MILLUM UPPLÝSING OG ROMANTIKK

FØROYARÍMAN EFTIR ALEXANDUR WEIHE

Frá tíðini undan tjóðskaparsangunum 1876 og frameftir er ein fosturlandsyrking á føroyskum, Førjaríman eftir Alexandur Weihe, eitt lítið hefti, sum hann sjálvur gav út í Keypmannahavn 1850.

Alexandur Weihe var føddur í Søldarfirði 1825 og fór til Keypmannhavnar at lesa mál. Hann tók tó ikki studentsprógv men las og lærdi seg hópin av málum. Umframt „Førjarímuna“, sum kom út í tveimum uppløgum sama ár, gav hann eisini út bóklingarnarDanske og færøske Samtaler/Danskar og Föriskar samtälir (1846) ogDansk-latinsk Parlør, Orator Danico-Latinus (1849), umframt blaðið Rivejernet og annað.

Blaðið, sum er í lítlum broti, hevur undirheitið „et ugeblad af tragi-komisk og belärende tendenz. Redigeret, uðgivet og forlagt af Alexander Wejhe“. Fyrsta nummarið kom út 20. juni 1850 og leggur fyri við „Bulbideren eller den opretgående porthund ved Vestervold, der ved sin dyrisk-magnetiske kraft formår at hidtrække politiet for at få en lang næse a la Tycho Brahes dag; et bidrag til Københavns mysterier“ - her verður sipað til ta nýskapandi fronsku skaldsøguna Mystéres de Paris, 1843, eftir Eugéne Sue (Isaksen 1992).

Tað er ein ófantaligur speistílur í hesum orðum, eyðkendur fyri tann floym av smábløðum, ið tustu fram í árunum eftir, at danska grundlógin kom í gildi 1849. Prentfrælsið gjørdi, at tað sum so leingi hevði prutlað undir loki, slapp út, ofta sum ærumeiðandi álop á navnnevndar persónar. Bløðini Rivejernet, Människävennen og Folkets Røst hjá Alexanduri Weihe (Chr. Matras 1943) hoyra upp í tann riðilin av gølubløðum – millum onnuir Uglen, Skytten, Rappee, ella hampiligari bløð sum FolketsNisse, Microskopet og tað akademiska Pjerrot – sum blómaðu í 1850-árunum (Kaj Bom 1956).

Alexandur er sum fiskurin í hesum frumhavi prentfrælsisins við øllum tess smáritum og -bløðum, ið vóru uttangarðs ella í jaðaranum á bókmentastovninum. Við bókmentastovninum verður sipað til øll tey tiltøk og skipanir, ið virka rundan um bókmentirnar og bókmentirnar virka í: forløg, prentsmiðjur, útbreiðsluleiðir og -fyritøkur, bókahandlar, ummælarar, skúlar, bókasøvn, virðislønanevndir, úrvalsrit, skúlaútgávur o.a. Bókmentastovnurin ræður fyri, hvat er viðurkent í samfelagnum sum góðar bókmentir og hvønn sess einstøk verk og høvundar fáa.

Yrkingasavn á donskum og fronskum: Weihes Parnas 1851

Í yrkingasavninum hjá Alexanduri, Weihes Parnas (1851), er eingin yrking á føroyskum. Tað mesta er á donskum og fýra yrkingar eru á fronskum – mær vitandi er hetta einasta dømi um, at føroyingur hevur givið út egnar yrkingar á fronskum. Bókin er samansett av 3 heftum, øll útkomin í 1851, og øll við undirheitinum „biografiske, topografiske og lejligheds-digte“. Talan er um tekstsløg, ið blómaðu í 18. øld. Hóast gamaldags og fyrntan form eru yrkingarnar um samtíðarlig evni, t.d. minnisyrking um náttúruvísindamannin H. C. Ørsted, sum doyði 1851, yrkt á fronskum. Summar eru yrktar til kend løg, partvíst beinleiðis eftir kendum samtíðaryrkingum t.d. „Den hjemkomne tapre landsoldat“ eftir bardagasanginum „Den gang jeg drog afsted“ eftir P. Chr. Faber, ið var útkomin á flogseðli 10.4.1848.

