Minningardagur í nevndarrúminum

James Joyce:

Minningardagur í nevndarrúminum

Gamli Jack rakaði gløðurnar saman við einum petti av pappi og breiddi tær av einslistum yvir tann hvítnandi kolavarðan. Tá ið allur varðin hevði fingið eitt tunt lag av øsku, fall andlit hansara í myrkur, men sum hann tók at birta eldin upp aftur, reis tann bogni skuggin av honum á vegginum yvirav, og andlitið dagaði spakuliga undan aftur í glæmuni. Hetta var eitt gamlamanna-andlit, sera piðað og loðið. Vátu bláu eyguni blunkaðu móti eldinum, og váti muðurin datt opin av og á og jaglaði nakrar ferðir mestsum av sær sjálvum, tá hann varð afturlatin. Tá ið eldurin var kyknaður, setti hann pappið móti vegginum, suffaði og segði:

- Nú var betri, Mr O’Connor.

Mr O’Connor, ein gráhærdur ungur maður, hvørs andlit var avskeplað av nógvum skurslum og pirrum, hevði júst fingið tubbakið í eitt passaligt rull, men tá ið talað var á hann, gjørdi hann inntonktur handverkið til einkis. Síðani fór hann aftur at rulla tubbakið inntonktur og aftaná at hava hugsað seg um eitt bil, gjørdi hann av at sleikja ballið.

- Segði Mr Tierney, nær hann fór at vera aftur? spurdi hann við hásari falsettrødd.

- Ikki segði hann.

Mr O’Connor stakk sigarettina í munnin og fór at leita í lummunum. Hann tók ein pakka av kortum úr tunnum kartong fram.

- Eg skal fara tær eftir svávulpinni, segði tann gamli.

- Tað bilar ikki, hetta gongur, segði Mr O’Connor.

Hann valdi eitt kort og las tað, ið stóð á:

KOMMUNUVAL

ROYAL EXCHANGE VALDØMI

Mr Richard J. Tierney, limur í stýrinum fyri fátækrahjálpina,

biður við hávirðing um vælviljandi atkvøðu tygara

og stuðul á komandi vali

í Royal Exchange valdømi

Mr O’Connor var settur av umboðsmanninum hjá Mr Tierney at ganga á dyr í einum parti av valdøminum, men av tí at veðrið var ilsligt, og stivlar hansara sleptu vætu inn, sat hann tað mesta av degnum við eldin í nevndarrúminum í Wicklow Street saman við Jack, tí gamla húsavørðinum. Soleiðis høvdu teir sitið, síðani tann stutti dagurin var vorðin myrkur. Hetta var sætta oktober, óunniligt og kalt uttandura.

Mr O’Connor skræddi ein strimmil av kortinum, setti eld á og festi í sigarettina. Í tí hann so gjørdi, skygdi login á eitt blankt efeu-blað á frakkakraganum. Tann gamli eygleiddi hann við ansni, tók papp-pettið upp aftur og fór at birta eldin upp spakuliga, meðan felagi hansara roykti.

- Akk ja, helt hann fram, tað er ikki gott at vita, hvussu tú skalt venja børn. Hvør skuldi trúð, hann fór at enda soleiðisna! Eg sendi hann í skúla hjá kristiligu brøðrunum, og eg gjørdi, hvat eg kundi fyri hann, og nú gongur hatta og drekkur. Eg royndi at fáa hann nøkulunda hampuligan.

Hann setti pappið aftur møðisliga.

Var eg ikki gamalur nú, skuldi hann fingið aðrar reyvar at túta í. Eg hevði hølvað hann av og bankað hann, so leingi eg orkaði at standa uppi yvir honum - tað gjørdi eg oftani fyrr. Mamman, vita tygum, hon fyllir høvdið á honum við bæði einum og øðrum …

- Sovorðið er at spilla børn, segði Mr O’Connor.

- Tað er júst tað, tað er, segði tann gamli. Og ikki fært tú takk afturfyri, bara frekheit. Eg fái av at vita, bara hann sær, eg havi smakkað mær á. Hvar endar verðin, tá synir tosa soleiðis um pápa sín?

- Hvussu gamal er hann? segði Mr O’Connor.

- Nítjan, segði tann gamli.

- Hví fært tú honum ikki okkurt at gera?

- Íðan, havi eg ikki verið eftir hasum fulla spetaklinum, líka síðani hann fór úr skúlanum? Eg taki mær ikki av tær, sigi eg. Tú mást forsyrgja tær sjálvum. Men gakk, tað er hvaðna verri, tá hann hevur arbeiði; hann drekkur alt upp.

Mr O’Connor risti við høvdinum við samkenslu, og tann gamli tagnaði og stardi inn í eldin. Onkur læt hurðina upp og rópti:

- Halló! Er hetta eitt losjumøti?

