gjørdust tey nógv fjølbroyttari. Vanliga hava øll ørindini í einari yrking sama ørindislag, men ofta eru frávik frá tí, og í summum ørindisløgum er fast tal av ørindisreglum í yrkingini, og formurin á hvørjum einstøkum ørindi er fastur (t.d. *sonetta). – Frá um miðja 17. øld kom fram skaldskapur, sum veik frá reglubundnum ørindisløgum, og í 20. øld hevur hann vundið alt meira upp á seg.

ørindislæra (lat. (ars) metrica, úr gr. metrikos tað sum viðvíkur máti/máting)

Ø. er tann greinin av bókmentafrøði, sum fæst við ytri formeyðkenni í bundnum máli.
P. Hallberg: Litterär teori och stilistik. A. Heusler: Deutsche Versgeschichte I 1925. H. Lie: Norsk verslære 1967.

ørindisregla

Regla í yrking, myndað av einari ávísari nøgd av *ørindisfótum, eftir hvat ørindislagið er, ella av ávísari nøgd av áherðslustavilsum, eins og t.d. í kvæðunum. Tvær ella fleiri ørindisreglur kunnu mynda eitt ørindi; men í ørindisløgum, sum ikki eru ørindisbýtt, t.d. hexametur, er tað ørindisreglan, sum er avgerandi eindin. Ørindisreglan kann vera ymisk til longdar, úr einum ørindisfóti upp í tíggju; hon býtist stundum í tvey við *regluhvíld. Í henni kann vera bæði rím og stavrím.

øvutur tríliður (gr. anapaistos)

Ørindisfótur, sum er tvey áherðsluveik og eitt áherðslusterkt stavilsi: ∪∪–; sí *ørindislag.

øvutur tvíliður (gr. iambos)

Ørindisfótur, sum er eitt áherðsluveikt og eitt áherðslusterkt stavilsi: ∪–; sí *ørindislag.