Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Tvístøða (2. útgáva)

Tvístøða er fyrsta bókin hjá 29 ára gamla Daniali Viðoy. Høvundurin vísir í hesi skaldsøguni, at hann dugir at mynda persónar, sum virka og samskifta sínámillum í givnari tíð og á ávísum stað – stutt sagt: hann dugir at siga eina søgu. Sjónarhornið í bókini er eitt annað, enn vit eru von við. Realisman í Tvístøðu er naskari. Lesarin sleppur veruliga at smakka og lukta lívið hjá høvuðspersóninum Bartali heima á Viðareiði eins væl og í Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri, í Havn, á Íslandsrygginum og í Danmark.

Viðareiðisdrongurin Bartal gongur í 3.g á Kambsdali, tá ið søgan byrjar, og er farin til Keypmannahavnar at lesa um heystið, tá ið skaldsøgan endar. Vinmenninir hava alt at siga, upplivingarnar eru sterkari, tá ið tær eru felags; tá ið teir deila lívsroyndirnar og spegla sær hvør í øðrum. Vinahópurin styrkir samleika sín á konsertum, stevnum og sólarferðum. Men Bartal er á einum vegamóti, hann má finna sína egnu leið. Hann má velja millum ta at síggja til løttu og pínuleysu leiðina og ta tyngru, ið helst er tann, sum kann fáa hann at búnast sum menniskja.

Framtíðin brosar móti Bartali, hann gleðir seg ósigiliga til at byrja ein nýggjan kapittul eftir lokið studentsprógv, tá lívið tekur hann við sær í einum brotasjógvi og noyðir hann at gera upp við partar av sínum fyrra lívi.

Permumyndina hevur Eydna J. Steinberg av Viðareiði teknað. Hon hevur áður myndprýtt barnabøkur. Perman á Tvístøðu myndar við humor og innileika  lívsgleðina, sum bókin er full av, men vísir eisini spenningin og mótsetningarnar, sum leika á.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Dánjal Viðoy
  • Útgávurár | 2022
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli