Ulysses 100 ár

Í dag, 2. februar 2022, eru 100 ár, síðan heimskenda skaldsøgan Ulysses eftir James Joyce kom út. Til hetta høvið hevur Leyvoy Joensen skrivað grein um høvundin og týtt søguna “Minningardagur í nevndarrúminum” úr savninum Dubliners. Greinin og søgan kunnu lesast her.

Fjøruti ára føðingardagurin hjá írska rithøvundinum James Joyce, 2. februar 1922, var samstundis útgávudagur hjá skaldsøgu hansara, sum tað nú hundrað ár seinni ikki tykist kontroversielt at kalla høvuðsbókmentaverkið í tjúgundu øld, Ulysses.

Føðingardagurin og útgávan fóru fram í París og vóru feirað við køku prýddari við bláu og hvítu litunum á grikska flagginum, tí Ulysses er ein nútíðargering av einum av stólpunum í vesturlendskari mentan, Odyssevsarkvæði. Tittulin kunnger stórætlanina: Ulysses er eitt modernað epos, ið prógvar, at nútíðarbókmentir heldur enn at umboða afturgongd frá fornari frægd eru javningar hjá klassisku hevdini ella enntá bera av henni.

Í Ulysses er tíggju-ára langa heimferð Odyssevsar frá stríðsvøllinum í Troia til Ithaka flutt til Dublin tann 16. juni 1904 og reikanina hjá jødanum Leopold Bloom um býin í ymiskum ørin-dum, frá tí hann fer heimanifrá um morgunin, til hann kemur heimaftur aftan á midnátt. Samanberingin við homerisku fyrimyndina er als ikki lætt fangað, tí frásøgnin er ein í staklutum over-neyv lýsing av gerandisdegnum í írska høvuðsstaðnum, men um lesarin hevur eitt skema við hondina, ið vísir á samsvar, er tað ein stór hjálp at stýra gjøgnum tær nærum 700 síðurnar.

Hetta, at lesaranum nýtist hjálpartól til at lesa Ulysses, er eyðkent fyri bókmentirnar, ið skilmarka hámodernistiska eksperimentið. Hetta rákið noktar at framleiða undirhald til fjøldina; í staðin bjóðar modernistiski teksturin lesaranum av, soleiðis at lesnaður gerst eitt bragd. Bókmen-tafrøðingar hava av sonnum tikið við avbjóðingini frá Ulysses. Ein Joyce-ídnaður tók seg upp, og bókafloymurin sær ikki út til at fara at linka, men granskingin tykist heldur at vaksa á ekspo-nentiellan hátt og hervið at tryggja hásætissessi Joyces í panteon frameftir.

Umframt Ulysses eru høvuðsverkini hjá Joyce stuttsøgusavnið Dubliners, siðmenning-arskaldsøgan A Portrait of the Artist as a Young Man og polyfoniska dreymasjónin Finnegans Wake. Ritverkið er ein framsýning av alt meira víðgongdum royndum at nútíðargera bókmenta-formar, so at teir megna at lýsa nýggja tíðarskeiðið, modernitetin. Serliga merkisverd er royndin at avloysa tað hevdbundna sjónarhornið, ið nevnist alvitandi frásøgufólkið og er knýtt at nítjandu aldar skaldsøguni. Fremsta dømið um óstøðugering av klassiska sjónarhorninum er sjálvandi heimskenda uppfinningin í Ulysses, stream of consciousness-frásøgn ella hugstroymi. Hendan framferð er hugsað sum ein avskrift av menniskjahuganum í hansara støðuga streymi uttan nakra ritstjórn, tað vil siga uttan at gera mun millum hvat er umráðandi ella trivielt. Teksturin upplivist sum eitt syndrað univers, har persónar, lutir og hugtøk fyrikoma uttan nakra stigskipan. Aftursvarið er ein trongd til at fara undir at skipa hesa verð og soleiðis skapa merking. Alt sum lesarin otar seg longri inn í írska høvuðsstaðin, byrjar ørgrynni av staklutum og hálvkvødnum vísdómi at savnast í mynstur og temu, sum síðani koma saman í ein yvirbygnað av merking, ið lesnaðurin sjálvur skapar.

Stuttsøgusavnið Dubliners kom út í 1914. Savnið lýsir íbúgvarnar í høvuðsstaði Írlands um al-darskiftið í fimtan søgum, ið eru deildar í fýra partar: barndóm, ungdóm, vaksnamannaár (ein av hesum, “Ein harmiligur tilburður”, kom út í føroyskari týðing eftir Hanus Kamban í 2010) og felagslív. Síðsta søgan, “Tey deyðu” (týðing eftir Hanus frá 1991), tekur samanum. Søgurnar byggja hvør á aðra og bergmála sínámillum, millum annað við at persónar ganga aftur, soleiðis at verkið lesist sum ein heild og hevur tí eisini verið flokkað sum eitt slag av skaldsøgu. Heildar-myndin av Dublin er av einum býi í materiellari og andaligari stillstøðu, hvørs inbúgvar liva eitt skuggalív.