Førjaríman1850

Vit skulu hyggja at tí einastu føroysku yrkingini hjá Alexanduri, Førjarímuni frá 1850. Hann gav hana sjálvur út sum bókling í tveimum uppløgum í 1850, í tí seinna eru ymsar smáar broytingar gjørdar. Henda yrking brýtur upp úr nýggjum bæði formliga og innihaldsliga; formliga við at vera fyrsta metriska yrking á føroyskum, innihaldsliga við at vera fyrsta nýføroyska yrkingin, sum ikki er frásøguyrking. Føroyska rættskrivingin hjá Alexanduri stendur nær teirri hjá Hammershaimb, men hevur ymisk egin eyðkenni; herming eftir nútíðaríslendskum sæst t.d. í, at hann skrivar málfræðingur og nýtir orðið verzlunarhús í staðin fyri málfrøðingur. Men málið í Førjarímuni er ikki til umrøðu her; víst verður til Chr. Matras (Matras, Chr. 1982). Her prenta vit yrkingina eftir 2. upplagi:

Førjaríman
ið er
ógviliga stuttlig, spildurnýj ríma
um
Førjar og Føringa
við donskum frágreiningum.

Annað upplàg.
Útgevarinn hevir sjálvur irkt, men førjavinur hevir
mælt honum til tess

Keypinhövn.
Útgivin af Alexandri Veya.
Prentað hjá A. L. Möller
1850.

1 Gomul leiva á hellugrund
Er’ Førjar í Norðhàvi;
Hàr er ei skogv, ei grøna lund,
Men mengur menskur màður.
Hàr er ei flitturstás, ei sús,
Men hug’r og digd í hvörjum hús’,
Og vinátt’ allastàðni.

2 Føriska teir fyr’ innan hurð,
Teir aldrin tí forgera;
Seyða hàva teir góðan skurð,
Sum teir mann treysta gera.
Føring’r heldur seg erpnann mann,
Góður við gud og Førjaland,
Hann’r trúgvur sínum koyngi.

3 Her ljóðar Norðans forna mál
Í átta túsind munnum;
Og mengan táttinn irkti Pál,
Með’n bát hann dróg á lunnum.
Kirkna er bert ókunnumál,
Og eykið bera teir við tol,
Teir hopa betri tíðir.

4 Krambúð í Havninn’ er einans;
Hvör màður hàr má keypa.
Mengur, íð lengan veginn rann
Nakkalengur má leypa.
Ummi Fràkaskip er á vág,
Teir tora einkið sàr har fá;
Fríhandla teir ei tora.

5 Hosnamàður kritar kross á,
‘Lla tekur, pör og troyjur;
Sum hann sigir allt vera má;
Annan veg ei svoygjast.
Føringar fá ei miklan ratt,
Tora ei selja net àf ratt
Monnum, íð er’ útlinzkir.

6 Einginn uttan prengari kongs,
Før’ska verzlunarhúsið,
Torur taka lýsi og torsk,
Og trýstur fólk í grúsið.
Men hevði handlinn verðið fríð’r,
Føringur varð, um júst ei rík’r,
Màður, íð kundi livað.

7 Munn’m vàr hàva viskutan kong,
Eins og Dàna er toynki,
Tegnum á að hjálp’ eina hond,
Og brjóta handlins loynkjur.
Reiðrast Føringar lengt í Nör’,
Teir búgva tó á Fríðriks jörð,
Og hundar teir ei eru.

8 Í Førjum mengur kvæð’ hev’r irkt,
Jànus sum fávur annar,
Íð hann irkjur er ljóst og ‘r mirkt;
Mengan tátt hann sàr kannar.
Hövdu teir gjört hann lærdan mann,
Sendt hann om’n í Dànmerkurland,
Slapp mest’r um Ølenschlègher.

9 Úr Førjum fór málfræðingur,
Teir rópt’ hann Álissandur.
Tá ið hann vàr tràvetraður
Teir hild’ í hon’m vàr gandur;
Teir vizt’ ei hvursu tàð til barst,
Ät ræð’ hann hevð’ að lesa lært,
Tó lært hann hevði einginn.

Formlig nýroynd

Formliga nýroyndin í Førjarímuni liggur í, at yrkjarin roynir eyðsýniliga at hava fasta reglulongd, soleiðis at skilja, at í hvørjari reglu er eitt ávíst tal av stavilsum, t.e. hann roynir at yrkja metriskt. Hetta ger hann eisini í donsku og fronsku yrkingum sínum, Hanus Jákupsson Debes hevði gjørt tað á donskum meira enn 100 ár áður og aðrir føroyingar somuleiðis í yrkingum á donskum. Men Førjaríman er fyrsta varðveitta royndin at yrkja metriskt á føroyskum.

