Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Vør - Greinir 1937-72

Vør er navnið á einari av ásynjunum.
Vør - varin, eftirskettin - er eisni dulnevnið, sum Sigrið av Skarði Joensen nýtti viðhvørt.
Sigrið av Skarði Joensen (1908-1975) vaks upp í Havn. Hon tók relaprógv í 1924 og fór síðani á studentaskúla á Høng í Sælandi. Hon leyk nýmálsligt studentsprógv í 1927 og fór undir universitetslesnað í Keypmannahavn. Summarið 1932 var hon námsferð í Onglandi. Í 1941 tók hon faklærarinnuprógv í enskum og søgu.
Í keypmannahavnarárinum tók Sigrið íðin lut í felagsstarvinum millum føroyingar, serliga í Studentafelagnum og Oyggjaframa. Hon hevði brennandi áhuga fyri upplýsinig, mentan og fólkaræði. Tí fall starv hennara natúrliga innan fyri føroyskt mál, mentan og søgu, kvinnurættindi og sjálvstýrispolitikk. Hetta eru alt evnir, hon skrivaði um.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Sigrið av Skarði Joensen
  • Útgávurár | 2009
  • ISBN | 978-99918-925-7-3
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Yrkisbókmentir