- Hvør er har? segði tann gamli.

- Hvat gera tit her í myrkrinum? spurdi ein rødd.

- Er tað tú, Hynes? spurdi Mr O’Connor.

- Ja. Hvat gera tit her í myrkrinum? segði Mr Hynes og trein fram í glæmuna av eldinum.

Hann var ein høgur, klænvaksin ungur maður við ljósabrúnum yvirskeggi. Smáir regndropar hingu til at detta á hattaskugganum, og kragin á tí stutta frakkanum var uppbrettur.

Nú, Matt, segði hann við Mr O´Connor, hvussu gongur?

Mr O´Connor risti við høvdinum. Tann gamli fór frá grúgvuni og, eftir at hann hevði stólpað runt í rúminum, kom hann aftur við tveimum ljósastakum, ið hann rendi, fyrst annan, so hin, inn í eldin og bar yvir á borðið. Eitt berligt rúm kom til sjóndar, og eldurin misti allan tann hugnaliga dámin. Veggirnir vóru naknir fyri uttan eina prentaða valrøðu. Í miðjuni stóð eitt lítið borð við dungum av pappíri.

Mr Hynes hallaði sær móti kaminhillini og spurdi:

- Hevur hann betalt tær?

- Ikki enn, segði Mr O´Connor. Gud veit, eg hopi, vit ikki verða við sviðusoð í kvøld.

Mr Hynes flenti.

- Áh, hann skal nokk betala. Ver ikki bangin, segði hann.

- Eg hopi, hann ger skjótt av, um hann meinar tað, segði Mr O´Connor.

- Hvat heldur tú, Jack? segði Mr Hynes speiskliga við tann gamla.

Tann gamli fór aftur í sessin við eldin og segði:

- Um ikki annað hevur hann pengar. Ikki sum hin røvarin.

- Hvat fyri røvari? segði Mr Hynes.

- Colgan, segði tann gamli vanvirðisliga.

- Er tað tí Colgan er arbeiðari, tú sigur so? Hvør er munurin millum ein góðan, reiðiligan múrara og ein vertshúseigara - ha? Hevur arbeiðarin ikki eins góðan rætt at sita í kommunustýrinum sum nakar annar - jú, og betri rætt enn hasir nýlingarnir, sum altíð standa við húgvuni í hondini framman fyrir einum og hvørjum, sum hevur ein tittul? Er tað ikki so, Matt? segði Mr Hynes og vendi sær til Mr O´Connor.

- Eg hugsi, tú hevur rætt, segði Mr O´Connor.

- Annar er ein vanligur, reiðiligur maður, sum hevur reint mjøl í posanum. Hann kemur inn at umboða arbeiðarastættina. Hasin jassurin, tit arbeiða fyri, er bara úti eftir einum starvi.

- Gamaní, arbeiðarastættin eigur at vera umboðað, segði tann gamli.

- Arbeiðarin, segði Mr Hynes, fær ótakk í løn. Men arbeiði, tað er tað, sum framleiðir alt. Arbeiðarin er ikki úti eftir feitum størvum til synir, systursynir og systkinabørn. Arbeiðarin fer ikki at draga heiðurin hjá Dublin gjøgnum díkið fyri at tekkjast einum týskum fúrsta.

- Hvat nú? segði tann gamli.

- Veitst tú ikki av, at teir ætla at halda vælkomurøðu fyri Edvardi Rex, um hann kemur hendan veg næsta ár? Hvat skula vit krúpa fyri einum útlendskum kongi til?

- Okkara maður fer ikki at atkvøða fyri røðuni, segði Mr O´Connor. Hann stillar upp á tjóðskaparlistanum.

- Ikki tað? segði Mr Hynes. Vita og síggj, um hann ger tað ella ei. Eg kenni hann. Er tað lúnski Dickey Tierney?

- Harragud! Kanska tú hevur rætt, Joe, segði Mr O´Connor. Nokk um tað, hevði hann bara víst seg við oyrunum.

Teir tríggir menninir tagnaðu. Tann gamli fór at raka fleiri gløður saman. Mr Hynes tók hattin av, risti hann og bretti frakkakragan niður og vísti hervið eitt efeu-blað á uppbrotinum.

- Var hesin maður á lívi, segði hann og peikaði á blaðið, hevði einki tos verið um nakra vælkomurøðu.

- Tað passar, segði Mr O´Connor.

- Eyeya meg, gud signi farna tíð! segði tann gamli. Tá var lív í.

Rúmið var kvirt aftur. Tá bresti ein rokmikil lítil maður við snýsandi nøs og sera køldum oyrum hurðina upp. Hann gekk kvikliga til eldin og narraði hendurnar, eins og hann ætlaði at fáa ein neista úr teimum.

