“Búgvin er minnisheimurin...”
110 ár síðan Sigurð Joensen varð føddur
Sigurð Joensen varð føddur við Gjógv 27. apríl 1911. Hann fór til skips í 1925, fjúrtan ára gamal, og fiskaði fimm ár undir Íslandi. Hann fór síðan á Háskúla í Havn og haðani til Danmarkar at lesa og tók løgfrøðiprógv í 1944. Eftir kríggið flutti hann heim við konuni Sigrið og børnunum. Tey búsettu seg í Havn. Sigurð gjørdist sakførari og politikari umframt at hann skrivaði, yrkti og týddi.
So ungur sum Sigurð var, tá ið hann fór frá Gjógv, so setti uppvøksturin og minnini haðani óburturmáandi spor í hugan, og hann lá haraftrat altíð framvið at spyrja tey gomlu gjáarfólkini um mangt, mangt, tá ið høvi var til tað. Í hugleiðingum sínum um Búgvan (prentað í “Búgvanum” nr. 15, 1943, í ”Eg stoyti heitt”, Fyrra bindi, 1987, s. 171-179, og í “Eimur í øsku,”,2019, s. 115-122) sigur Sigurð um at minnast:
“Jógvan í Jákupsstovu var serur bjargamaður, góður við fugl og góður við Búgvan. Hann sum so mangur hevði ligið veðurfastur í Búgvanum, hetta tosaði hann ofta um. Teir gomlu menninir, sum hava søkt Búgvan, hava í heila taki nógv at minnast aftur á hann. Jógvan var vanur á gamalsaldrinum at rokna upp kongarnar í Búgvanum fyri teimum ungu. Hálvthundrað vóru kongarnir, segði hann, hann segði eisini, hvar teir stóðu og hvør, ið hevði sett teir. Altíð tók hann til, hvussu vakur Búgvin var: “Tosið mær ikki um vakurleikan úti í verøldini, hann sum ikki hevur sæð vestursíðuna á Búgvanum, hevður ikki sæð tað vakrasta.” Teir gomlu møðast ikki av Búgvanum, teir ungu ikki heldur. Teir gomlu hava har havt sínar glaðastu løtur, teimum ungu leingist eftir at gera somu brøgd sum hinir. Búgvin er minnisheimurin hjá teimum gomlu og hugsjónin hjá teimum ungu. Eggjandi og dragandi reisir hesin reysti drangur seg fyri eygunum á teimum, tá teir dyrgja á Barminum vestur undir honum, og fuglameingið rundan um hann kallar við túsund røddum...”
- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
- Dagfesting | 13.11.2021
- Bólkur | Greinir