Fast tal av stavilsum í reglum og ørindum var sum sagt eitt nýtt fyribrigdi á føroyskum, tí í kvæðunum er hetta ikki; í staðin hava tey fast tal av áherðslum í hvørji reglu: í ferreglaðum kvæðaørindum eru fýra áherðslur í 1. og 3. reglu, tríggjar áherðslur í 2. og 4. reglu; og í tvíreglaðum kvæðaørindum hava báðar reglur 4 áherðslur. Men áherðsluleys stavilsi kunnu vera færri ella fleiri, og stórur munur á longdini á reglunum er vanligur.

Tann formgevingin av skaldskapi í bundnum máli á føroyskum, sum Alexandur arbeiðir við í Førjarímuni, var langt síðani fullførd í teimum eldru evropeisku skriftmálunum. Hetta er ein broyting, sum hongur saman við, at skaldskapurin losnar frá tí upprunaligu eindini skaldskapi, tónleiki og leiki ella dansi, at skaldskapurin verður skrivaður og at forngrikskur og -rómverskur skaldskapur gjørdist fyrimynd fyri evropeiskan skaldskap í teimum bókmentum á móðurmálunum, ið vuksu fram um og eftir endurreisinina. Sv. M. Kristensen (1970: 2039) skrivar í sínum skaldskaparástøði, at nógv talar fyri at síggja sundurskiljingina millum tónleik og skaldskap sum eitt tekin um andan hjá endurreisnini: Yrkjararnir í endurreisinini settu herming eftir forngrikskum og -rómverskum bókmentum sum fremstu reglu, og tað merkti, at teir yrktu eftir teimum fornu fyrimyndunum, sum teir bara kendu gjøgnum lestur og ikki í teirra upprunaliga tónlistarliga formi – franski Plejade-bólkurin um 1550 er eitt gott dømi um hesa strembanina.

Í tí upprunaligu eindini av skaldskapi, tónleiki og rørslu fær skaldskapurin sín form gjøgnum hinar tættirnar í eindini; teir forngriksu harmleikirnir fingu sín skaldsliga form gjønum tónleikin og sjónleikin í framførsluni; tey føroysku kvæðini fáa sín skaldsliga form, rýtmu og áherðslur gjøgnum stevið, rørslurnar í dansinum, har tað verður stigið fast, fær tað kvødna orðið eisini áherðslu. Uttan dans og tónalag er lítið eftir av forminum á kvæðunum; sum uppskrivaður skaldskapur eru tey gomlu kvæðini sera óreglulig formliga; eitt ørindi kann byrja við hesi reglu: „Tak tú hesa“, eitt annað ørindi í sama kvæði kann byrja: „Tað ið tú hevur í vón hjá tær“; uttan dansin og kvøðingina hvørvur tað sveiggið og spennið, sum gevur hesum skaldskapi fullfíggjaðan form. Í eddukvæðum eins væl og føroyskum kvæðum er tað talið av hæddum ella áherðslum, sum um ræður; tey áherðsluleysu stavilsini verða ikki tald. Sv. M. Kristensen (1970: 34) skrivar um metrisku menningina í bundnum donskum skaldskapi:

Arbejdet med denne versekunst, med at opdyrke et rytmisk liv i en digtningudenmusik (tenjing T.S.) har i tidens løb gennem-gået nogen forandring. Det er forståeligt, at man i den første periode, med og efter renæssancen, især kan mærke anstrengel-serne for at skabe orden og system, et fast grundlag at bygge på. Man stræber efter korrekthed, og sliddet med at få de gen-stridige ord til at holde trit og retning kan f.eks. mærkes i Danmark i det 17. århundrede, noget forsinket i forhold til det syd-lige og vestlige Europa.

Tað gekst striltið at laga danskan skaldskap í 17. øld eftir teimum klassisisku krøvunum. Tað sama var galdandi fyri ta føroysku yrkingina hjá Alexanduri Weihe 200 ár seinni, rætt og slætt tí at føroyskt hevði ikki verið brúkt soleiðis áður.

Hyggja vit leysliga at Førjarímuni, síggja vit skjótt, at tað eru nógvir apostroffar í henni, og teir eru ógvuliga ørkymlandi. Hetta vísir skilliga trupulleikan hjá yrkjaranum við at boyggja málið á fyrsta sinni eftir tí klassisistiska kravinum: við at høgga av hæli og sneiða av tá og skriva „Men hug’r og digd í hvörjum hús“ í staðin fyri „Men hugur...húsi“, fær hann 8 stavilsi eins og ørindislagið krevur; annars verða stavilsini 10.