- Eingir pengar, hinir gomlu, segði hann.

- Setið tygum her, Mr Henchy, segði tann gamli og beyð honum stól sín.

- Nei, sit í frið, Jack, sit í frið, segði Mr Henchy.

Hann nikkaði kvettut til Mr Hynes og setti seg á stólin, sum tann gamli fór úr.

- Tókst tú tær av Aungier Street? spurdi hann Mr O´Connor.

- Ja, segði Mr O´Connor og fór at leita í lummunum eftir minnisbløðum.

- Vart tú hjá Grimes?

- Eg var.

- Íðan? Hvar stendur hann?

- Hann vildi einki lova. Hann segði: Eg sigi ongum, hvussu eg atkvøði. Men eg haldi, hann verður í lagi.

- Hvussu tá?

- Hann spurdi meg, hvørjir vóru stillarar; og eg segði honum tað. Eg nevndi faðir Burke. Eg haldi, tað verður í lagi.

Mr Henchy fór at snýsa og at gníggja sær um hendurnar yvir eldinum við øgiligari ferð. Síðani segði hann:

- Vælsignaður, Jack, fá okkum ein kolamola. Nakrir mugu vera eftir.

Tann gamli fór út úr rúminum.

- Har gerst einki, segði Mr Henchy og risti við høvdinum. Eg spurdi handan lítla sleikjaran, men hann segði: Nú, nú, Mr Henchy, tá ið eg síggi arbeiðið er væl áleiðis, skal eg ikki gloyma teg, ver vísur í tí. Gírigi lítli røvari! Men harragud, hvussu skuldi hann verið øðrvísi?

- Hvat segði eg, Matt? segði Mr Hynes. Lúnski Dickey Tierney.

- Áh, hann er so lúnskur sum fáur, segði Mr Henchy. Tað er ikki fyri einki, hann hevur hasi smáu grísaeyguni. Bannaður veri! Kundi hann ikki goldið fyri seg sum eitt mannfólk í staðin fyri: Nú, nú, Mr Henchy, eg má tosa við Mr Fanning … eg havi brúkt eina rúgvu av peningi? Helvitis gírigi lítli sleikjari! Hann man hava gloymt ta tíðina, tá hansara lítli gamli pápi seldi brúkt klæðir í Mary’s Lane.

- Men passar tað? spurdi Mr O´Connor.

- Tað veit gud, segði Mr Henchy. Hevur tú ikki hoyrt tað? Og sunnumorgnar, áðrenn vertshúsini lótu upp, plagdu menn at fara at keypa ein klædningsjakka ella brøkur - jú jú! Men tann lítli gamli pápin hjá lúnska Dickey hevði altíð eina lúnska lítla svarta fløsku í einum króki. Skilur tú? Tað var tað. Har var tað, hann sá ljósið.

Tann gamli kom aftur við nøkrum kolamolum, sum hann legði her og har í eldin.

- Pínadoyðs skil, segði Mr O´Connor. Hvussu kann hann vænta, at vit arbeiða fyri hann, tá hann ikki pungar út?

- Eg kann ikki gera við tað, segði Mr Henchy. Eg vænti at hitta pantifútan í durunum, tá eg komi til hús.

Mr Hynes flenti, skumpaði seg frá kaminhillini við herðunum og gjørdi seg til at fara.

- Tað verður í lagi, tá Eddie kongur kemur, segði hann. Náh, hinir gomlu, eg fari eina løtu. Vit síggjast. Bei-bei.

Hann fór spakuliga út úr rúminum. Hvørki Mr Henchy ella tann gamli kleyv í tvey, men í tí hurðin fór aftur, rópti Mr O´Connor, ið sat og stardi lúnutur í eldin, knappliga:

- Bei, Joe.

Mr Henchy bíðaði eitt bil og nikkaði so yvir móti hurðini.

- Sig mær, segði hann tvørtur um eldin, hvat ger hann sjálvur her? Hvat vil hann?

- Akk, ja, Joe stakkalin! segði Mr O´Connor og kastaði sigarettstubban í eldin, hann stendur á berum nett sum vit.

Mr Henchy snýsti av grimd og spýtti eina tílíka nøgd, at hann næstan sløkti eldin, ið gav eitt físandi mótmæli frá sær.

- Fyri at siga mína privatu og ærligu meining, segði hann, haldi eg, at hann er uppi í hinum partinum. Hann er njósnari fyri Colgan, spyrt tú meg. Far bara yvir har og royn at finna útav, hvussu tað gongst hjá teimum. Teir fáa ikki illgruna til tín. Ert tú við?

- Áh, Joe stakkalin er ikki so galin, segði Mr O´Connor.

