Útgivnar bøkur

Her síggjast allar bøkurnar Ungu Føroyar hava givið út.

Klípið

Fororð
Navnið Klípið er tikið úr gróðlaðing. Bøgarðarnir, sum enn síggjast víða um í Føroyum, eru eitt tað vakrast minnið, vit hava um forfedrar okkara. At hugsa sær tað arbeiði og tað nærlagnið, sum varð lagt í hesi bygningsverk. Stórir klettar, steinar og so klípi. Klípi eru smáir steinar, sum verða brúktir til at styðja størri steinar og fylla tey hon, sum altíð mega vera í laðingini, klípi kunnu vera stór ella smá. Soleiðis eru hesi mállæruklípi ætlað at fylla tey hol, sum eru í tí málsliga vitanini hjá næmingunum,
Bókin fylgir gjølla "Lær teg enskt" eftir Ásu Hátum og Unu Poulsen, so at tað ber til at sláa upp í báðum, um ein kannar ávíst fyribrigdi.
Í mong ár hava vit brúkt ymsar danskar og onkra hendinga enska mállæru, og síðani bókin "Lær teg enskt" kom, hevur hon eisini verið nýtt. Men saknur er í venjingum, sum hoyra til mállærufyribrigdini.
Nógvar av uppgávunum kunna lættliga svarast, um tú hevur mállæruna við síðuna av, so ber til at skifta ímillum og kanna, um tú gert rætt so hvørt.
Viðmerkingar og uppskot til ábøtur eru vælkomin.

img

Dáta um bókina

  • Rithøvundur | Bergljót av Skarði
  • Útgávurár | 2009
  • ISBN | 99918-925-9-7
  • Tøk | Ja
  • Bólkur | Yrkisbókmentir