Tríggjar týskar týðingar Janusar

Av teimum málum Janus Djurhuus týddi yrkingar úr
eru, tá ið vit ikki taka Homers kvæði við, flestar úr
týskum, og týskar yrkingar eru bæði millum tær fyrstu (Lenau: „Heyst“, 1908) og tær síðstu (Böhme: „Teim tíð sum ævinleiki er“, 1948), hann týddi; men, aftur, tá ið Homers kvæði ikki eru uppií, so eru hvørki týðingar ella upprunayrkingar Janusar miklar í vavi. Høvuðstýðingarverk hansara eru kvæði Homers, Ilions kvæði og Odysseusar kvæði, tað vóru tey, ið skuldu tryggja føroyskum máli pláss á Parnassinum – millum virdu tungumál heimsins, tær vóru hansara sonargáva: „Komi eg á tín fund, o móðir, á hallandi degi,/ umsett eg havi hans kvæði á títt, hitt ásættaða málið –/– um tú mær lønir við tínum brosi, ei spiltist mín dagur“ (J.H.O. Djurhuus 1988: 222).

Tað ber kortini ikki til at siga annað, enn at týðingar Janusar úr týskum hava havt stóran týdning, og tá ið talan er um føroyskar týðingar eftir Goethe og Schiller, er týðarin fyrst og fremst Janus Djurhuus (1881-1948). Tala vit um Heine, er umframt Janus eisini Pól F. Joensen (1898-1970) kendur sum týðari.

Í innihaldsyvirliti Varðans yvir bd. 1-40 sæst, at millum 1.-18. bd., ella 1921-1938, stóðu átta yrkingar eftir Heine í Varðanum. Av teimum hevur Pól F týtt fimm, skemtandi yrkingar og ástaryrkingar; Janus hevur týtt tríggjar álvarsamar, daprar yrkingar.

Janus og Pól F eru yrkjarar – og í øðrum lagi týðarar. Hóast teirra lív og lagna vóru sera ymisk, so er ein ávísur líkskapur í lyndi teirra og samsvar í yrkjarastarvi teirra. Báðir høvdu teir eitt spottandi og ódnarmikið, men eisini sárt, lyndi. Egingóðska, dupulmoralur og materialisma, sum krógvar seg aftan fyri føgur orð, fáa av at vita frá teimum. Í náttúruyrkingum teirra eru tað eins ofta heyst- og vetraródnin og myrkrið, ið finna samljóð í teirra mótræsnu sál, sum tað er summardýrd. Báðir vóru stoltir einarar, sum løgdu lítið í vanligar siðareglur og sum settu seg út um tann góða borgaraskapin. Janus Djurhuus var klassiskt útbúgvin, løgfrøðingur, hevði borgaraliga starvsbreyt við gloppum og livdi sum býarbohemur í Keypmannahavn og Tórshavn. Pól F var læraralærdur í Føroyum, var bygdalærari eina tíð og livdi síðan sum bygdarbohemur.

"Yrkingar" og "Gaman og álvara"

Tey tvey fyrstu føroysku yrkingasøvnini goyma bæði týðingar úr týskum. Janus Djurhuus átti tað fyrsta yrkingasavnið, sum kom á føroyskum yvirhøvur, Yrkingar, 1914, og har eru fyrstu týðingar hansara úr týskum prentaðar, „Heyst“ eftir Lenau og „Hektor og Andromaka“ eftir Schiller. Í aðru, øktu útgávu av Yrkingum, 1923, eru tvær yrkingar aftrat eftir Schiller, og Goethe, Heine og Gottfried Keller eru nú eisini umboðaðir.

Annað føroyska yrkingasavnið, ið kom á prent, var Gaman og álvara, 1924, eftir Pól F. Joensen; í teirri bókini eru 27 yrkingar, umleið helvtin er týðingar, og av teimum eru fimm eftir Heine. Sostatt gongur Janus Djurhuus undan í tí unga føroyska lýrikkinum, bæði við frumyrktum og týðingum, og Pól F. Joensen kemur digst aftaná. Tann ólíka bakgrundin og sjónarring-urin hjá týðarunum báðum kemur m.a. fram í, at Heine-týðingarnar hjá Pól F eru gjørdar úr donskum (C. Matras 1982: 15).

Maria Mikkelsen og týskur skaldskapur

Kortini er tað so, at fyrstu føroysku týðingarnar eftir Heine og Schiller átti Maria Mikkelsen (1877-1956), hóast tær hava verið hildnar lítið á lofti. Týðing hennara av „Pílagrímsferðini til Kevlaar“ eftir H. Heine stóð í Føringatíðindi nr. 18 1899, og týðing hennara av „Hektors farvæl“ eftir Schiller í sama blaði nr. 19 í 1900. Maria týddi eisini eftir Heine „Tárið“, prentað í Føringatíðindi nr. 10, 1900, og sangirnar úr Die Harzreise eftir Heine, sum stóðu í Tingakrossi 21., 28. aug. og 4. sept. 1901; teir vóru prentaðir uppaftur í Kvinnutíðindum nr. 4 1956.

Maria fór til Keypmannahavnar í 1898, 21 ára gomul – 22 ár eftir ta søguríku føstugangsveitsluna á Garði – búði har øll síni manndómsár og arbeiddi á Kongliga bókasavninum. Hon var eitt álit í felagsstarvinum millum ungar lesandi og leitandi føroyingar í Keypmannahavn, var hollur stuðul hjá landsmonnum, sum strevðaðust við bókmentaskriving og útgávu. Tað tjóðskaparliga mentanarstarvið millum føroyingar í Keypmannahavn og heima í Føroyum var sprottið av romantisku rørsluni, sum um 1800 var komin úr Týsklandi til Danmarkar og hini Norðurlondini. Týsk heimspeki og skaldskapur stóð í miklum blóma í romantikkinum, og tað vóru ikki minst tey týsku stórskaldini, sum føroysk skald lótu seg kveikja av og týddu, tá ið nýføroyskur skaldskapur endiliga tók dik á seg tey fyrstu áratíggjuni í 20. øld. Umframt at týða skrivaði Maria Mikkelsen bæði prosa, skaldskap, yrkingar og essay. Skriving hennara er lítil í vavi men so mikið dyggari. Hon var íðin bókasavnari og gav Føroya Landsbókasavni bókasavn sítt eftir sín dag.

Yvirlit yvir týðingar Janusar

Sum partur av bakstøðinum fyri umrøðuni av trimum týðingum úr týskum er á næstu síðum sett yvirlit yvir týðingar Janusar, sum týddi bara bundið mál, til hann o.u. 1930 fór í holt við Platon (Chr. Matras, J.H.O. Djurhuus 1988: 60). Yvirlitið byggir á heildarútgávuna, sum Chr. Matras legði úr hondum, og upplýsingar um, hvar týðingar eru prentaðar, eru haðani; eisini eru nýttar somu styttingar av bókaheitum sum í heildarútgávuni.

Yvirlitið er í tveimum: fyrst skipað í tíðarrøð og síðan eftir londum. Sum tað fyrra yvirlitið vísir, røkka týðingarnar frá 1907 til 1948 – árstølini, sum yrkingarnar eru skipaðar eftir í yvirlitinum, vísa til fyrstu prentan, men tað er eisini tilskilað, nær tær eru týddar. Tað sæst, at tær flestu týðingarnar úr týskum eru gjørdar í árunum 1913-23 og prentaðar millum 1914-23; men eisini í tíðarskeiðinum 1936-40 eru týskar yrkingar, fimm í tali, og í tíðini 1941-48 er ein.

Í seinna yvirlitinum eru yrkingar settar eftir, hvørjum landi tær eru upprunnar í. Tað vísir, at næst eftir týskum týddi Janus mest úr donskum, svenskum og grikskum.

Yrkingatýðingar Janusar í tíðarrøð:

1907-1911:

Drápa Ørnulfs, eftir Henrik Ibsen. Tingakr. 6.02.1907. Yrk. 1914. Yrk 1923. Vík. á Hálogalandi, týtt hevur Símun av Skarði, 1949. Úrv. 1961.

Lat várið koma, leysliga eftir J.P.Jacobsen. Tingakr. 20.02.1907. Yrk. 1914. Yrk. 1923.

Heyst, leysliga eftir Lenau. Tingakr. 26.02.1908. Lesib. 1911. Yrk. 1914. Yrk. 1923.