- Pápi hansara var eitt hampafólk, viðgekk Mr Henchy: Stakkals gamli Larry Hynes! Manga góða gerð gjørdi hann, tann tíð tað var! Men eg óttist stórliga, at hesin ikki er nítjan karat. For tramin, eg skilji, at ein kann standa á berum, men eg skilji ikki nassarí. Hevur hann ikki bara ein lítlan neista av mannfólki í sær?

- Ikki fær hann blíða móttøku frá mær, tá hann kemur, segði tann gamli. Lat hann arbeiða fyri sínari egnu síðu og ikki koma her at njósnast.

- Eg veit ikki, segði Mr O´Connor ivandi og tók sigarettpappír og tubakk fram. Eg haldi, Joe Hynes man vera rættskaffin. Hann er eisini kringur við penninum. Minnist tú hatta, hann skrivaði … ?

- Summir av hesum loysingar- og tjóðveldismonnunum eru dekan og kringir, spyrt tú meg, segði Mr Henchy. Vita tit, hvat mín privata og ærliga meining er um summar í hasum harkaliðinum? Eg trúgvi, helvtin av teimum fær løn frá Borgini.

- Tað kann eingin vita, segði tann gamli.

- Áh, men eg veit tað fyri vist, segði Mr Henchy. Teir eru ørindadreingir hjá Borgini … Eg sigi ikki Hynes … Nei, for tramin, eg haldi, hann er frægari enn sum so … Men har er ein vissur rangoygdur lítil harramaður - tú kennir tann fosturlandsvinin, eg sipi til?

Mr O’Connor nikkaði.

- Har hevur tú ein eftirkomara hjá Major Sirr í faðirætt! Áh, hjartablóðið hjá einum fosturlandsvini! Har er ein stavnur, sum hevði selt land sítt fyri fýra pence - jú - og lagt seg á knæ at takka Kristusi fyri, at hann átti eitt land at selja.

Tað pikkaði upp á hurðina.

- Kom inn! segði Mr. Henchy.

Ein persónur, sum líktist einum fátækum presti ella einum fátækum sjónleikara, kom til sjóndar í durunum. Svørtu klæðir hansara vóru tætt knappað um tann stutta kroppin, og tað var ógjørligt at siga, um hann var í prestakraga ella vanligum, tí kragin á tí slitna velafrakkanum við ópolstraðum knøppum, sum speglaðu glæmuna frá ljósunum, var brettur upp um hálsin. Hann var í rundum hatti av hørðum svørtum filti. Anditið skein av regndropum og sá út sum ein slavin gulur ostur, uttan hvar ið tveir rósureyðir blettir vístu kjálkabeinini. Hann opnaði sín sera langa munn við eitt fyri at vísa vónbrot, samstundis sum hann víðopnaði síni sera klárbláu eygu fyri at vísa fragd og bilsni.

- Áh, faðir Keon! segði Mr Henchy og leyp upp av stólinum. Eru tað tygum? Komið inn!

- Áh, nei, nei, nei! segði faðir Keon við tað sama og setti strút á munnin, eins og tosaði hann við eitt barn.

- Koma tygum ikki inn at seta tygum?

- Nei, nei, nei! segði faðir Keon við høviskari, umberandi floyalsrødd. Latið meg nú ikki órógva! Eg leiti bara eftir Mr Fanning …

- Hann er yviri á Svørtu ørnini, segði Mr Henchy. Men koma tygum ikki inn at seta tygum eina løtu?

- Nei, nei, takk fyri. Tað vóru bert eini lítil arbeiðsørindi, segði faðir Keon. Eg takki fyri.

Hann tók seg aftur frá durunum, og Mr Henchy treiv annan ljósastakan og fór til dyrnar at lýsa honum niðurundir.

- Áh, gerið tygum ikki ómak, eg biði tygum!

- Nei, men trappurnar eru so myrkar.

- Nei, nei, eg síggi … Eg takki fyri.

- Gongur tað nú?

- Alt í lagi, takk … Takk.

Mr Henchy kom inn aftur við ljósastakanum og setti hann á borðið. Hann setti seg aftur við eldin. Tað var tøgn eina løtu.

- Sig mær, John, segði Mr O´Connor og tendraði sigarettina við einum nýggjum korti.

- Hm?

- Hvat er hann fyri ein?

- Spyr meg okkurt lættari, segði Mr Henchy.

- Fanning og hann sjálvur tykjast rættiliga samansjóðaðir. Teir eru ofta saman hjá Kavanagh. Er hann yvirhøvur prestur?

- Mmmja, tað trúgvi eg … Eg haldi, hann er tað, ið kallast ein svartur seyður. Teimum hava vit ikki nógvar av, gud havi lov! men nakrar hava vit … Hann er eitt neyðardýr av onkrum slag …

- Og hvørjum livir hann av? spurdi Mr O´Connor.

