Salman Rushdie

Vesturheimurin eystanífrá, Eysturheimurin vestanífrá: Salman Rushdie

Listamaðurin vágar sær út á eggina, og tað er um reppið, at hann rapar útav, tá ið hann roynir at økja um tað, ið er møguligt at hugsa.

Salman Rushdie er ein av mongum enskskrivandi høvundum úr gomlu hjálondum Onglands. Teir verða nevndir so mangt, m.a. posthjálandahøvundar. Teir eru ofta postmodernistar og skriva í fragmentariskum stíli. Teir hava ikki stólparót, heldur trevjarót, ella rættari: røtur teirra hanga í leysum lofti fyri at brúka henda ivasama metaforin.

Um listina sigur Rushdie, at hon er passión í sinninum, og at fantasiurin arbeiðir best í frælsi. Vesturlendskir høvundar hava ongantíð verið noyddir at halda ávís evni uttan fyri listina Teir hava altíð verið eklektiskir í vali av evni, miljøi og formi. Hvussu mangar visuellar skattir hava teir ikki nápað í Afrika og Asia. Anglo-indarar mugu taka sær sama rætt.

Í greinasavninum Imagined Homelands sigur Rushie ymist, ið kastar ljós yvir bæði hann sjálvan sum persón og skriving hansara. Hann roknar seg at hoyra upp í tann sonevnda anglo-indiska bólkin av rithøvundum í Onglandi. Hóast teir hava ymiska trúar- og mentanarbakgrund, hava teir tað felags, at teir standa millum eystur og vestur. At vera indiskur høvundur í Onglandi er tað sama sum at skula definera seg sjálvan hvønn dag. Hvat inniber tað at vera indari í einum øðrum landi? Hvussu kann ein mentan vera varðveitt í útlegd og ikki steinrenna? Hvussu fær ein best røtt um tað neyðuga í at gera broytingar í sær sjálvum uttan at tykjast vera í parti við rasufíggindanum? Ber tað yvirhøvur til at snúgva bakið móti vesturlendskum hugsanarhátti og praxis? Ella ímóti indisku mentanini? Hetta eru existentiellir spurningar, ið munna út í spurninginum hvussu skulu vit liva í heiminum? 

Rushdie livdi fyrstu barnaár síni í metropolinum Bombay saman við muslimskum frælslyntum foreldrum úr miðstættini. Hann sigur sjálvur, at samanblandingin av óteljandi átrúnaðum og mentanum góvu býnum, so løgið tað kann ljóða, ein ómetaliga verðsligan dám. Tíðliga fekk Rushdie stóran alsk til eina ávísa idealiseraða mynd av Onglandi, sum umfataði sovorðið sum cricket, fair play og demokrati. Sjálvur sigur Rushdie, at Ongland hevur tikið væl ímóti honum, men, sum hann sigur, tað kemst ikki av tolerancu og fair play, men hansara sosialu stætt, ljósa húðarliti og “enska” framburði av enskum.

 Lívsroyndirnar hjá Rushdie hava givið honum sera gott innlit í rasu- og aðrar fastgrónar fordómar, og órættur er gjøgnumgangandi tema í øllum, hann skrivar.

Rushdie samanber seg við Günther Grass, Baaschev Singer, James Joyce, Milan Kundera og aðrar, tí teir hava allir livað langt burtur frá heimlandinum.

Lívsroyndirnar hjá hesum høvundunum krevja annan frásøgustíl enn teir gomlu vælkendu. Sjálvur sigur Rushdie, at teir trupulleikarnir hann og øll í hansara støðu hava at dragast við, best kunnu viðgerast í frásøgustíli, ið blandar fantasi og naturalismu. Rushdie strevast við at skapa modernaðan heim burtur úr siðmenning av steinrunnum mytum. Men sama hvørja tekniska loysn indiskir høvundar í London velja, skriva teir út frá einum slagi av dupulperspektivi við tað, at teir eru innanfyri og uttanfyri í senn, báðastaðni og hvørgastaðni.

Salman Rushdie varð føddur 19. juni 1947 í Bombay. Kom ungur til Onglands, har hann gekk í Cathedral School í Rugby. Seinni las hann søgu á King’s College í Cambridge. Fleiri áratíggju eftir tað búði hann í Onglandi. Í bókini Midnight Children, 1981, gongur Rushdie nýggjar leiðir við tað, at hann víkur frá tí realistiska frásøguháttinum, ið hevði eyðkent anglo-indiskar bókmentir frammanundan. Hann letur ta munnligu frásøgnina, ið enn er livandi siðvenja í India, skína meira ígjøgnum. Í samrøðu í bókmentatíðarritinum Kunapipi, 1985, sigur hann, at hann leggur seg eftir “bókmentaformi, ið speglar munnliga formin...”

Heitið á bókini sipar til nøkur børn, ið føddust á midnátt, dagin India varð frælst í 1947. Lívið hjá børnunum verður ímynd av tí politisku og sosialu lagnuni hjá indisku tjóðini.

Hugskotið til bókina fekk Rushdie, tá ið hann sá barnaheim sítt aftur á vitjan í Bombay; har búðu tá onnur fólk. Tá ið hann hugdi í telefonbólkina, sá hann navnið á faðir sínum við bústaði og telefon, hóast eingin av familjuni var eftir í býnum.

Rushdie kendi sakn og longsil; hann gjørdi av at vekja fortíðina aftur til lívs í bók. Í arbeiðinum við bókini gjørdu hugtøkini minni og veruleikin meira og meira um seg í tonkum hansara.