Hitt hvíta liðið, eftir Brorson. Tingakr. 13.07.1910. Yrk. 1914. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Friedrike Brion kvøður, eftir Gustaf Fröding. Tingakr. 29.03.1911. Yrk. 1914. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

1914-1920:

Hektor og Andromaka, eftir Schiller. Stbl. 29.01.(?)1913. Yrk. 1914. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Gekk í mánalýsi, leysliga eftir Heinrich Heine. Stbl. nov. 1916. Tingakr. 15.11.1916. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Úr Anabasis, leysliga eftir Gustaf Fröding. Stbl. nov. 1917. Dimmal. 14.01.1920. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Deyði Baldurs, leysliga eftir Gustaf Fröding. Stbl. mars 1917. Føroyatíðindi 03.06.1918. Smáskriftir Varð. II 1919. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Úr mínum tárum sprettur, eftir Heinrich Heine. Stbl. 23.03.1918. Varð. II 1922. Yrk. 1923.

Kvøldsongur, eftir Gottfried Keller. Stbl. 29.11.1920. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Sigurd Jorsalsfari, leysliga eftir Gustaf Fröding. Dimmal. 31.01.19-20. Varð. II 1922. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Kvæði um Odysseus (Brot úr innganginum). Stbl. 27.10.1920 og 29.11.1920. Minnisrit 1935.

1922 - 1930:

Sælur er hann... leysliga eftir Schiller. Dimmal. 12.07.1922. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Í kvæðisins fjøðurhami, eftir Heinrich Heine. Varð. II, 1922. Yrk. 1923.

Thekla kvøður, eftir Schiller, úr „Wallenstein“. Varð. 1922. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Náttarfriður, leysliga eftir Goethe. Tingakr. 25.04.1923. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Álvakongur (leysliga eftir Goethe). Varð. III, 1923, Yrk. 1923, Úrv.1961.

Stíg, seggur, oman Golgata, eftir Johannes Ewald. Varð. V 1925. NY 1938. Úrv. 1961.

Drápa Leonidasar. Tingakr. 05.10.1927. NY 1938. Carm. 1941.

Gorpurin, eftir Edgar Allan Poe. Týtt í Kph des. 1930. Varð. XI 1931. NY 1938.

Apollon. Prosayrking eftir Georg Brandes. Týdd í Kph. des. 1930. Varð. XI 1931. NY 1938.

Sum millum før, ið ferðast á nátt, eftir Longfellow. Jól í F. 1930. NY 1938.

1931-1935:

La danse Champêtre (úr fronskum). Stbl. apr. 1931. Varð. XI 1931. NY 1938.

Epigrammata (I-III)(úr grikskum). Stbl. apr. 1931. Tingakr. 1931 nr. 23. Varð XI, 1931. NY 1938. Úrv. 1961.

Tolin bíða, leysliga eftir Brorson. Týðingin vígd J. Dahl, prósti. Tingakr. 25.05.1932. NY 1938.

Bergljót, eftir Bjørnstjerne Bjørnson. Frúnni Bergliot Ibsen, dóttur stórskaldsins Bjørnstjerne Bjørnson - hini miklu songkvinnu - týðingin vígd. Týtt í Kph febr. 1933. Tgkr. 08.03.1933. NY 1938.

Tú, ið ei át títt breyð og græt, eftir Goethe. Stbl. 20.03.1934. Varð. XIV 1934. NY 1938.

Drotningin av Saba á ferð til Salomo kong, leysliga eftir Gustaf Fröding. Varð. XIV, 1934. NY 1938.

Teir, sum vilstir fjakka, eftir Gustaf Fröding. Stbl. 20.09.1934. Jól í F. 1934. NY 1938. Úrv. 1961.

Gravskrift, eftir Kallimachos. Týðingin vígd minninum um skaldið R.C.Effersøe. Jól í F. 1934. Norðl. 30.03.1940. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Griksk gravskrift, eftir Kallimachos. Jól í F. 1934. NY 1938. Úrv. 1961.

Mannalagnan, eftir Verner von Heidenstam.Varð. XV, 1935. NY 1938. Úrv. 1961.

1936-1940:

Berenike, úr grikskum eftir Kallimachos. Týtt 18.04.1936. Jól í Føroyum 1936. NY 1938. Úrv. 1961

Distikon (úr latíni). Jól í F. 1936. NY 1938.

Náttarhimmalin, eftir Erik Gustaf Geijer. Jól í F. 1936. Varð. XVII 1937. Úrv. 1961.

Tá ið tú ert grá og gomul, eftir W.B. Yeats. Jól í F. 1936. NY 1938. Úrv. 1961.

Hørpugentan kvøður, eftir Teodor Storm. Týtt 14.07.1936 (fyrsta roynd). Varð. XVII 1937. Ny 1938.

Hegrin, eftir franskari týðing úr kinesiskum. Jól í F. 1937. NY 1938.

Úr Sturlungu (úr íslendskum), Jól í F. 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Sapfika (I-III) (úr grikskum). Varð. XVII 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Ardan Mór eftir Francis Ledwidge. Týtt í Svaneke 19.05.1937. Varð. XVII 1937. NY 1938.

Einsligur, eftir Friedrich Nietzsche. Varð. XVII 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Víða um heiðarnar, eftir Theodor Storm. Varð. XVII 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Følv, eftir franskari týðing úr kinesiskum. Jól í F. 1937. NY 1938.

„Dreng“ kvað, eftir Johs. V. Jensen. NY 1938. Úrv. 1961.

Deyðin - tað er hin svala nátt -, eftir Heinrich Heine. Varð. XVIII 1938. Norðl. 16.11.1940. Mor. 1944.

Háð (I-II) (úr fronskum). Varð. XVIII, 1938. Mor. 1944.

Lívstrá (leysliga úr týskum). Varð. XVIII 1938. NY 1938.

Náttarljóð úr kinesiskum eftir franskari týðing. Varð. XVIII 1938. NY 1938.

Svanirnir, eftir Otto Manninen. Finsk yrking týdd úr svenskum. Varð. XVIII 1938. NY 1938.

Úr Inferno, eftir Dante. Varð. XVIII 1938. Mor. 1944.

Koma skal hin vreiði dagur (úr latínskum). Sinnoppsk 1939 nr. 1. (Uppafturpr. Sinnoppsk 1954 nr. 5). Mor. 1944. Úrv. 1961.

Til eitt tónaskald, eftir Henrik Ibsen. Norðl. 25.11.1939. Mor. 1944.

Sært tú, hvar høgt - í skínandi kavafonn. Yrking týdd úr latínskum máli eftir Quintus Horatius Flaccus. Dimmal. 2.03.1940. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Gravskrift, eftir Simonides - úr grikskum. Týðingin vígd Finnlands falnu frægu. Norðl. 23.03.1940. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Sapfo (I-III). Norðl. 27.04.1940. Mor. 1944.

„Deine Gräber zu betreten ist mein Beten“. E. Dwinger. Norðl. 27.07.1940. Mor. 1944.

1941-1943:

Eg flýddi undan honum (úr enskum), Francis Thompson. Norðl. 18.01.1941. Dimmal. 19.03.19-41. Mor. 1944.

Sáðmaðurin (úr týskum). Dimmal. 10.09.1941. Mor. 1944.

Úr nýgrikskum (I-II), Diakos, hin grikska frælsishetjan, kvað, tá ið hann fyri o.u. 100 árum síðani varð leiddur til rættar-staðið. Dimmal. 22.10.1941. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Jeftas dóttir kvað, eftir Byron, stórskaldinum enska. Týtt í Klaksvík 28.06.1942. Dimmal. 4.07.1942. Mor. 1944.

Andi, eftir Friedrich Schiller, stórskaldinum týska. Dimmal. 10.10.- 1942. Mor. 1944. Úrv.1961.

Úr sponskum (Hví vitja meg...). Týtt í Havn 11.11.1942. Dimmal. 21.11.1942. Mor. 1944.

Vallarin, úr fronskum, eftir Baudelaire. Dimmal. 19.12.1942. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Fenja og Menja, jøtnakvendini, mala á kvørn og kvøða úr norðannátt (úr Eddu eftir Johs. V. Jensen, stórskaldinum dans

ka). Norðl. 18.07.1942. Mor. 1944.

Una fila di nuvile d’argento, Úr italienskum. Dimmal. 6.01. 1943. Mor. 1944.

1945-1948:

How little Snow on Baildon Hill (úr enskum). Dimmal. 27.01.1945.

Ólavur Tryggvason, eftir Bjørnstjerne Bjørnson. Sent C.M. av Tvøroyri 11.06.1946. Dimmal.15.06.1946.

Móðirin kvað, eftir Johs. V. Jensen. Týtt í Havn 19.08.1946. Dimmal. 24.08.1946.

Var tær, Demosthenes, eydna givin (úr grikskum). Send av Tvøroyri til Havnar til C.M. 26.11.1946. Prentað 1988.

Barnavón (leysliga úr donskum). (Undirskr. Tvøroyri, græk-arismessudag 1947). Úr Lystige viser for børn, týðing eftir M. Lønborg Jensen. Yrkingin er av fyrstu tíð svensk, eft. Alice Tegnér (1864-1943).

„Leise flehen meine Lieder“, eftir Ludwig Rellstab: Ständ-schen... Dimmal. 7.02.1948.

Teim tíð sum ævinleiki er, eftir Jacob Böhme. Føroyat. 8.05.1948. Útiseti 1948.

Yrkingatýðingar Janusar eftir londum:

Amerika:

Gorpurin, eftir Edgar Allan Poe. Týtt í Kph des. 1930. Varð. XI 1931. NY 1938.

Sum før, ið ferðast á nátt, eftir Longfellow. Jól í F. 1930. NY 1938.

Danmark:

Lat várið koma, leysliga eftir J.P.Jacobsen. Tingakr. 20.02.1907. Yrk. 1914. Yrk. 1923.

Hitt hvíta liðið, eftir Brorson. Tingakr. 13.07.1910. Yrk. 1914. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Stíg, seggur oman Golgata, eftir Johannes Ewald. Varð. V 1925. NY 1938. Úrv. 1961.

Apollon. Prosayrking eftir Georg Brandes. Týdd í Kph. des. 1930. Varð. XI 1931. NY 1938.

Tolin bíða, leysliga eftir Brorson. Týðingin vígd J. Dahl, prósti. Tingakr. 25.05.1932. NY 1938.

„Dreng“ kvað, eftir Johs. V. Jensen. NY 1938. Úrv. 1961.

Fenja og Menja, jøtnakvendini, mala á kvørn og kvøða úr norðannátt (úr Eddu eftir Johs. V. Jensen, stórskaldinum danska). Norðl. 18.07.1942. Mor. 1944.

Móðirin kvað, eftir Johs. V. Jensen. Týtt í Havn 19.08.1946. Dimmal. 24.08.1946.

Barnavón (leysliga úr donskum) (Undirskr. Tvøroyri, grækarismessudag 1947) Úr Lystige viser for børn, týðing eftir M. Lønborg Jensen. Yrkingin er av fyrstu tíð svensk, eft. Alice Tegnér (1864-1943).

Enskt:

Tá ið tú ert gomul og grá, eftir W.B.Yeats. Jól í F. 1936. NY 1938. Úrv. 1961.

Ardan Mór, eftir Francis Ledwidge. Týtt í Svaneke 19.05.1937. Varð. XVII 1937. NY 1938.

Eg flýddi undan honum (úr enskum). Francis Thompson. Norðl. 18.01.1941. Dimmal. 19.03.1941. Mor. 1944.

Jeftas dóttir kvað, eftir Byron, stórskaldinum enska. Týtt í

Klaksvík 28.06.1942. Dimmal. 04.07.1942. Mor. 1944.

How little Snow on Baildon Hill (úr enskum). Dimmal. 27.01.1945.

Frakland:

La danse Champêtre (úr fronskum). Stbl. apr. 1931. Varð. XI 1931. NY 1938.

Hegrin, eftir franskari týðing úr kinesiskum. Jól í F. 1937. NY 1938.

Følv, eftir franskari týðing úr kinesiskum. Jól í F. 1937. NY 1938.

Háð (I-II)(úr fronskum). Varð. XVIII 1938. Mor. 1944.

Náttarljóð, úr kinesiskum eftir franskari týðing. Varð. XVIII 1938. NY 1938.

Vallarin, úr fronskum, eftir Baudelaire. Dimmal. 19.12.1942. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Grikkaland:

Kvæði um Odysseus (Brot úr innganginum). Stbl. 27.10.1920 og 29.11.1920. Minnisrit 1935.

Epigrammata (I-III) (Úr grikskum). Stbl. apr. 1931. Tingakr. 1931 nr. 23. Varð. XI 1931. NY 1938. Úrv. 1961.

Drápa Leonidasar. Tingakr. 05.10.1927. NY 1938. Carm. 1941.

Gravskrift eftir Kallimachos. Týðingin vígd minninum um skaldið R.C. Effersøe. Jól í F. 1934. Norðl. 30.03.1940. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Griksk gravskrift, eftir Kallimachos. Jól í F. 1934. NY 1938. Úrv. 1961.

Berenike, úr grikskum eftir Kallimachos. Týtt 18.04.1936. Jól í F. 1936. NY 1938. Úrv. 1961.

Sapfika (I-III) (úr grikskum). Varð. XVII 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Gravskrift eftir Simonides – úr grikskum. Týðingin vígd Finnlands falnu frægu. Norðl. 23.03.1940. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Sapfo (I-III) Norðl. 27.04.1940. Mor. 1944.

Úr nýgrikskum (I-II), Diakos, hin grikska frælsishetjan, kvað, tá ið hann fyri o.u. 100 árum síðani varð leiddur til rættar-staðið.

Var tær, Demosthenes, eydna givin (úr grikskum). Send av Tvøroyri til Havnar til C.M. 26.11.1946. Prentað 1988.

Italia:

Úr Inferno, eftir Dante. Varð. XVIII 1938. Mor. 1944.

Una fila di nuvile d’argento, Úr italienskum. Dimmal. 06.01. 1943.

Ísland:

Úr Sturlungu (úr íslendskum). Jól í F. 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Latín:

Distikon (úr latíni). Jól í F. 1936. NY 1938.

Koma skal hin vreiði dagur (úr latíni). Sinnoppsk. 1939 nr. 1. (Uppafturpr. Sinnoppsk. 1954 nr. 5). Mor. 1944. Úrv. 1961.

Sært tú, hvar høgt – í skínandi kavafonn. Yrking týdd úr latínskum máli eftir Quintus Horatius Flaccus. Dimmal. 02.03.1940. Mor. 1944. Úrv. 1961.

Noreg:

Drápa Ørnulfs. Ibsen. Tgkr. 06.02.1907. Yrk. 1914. Yrk. 1923. Víkingarnir á Hálogalandi, Símun av Skarði týddi, 1949. Úrv. 1961.

Bergljót, eftir Bjørnstjerne Bjørnson. Frúnni Bergliot Ibsen, dóttur stórskaldsins Bjørnstjerne Bjørnson - hini miklu songkvinnu - týðingin vígd. Týtt í Kph febr. 1933. Tgkr. 08.03.1933. NY 1938.

Til eitt tónaskald, eftir Henrik Ibsen. Norðl. 25.11.1939. Mor. 1944.

Ólavur Tryggvason, eftir Bjørnstjerne Bjørnson. Sent C.M. av Tvøroyri 11.06.1946. Dimmal. 15.06.1946.

Spania:

Úr sponskum (Hví vitja meg...). Týtt í Havn 11.11.1942. Dimmal. 21.11.1942. Mor. 1944.

Svøríki:

Friedrike Brion kvøður, eftir Gustaf Fröding. Tingakr. 29.03. 1911. Yrk. 1914. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Úr Anabasis, leysliga eftir Gustaf Fröding. Stbl. nov. 1917. Dimmal. 14.01.1920. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Deyði Baldurs, leysliga eftir Fröding. Stbl. mars 1917. Føroyatíðindi 03.06.1918. Smáskr. Varð. II 1919. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Sigurd Jorsalsfari, leysliga eftir Gustaf Fröding. Dimmal. 31.01. 1920. Varð. II 1922. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Drotningin av Saba á ferð til Salomo kong, leysliga eftir Gustaf Fröding. Varð. XIV 1934. NY 1938.

Teir, sum vilstir fjakka, eftir Gustaf Fröding. Stbl. 20.09.1934. Jól í F. 1934. NY 1938 Úrv. 1961.

Mannalagnan, eftir Verner von Heidenstam. Varð. XV 1935. NY 1938. Úrv. 1961.

Náttarhimmalin, eftir Erik Gustaf Geijer. Jól í F. 1936. Varð. XVII 1937. Úrv. 1961.

Svanirnir, eftir Otto Manninen. Finsk yrking t‡dd úr svenskum. Varð. XVIII 1938. NY 1938.

Týskland:

Heyst, leysliga eftir Lenau. Tingakr. 13.02.1908. Lesib. 1911. Yrk. 1914. Yrk. 1923.

Hektor og Andromaka, eftir Schiller. Stbl. (29.01.?)1913. Yrk. 1914. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Gekk í mánalýsi, leysliga eftir Heinrich Heine. Stbl. nov. 1916. Tingakr. 15.11.1916. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Úr mínum tárum sprettur, eftir Heinrich Heine. Stbl. 23.03. 1918. Varð. II 1922. Yrk. 1923.

Kvøldsongur, eftir Gottfried Keller. Stbl. 29.11.1920. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Sælur er hann..., leysliga eftir Schiller. Dimmal. 12.07.1922. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Í kvæðisins fjøðurhami, eftir Heinrich Heine. Varð. II 1922. Yrk. 1923.

Thekla kvøður, eftir Schiller, úr „Wallenstein“. Varð. 1922. Yrk. 1923.

Náttarfriður, leysliga eftir Goethe. Tingakr. 25.04.1923. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Álvakongur (leysliga eftir Goethe). Varð. III 1923. Yrk. 1923. Úrv. 1961.

Tú, ið ei át tít breyð og græt, eftir Goethe. Stbl. 20.03.1934. Varð. XIV 1934. NY 1938.

Hørpugentan kvøður, eftir Teodor Storm. Týtt 14.07.1936 (fyrsta roynd). Varð. XVII 1937. NY 1938.

Einsligur, eftir Friedrich Nietzsche. Varð. XVII 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Víða um heiðarnar, eftir Teodor Storm. Varð. XVII 1937. NY 1938. Úrv. 1961.

Deyðin - tað er hin svala nátt -, eftir Heinrich Heine. Varð. XVIII 1938. Norðl. 16.11.1940. Mor. 1944.

Lívstrá (leysliga úr týskum). Varð. XVIII 1938. NY 1938.

„Deine Gräber zu betreten ist mein beten“. E. Dwinger. Norðl. 27.07.1940. Mor. 1944.

Sáðmaðurin (úr týskum). Dimmal. 10.09.1941. Mor. 1944.

Andi, eftir Friedrich Schiller, stórskaldinum týska. Dimmal. 10.10.- 1942. Mor. 1944. Úrv. 1961.

„Leise flehen meine Lieder“, eftir Ludwig Rellstab. Dimmal. 07.02.1948.

Teim tíð sum ævinleiki er, eftir Jacob Böhme. Føroyat. 08.05.1948. Útiseti 1948.

Tríggjar týskar týðingar Janusar

Schiller: Hektor og Andromaka

Ævisøguskrivari Janusar Djurhuus, Hanus Andreassen, sigur, tá ið hann umrøður týðingar hansara, at av einum góðum týðara krevjast í hvussu er tveir eginleikar: „at hann hevur málkenslu (ella skaldagávur), og at hann hevur eina vissa eyðmýkt, soleiðis at skilja at hann – líkasum ein góður sjónleikari – dugir at krógva síni egnu eyðkennir burtur, so at týðingin speglar aftur so nógv sum gjørligt av upprunatekstinum. Har yrkjarin og týðarin líkjast í lyndi, fellur henda seinna fyritreytin lutvís burtur“, og, heldur Hanus Andreassen, „Janus leyk tað fyrra av hesum krøvunum, men neyvan tað seinna“ (H. Andreassen 1995: 217). Vantandi eyðmýktin ella virðingin fyri skaldskapi, sum dyrkar aðrar tónar enn hansara egni skaldskapur, ger, at Janus Djurhuus viðhvørt ofrar ov nógv av serkennum í frumtekstinum, t.d. fyri ein klang, eina orðasnild, eitt elegant rím.

Næstelst av týðingunum hjá Janusi Djurhuus úr týskum er Schillers „Hektors Abschied“ frá 1913. At týðarin júst valdi hesa yrkingina man vera tí, at evni hennara – ein minnilig scena úr Ilionskvæði – talaði til hansara, sum sjálvur var klassiskt mentaður og seinni týddi Ilionskvæði til føroyskt í hexametrum. Tann stiliseraða samrøðan millum ta lýtaleysu hetjuna Hektor og trúgvu konu hansara Andromaku, tá ið tey skiljast seinastu ferð, er eitt evni, sum hóskaði hørpu Janusar. Ein onnur orsøk til at hann valdi júst hesa yrkingina at týða kann vera, at intellektuella vinkona og hjálpari hansara Maria Mikkelsen, jú hevði týtt hana 13 ár frammanundan. Kanska hevur hann viljað kappast við hana (H. Andreassen 1995: 116) – kanska hevur hon eggjað honum til, givið honum hugskotið.

Týðingin fylgir frumtekstinum gjølla í forminum: 4 ørindi við røttum tvíliðum (– •), 6 reglur hvørt. Hvørt ørindi er tveir eins uppbygdir helmingar: 1. og 2., 4. og 5. regla eru fimm rættir tvíliðir hvør; 3. og 6. regla eru 4 rættir tvíliðir og eitt áherðslustavilsi. Í frumtekstinum er eitt frávik frá hesum mynstrinum, nevniliga í 3. reglu í síðsta ørindi, sum er bara 3 tvíliir og eitt áherðslustavilsi: „aber meine Liebe nicht“; eisini í hesum førinum fylgir týðingin frumtekstinum: „men mín dýra kærleik ei“. Rímini eru aabccb. Í síðsta ørindi er ikki rím í 3. og 6. reglu, men endurtøka: báðar reglurnar enda við „nicht“; týðingin fylgir frumtekstinum eisini her við orðinum „ei“.

Hyggja vit at sjálvari týðingini, síggja vit, at hon er langt frá orðarøtt – í fyrsta ørindi nevnir hann sostatt als ikki Patrokles, so sum frumteksturin ger. Janus skipar evnið øðrvísi, nýtir tvær reglur til tað, sum Schiller sigur í fyrstu reglu, og nýtir eina reglu til tað, sum Schiller nýtir aðru og triðju reglu til, savnar tað saman í orðunum „har Achilleus brýnir hevndarstál“. Høvuðsmerkingin er tann sama, men upprunateksturin er kensluríkari: „schrecklih Opfer bringt“. Á sama hátt síggja vit í 2. ørindi, at føroyska týðingin er ikki orðarøtt eftir frumtekstinum, men endurskapar sjálvstøðugt hugsan og kenslu hansara – eitt nú hevur týðingin Tartaros, har sum frumteksturin hevur Styx-ánna. – Men júst her í 2. ørindi fer týðarin skilliga út um rammurnar í merking frumtekstsins, tá ið hann í 2. reglu sigur: „hetta vápnaskifti veldur lagna“. Schiller nevnir einki um lagnuna! Hjá honum er tað bardagahugurin hjá Hektor, sum er avgerandi: „Nach der Feldshlacht ist mein feurig Sehnen“. Hanus Andreassen hevur bent á, at lagnuhugmyndin sum kemur inn í týðingina, flytur hana avgerandi frá frumtekstinum (H. Andr-eassen 1995: 116), og hann tulkar hetta inntriv týðarans ævisøguliga: Janus Djurhuus sendi konu síni týðingina um sama leiti, sum hann setti fram ynski sítt um hjúnaskilnað; við hesari snaringini av „Hektors Abschied“ verður tá tulking J. Djurhuusar av skilnaðinum millum hansara og Onnu, konu hansara, lagnubundin.