- Tað er ein onnur gáta.

- Er hann knýttur at onkrum kapelli ella kirkju ella stovni ella -

- Nei, segði Mr. Henchy. Eg haldi hann ferðast fyri egna rokning … Gud forláti mær, legði hann afturat, eg helt, hann var tylvtin av øli.

- Man nakar dropi vera at vænta? spurdi Mr O´Connor.

- Eg eri eisini turrur, segði tann gamli.

- Eg havi spurt handan lítla sleikjaran tríggjar ferðir, segði Mr Henchy, um hann ikki kundi senda eina tylvt av øli upp. Eg hevði spurt hann aftur nú, men hann stóð hvítklæddur við diskin og gorraði við Cowley oldurmann.

- Hví minti tú hann ikki á tað? segði Mr O´Connor.

- Júmen, eg kundi ikki bara órógva hann, meðan hann snakkaði við Cowley oldurmann. Eg bíðaði bara, til hann fekk eyga á meg, og segði: Um hatta smátingið eg nevndi við teg … Tað er í lagi, Mr H., segði hann. ´Nadoyð, mestur hevur Tummil lítli gloymt alt um tað.

- Har er okkurt á vási, segði Mr O´Connor grundandi. Hasir tríggir høvdu nógv um at vera, tá eg sá teir á horninum á Suffolk Street í gjár.

- Eg haldi, eg veit, hvat teirra lítla spæl gongur út uppá, segði Mr Henchy. Nú á døgum krevst, at tú skyldar býarfedrunum pening, um tú vilt gerast yvirborgmeistari. Tá gera teir teg til yvirborgmeistara. Tað veit gud! Eg hugsi av álvara um sjálvur at gerast ein býarfaðir. Hvat halda tit? Hóski eg til starvið?

Mr O´Connor flenti.

- Í hvussu er, tá tað velst um at skylda pening …

- Ríða út av borgmeistaragarðinum, segði Mr Henchy, í øllum mínum ormalíni, og Jack her mær á baki við putraðum hárkolli - ha?

- Og set meg sum onkarskrivara, John.

- Ja. Og eg seti Faðir Keon sum onkarprest. Vit halda alt innan fyri familjuna.

- Eg skal gera av, Mr Henchy, segði tann gamli, at tygum høvdu havt betri stíl enn summir aðrir. Eg prátaði nú ein dagin við Keegan gamla, húsavørðin. Og hvussu dámar tær nýggja húsbóndan, Pat? sigi eg við hann. Her er ikki nógv selskapiligheit nú, sigi eg. Selskapiligheit! sigur hann. Hann hevði kunnað livað av luktinum av einum oljuklúti. Og vita tit, hvat hann fortaldi mær? Gud veit, eg trúði honum ikki.

- Hvat? søgdu Mr Henchy og Mr O´Connor.

- Hann segði mær: Hvat heldur tú um, at yvirborgmeistarin í Dublin bíleggur eitt pund av kotilettum til døgurða? Hvat fyri húsarhald er tað? sigur hann. Hvat sigur tú nú? sigi eg. Eitt pund av kotilettum, segði hann, til Garðin. Mangt skal man hoyra! sigi eg, hvat er hatta fyri fólkaslag?

Í hesi løtu pikkaði upp á hurðina, og ein drongur stakk høvdið inn.

- Hvat vilt tú? segði tann gamli.

- Frá Svørtu ørnini, segði drongurin, kom inn eftir liðini og setti eina kurv av glintandi fløskum frá sær á gólvið.

Tann gamli hjálpti dronginum at flyta fløskurnar úr kurvini á borðið og taldi fulla nøgd. Aftan á flutningin hongdi drongurin kurvina um armin og spurdi:

- Nakrar fløskur?

- Fløskur? segði tann gamli.

- Sleppa vit ikki at drekka tær fyrst? segði Mr Henchy.

- Eg skuldi spyrja eftir fløskum.

- Kom aftur í morgin, segði tann gamli.

- Hoyr, drongur! segði Mr Henchy, kanst tú renna yvir til O´Farrell og biðja hann læna okkum ein propptrekkjara - sig tað er til Mr Henchy. Sig honum, vit brúka hann bara ein minutt. Lat kurvina vera eftir.

Drongurin fór, og Mr Henchy fór hugagóður at narra hendurnar og segði:

- Mínsann, hann er ikki so galin, tá samanum kemur. Hann heldur í hvussu er orð.

- Her eru eingi gløs, segði tann gamli.

- Áh, hugsa ikki um tað, Jack, segði Mr Henchy. Mangur góður maður hevur drukkið av fløskuni.

- Tað er altíð betri enn einki, segði Mr O´Connor.