Hesar strongu reglur leggur Alexandur sær eina við at lúka, tí tær hoyrdu til ta lærdóms- og skaldskaparhevdina, sum hann var skúlaður í. Tað er hugvekjandi, at júst Oehlenshläger, ið Alexandur í yrkingini setur upp sum meginskald, í fyrsta yrkingasavni sínum, Digte 1803 fór burtur frá tí klassisistiska stílinum og innleiddi danskan romantikk m.a. við at herma eftir tí gamla norrøna skaldskapinum, eddukvæðum og øðrum kvæðum við ørindum, ið høvdu skiftandi reglulongd og reglutal, eins og „Guld-hornene“ eru gott dømi um.

Innihaldslig nýskapan

Trý tey fyrstu ørindini í Førjarímuni eru innihaldsliga í samsvari við fosturlandsskaldskapin, sum blómaði í Norðurlondum um hetta mundi. Føroyar, føroyingar og føroyska málið verða nevnd, staðsett og lýst úr tjóðskaparromantiskum sjónarhorni. So koma fýra ørindi við atfinnningum móti einahandlinum, harnæst eitt ørindi um kvæðaskaldskapin, og síðsta ørindi sigur frá stóru málsligu gávum yrkjarans.

Elli

Um landið verður fyrst sagt, at tað er gamalt – tað vanligasta rósandi eyðkennið sum verður ognað føðilondum í norður-lendskum fosturlandsskapi (sbr. „Og gamle Danmark skal bestå..“, „Du gamla, du fria...“. „Eldgamla Ísafold“, og tann nýggjari grønlendski tjóðsangurin „Avgamla landið...“, K. Hoydal týddi). Harumframt verður sagt, at Føroyar eru ein „leiva“, t.e. leivd, á hellugrund. Jarðfrøðiliga er tað rætt, tí sum vit vita, standa Føroyar á norðuratlantsrygginum og vóru í forsøguligari tíð partur av stórum meginlandi. Um yrkjarin hevur havt kunnleika til hetta, ella tað heldur hevur verið sagnalandið Atlantis hann hevur havt í huga, er ikki avgerandi. Tað avgerandi er, at í orðinum „leiva“ fjalist hugsanin um nakað størri, ein varhugi av einari horvnari norrønari „gulløld“, sum Føroyar áttu part í.

Norrøna bylgjan

Tað verður tilskilað, at landið er í Norðhavi, og lýsingin heldur fram við at nevna lutir, sum ikki eru har: skógur, grønar lundir og „flitturstás“, og harvið er yrkingin farin undir óbeinleiðis samanbering við onnur lond. Í tað tjóðskaparliga tilvitið er innbygt tilvit um aðrar tjóðskapir, sum eru ólíkir eins egna, og tann einstaka tjóðin skilmarkar seg í mun til aðrar (B. Anderson 1983: 24). Vit eru ikki longur fyrst og fremst ella bara Guds ella kirkjunnar børn men landsins, og landið má tí fyri okkum vera tað besta landið. Samstundis vita vit, at onnur halda tað sama um síni lond, og tí strembar tann einstaki tjóðskapurin eftir at halda fast við, at hann er serstakur millum aðrar tjóðskapir.

Yvir av tí, sum ikki finst verða sett: reystleiki, dugnaskapur, dygd og vinalag. Á henda hátt verða mild náttúra (skogv, grøna lund) og marglæti (flitturstás) óbeinleiðis umboð fyri veikleika, ódygd og ótrúskap. Tað at javnseta hørð náttúrugivin lívskor og góðar likamligar og andligar eginleikar og øvugt seta vánaligar eginleikar saman við mild lívskor, gongur aftur til mentanarrelativismuna hjá Montesquieu, serliga verkið L’Ésprit des lois, Andi lóganna, frá 1748. Í hesum høvuðsverki, sum skjótt varð kent og umrøtt í Danmark og kom í danskari týðing 1770 – Svabo tekur til Montesquieu í Føroyafrágreiðing síni – lýsir høvundurin lógirnar í teimum ymisku londunum sum treytaðar av grundmuruni í teimum ymisku stjórnarformunum; men grundmuruna í stjórnarformunum førir hann aftur til frábrigdi í teimum náttúrugivnu treytunum, serliga veðurlagið. Hann ger sostatt veðurlagið í Norðurlondum til natúrligt støði undir frælsum fólkaræðisligum stjórnarformum, og øvugt ger hann veðurlagið í Suðurlondum til jørðildi undir einaræðisligum stjórnarformum.