Janus Djurhuus nýtti nøkur av bestu manndómsárum sínum til at føroyska Homer (Tróndur Olsen: 1948) – í 1936 var hann liðugur við Ilionskvæði, og hann týddi partar av Odysseusar kvæði. Men Schillers „Hektors Abschied“ týðir hann 20 ár frammanundan; kortini hevur Janus tjúgu ára gamal eftir nýlokið studentsprógv, 1901, í fyrstu yrking síni nýtt hexametur, og longu tá hevði hann tikið til sín myndir úr forngrikskari hugsan og lívssjón (R. Long 1931: 5-6). – Hvørji mið leitar týðarin á, tá hann skal føroyska tulkingina hjá týska heimsskaldinum av tiltiknari hetju- og kærleiksscenu úr klassiskum evropeiskum skaldskapi um Hektor, tann reystasta av kappunum, sum fullu við Troja, og konu hansara Andromaku? Sum longu sagt, varðveitir hann formin hjá Schiller; evnisliga er hann førur fyri at finna frábrigdi, sum falla inn í enduryrking hansara. Men hetjudámin í stílinum skapar og undirstrikar hann við at leita til føroysku kappakvæðini; hetta virkar ikki arkaiserandi, tí kvæðini eru so mikið livandi skaldskapur; Andromaka nýtir tvey orð í kvæðastíli um svørð; annað er kenningin „hevndarstál“ í 1. ørindi um svørð Achilleusar. Hitt er heitið „brandur“ fyri svørðini hjá monnunum í Priamusar ætt í 3. ørindi. Hjá Schiller er einki beinleiðis samsvar við „hevndarstál“, men har sum týðingin hevur „brandar“ í 3. ørindi, hevur frumteksturin „Eisen“ (t.e. ,jarn‘), v.ø.o. eisini eina umskriving, sýnedoku, av slagnum ,tilfar fyri form‘. Umframt hesar báðar umskrivingar, sum týðingin leggur Andromaku í munnin, nýtir Andromaka bæði í frumtekstinum og týðingini í 3. ørindi orðið „Waffen“/„vápn“, t.e. umskrivar ikki; men hon tosar um „deiner Waffen Schalle“/„ljóð av tínum vápnum snjøllum“, v.ø.o. um eitt sekundert eyðkenni hjá vápnunum. At Andromaka talar nógv um vápn við Hektor er ikki løgið, tí vápn og vápnaskifti eru samgrógvin persónslýsing hansara; tá ið tað stendur so vakurt „Diese Arme schützen Pergamus“/„Hesir armar verja Pergamos“, so er tað tann alvápnaði Hektor, talan er um. Tá ið Hektor sjálvur nevnir vápn sítt í síðsta ørindi, er tað við sakligum køldum orðum og uttan umskrivingar: „Gürte mir das Schwert um...“/„gyrð meg svørði...“. Tað nevnda heitið fyri svørð, „brandur“, er eitt miðstatt orð í kendastu føroysku kappakvæðunum, Sjúrðarkvæðunum; har er tað partur av niðurlagnum. Sjúrðarkvæðini hava eisini í skilnarstundini millum Sjúrð og Brynhild eina av sínum minniligu pallmyndum. Í egnu yrkingum sínum nýtir Janus Djurhuus ofta orðið „brandur“ um svørð, bæði í fluttari og beinleiðis merking.

Hektor og Andromaka

Andromaka:

Er nú, Hektor, komin skilnarstundin,

hastar tú frá mær til feigdarfundin,

har Achilleus brýnir hevndarstál,

hvør skal unga sonin tín tá læra

spjót at sleingja, høgar gudar æra,

tá í toku Orkos hvarv títt mál?

Hektor:

Vívið mítt, lat sorg og sútir tagna,

hetta vápnaskifti veldur lagna,

hesir armar verja Pergamos,

um av blóði mínum vøllur fargast,

skal tó land og gudar fedra bjargast.

Skuldi eg tá óttast Tartaros?

Andromaka:

Horvið ljóð av tínum vápnum snjøllum,

tiga brandar, tá í tómum høllum

týnist Priams stolta seggjalið;

tú fert har, hvar altíð valda nætur

og Kokytos gjøgnum oyður grætur,

og tín kærleik týnir Lethe vðð.

Hektor:

Hvørja trá og hvørja kenslu sáru

søkki eg í Lethes kvirru báru,

men mín dýra kærleik ei;

hoyr av villum rómi ristir borgin,

gyrð meg svørði – slokni brátt tær sorgin.

Kærleik Hektors týnir Lethe ei! – – –

J.H.O. Djurhuus týddi

Hektors farvæl

Andromache:

Hektor – fær ei frá mær til hitt stevni,

hvar Achill við lukku vígdu evni

til Patroklus ræðslu-offur ber!

Hvør skal sonin vár hereftir læra

spjót at stýra, gudarnar at æra,

tá tann svarta Orkus gloypur teg?

Hektor:

Vívið væna! grát nú ikki longur,

til hitt stevni hvør mín longsul gongur,

hesir armar verja Pergamus!

Stríðist eg til Zeus’ og Hellas’ æru,

tá mær heiður fylgir, um eg fari

troyttur heim til hvíld við strendur Styx.

Andromache:

Aldri vil eg sjá teg brandin bráa,

skerja hvørt títt vápn vil ellin gráa.

Priams ætt vil verða rótleys urt!

Har, tú kemur, aldri dagur glaðar,

tár Cocytus leska oydnar hagar –

kærleik tín vil Lethe skola burt.

Hektor:

Hvønn mín tanka, hvørja mína trá

søkki eg í Lethes stillu vág, –

men ei kærleikan til tín!

Hoyr, í øði ránsmenns herróp gjalla!

girð mær svørð um lend, lat tár ei falla

– aldri doyvur Lethe kærleik mín.

Maria Mikkelsen týddi Friedrich von Schiller

Hectors Abschied

Andromache:

Will sich Hektor ewig von mir wenden,

Wo Achill mit den unnahbarn Händen

Dem Patroklus schrecklich Opfer bringt?

Wer wird künftig deinen Kleinen lehren

Speere werfen und die Götter ehren,

Wenn der finstre Orkos dich verschlingt?

Hektor:

Teures Weib, gebiete deinen Tränen!

Nach der Feldschlacht ist mein feurig Sehnen,

Diese Arme schützen Pergamus.

Kämpfend für den heilgen Herd der Götter

Fall’ ich, und des Vaterlandes Retter

Steig ich nieder zu dem styg’schen Fluss

Andromache:

Nimmer lausch’ ich deiner Waffen Schalle,

Müssig liegt dein Eisen in der Halle,

Priams grosser Heldenstamm verdirbt.

Du wirst hingehn, wo kein Tag mehr scheinet,

Der Cocytus durch die Wüsten weinet,

Deine Liebe in dem Lethe stirbt.

Hektor:

All mein Sehnen will ich, all mein Denken

In des Lethe stillen Strom versenken,

Aber meine Liebe nicht.

Horch! Der wilde tobt schon an den Mauern,

Gürte mir das Schwert um, lass das Trauern!

Hektors Liebe stirbt im Lethe nicht.

Í 2. ørindi talar Hektor á Andromaku: „Teures Weib...“. Týðingin nýtir orðið „vív“, sum upprunafrøðiliga er sama orðið; men tað skal sigast, at á føroyskum er orðið skaldsligt ella kvæðastílur.

Kvæðaorð er eisini „seggur“ í samansetingini „seggjalið“, sum Andromaka nýtir í 3. ørindi, har sum frumteksturin hevur „Heldenstamm“.

Tá ið týðarin fyri „der finstre Orkos“ (t.e. ,tann dimmi Orkos‘) í síðstu reglu, 1. ørindi, setur „í toku Orkos“ ber til at síggja tað sum eitt slag av veðurlagsligari tillaging til føroyskan hugaheim.

At taka føroyskt kvæðamál upp av nýggjum, í nýggjum høpi, í tí nýføroyska, skrivaða skaldskapinum, tað høvdu føroyingafelagskaldini gjørt undan Janusi; tann ítasti at søkja hesi mið hevur verið Jóannes Patursson (1866-1946), heilt frá ungdómsyrkingini, sum var inngangsljóð til tjóðskaparrørsluna í Føroyum. Júst hesa yrking hoyrdi Janus Djurhuus upplisna, tá ið hann gekk í realskúla í Havn, og seinni segði hann, at tað var „máldópur“ hansara.

Av týðingum úr heimsbókmentunum vóru Mattheusarevangelium úr Nýggja Testamenti var komið út í 1823, og tann skaldsligi Hásongurin úr Gamla Testamenti komin á prent í týðing eftir Jóan Petur uppi í Trøð og V.U. Hammershaimb í 1891. Harumframt vóru væl eydnaðar týddar yrkingar komnar fram í Smásangum og Sálmum 1899, t.d. „Æðan“ eftir Ibsen í týðing eftir Rasmus Effersøe, sangir úr Hjá dalabóndum í týðing eftir Jóannes Patursson, „Tað bøtir tú fyri“ eftir J.P. Jacobsen í týðing eftir Kristin í Geil.