- Hann er ikki so galin, segði Mr Henchy, tað er bara tað, at Fanning hevur fastatøkur á honum. Hann vil tað besta, veitst tú, upp á sín klombruta máta.

Drongurin kom aftur við propptrekkjaranum. Tann gamli opnaði tríggjar fløskur og var í ferð við at handa propptrekkjaran aftur, tá ið Mr Henchy segði við drongin:

- Vilt tú hava ein munn, drongur?

- Jú takk, tygum, segði drongurin.

Tann gamli opnaði eina fløsku afturat við ringum tannabiti og rætti dronginum.

- Hvussu gamal ert tú? spurdi hann.

- Seytjan, segði drongurin.

Tá tann gamli einki legði afturat, tók drongurin fløskuna, segði: Skál, tygum við Mr Henchy, drakk innihaldið, setti fløskuna aftur á borðið og turkaði sær um munnin við ermuni. Síðani tók hann propptrekkjaran og fór út um dyrnar eftir liðini, í tí hann mutlaði okkurt slag av heilsan.

- Soleiðis byrjar tað, segði tann gamli.

- Fyrstu sporini, segði Mr Henchy.

Tann gamli býtti tær tríggjar fløskurnar, ið hann hevði opnað, og mennirnir drukku av teimum í senn. Tá ið teir høvdu drukkið, setti hvør av teimum sína fløsku frá sær á kaminhillina og andaði djúpt og vælnøgdur.

- Jamen, eg útinti eitt gott dagsverk í dag, segði Mr Henchy eftir ein steðg.

- Sigur tú tað, John?

- Ja. Eg skaffaði honum einar tvær vísar atkvøður í Dawson Street, Crofton og eg sjálvur. Okkara millum, veitst tú, Crofton (ein fínur fýrur, sjálvandi), men hann nyttar einki til at ganga á dyr. Hann fær ikki orðið upp. Hann stendur og bínir, meðan eg tosi.

Nú trinu tveir menn inn í rúmið. Annar var ein sera tjúkkur maður, hvørs blái klædningur hvørja løtu tóktist at fara at glíða av hansara skráandi formi. Hann hevði stórt andlit við yvirbrá sum eitt ungneyt, starandi blá eygu og gránandi yvirskegg. Hin, ið var nógv yngri og veikligari, hevði eitt klænt, rakað andlit. Hann bar sera høgan dupultan kraga og bowlara-hatt við breiðum skugga.

- Halló, Crofton! segði Mr Henchy við tann tjúkka mannin. Tú doyrt ikki í ár …

- Hvaðani er spruttið komið? spurdi hin ungi maðurin. Hevur kúgvin kálvað?

- Áh, sjálvandi hómar Lyons drykkjuvøruna beinanvegin! segði Mr O’Connor flennandi.

- Er tað soleiðis tit fýrar ganga á dyr, segði Mr Lyons, og Crofton og eg úti í kulda og regni og royna eftir atkvøðum?

- Far av tramanum til, segði Mr Henchy. Eg hevði skaffað fleiri atkvøður í fimm minuttir enn tit báðir í eina viku.

- Opna tvær fløskur av øli, Jack, segði Mr O´Connor.

- Hvussu kann eg? segði tann gamli, tá eingin propptrekkjari er?

- Bíða nú, bíða nú! segði Mr Henchy og reisti seg kvikliga. Hava tit nakrantíð sæð hesa lítlu snildina?

Hann tók tvær fløskur av borðinum, bar tær til eldin og setti tær á hillina inni í grúgvuni. Síðani sessaðist hann aftur við eldin og fekk sær enn ein munn úr fløskuni. Mr Lyons setti seg á borðkantin, trýsti hattin aftur í nakkan og fór at sveiggja við beinunum.

- Hvør fløska er mín? spurdi hann.

- Hasin bassin, segði Mr Henchy.

Mr Crofton settist á ein kassa og hugdi stívt at hinari fløskuni á hillini. Hann tagdi av tveimum orsøkum. Fyrra orsøkin, nóg mikil í sær sjálvari, var, at hann einki hevði at leggja afturat; hin orsøkin var, at hann metti felagsskapin vera undir sínari virðing. Hann hevði gingið á dyr fyri Wilkins, konservativa valevnið, men konservativi flokkurin hevði tikið sín mann aftur og valt sum tann frægara av tveimum vánaligum kostum at stuðla tjóðskaparliga valevninum, og hann varð settur at arbeiða fyri Mr Tierney.

Nakrar minuttir seinni hoyrdist eitt lítilátið Pokk!, tá ið proppurin fleyg úr fløskuni hjá Mr Lyons. Mr Lyons hoppaði av borðinum, fór til eldin, tók sína fløsku og bar hana aftur til borðið.

- Eg segði teimum júst nú, Crofton, segði Mr Henchy, at vit skaffaðu heilt fitt av atkvøðum í dag.

