Rit, bók við úrvaldum tilfari (til at sýna dømi úr t.d. ritverki, tíðarskeiði).
Í hesum yrkingarlagnum laðar yrkingin rundan um seg, leggur støðugt meira aftrat og finnur ofta styrki sína í yvirlitskendari uppteljing. Ein tann gitnasti umboðsmaðurin í útsøknari yrking er Walt Whitman (
Leaves of Grass 1855). Vellandi breidd, hvíldarleyst framhaldandi uppreksan, stundum dukandi uppafturtøka av kjarnaorðinum saman við áhaldandi frábrigdum eyðkennir ofta útsøkna yrking; dømi: “tað regnar í hølunum á skundmiklum døgum/ tað regnar í øllum lívligum røddum/ tað regnar í øllum barnasøgum” (Rói Patursson: “Regn”). Hugskotarøðirnar floyma frítt og yrkjarin skamtar tær ikki pírin. Mótsett útsøknari yrking er
*miðsøkin yrking.