Samanumtikið kunnu vit siga, at Janus letur yrking Schilers varðveita nóg mikið av sínum egna samleika – evnisviðgerð, rýtmu, stíli, til at hetta er sama yrking á føroyskum, hóast hann tekur sær stórt frælsi, tá ið hann tekur lagnuna uppí. Samstundis nýtir týðarin nóg mikið av føroyskum kvæðastíli – skaldsligu orðini, stavrím – til at hon verður ein føroysk yrking – eitt nýtt slag av føroyskari yrking. Formliga er hon nýskapandi í føroyskum høpi; í kvæðunum eru metrisku krøvini til ørindisformin sera lítil og somuleiðis eru rímkrøvini liðilig; stavrímanýtsla er frítt frábrigdi og ikki krav. Tað var tí ein serlig avbjóðing at laga føroysku enduryrkingina av Schiller eftir formi frumtekstsins við føstum tali av ikki bara áherðslustavilsum, men eisini áherðsluleysum stavilsum.

Tað er einki løgið, at eins og tað í Føroyum var sami maður, sum týddi Ilionskvæði, part av Odysseusar kvæði og Schillers „Hectors Abchied“, so var tað somuleiðis ein og sami maður, sum týddi kvæði Homers og yrking Schillers til íslendskt; tað var latínskúlarektarin Sveinbjörn Egilsson (1791-1852), eitt mentafólk, sum fekk alstóran týdning gjøgnum bókmenta- og skúlayrki sítt – ein av næmingum hansara var íslendska tjóðskaldið Jónas Hallgrímsson, sum Janus Djurhuus er ávirkaður av. Sveinbjörn Egilsson týddi kortini ikki Homer í hexametri men í prosa, og „Hectors Abschied“ týddi hann í fornyrðislagi!

Tað er áhugavert, at júst „Hectors Abschied“, sum átti vera ein gloypibiti fyri Janus Djurhuus at royna evnir síni við, var komin á prent á føroyskum trettan ár frammanundan í týðing eftir Mariu Mikkelsen. Men hvussu fór Maria Mikkelsen til verka, tá ið hon, 23 ára gomul, týddi yrkingina? Vitað er, at Maria Mikkelsen las týðingina av Hásonginum, meðan hon gekk í skúla og var hugtikin av henni (Sigrið av Skarði Joensen 1956: 1). Har, í týðingini av Hásonginum, finna vit kvæðaástarorðini „tú hitt vænasta vív“; somu orð, „vívið væna“, síggja vit aftur í Schiller-týðingini hjá Mariu Mikkelsen.

Bera vit saman við týðingina hjá Janusi Djurhuus, so síggja vit, at eins og hann nýtir hon ørindislag Schillers. Í málburði og orðingum leggur hon seg nærri frumtekstinum. Í onkrum føri eru týðingarnar einsljóðandi, tí tað er sjálvsagt út frá týska tekstinum, eitt nú „Diese Arme schützen Pergamus“/„hesir armar verja Pergamos“. Báðar týðingarnar velja eisini skaldsliga orðið „vív“ fyri tað týska „Weib“. Báðar nýta kvæðaorðið „brandur“, men Maria Mikkelsen tekur júst her meira úr kvæðamáli, tá hon sigur: „Aldri vil eg sjá teg brandin bráa“ (ómálfrøðiligur navnháttur av bregða), við samanseting, sum er beinleiðis úr niðurlagnum á Sjúrðarkvæðunum: „brá hann sínum brandi av reiði“. Forvitnisligt er at síggja munin millum báðar týðingarnar av spádómi Andromaku í 3. ørindi. Maria nýtir t.d. tað heldur stirvna „vil“ til at fáa fram málfrøðiliga framtíð; Janus týðir hetta nógv smidligari.

Samanumtikið er týðingin hjá Mariu Mikkelsen trúgvari móti frumtekstinum. Hon er lágmæltari enn tann hjá Janusi, sum eins og alt, ið Janus gjørdi, er ómetaliga ljómmikil. Maria Mikkelsen leggur seg nærri einum normalmáls stíli enn Janus Djurhuus – og Schiller; t.d. tá ið hon letur Hektor siga í øðrum ørindi. „Vívið væna! grát nú ikki longur“, har sum Janus Djurhuus sigur: „Vívið mítt, lat sorg og sútir tagna“ og Schiller: „Teures Weib, gebiete deinen Tränen!“

Heine: Álvasjón

Janus Djurhuus týddi fýra yrkingar eftir Heinrich Heine: „Álvasjón“, seinni nevnd „Gekk í mánalýsi“ („Durch den Wald im Mondenscheine“), 1916, „Úr mínum tárum sprettur“ („Aus meinen Tränen spriessen“), 1918, „Í kvæðisins fjøðurhami“ („Auf Flügeln des Gesanges“), 1922 og „Deyðin – tað er hin svala nátt“ í 1938.

Elst av Heine-týðingum Janusar er „Durch den Wald im Mondenscheine“; á týskum er yrkingin merkt XVI í yrkinga-røð frá I til XXIV við tí felags heitinum „Neuer Frühling (November 1830)“ (H. Heine 1997:333). Týðing Janusar er prentað í Tingakrossi 15. november 1916 við heitinum „Álvasjón. Leysliga úr týskum“, og har er hon sett upp í trý fýra-regluørindi eins og upprunayrkingin. Seinni (Yrkingar, 1923; Yrking í úrvali, 1963 og Yrkingar 1898-1948, 1988) hevur hon altíð verið prentað sum eitt ørindi við átta stuttum reglum og átta longum. Eisini er tað bara í Tingakrossi, at hon hevur tað nevnda heitið, seinni er hon altíð prentað við byrjanarorðunum, „Gekk í mánalýsi, leysliga eftir Heinrich Heine“, sum yvirskrift.

Álvasjón

Gekk í mánalýsi fram við sjóvarstrond,

fagrar komu fjøldirnar, ið byggja álvalond.

Blástu í gullhorn leikandi kátt,

bjallarómur ringdi, og blikastill var nátt.

Sprongdu á fannhvítum hestum yvir grund,

skygdu gyltar skrúðir vítt um fjøll og sund,

sum tá oknir flýggja frá oydnari ong

suður yvir heiðavøtn við fjaðradun og song.

Heilsaði hon mær drotningin og smílkaðist við,

sjáldsamt var tað smílið, tað tók mín hjartafrið –

Var hon unga ástin, ið játtar yndisfund,

ella var hon feigdin, ið boðar deyðastund?

J.H.O. Djurhuus týddi

Álfareiðin

Stóð eg úti í tungsljósi, stóð eg út við skóg,

stórir komu skarar, av álfum var þar nóg.

Blésu fleir á sönglúðra og bar þá að mér fljótt

og bjöllurnar gullu á heiðskírri nótt.

Hleyptu þeir á fannhvítum hestum yfir grund,

hornin jóa gullroðnu blika við lund,

eins og þegar álftir af ísa grárri spöng

fljúga suður heiði með fjaðraþyt og söng.

Heilsaði hún mér drottningin og hló að mér um leið,

hló að mér og hleypti hestinum á skeið.

Var það út af ástinni ungu, sem eg ber?

Eða var það feigðin, sem kallar að mér?

Jónas Hallgrímsson týddi Heinrich Heine

Durch den Wald im Mondenscheine

Durch den Wald, im Mondenscheine,

Sah ich jüngst die Elfen reuten;

Ihre Hörner hört’ ich klingen,

Ihre Glöckchen hört’ ich läuten.

Ihre weissen Rösslein trugen

Güldnes Hirschgeweih und flogen

Rasch dahin, wie wilde Schwäne

Kam es durch die Luft gezogen.

Lächelnd nickte mir die Kön’gin.

Lächelnd im Vorrüberreuten.

Galt das meiner neuen Liebe,

Oder soll es Tod bedeuten?

Henda yrkingin hjá Heine var longu týdd til íslendskt í 1843 (Jónas Hallgrímsson, í tíðaritinum Fjölni). Bera vit saman íslendsku og føroysku týðingina, síggja vit beinanvegin, at tær líkjast nógv, og vit vita, at Janus Djurhuus kendi íslendsku týðingina, tá ið hann gjørdi sína (J.H.O. Djurhuus 1988: 100); men Janus hevur ikki skilað til, at hann hevur styðjað seg til íslendsku týðingina.

Um vit fyrst hyggja at rýtmu og rími hjá Heine og í føroysku týðingini, so síggja vit hjá Heine trý reglulig 4-reglu ørindi við røttum tvíliðum (– •). Hvør regla er fýra rættir tvíliðir. Onnur og fjórða regla ríma, men einki rúm er í fyrstu og triðju reglu.