- Hvønn fingu tit? spurdi Mr Lyons.

- Jú, eg fekk Parkes fyri tað fyrsta, og eg fekk Atkinson fyri tað annað, og eg fekk Ward í Dawson Street. Ein fínur gamal fýrur er hann eisini - av tí góða, gamla slagnum, gamal konservativur! Men er títt valevni ikki tjóðskaparmaður? segði hann. Hann er ein valamaður, segði eg. Hann stuðlar øllum, sum kann gagna landinum. Hann rindar nógvan kommunuskatt, segði eg. Hann eigur víðfevndar fastognir í býnum og tríggjar handilsfyritøkur, og er tað ikki til hansara egna fyrimun at hava skattin lágan? Hann er ein týðandi og virdur borgari, segði eg, og limur í stýrinum fyri fátækrahjálpina, og hann er ikki uppi í nøkrum flokki av nøkrum sum helst slag. Soleiðis snakkar tú við teir.

- Og hvussu við røðuni til kong? segði Mr Lyons, tá hann hevði drukkið og smaksað.

- Hoyr nú her, segði Mr Henchy. Tað sum okkum nýtist her á landi, sum eg segði við Ward gamla, er kapitalur. Ein kongavitjan merkir, at peningur kemur at streyma til landið. Borgararnir í Dublin fara at fáa gleði av hesum. Hygg, allar verksmiðjurnar niðri við kaiina, sum liggja stillar! Hygg at øllum peningi her á landi, um vit bara høvdu hildið okkara gomlu vinnuvegir við líka, vevstovurnar, skipasmiðjurnar og verksmiðjurnar. Tað er kapitalur okkum nýtist.

- Men hygg her, John, segði Mr O´Connor. Hví eiga vit at bjóða onglandskongi vælkomnum? Var tað ikki Parnell sjálvur …

- Parnell, segði Mr Henchy, er deyður. Nú, soleiðis síggi eg tað. Hesin fýrurin er komin á trúnuna at sita, aftan á at hansara gamla mamma hevði forðað, til maðurin sjálvur var vorðin gráur. Hann er ein heimsmaður og vil okkum tað besta. Hann er ein framúr fínur hampuligur stavnur, spyrt tú meg, og einki hundans roks við honum. Hann heldur bara við seg sjálvan: Hin gamla fór ongantíð at vitja hasar villu írarnar. Tað veit gud, eg fari at síggja við egnum eygum, hvussu teir liva. Og eiga vit at vera ófólkaligir við mannin, nú hann kemur á ein vinaligan visitt? Ha? Er tað ikki so, Crofton?

Mr Crofton nikkaði.

- Men tá alt kemur til alt, segði Mr Lyons keglandi, levnaðið hjá Edvardi Kongi, veitst tú, er ikki júst …

- Lat farna tíð vera farna, segði Mr Henchy. Eg beundri mannin persónliga. Hann er bara ein vanligur maður sum tú og eg. Honum dámar væl upp í glasið, og hann er møguliga nakað av einum konufólkarevi, og hann er góður ítróttamaður. For tramin, kunnu vit írar ikki spæla mannsømiligan leik?

- Alt gott um tað, segði Mr Lyons. Men tak nú Parnell-sakina.

- Í guds navni, segði Mr Henchy, hvat er samsvarið millum hesar báðar sakirnar?

- Tað sum eg meini, segði Mr Lyons, er at vit eiga okkara hugsjónir. Hví, tú, áttu vit at tikið væl ímóti einum tílíkum manni? Heldur tú nú, aftan á tað hann gjørdi, at Parnell var rætti maður at leiða okkum? Og hví, so, skuldu vit gjørt tað fyri Edvard hin sjeynda?

- Tað er minningardagurin hjá Parnell, segði Mr O´Connor, og lat okkum ikki koma til ilnar. Vit bera allir virðing fyri honum, nú hann er deyður og farin - sjálvt teir konservativu, legði hann afturat og vendi sær til Mr Crofton.

Pokk! Tann seinføri proppurin fleyg úr fløskuni hjá Mr Crofton. Mr Crofton reistist av kassanum og fór til eldin. Á veg aftur við fonginum, segði hann við djúpari rødd:

- Okkara síða virðir hann, tí hann var gentilmaður.

- Rætt hevur tú, Crofton! segði Mr Henchy harðliga. Hann var tann einasti, sum hevði tamarhald á hasum varginum. Niður við tykkum, hundar! Leggið tykkum, hundsváttar! Soleiðis fór hann við teimum. Kom inn, Joe! Kom inn! rópti hann, tá hann sá Mr Hynes í durunum.

Mr Hynes kom seinliga inn.

