Marta Marta
VERÐUR TØK 26/9!
Marta í Nýggja testamenti fekk at vita, at hon skuldi ikki gera sær óneyðugt stríð, men velja hin góða lut. Marta í skaldsøguni spyr, hvat hin góði lutur er í einum trongskygdum heimi fullum av órættvísi?
Sum nítjan ára gomul fór hon í kibbuts í Jordandalinum. Árið var 1993 og hon settisærfyri, at gera sær stríð av sínum sansaðu upplivingum, mitt í einum politiskum og átrúnaðarligum brennidepli. Nú ein ísraelsk vinkona kemur til Føroya at vitja hana tretivu ár seinni, er tað heilaga landið meira enn nakrantíð eitt opið sár. Men hví ber ikki til at hyggja at tí, sum tað er? spyr Marta.
„Eg eri rivin við, tá Marta ferðast millum ungdómsdagarnar í kibbutsini Gesher og syrgiligu støðuna í Miðeystri í dag. Drigin inn, verði eg órógvaður, noyddur at taka støðu – ikki minst til lagnuna hjá palestinum, ið liggur handan so nógvar dreymar um Lovaða landið. Og sum ein, ið enn trýr á son timburmansins, bjóðar Marta mær av, tá ið hon lýsir tingini, sum tey eru, heldur enn sum vit ynskja tey at vera.“ – Poul F. Guttesen, gudfrøðingur
„Við skaldsøguni Marta, Marta skeinkir Marjun Syderbø Kjelnæs okkum ein svalandi vatnsopa í oyðimørkini av grunnum herrópum um Miðeystur. Við stórari innliving leggur hon verðina fyri okkum, har fólk úr øllum heraðshornum noyðast ella hava valt at liva saman. Ung sum eldri, ið plágast av ringari samvitsku um ikki at hava tikið skjóta og avgjørda støðu til kríggið, eiga at lesa hana. „Lat okkum í minsta lagi látast at vera djørv“, stendur fremst, og Marjun Syderbø Kjelnæs prógvar aftur, at hon er ein av okkara allarfremstu rithøvundum.“ – Brynhild Thomsen, journalistur
Marjun Syderbø Kjelnæs (f.1974) er MA í føroyskum bókmentum og máli, umframt at hon er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur. Hon hevur skrivað stutt- og skaldsøgur, leikrit, yrkingar og sangtekstir.
Dáta um bókina
- Rithøvundur | Marjun Syderbø Kjenlnæs
- Útgávurár | 2024
- Tøk | Ja
- Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli