Nýskrivað ungdómsskaldsøga í november!

Í heyst geva Ungu Føroyar út ungdómsskaldsøguna Tvístøðu, sum er fyrsta bókin hjá Daniali Viðoy. Skaldsøgan er lívliga skrivað, full av skemti og álvara, gleði og sorg. Høvuðspersónur er Bartal, viðareiðisdrongurin, sum gongur í 3.g á Kambsdali, tá ið søgan byrjar, og er farin til Keypmannahavnar at lesa, tá ið skaldsøgan endar um heystið. Bartal livir sítt dreingjalív saman við vinmonnunum á konsertum og stevnum. Gentur eru til at prógva manndómin við og vinna virðing í vinahópinum.

Men lívið setir Bartali stevnu, hann kemur í støður, har hann noyðist at taka avgerðir, sum fáa varandi avleiðingar fyri hann og onnur, og sum mynda hann sum persón.

“... Tað var ikki fyrr enn nú, at tann rami sannleikin rakti meg. Og hann rakti meg lúkst í hjartað, setti seg sum ein klumpur í hálsin og brast út í tárum...”

Bartal verður liðugur í 3.g og gleðir seg til summarferiuna og tíðina, sum stendur fyri framman. Í summar skal lívið livast til fulnar, og ein nýggj spennandi tíð stendur fyri durum. Men summarið fær eina heilt aðra vend, tá ið fortíðin byrjar at plága hann. Hetta var ikki tað, hann hevði ímyndað sær, tí summarið broytti alt.

img
  • Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttir
  • Dagfesting | 24.09.2020
  • Bólkur | Greinir