- Opna eina ølfløsku afturat, Jack, segði Mr Henchy. Áh, eg gloymdi, her er eingin propptrekkjari! Her, fá mær eina, so seti eg hana við eldin.

Tann gamli rætti honum eina fløsku afturat, og hann setti hana á hillina inni í grúgvuni.

- Set teg, Joe, segði Mr O´Connor, vit tosaðu júst um formannin.

- Ja, ja! segði Mr Henchy.

Mr Hynes setti seg á borðið hjá Mr Lyons men segði einki.

- Har er í hvussu ein av teimum, segði Mr Henchy, sum ikki sviku hann. Tað veit gud, tað vil eg siga um teg, Joe! Nei, tað veit gud, tú helt fast við hann sum ein maður!

Áh, Joe! segði Mr O´Connor við eitt. Lat okkum fáa hatta, tú skrivaði - minnist tú? Hevur tú tað uppi á tær?

- Pínaaktigheit! segði Mr Henchy. Lat okkum fáa tað. Hevur tú nakrantíð hoyrt tað, Crofton? Lurtið nú eftir: nakað so strálandi.

- Kom nú, segði Mr O´Connor. Koyr á, Joe.

Mr Hynes tóktist fyrst ikki at minnast verkið, ið teir sipaðu til, men tá ið hann hevði hugsað seg um eitt bil, segði hann:

- Áh, er tað hatta … Men nú er tað jú gamalt.

- Út við tí, maður! segði Mr O´Connor.

- Hússj, hússj, segði Mr Henchy. Nú, Joe!

Mr Hynes drálaði enn eitt bil. Í tøgnini tók hann síðani hattin av, legði hann á borðið og reistist. Hann tóktist venja verkið í huganum. Eftir ein rættiliga langan steðg mælti hann:

Deyði Parnells

6. OKTOBER 1891

Hann harkaði nakrar ferðir og byrjaði síðani:

Vár ókrýndi kongur er deyður.

O, Erin, syrg við harm og trega

tí hann liggur lík ið meinski hópur

av nútíðar hyklarum mundi vega.

Víggið voldu teir feiku hundar

ið hann reisti til æru úr díki;

og Erinnar vón og allar dreymar

oyðir nú bálið við hennar kongs líki.

Í høll, garði ella í smáttu

írska hjartað hvar enn tað er

boyggir tregin - tí fara hann mátti

ið hennar lagnu hevði í gerð.

Hann hevði sæð sína Erin gitna,

grøna flaggið í húnar hátt,

statsmenn, skald og stríðsmenn hennar lyftar

so tignarliga um heimsins gátt.

Hann droymdi (tó, tað var ein dreymur bert!)

um Frælsi: men alt hann strevaði

at fevna ta hugsjón, svikaráð

skiltu hann frá tí hann unnaði.

Skomm fái bloytu-hendurnar

ið slógu meistaran og við kossi

sviku hann til sleisku prestarnar -

vinaleysur nú á krossi.

Mátti ævig skomm etið upp

eftirmæli teirra ið royndu

at dálka og meiggja navnið mæta

hvørs stoltleiki ei køvast kundi.

Hann fall eins og stórmenni falla,

gøviga djarvur til evstu stund,

og heim nú deyðin hann kallar

til Erinnar fornu hetjur á fund.

Latum ei kegl órógva blund!

kvirrur hann hvílir: eingin mensk plága

ella stórætlan drívur hann nú

tær æruhæddir at náa.

Teir framdu sín vilja: jarðløgdu hann.

Men Erin, gev ljóð, enn hansar andi

sum Føniks úr loga rísa kann,

tá ið lýsa tekur á landi,

tann dag ið førir oss Frælsis veldi.

Og á tí degi við gleði á borg

Lovi tá Erin við skál í gildi

minnið um Parnell - vára sváru sorg.

Mr Hynes sessaðist aftur á borðið. Tá ið hann hevði endað framløguna, var tøgn og síðani lógvabrestir: sjálvt Mr Lyons klappaði. Fagnaðurin helt fram eitt bil. Tá ið hann var á enda, drukku allir áhoyrararnir úr fløskum sínum í tøgn.

Pokk! Proppurin fleyg úr fløskuni hjá Mr Hynes, men Mr Hynes varð sitandi á borðinum, reyður og hattleysur. Hann tóktist ikki at hava hoyrt boðini.

- Gott í teg, Joe! segði Mr O´Connor og tók sigarettpappír og tubbakspung fram tess betur at fjala sinnisrørslu sína.

- Hvat heldur tú um hatta, Crofton? rópti Mr Henchy. Er hatta ikki vakurt? Ha?

Mr Crofton segði tað vera sera væl yrkt.

img
  • Skrivað hevur | James Joyce
  • Dagfesting | 01.02.2022
  • Bólkur | Greinir