Stjørnueyga og aðrar jólasøgur (2. útgáva)
Ymsir rithøvundar. Turið Sigurðardóttir hevur skipað evnið.
Stjørnueyga og aðrar jólasøgur kemur nú út aftur við fýra søgum aftrat.
"... her var tað, ... ið vetur helt jól; her var hansara velduga kirkja, her hevði hann reist sítt altar fyri tí stóru hátíð. Og meðan eg sat, kom sólin fram og skein, so íssúlurnar glæstu sum tann skæri eldur, og gjallavindurin kom og blásti á súlurnar, spældi á tær sum á eitt ovurstórt orgul, blásti djupt rungandi olaløg...
Soleiðis eru jólini uppi á fjallinum."
Heðin Brú: Tann hvíta kirjkan
Dáta um bókina
- Rithøvundur | Turið Sigurðardóttir
- Útgávurár | 2021
- Tøk | Ja
- Bólkur | Skaldskapur í óbundnum máli