Í Danmark gjørdist tað sveisarin Paul-Henri Mallet, ið fyrstur brúkti hugmyndina um Norðurlond sum ríki frælsisins. Í verkunum Introduction à l’histoire de Danemarc, 1755, og Monuments de la mythologie et de la poésie de Celtes et particulièrement des anciens Scandinaves, 1756, tekur Mallet hugmyndina hjá Montesquieu til sín um, at Norðurlond og Suðurlond umboða ávikavist upprunaligt frælsi og ófrælsi. Verkið hjá Mallet læt ein nýggjan heim upp fyri teimum mentaðu í Evropa, heimin hjá norðurlendskum gudasagnum og skaldskapi. Í enskari týðing frá 1770 vóru gudasagnirnar tongdar at enskari frumsøgu. Og tá ið skotin Macperson gav Ossian út í 1762, var hann kveiktur av Mallet. Týskar týðingar av Ossian 1764 og Mallet 1765 gjørdu, at „tann norrøna bylgjan“ breiddi seg í Týsklandi. Í Fraklandi vísir Mme de Stael í síni evropeisku bókmentasøgu, De la littérature, í 1800 til Mallet, tá ið hon tosar um tað, hon kallar norðurlandabókmentir og sum hjá henni umfata Norðurlond – tey ger hon lítið og einki við – Bretland og Týskland; tey bæði seinastu viðger hon gjølla. Uppistøðan og niðurløgan er, at í norðurlandabókmentum býr kærleiki til dygd og frælsi, men í teimum suðurlendsku, kynstrigari og meira siðmentaðu bókmentunum, lá trá eftir njótan, sum fekk kærleikan til frælsi og dygd at vikna.

Umframt at tann norrøni arvurin av gudasagnum og skaldskapi kom fram í dagsljósið við Mallet, varð í Danmark skrivað norðurlendsk søga. Verkið hjá Ove Malling Store og gode Handlinger af Danske, Norske og Holstenere – føroysk og íslendsk brøgd eru ikki við í bókarheitinum – sum kom í 1777, sigur í smásøguformi frá teimum fyrimyndarligu forfedrunum. Tað var danska einavaldsstjórnin, ið fekk hetta verkið í lag við tí endamáli at fáa til vega eggjandi fyrimyndir. Tað ber illa til at ovmeta tann týdning, sum verkið hjá Malling hevði fyri myndanina av donskum tjóðskaparligum samleika (Dansk litteraturhistorie 4: 309).

Í Danmark gav dyrkanin av norrønari søgu mótvág móti tí týsku ávirkanini í Struense-tíðini. Í føroyskum og íslendskum høpi er støðan onnur; har er tað tann danska ávirkanin, sum skal hava eina mótvág í tjóðskaparligu strembanini. Í føroyskari og íslendskari tjóðskaparstremban verður kjarnaøkið hjá tí „norrønu gulløldini“ tí tað vesturnorrøna økið: Føroyar, Ísland og Noreg, meðan roynt verður at halda serliga Danmark uttan fyri „hetjuklubban“. Sostatt leggur danskur fosturlandsskaldskapur dent á tey „norrønu“ eyðkennini hjá Danmark, lýst t.d. sum einfalt lív, arbeiðssemi fólksins, styrki og trúskapur, og ein blandingur av mildum og hørðum í náttúruni; eyðkenni mótsett hesum verða hinvegin kannað tí stóra útheiminum sunnanfyri. Men í føroyskum (og íslendskum) fosturlandsskaldskapi hevur Danmark ofta júst leiklutin sum tann stóri suðurlendski útheimurin og er tann neiligi samanberingartátturin. Hetta forðar ikki fyri, at teir donsku kapparnir, sum vórðu útbreiddir í Føroyum gjøgnum útgávur av donskum vísum, framvegis livdu við sítt fríska lív á manna munni.

Førjaríman sipar ivaleyst til donsk viðurskifti við orðunum „skogv“, „grøna lund“ og „flitturstás“ í tí noktandi javnsetingini við føroysk viðurskifti.

Hugmyndin hjá Montesquieu um ávikavist norðurlendsk og suðurlendsk lyndis- og samfelagseyðkenni verður sostatt trengri og trengri tulkað, tess longri norður vit fara: Bókmentasøgan hjá MmedeStael hevur Týskland og Ongland sum umboð fyri frælsiselskandi og siðiligar norðurlandabókmentir. Í tí donsku tjóðskaparhevdini gongur suðurmarkið fyri tí norrøna í hægsta lagi so langt sum til at rokna gamalt danskt land í Suðurjútlandi uppí; Ongland telst ikki við, men Noreg er týdningarmikið fyri danska sjálvsfatan og partvíst Ísland gjøgnum fornbókmentirnar. Í føroyskari tjóðskaparyrking er tað norrøna ofta avmarkað til tað vesturnorrøna.