Tólvta søgan í savninum, “Ivy Day in the Committee Room”, viðger felagslív. Hon gongur fyri seg í hølunum hjá tjóðskaparliga flokkinum upp undir val. Tittulin sipar til minningardagin fyri Charles Stewart Parnell, týdningarmesta írska politikara í seinnu helvt av nítjandu øld, sum var um reppið at vinna Írlandi heimastýri, tá ein persónlig gøla gjørdi, at hann misti mestallan stuðul og nærum alla politiska ávirkan. Parnell fekk heitið ókrýndi kongur Írlands, eins og yrkingin í søguni tekur til. Deyðadag hansara bóru tey, sum vildu æra hansara minni, efeu-blað á kra-ganum. Hóast Parnell ikki er nevndur við navni fyrr enn móti endanum, bleiktrar lagna hansara í tekstinum sum ein áminning um tað moralska dirvisloysið hjá stuðulsfólki hansara, ið kostaði írskt heimastýri, og tað deydliga politiska virksemið í søguni skal skiljast sum eitt symptom upp á sam-felagsligu niðurgongdina, ið savnið avdúkar.

Joyce sendi handritið av Dubliners til úgávu í 1905, men savnið varð ikki prentað fyrr enn í 1914, tí so nógv av innihaldinum fyrikom stoytandi í sein-viktorianska tíðarskeiðinum, ikki minst í katólska Írlandi. Brævasavnið hjá Joyce vísir støðugu krøvini um broytingar og alt meiri ørkymlaða bardaga rithøvundsins fyri verkinum. Serliga varð tingast aftur og fram um “Min-ningardagur í nevndarrúminum”, har ófólkaliga tosið um nýkrýnda Edward VII og mammuna Viktoriu drotning beyð ímóti, sjálvt aftan á Joyce við ringum tannabiti tók burtur ókvæmisorð, tá ið sipað var til Viktoriu sum Edvardsa “bloody old bitch of a mother”.

Tað er møguliga torført hjá nútíðarlesarum at fanga bæði tað ónærisliga og tað slóðbrótandi í hesum lágmæltu søgunum um vanligt dublinfólk í byrjanini av tjúgundu øld - ikki minst samanborið við stílfrøðiligu skreyteldasýningarnar í Ulysses og Finnegans Wake. Men hin blaðungi Joyce hevði stórfingna verkætlan í huga við savninum um føðibýin, haðani hann rýmdi í 1904: “Ætlanin var at skriva ein kapittul av tí moralsku søguni hjá mínum landi, og eg valdi Dublin til leikpall, tí tann býurin tóktist mær at vera miðdepilin av lammilsinum”. Dubliners er ein uppgerð við samfelagið, sum hevði myndað høvundin, og sum útlegd hansara var eitt mótmæli ímóti. Í lýsingini av drykkjuskapi, harðskapi og prostitutión og í realistiska talumálinum slóða søgurnar konsekvent upp at markinum fyri, og stundum yvirum, hvat sigast kundi í hesum samfelagnum til tess at avdúka lammilsið, ið Joyce staðfesti sum grundsannleika tess. Nú hoyrir ritverkið upp í hægstmettu heimsbókmentirnar, men tey fyrstu áratíggjuni vóru hetta ónærsligar og enntá bannaðar bøkur.

Dubliners var tann beiska kvøðan frá Joyce til heimbýin, tá hann fór haðani. Hann sá seg sjálvan alla tíð sum útlagnan og sipaði ofta til Parnell til at greiða frá støðu síni til heimlandið. Fyri honum prógvaði “Parnell-sakin”, at írsk undangongufólk verða svikin, tá ið á stendur, og tað var í sjálv-verju sum rithøvundur, at hann búði á meginlandinum. Allarseinasta reglan í Ulysses, “Trieste - Zürich - Paris, 1914-1921”, ið kann lesast sum undirskriftin hjá Joyce, stendur sum eitt eksil-manifesto fyri ta rótleysu altjóða avantgardu, sum dreiv modernististkar bókmentir. Og tó. Hóast søgugongdin í Ulysses bert tekur ein dag, var skrivingin nærum eins long og heimferð Odys-sevsar, og tá ið Joyce var komin á mál, var metingin av heimbýnum broytt, frá tí hann rýmdi. Dagurin, sum nú er kendur sum “Bloomsday”, 16. juni 1904, var fyrsta stevnumøtið hjá Joyce og konuni, Noru Barnacle, sum fór til París við honum nakrar mánaðir seinni. Ulysses er ein minnisvarði um dagin, Joyce broyttist frá einum ónøgdum dublinbúgva við lítlum framtíðarvónum eins og persónarnir í “Minningardagur”, til ein giftan familjumann eins og Leopold Bloom, ið hold-ger spekt og tolsemi. Hendan búningin staðfestist í muninum millum ákærandi stuttsøgusavnið og alfevnandi eposið. Og nett sum hugburðurin hjá høvundinum til føðilandið, broyttist støðan í Írlandi til spottaran og baktalaran Jim Joyce. Frá at vera dømdur ósømiligur millum almenning og lítið umrøddur millum menntafólk er burturvilsti sonurin nú fevndur sum eitt vælsignilsi fyri ferðaídnaðin og sum ein kelda til tað, sum nevnist “soft power”, ið er tann vælvilji og virðing, sum gevur einum landi fyrimun í altjóða politiskum høpi. Hóast kappingin er stor, er árslanga pro-grammið í Írlandi greitt tað mest víttfevnandi hundrað-ára minningarhaldið. Ulysses kemur heim.

img
  • Skrivað hevur | Leyvoy Joensen
  • Dagfesting | 02.02.2022
  • Bólkur | Greinir