Føroyska týðingin hevur óregluliga rýtmu, reglurnar eru longri enn hjá Heine og hava allar mannligan útgang, t.e. enda við áherðslustavilsi. Áherðslurnar eru yvirhøvur fýra í hvørji reglu, men ójavnt tal av áherðsluleysum stavilsum – skifti millum rættar tvíliðir og rættar tríliðir (– • •) og støk áherðsluleys stavilsi innímillum. týðingin hevur meira rím enn upprunayrkingin: Fyrsta og onnur regla ríma, og triðja og fjórða regla ríma.

Hyggja vit leysliga at íslendsku týðingini, so hevur hon eisini tað óregluliga talið av áherðsluleysum stavilsum, skifti millum rættar tvíliðir og rættar tríliðir, mannligan útgang í øllum reglum, og rímið er eisini eins og í føroysku týðingini aa, bb.

Líkskapurin millum rýtmu og rím í føroysku og íslendsku týðingini er bara eitt dømi um, hvussu nær Janus leggur seg teirri íslendsku týðingini.

Í føroysku týðingini er vert at geva stavríminum gætur. Tað er ikki í týska tekstinum. Vit kunnu nevna, at í íslendsku týðingini er sjálvandi stavrím eftir ávísum reglum, tí tað var ófrákomandi táttur av íslendskari yrkingarlist fram á okkara øld. Men á føroyskum er tað ikki neyðugt at hava stavrím, yrkjarin kann velja tað sum ein part av kynstri sínum ella lata vera. Stavrímið virkar sum skreyt og tað minnir um kvæðini, orðatøkini og aðra mentan á manna munni. Stavrímið nærkar tískil tekstin føroyskari fólksligari hevd.

Vit skulu nú venda okkum frá tí reint formliga og snúgva okkum til handfaringina av yrkisevninum. Heine setur fram eina sjón, sum er merkt av lættleika og yndi: álvarnir hava smáar bjøllur, hestar teirra eru smáir og hvítir og hava gylt hjartahorn, teir líkjast villum svanum á flogi. Í síðsta ørindi brosar álvadrotningin til skaldið, meðan hon ríður framvið, harmoniin hvørvur, ivin ger vart við seg, og yrkingin endar við spurninginum, antin brosið sipar til nýggju ást skaldsins ella tað merkir deyði. Málið er einfalt, tað skaldsliga liggur í føstu men løttu rýtmuni og endurtøkum, eins og anaforunum í 1. ørindi: „Ihre Hörner hört’ ich...“, „Ihre Glöckchen hört’ ich...“, og í 3. ørindi: „Lächelnd nickte...“, „Lächelnd, im Vorüber-reuten...“. Lýsingarorð eru altíð við til at skapa stíl. Heine nýtir fá og ósamansett, lýsingarorð í hesari yrkingini: ,weisse Rösslein‘, ,güldnes Hirsch-geweih‘, , wilde Schwäne‘ og ,neue Liebe‘.

Føroyska og íslendska týðingin eru báðar orðaríkari enn frumteksturin. Meðan týski teksturin fyrst og fremst er ein persónlig hugmynd, er tað episka og málandi frammarlaga í týðingunum. Í teirri nærri umrøðuni gangi eg út frá føroysku týðingini og dragi bara ta íslendsku inn í støðum.

Beinanvegin í fyrstu reglu hevur føroyska týðingin eina staðartillaging: Staðurin hjá yrkingini er á strondini, ikki í skóginum; viðmerkjast kann, at íslendska týðingin varðveitir her týsku skógarmyndina, og hetta er størsti munurin millum íslendsku og føroysku týðingina. – Vit koma aftur til fyribrigdið staðar-tillaging seinni. – Og meðan Heine sigur, hvat hann sansðaði: og hoyrdi, so loypur týðingin hesa impressionismuna um, er ,rein‘ frásøgn: yrkjara-eg’ið „gekk fram við sjóvarstrond“, og har „komu fjøldirnar“, sum „Blástu í gullhorn“, meðan „bjallarómur ringdi“. V.ø.o. tað var ikki bara nakað, sum skaldið sá og hoyrdi (yvir seg?), men tað var veruleiki; lýsingin er nágreinilig og útgreinað: álvarnir eru nógvir í tali og teir eru vakrir: fagrar fjøldir; teir blástu í gullhorn leikandi kátt, náttin er blikastill. Henda viðmerkingin um veðrið er als ikki í frumtekstinum. Har stendur, at tað er mánalýsi. Tað at føroyski týðarin hevur sett inn, at eingin vindur er, kunnu vit á ein hátt kalla staðartillaging, tí fyri føroyingar er tað helst sjálvsagdari, at tað ikki er stilli, um einki er tilskilað. Viðmerkjast kann, at íslendska týðingin eisini endar fyrsta ørindi við einum orði um veðrið; har er náttarhiminin heiður. Lyndið til lýsa veðrið nágreiniliga er líkt í íslendsku og føroysku týðingini.

Í øðrum ørindi hevur føroyska týðingin samansetta lýsing-arorðið fannhvítur um hestarnar hjá álvunum. Hetta er sama orð, sum íslendska týðingin nýtir og er skaldsligt mál bæði í føroyskum og íslendskum, og óivað hevur Janus lænt tað frá Jónasi. Har sum Heine sigur um hestarnar, at teir flugu, t.e. fóru so lættliga sum hugsast kann, har sigur føroyski týðarin at teir sprongdu; eitt orð, ið merkir at spenna avstað av dýrastu megi, sum boðar meira frá styrki enn lættleika (sbr. Jóannes Patursson: „spreingja... í dans og gleim“). At hestarnir hava hjartahorn er burtur í føroysku týðingini: tann gylti liturin er her í staðin knýttur at einari nógv almennari lýsing av skartinum hjá álvareiðini, har tað stendur soleiðis: „skygdu gyltar skrúðir vítt um fjøll og sund“. Tá ið vit koma til ta einføldu samanberingina hjá Heine við flúgvandi svanir, tá fáa vit í føroysku týðingini fyrst eitt sjáldsamt, skaldsligt orð fyri svanir, nevniliga oknir; og oknirnar ikki bara flúgva gjøgnum luftina sum hjá Heine, tærflýggja frá oydnari ong, og tær flýggja í suðurætt: suður yvir heiðavøtn. Eitt tema, væl kent í føroyskum og íslendskum skaldskapi, sum ikki er hjá Heine, er her komið inn í yrkingina, og tað er mótsetningurin millum tað harða, lemjandi norðrið og tað milda, kínandi suðrið. Tó var síðsta regla í 3. ørindi í týðing Jónasar upprunaliga „fljúga austur heiði...“, men frá og við útgávuni av Ljóðmæli, 1847, av yrkingum Jónasar hevur reglan altíð verið prentað sum her frammanfyri (Jónas Hallgrímsson Ljóðmæli 1941). Eitt ískoyti hjá týðingini er eisini fjaðradunið og songur svananna. Somu handfaring av evninum finna vit í teirri íslendsku týðingini, men uppaftur týðuligari í teirri føroysku, sum hevur flýggja, har sum frumteksturin og íslendska týðingin hava flúgva. Spurningurin í teimum báðum seinastu reglunum hjá Heine „Galt das meiner neuen Liebe“, er í føroysku og íslendsku týðingini broyttur til ungu ástina. Hví? Lýsingarorðini ungur og nýggjur hava í ávísan mun sama merk-ingarkjarna (denotatión), men hava í hesum samanheing-inum sera ymiskar eykamerkingar (konnotatiónir). Heine hevði lyndi til at blanda ein dropa av beiskum í skaldadrykk sín, kanska til at tryggja sær at hann ikki gjørdist vamlisligur; her ger hann tað við tí kanska eitt sindur ókonventionella lýsingarorðinum í „Galt das meiner neuen Liebe“. Hetta lítla pikantarí’ið hevur ikki dámað týðarunum, og teir broyta yrkingina munandi við at velja ástini lýsingarorðið ungur við eykamerkingunum fyrsta, einasta ella sanna ástin, í staðin fyri nýggjur við bergmáli frá fyrri, horvnari ást, kanska sakni og sviða.

Til stuttleika havi eg talt orðini í hesari stuttu yrkingini. Upprunateksturin hevur 58 orð, føroyska týðingin hevur 81 orð og skoytt kann vera uppí, at íslendska týðingin hevur 97 orð.