Málspurningurin nemur land í føroyskum skaldskapi

Triðja ørindi í Førjarímuni byrjar „Her ljóðar Norðans forna mál/ Í átta túsind munnum“ – hetta var fólkatalið um 1850 – men í 2. ørindi stendur, at tað er bara heima við hús, tað ljóðar; afturfyri vilja føroyingar aldri lata tað týnast har: „Teir aldrin tí forgera“. Kirkjumálið sigst vera fremmant, eitt ok, ið føroyingar bera við toli í vón um betri tíðir. Tað danska kirkjumálið verður sostatt her skilmarkað sum fremmant, mótsett „Norðans“ forna máli, føroyskum.

Sjónarmiðini um føroyskt mál, sum her koma fram, eru nær skyld teimum, sum V. U. Hammershaimb setti fram seks ár frammanundan (Sven Grundtvir 1978) móti, at stættatingið í Roskilde fyrireikaði seg til at samtykkja lóg um danskt sum undirvísingarmál í Føroyum; grundgevingin fyri lógini bygdi á ta skeivu hugsan, at føroyskt var eitt danskt málføri. Hammershaimb skrivaði m.a.:

Dansk har i omtrent 300 Aar været paatrængt Færingerne baade som Kirke- og Retssprog ... Og med alt dette staaer det Danske endnu som et fremmed Sprog for Færingerne

Svend Grundtvig, 1978: 85-86

Við hesum hvøssu orðunum ger Hammershaimb orðini hjá Napoleon Nolsøe til síni. Napoleon skrivaði føroysk kvæði upp, meðan hann las til lækna í Keypmannhavn. Í formælinum til 1. bind skrivaði Napoleon í 1840 m.a.

... okkara føroysku tungu; hon hevur hildið seg higar til dags so rein og óblandað,... tóat tann danska tunga hevur verið okkum páskotrað meira enn 400 ár.

/.../ Tí væl er tað sannheit, at teir flestu Føroyingar kunnu nøkurlunda týða ta donsku tunguna, men fáur er tann, ið kann tala hana rætt, og aldri blívur hon talað millum mann og mann, tí tann ið vildi roynt tað, mundi, sum rætt var, verið hildin fyri gjøldur

M. A. Jacobsen 1921: 34

Hammershaimb hevði lænt kvæðabókina frá Napoleon í 1844, sama ár sum grein hansara 19. desember stóð í Kjøbenhavnsposten, og ávirkanin frá formælinum hjá Napoleon er týðulig. Eisini orðini hjá Napoleon um, at føroyingar, sum talaðu danskt við aðrar føroyingar, høvdu verið hildnir fyri gjøldur, finna vit aftur í greinini hjá Hammershaimb:

...i det private Liv vil det Færøiske endnu i lange Tider ikke kunne fortrænges af det Danske, om Skolebørnene endogsaa i de 6 Timer af deres Skoletid skulle undvære at høre de hjemlige Toner; hidtil har den Færing, som ved sin Tilbagekomst fra Danmark ikke talte sit Modersmaal, stedse været foragtet; saa-ledes vil det vist ogsaa blive Tilfældet med de Børn, som ville indføre i det huslige Liv det Sprog, de vænnes til at tale i Skolerne.

Svend Grundtvig 1978: 86

Hammershaimb heldur í grein síni, at føroyingar hava vant seg við, at kirkjumálið og skriftmálið eru eitt annað enn talumálið, og hesum hava føroyingar funnið seg í. Samsvarandi sigur Førjaríman, at føroyingar bera okið við toli. Men, sigur Hammershaimb...

skal det Færøiske gjøres til en større Træl, end det hidtil har været, da kan jeg ikke troe Andet, end at Færingerne ville komme til den sørgelige Erkjendelse, at man har til Hensigt med Magt at udrydde et... saa dyrebart og helligt Klenodie som Modersmålet maa være dem.

Svend Grundtvig 1978: 86

Bæði Hammershaimb og Førjaríman leggja dent á, at føroyingar tilvitað vilja halda fast við føroyskt mál í dagliga lívi sínum. Somuleiðis leggja báðir áherðslu á, at kirkjumálið er danskt – fremmant. Men tað er ein munur á, hvat teir siga um hugsan føroyinga um tað danska kirkjumálið. Sambært Hammershaimb hava teir vant seg við tað, men sjálvur tosar hann um „det forviklede i det Forhold at have et andet Skriftsprog end det, de tale“ (Sv. Grundtvig 1978: 86), og mergurin í framløgu hansara er, at um danskt verður lógarfest sum undirvísingarmál, fara føroyingar at kenna seg órættaðar, meðan teir ikki gera tað, sum støðan er. Nevnda lóg („Provisorisk Reglement“) kom í gildi í 1845, men varð tikin úr gildi aftur í 1854. Lógin var tí í gildi, tá ið Førjaríman varð yrkt; hon nevnir tó ikki undirvísing ella undivísingarmál, men bara kirkjumál og er víðgongdari enn Hammershaimb, tí hon sigur, at fólkið ber okið við toli, men í vón um betri tíðir; sambært Førjarímuni hava føroyingar eina vón um føroyskt kirkjumál.