Teksturin gjørdist líka nógv hugleiðingar um, hvør náttúran er hjá minninum og sambandið millum minni og veruleika sum endurgeving av ávísum æviskeiði. Minni eru fragmentarisk og hava lyndi til at enda sum symbol, og burtur úr tí fragmentariska verður skaldsligur veruleiki skaptur ella fiktión. Og hetta er júst ein høvuðstesa hjá Rushdie, at fiktiónin er einasti møguligi veruleiki. Hetta bragdið, sum Midnight Children var, vann Rushdie heiðurslønina The Booker Prize.

Einki bókmentaverk hevur í nýggjari tíð vakt so miklan ans sum The Satanic Verses, 1988. Ansurin, bókin vakti, var tó minni av bókmentaligum orsøkum enn átrúnaðarligum. Høvundurin varð ákærdur fyri gudsspottan. Bókin varð bannað í India, Pakistan, Suðurafrika, Iran og næstan øllum tí arabiska heiminum. Minst 22 fólk mistu lívið í mótmælisgongum í Pakistan og India. Í Onglandi brendu muslimar bókina á bókabáli. Tann 14. februar 1989 lýsti Ruhollah Khomeini ayatollah (1900-1989) fatwa, tað er deyðadóm, yvir Salman Rushdie. Fleiri milliónir dollarar vórðu lovaðir hvørjum tí, ið framdi dómin. Høvundurin søkti um vernd hjá bretsku stjórnini og hevur mestsum ikki sæst alment síðani. Deyðadómur Rushdies rakti eisini forlagsstjórar og bókahandlarar.

Sátans ørindi elvdi til kjak um vesturlendskt frælsi samanborið við eysturlendskt ófrælsi. Hetta hóvaði Rushdie illa, tí, sum hann segði, bókin var ikki um islam, men “fólkaflyting, metamorfosu, klovið ‘eg’, kærleika, deyða, London og Bombay”. Rushdie hevði roynt at vísa, “hvussu lívið hjá menniskjum kundi avlagast av missi av Gudi.”

Rushdie hevði ongantíð ætlað, at ‘Sátans ørindi’ skuldi vera antimuslimsk, og honum dámdi illa at gerast kastibløka millum eystur og vestur.

Khomeini hevði leiðsluna í shiamuslimska heiminum og eisini millum nógvar sunnimuslimskar bólkar. Bannlýsingin av ‘Sátans ørindum’ varð partur av herferð Khomeinis móti Vesturheiminum. Salman Rushdie gjørdist gísli í ideologiskum stríði.

Um funktiónina hjá skaldskapi, t.e. nýtslu og endamál, hevur Rushdie sagt, at tað “at siga frá” er politiskt virki, tó ikki so at skilja, at talan er um einfaldan politiskan boðskap. Tað er heldur so, at tað er frásøgnin sjálv, empiriska lýsingin av idéum, fólkum og hendingum, ið er politisk.

Rushdie vil vera við, at tað er sjálvur frásøguhátturin, ið avger “náttúru veruleikans”. Vilja vit broyta veruleikan, mugu vit byrja við at lýsa hann av nýggjum.

Eftir áskoðan Rushdies eru skald og politikarar av náttúruni fíggindar, tí báðir royna at skapa heimin í síni mynd. Skaldið skapar eina fiktión, og við henni avdúkar hann, at veruleikin er ein fiktión. Romanin, sigur Rushdie, er serliga væl egnað til at avdúka politisku útgávuna av sannleikanum.

Salman Rushdie hevur eitt skaldsligt imperativ: Listamaðurin setir alt í váða, tá ið hann skrivar seg út á ytstu mørk, út á eggina. Bókmentir lata seg ikki avmarka til ávís loyvd evni. Listamaðurin vágar sær út á eggina, og tað er um reppið, at hann dettur út av eggini, tá ið hann roynir at økja um tað, ið er møguligt at hugsa.

Søgubókina Eystur, vestur gav Salman Rushdie út í 1994. Í henni eru níggju søgur, ið eru ein miniaturur av søguheimi Rushdies. Øll temuni eru til staðar. Somuleiðis tað eyðkenda stílsnildið.

Vinfólk og lesarar Rushdies vóru vóru glað, tá ið Eystur, vestur kom, tí hann hevði livað undir so hørðum trýsti, at tað var undranarvert, at hann beyð til at skriva.

Søgurnar eru dømi um tekstir, ið eru skaptir av fleirmentamanni og post-hjálandahøvundi, ið sær Vesturheimin eystanífrá og Eysturheimin vestanífrá, og sum sjálvur stendur á markinum, ella, sum hann sjálvur hevur sagt, er kommateknið millum, sum bæði skilir sundur og bindur saman, og hann noyðist at uppfinna eina nýggja definitión av hugtøkum sum “samleiki” og “heim”.

Til alla lukku heldur Rushdie fram at skriva. Eg fari at enda hetta greinarspjaðið við skaldsøguni, ið kom út í 1995. Heitið á henni er ‘Seinasta suff mórans*.

Søgan er um eina gamla ætt í Bombay, Gama-Zogoiby-ættina. Mórin er seinasti maður í ættini, og hann skrivar søguna um fólk sítt niður á blað. Hann situr avbyrgdur í torni í fremmandum landi og veit, at um fangavørðum hansara ikki dámar søguna hjá honum, býður hann ikki bøtur.

 Lív Joensen, 1996

Avrik Salman Rushdies:

Grimus 1975, Midnight’s Children 1981, Shame 1983, The Jaguar Smile 1988, The Satanic Verses 1988, Haroun and the Sea of Stories 1990, Imagined Homelands 1991, East, West 1994 (Eystur, vestur. Lív Joensen týddi, 1996), The Moor’s last Sigh 1995

    

img
  • Skrivað hevur | Lív Joensen
  • Dagfesting | 13.04.2024
  • Bólkur | Greinir