Í heild kann sigast, at føroyska týðingin líkist meira íslendsku týðingini enn frumtekstinum; hesin líkskapur, sum er bæði í orðavali, rýtmu og evnishandfaring, sæst við fyrsta eygnakast; men í føroyska tekstinum er sjóvarstrondin í mánalýsi og logn komin í staðin fyri skógin í mánalýsi. Samanborin við upprunayrkingina er týðingin longri, hevur margbroyttari lýsingar, nýtir ljómmikil orð, orð sum hoyra til skaldsligu hevdina; eisini við at nýta stavrím nærkar Janus tekstin at tí føroysku hevdini; tann nevndi mótsetningurin millum norður og suður er settur inn. Hetta ger, at yrkingin verður skartmikil, men at staklutirnir kappast um ans lesarans, og eindardámurin viknar samanborið við frumtekstin, har ein lýsing av persónligari upplivan verður givin í fáum dráttum móti døkkari bakgrund. Týððingin er so mikið langt frá týsku yrkingini, at tað er rímiligt, at Janus skrivar „leysliga eftir Heinrich Heine“, eins og tað ikki man vera tilvild, at hann hevur broytt uppsetingina frá teimum fýra einsvorðnu, harmonisku ørindunum hjá Heine, til eitt samanhangandi ørindi, fyrri helmingur við heilt stuttum, seinna helvt við longum reglum. Tað ber væl til at syngja føroysku týðingina við íslendska lagnum, sum nýtt verður til týðingina hjá Jónasi Hallgrímssyni.

Goethe: Yvir hvørjum tindi er ró

Eftir Goethe týddi Janus Djurhuus tríggjar yrkingar, „Erlkönig“ og „Wandrers Nachtlied“ í 1923 og „Wer nie sein Brot mit Tränen ass“ í 1934. Annars var leikrit Goethes Faust týtt til føroyskt 1923-29 (týðari var Louis Zachariassen). Seinni hava aðrir týtt einstakar yrkingar eftir Goethe.

„Wandrers Nachtlied“ man vera ein tann kendasta og oftast týdda lýriska yrkingin í vesturlendskum bókmentum, og týðing Janusar Djurhuus er eitt av brøgdum hansara. Formliga, viðvíkjandi rýtmu og rími, fylgir týðarin frumtekstinum. Í klangi er týðingin eyðkend av alski týðarans til stavrím, og í sjálvari handfaringini av evninum kemur hansara sjálvstøðuga arbeiðslag til sín rætt. Eg nevndi veðurlagstillagingina í Schiller-týðingini og staðarflytingina í Heine-týðingini frá skógi til sjóvarstrond. Í „Nachtlied“ flytur týðarin yrkingina úr teimum týsku skógunum til føroysku sundini. „Die Vögelein schweigen im Walde“ er vorðið til „Blikurin blundar á sundi“. Navnið á blikinum sipar sjálvsagt til kláru svørtu, hvítu og grønu litir hansara; sama rót er í sagnorðinum, „blika“, sum vit nýta um vatn ella sjógv, ið glampar ella skyggir í stillum veðri; vit kunnu siga, at fuglurin við hesum navni er serliga væl valdur til ta kvirru kvøldýsingina. Síðsta reglan, sum fylgir beint aftaná og sigur „burtur í blundi berast vit øll“, gevur í framhaldi av hesum varhugan av, at vit berast inn í svøvnin á stillum streymi, eins og blikurin.

Í tekstinum hjá Goethe er tað hoyrnin, sum er tann virkni sansurin burturav: har er „Ruh“, tú varnast valla „einen Hauch“ (t.e. ,fleyr‘), „die Vögelein schweigen“ – kvirran er lýst við ljóðmálandi orðum; týðingin tekur sjónina aftrat inn í yrk-ingina við tí blundandi blikinum: Vit fáa ikki bara eitt kvirt, frið-sælt kvøld, men eisini eitt ljóst, føroyskt summarkvøld. Spillir tað tað koncentreraða huglagið? Eg haldi ikki. Júst tí orðið „blik-“ talar í senn bæði til hoyrn og sjón. Yrkingin hjá Goethe er endurborin á føroyskum, tað skuldi til, at hon varð umskapað út í æsir, skuldi hon fáa styrkina hjá upprunayrk-ingini. Íslendski yrkjarin Þorgeir Þorgeirsson hevur sagt um at týða, at um ein skaldsligur tekstur er týddur orðarætt, steindoyr hann; í staðin eigur skaldskapurin at sleppa at søkka til botns í sálini hjá týðaranum og svambla har í sínum natúrliga umhvørvi og síðani at verða lagdur upp úr sálarskútuni við soðspóni (þorgeir Þorgeirsson 1993: 89-93) í tulking hansara, og Þorgeir nýtir „Yvir hvørjum tindi“ sum dømi um frágerða væl hepnaða týðing í hesum anda.

Yvir hvørjum tindi 

Yvir hvørjum tindi 

er ró, 

av nøkrum vindi 

valla ljoð Spürest du

villist um vøll.

Blikurin blundar 

á sundi – im Walde.

burtur í blundi 

berast vit øll. 

J.H.O. Djurhuus týddi Gothe

Über allen Gipfeln

Über allen Gipfeln

Ist Ruh,

In allen Wipfeln

Kaum einen Hauch;

Die Vöglein schweigen

Warte nur, balde

Ruhest du auch.

Týdningurin hjá týðingunum

Týskur skaldskapur hevði stóran týdning í Norðurlondum í fyrru helvt av tjúgundi øld, eisini fyri føroyskar bókmentir. Sum Chr. Matras (J.H.O. Djurhuus 1988: 34) hevur bent á, læt Janus Djurhuus seg tilvitað ávirka av Heine; til dømis í yrkingini „Dreymar I og II“, tann fyrra endar: „tá rópti so vilt hon: mín brúdleypsnátt/ at eg hvapp saman, og – vaknaði brátt“, og tann seinna „tín tala er sum gjóstur gjøgnum lund, og tínir kossir kaldir, so eg – vakni“. Samsvarandi er endareglan í „Traumbilder“ hjá Heine: „Und in die dunkle Grabesnacht/ Stürzt’ ich hinein – und bin – erwachet“ (H. Heine 1997: 21-24). – Kærleiksdreymar, har illusiónsbrot ella ironiur alt í einum stingur seg upp; kæti og skerandi háð. Hesar tónar Heines hava bæði Janus Djurhuus og Pól F funnið aftur hjá sær sjálvum og latið seg ávirka av og dyrkað í sínum egnu yrkingum. Pól F hevði eisini ans fyri og fann seg aftur í tí reina skemtinum hjá Heine.

Í Føringatíðindi og Tingakrossi vóru týðingarnar hjá Mariu Mikkelsen eftir Heine og Schiller prentaðar. Í tveimum teimum fyrstu føroysku yrkingasøvnunum birtust týðingar hjá Janusi og Pól F eftir Heine, Schiller og Goethe. Tá var av ikkinorðurlendskum skaldskapi einki prentað á føroyskum uttan hendinga bók úr bíbliuni. Við sínum vali av týðing-arevnum vístu hesi føroysku skald, at tey vildu beina før-oyskan skaldskap inn á ein høgan veg. – Goethes kvøldljóð, „Yvir hvørjum tindi er ró“, kenna allir føroyingar. Tað at vit fingu góðar týðingar eftir týsku stórskaldini í einari avgerandi gróðrartíð í føroyskum skaldskapi, gav sýni inn í ein víðlentan skaldskaparheim, og tað gjørdi, at hesar týðingar fingu varandi týdning. Sum M.A. Jacobsen hevur víst á, er tað ikki av ongum, at seinni yrkjarar hava yrkt kærleiksyrkingar í tónanum hjá Heine, og onkur hevur staðsett sína í landinum hjá Heine („Í Würzburg ringir hvør klokka til fest“, Rikard Long 1920); at enda kannn eisini nevnast, at brot úr leikriti Schillers, Mariu Stuart, varð spælt í Havn í 1963 [1] týðing eftir Tummas N. Djurhuus. Í Songbók Føroya Fólks finna vit eisini hendinga sang, sum Tummas hevur flutt úr týskum.



[1] Margreta Næss í telefonsamrøðu 2.6.1997: Leikmyndin millum Mariu Stuart og Elisabeth drotning úr leikriti Schillers Mariu Stuart varð spæld eitt bókadagskvøld í Sjónleikarhúsinum (30.11.1963). Margreta spældi Mariu Stuart og Kirsten Danielsen Elisabeth. Eyðun Johannessen leikstjórnaði; hann hevði skeið í Føroyum tá, og tær báðar vóru við.