Á.f. er eitt
*alvitandi frásøgufólk, sum umframt at siga frá hendingunum í søguni ger viðmerkingar, og sum viðhvørt setir fram hugleiðingar um, hvønn týdning søgan hevur sum slík og hvat hon merkir. Á.f. er ein ritsnild, sum teir stóru realistisku skaldsøguhøvundarnir í 19. øld nýttu nógv, eitt nú George Eliot (skaldanavn fyri Mary Ann Evans 1819-1880) og Leo Tolstoy (1828-1910). Á.f. ger tað møguligt at nýta skaldsøguna til at seta fram almennar siðahugleiðingar um mannalívið, viðhvørt í stuttum innskotum við dámi av
*ritroyndum, sum bróta søguna av. Eitt klassiskt dømi um á.f. er frásøgufólkið í skaldsøguni
Tom Jones (1749) eftir Henry Fielding (1707-1754). Í føroyskum skaldsøgum eru fleiri dømi um á.f., eitt nú frásøgufólkið í
Bábelstorninum (1909) eftir Regin í Líð (skaldanavn fyri Rasmus Rasmussen 1871-1962).
Wayne Booth: The Rhetoric of Fiction 1961.