Ein roynd var gjørd 30 ár frammanundan at útvega føroyingum bíbliulesnað á føroyskum. J. C. Schrøter, sum fyrst í 19. øld var einasti prestur barnvaksin í Føroyum, vendi sær til Danska Bíbliufelagið og beyð sær til at týða Nýggja Testamenti til føroyskt. Úrslitið var, at hann týddi Mattheusar evangelium, Bíbliufelagið gav tað út 1823, og tað varð latið hvørjum húsarhaldi í Føroyum. Tað hevur ofta verið sagt og skrivað, at fólk ikki tóku væl ímóti týðingini. Elsa Funding hevur tó sett fram próvgrundir fyri, at kanska hevur eftirtíðin gjørt ov nógv burtur úr hesi illvildini; t.d. spyr Elsa, hvussu tað ber til, at einki er eftir av øllum upplagnum av týðingini, og svar hennara er, at hon hevur verið lisin og slitin upp á svaðasvørði. Svend Grundtvig helt í 1845, at fjøldin av føroyingum, um tey vóru spurd, neyvan høvdu ynskt sær føroyskt í kirkjurnar í staðin fyri danskt. Tað sum hann krevur er, at tað ikki frá danskari síðu verða lagdar forðingar fyri menning av føroyskum máli. At „den nationale Sans“ er vaknaður í Føroyum hesa tíðina, heldur hann vera lítið trúligt og greinir hetta við at bera saman við siðaskiftistíðina:

der gives Exempler nok paa slige Følger af en længe fortsat unaturlig Tilstand, der fra den haarde Nød bliver en kjær Vane. Det skurrede vistnok ved Reformationstiden i mangen gudfryg-tig Mands Øre at høre Evangeliet oplæse, Psalmerne synges og Bønnerne holdes paa sit Modersmaal, og ikke som førhen paa det fremmede Sprog han kun halvt eller slet ikke for-stod;/.../

Svend Grundtvig 1978: 77

Samanlagt er tað mangt, ið bendir á, at orðini í Førjarímuni um kirkjumálið ikki svara til hugbuððin í Føroyum um 1850. Tað vóru í veruleikanum ikki sum í yrkingini fyrst og fremst kvæðayrkjandi bøndur og útróðrarmenn, sum ynsku eftir at víðka virkisøkið hjá føroyskum máli. Heldur vóru tað føroyskir studentar og lærdómsmenn, sum bóru hetta ynskið, menn sum høvdu lisið hægri lesnað og dvalst uttanlands: J. C. Schrøter, Napoleon Nolsøe, V. U. Hammershaimb og yrkjarin sjálvur – Alexandur Weihe. Hesir menn vóru allir nógv ávirkaðir av norðurlendskum tjóðskaparromantikki. Áhugin hjá donskum vísindamonnum fyri norðurlendskum fornminnum var avgerandi fyri innsavningararbeiðið hjá Napoleon Nolsøe og V. U. Hammershaimb. Norðurlendska rørslan, kallað Skandinavisman, vildi styrkja ta norðurlendsku eindina. Svend Grundtvig helt, at Norðurlond og serliga Danmark áttu at stuðla føroyskum tjóðskapareyðkennum. Hammershaimbs stavseting, ið varð gjørd undir ávirkan frá donskum og íslendskum málfrøðingum, hevði sum eitt týðandi stevnumið at lata tær føroysku málkeldurnar upp fyri vísindunum, og Chr. Matras kallar hana eitt gott dømi um andan í teirri norðurlendsku rørsluni (Chr. Matras 1958:82).

Atfinning móti einahandlinum

Førjaríman tekur aftur í aftur atfinningarnar móti einahand-ilsokinum, sum vit kenna frá táttinum Lorvíks Páll eftir Sjóv-arbóndan, men fyrst og fremstFuglakvæðinum yngra eftir Nólsoyar Páll. Meðan Fuglakvæðið er allegori, so setur Førjaríman atfinningarnar fram uttan nakra innballing í rúsinum eftir at prentfrælsið var ásett. Livandi lýsir hon loyniskipið, tann harða „hosnamannin“, sum velur og vrakar hosur og troyggjur og kritar kross á vrakvøruna, kongliga handil sum trýstir fólk „í grúsið“. Hann setur sína vón til kong, ið eigur at hjálpa tegnum sínum, eins og Fuglakvæðið hálva øld fyrr vónaði at fáa rættvísi frá „ørnini“. Í Danmark var tó fólkaræði komið í 1849, og tað var sum fólkatingsmaður og blaðmaður, at Niels Winther um hesa tíðina stríddist fyri føroyskum fólkaræði og fríhandli.

Alexandur talar fyri fríhandli, men Førjaríman er ikki heilt dagførd, tá hon sigur, at handil er bara í Havn, tí okkurt var hent, síðan Nólsoyar Páll var á døgum, og fyrsti úthandilin hjá einahandlinum kom í 1836. Fríur handil við Føroyar fyri allar tjóðir og frítt at hava handil í Føroyum fyri øll, ið her búðu og høvdu handilsloyvi, var ásett í 1856 eftir lóg, sum løgtingið viðmælti og landstingið samtykti.

Førjaríman hevur verið gloymd. Eftir tey tvey uppløgini, sum Alexandur sjálvur stóð fyri, kom hon ikki á prent aftur fyrr enn í 1982, tá ið Chr. Matras ljósprentaði útgávuna í fyrra upplagi 1850 í eini lítlari grein hann skrivaði um málið í yrkingini (Chr. Matras 1982: 16-18). Men ein sterk ábending er kortini um, at Førjaríman hevur verið kend og havt ávirkan. Tað er tann langa, kenda yrkingin „Monopolhandilin í Føroyum“ eftir Kvívvíks Jógvan, sum byrjar við orðunum „Lýð’ á ljóðið, lýð’ á ljóðið, Føroya fólk so blíð“ og stóð í Fuglaframa 22.4. – 27.5 1902; hon var tá 42 ørindi, seinni var hon stytt. Tað tykist, sum tey fýra ørindini hjá Alexanduri (4.-7. ør.) um handilin eru støðið undir yrkingini hjá Kvívíks Jógvani, sum dýpir og fer gjølligari um evnið; men evnistættirnir í umrøðuni hjá Alexanduri um handilin eru allir við hjá Kvívíks Jógvani. Umframt tann stóra longdarmunin á yrkingunum báðum er eisini tann munur, at Førjaríman er ein lýsing, men "Lýð' á ljóðið" er ein søga í bundnum máli.

Meting av føroyskum skaldskapi og lærdómi

Føroyskur skaldskapur er umrøddur í 3. og 8. ørindi. Í fyrra førinum er talan um skaldskap sum part av gerandislívinum, og talan man vera um Nólsoyar Páll, tá ið sagt er „Og mengan táttinn irkti Pál,/ Með’n bát hann dróg á lunnum“. Í seinna førinum nevnir hann eitt annað skald, nevniliga Sjóvarbóndan, sum høvuðsskald millum onnur:

8. Í Førjum mengur kvæð’ hev’r irkt,
Jànus sum fávur annar,
Íð hann irkjur er ljóst og ‘r mirkt;
Mengan tátt hann sàr kannar.

Í seinnu helvt av ørindinum kemur fram ein forvitnislig óbeinleiðis meting og fyrivarni:

Hövdu teir gjört hann lærdan mann,
Sendt hann om’n í Dànmerkurland,
Slapp mest’r um Ølensjlègher.

V.ø.o. metir Alexandur, at Sjóvarbóndin hevði rokkið longur sum skald, ja, hevði farið fram um danska tjóðskaldið Oehlenschläger, hevði hann verið sloppin burtur at ganga í skúla. Alexandur heldur, at skúlalærdómur er neyðugur til at røkka allan vegin í skaldskapi. Hetta kemur eisini fram í, at Førjaríman hevur skrivligan skaldskap sum formliga fyrimynd. Tað er áhugavert, at bæði tey føroysku skaldini, sum Alexandur nevnir við navni, høvdu funnist at einahandlinum eins og hann ger sjálvur.

Seinasta ørindi er sjálvsmyndin hjá Alexanduri. Hann metir seg ikki at vera skald men málfrøðingur, og hann lýsir seg sum málsligt flogvit:

Tá íð hann vàr tràvetraður
Teir hild’ í hon’m vàr gandur;
Teir vizt’ ei hvussu tàð til barst,
Ät hann hevð’ ræð’ að lesa lært,
Tó lært han hevði einginn.