Jóanes Nielsen er føddur í 1953. Hann gekk í barnaskúla í Havn og varð síðani sjómaður og arbeiðsmaður. Hann var 25 ára gamal, tá ið fyrsta yrkingasavn hansara kom út.
Tað eru yrkingasøvn hansara, ið eru til umrøðu her.
Gjøgnum seinnu helvt av 1960-árunum og 70-árunum vann róttøkin hugsan úr 19. øld um samfelagið og einstaklingin fram aftur. Marx og Freud vórðu granskaðir á universitetunum og nýttir sum fatanarramma í samfelagsvísindum og bókmentafrøði. Men ikki bara teoriin; hetta var eisini tíðin, tá ið nýggjar rørslur skipaðu seg, sonevndar grasrótarørslur: nýggja kvinnurørslan, sum skipaði seg í reyðsokkarørslu, nýmarxisma í sosialistiskar felagsskapir undir ymiskum merkjum, og anarkisma. Stór fjøld av fólki tók lut í hesum rørslum í Vesturheiminum, og eisini í Føroyum tóku fylkingar og felagsskapir seg upp. Teoriir vórðu tulkaðar, bøkur og bløð útgivin til at fyrireika framtíðina undir nógv rættvísari samfelagsskipan. 1. mai og 8. mars kyknaðu uppaftur í sínum upprunaliga veldi. Heima við hús varð kravt frælsi og javnaður. Kollektiv vórðu stovnað. Tann brátt væntaða og neyðuga kollveltingin skuldi ikki bara vera í politiska lívinum og arbeiðslívinum, men eisini í tí persónliga lívinum. Tey menniskjansligu evnini og virðini skuldu koma til sín fulla rætt, frígjørd frá kapitalistiskari firring og lutgering við tað, at tey, sum skapa samfelagsligu virðni, tóku ræði yvir framleiðslutólunum.
Mentan og list – bókmentir, sjónleikur og tónleikur – tóku eisini støði í hesum hugsjónum.
Yrkingasavnið Trettandi mánaðin (1978) hevur røtur í hesum hugsjónum. Eldri sosialistiskur skaldskapur í bundnum máli er til á føroyskum; ein tann kendasti sangurin av hesum slag er „Brátt lýsir í eystri“, sum Kristin í Geil týddi úr donskum í 1899, og H.A. Djurhuus og M.S. Viðstein yrktu eggjandi sangir um og til lønararbeiðaran og arbeiðararørsluna, tá ið arbeiðarafeløgini vóru ung tíðliga í 20 øld. Av næstu undanmonnunum hjá Jóanesi millum føroyskar yrkjarar er tað fyrst og fremst Rói Patursson, sum hevur yrkt lov og minnisyrkingar, serliga um „alheimsarbeiðaran“, í fyrsta savni sínum (1969) og íÁ alfaravegi (1976), men eisini Kári P á plátuni Vælferðarvísur (1979).
Í Trettanda mánaðanum er høvuðstemað stættasamfelagið í Føroyum úr sosialistiskum sjónarhorni. Í fyrstu yrkingini, sum eitur eins og bókin, er „trettandi mánaðin“ sýmbol fyri kúgan og máttloysi arbeiðaranna, men til endans eisini fyri utopiina. Tað óveruliga í sjálvum hugtakinum „trettandi mánaðin“ er í ávísari andstøðu við tað annars gerandisliga og ítøkiliga evnið og handfaringina av tí; hesin dreymkendi tátturin, sum soleiðis kemur fram fremst í fyrsta savninum, vindur upp á seg í seinni søvnum Jóanesar.
Í samsvari við marxistiska hugsan hanga allir tilverutættir saman; soleiðis í yrkingini „Mín kærleiki er rokin“ um tvey ung, sum avbyrgja seg í parsambandinum, til kærleikin kódnar, og yrkjaraeg’ið skilur, at „fyri at liva saman / má ein liva fyri felagsskapin...“, ella sum stríðsrópið hjá reyðsokkum og nýmarxistum ljóðaði í 70-árunum: tað privata er politiskt. Fleiri av yrkingunum snúgva seg um hendingar í stættastríðnum í Føroyum, t.d. „Brot úr Føroya søgu“ og „Yrking vígd útróðrarmannaverkfallinum 1975“. Yrkingin „Farvæl” vendir sær til Gud og boðar frá, at menniskjuni fara at loysa sínar trupulleikar sjálvi; henda yvirlýsing er eisini í samsvari við ta marxistisku materialismuna, sum sigur, at menniskjan sum arbeiðandi vera og samfelagsvera skapar sína egnu søgu. Arvurin eftir Mikkjal á Ryggi verður tikin upp í ítøkiligum lýsingum av handaligum arbeiði í samtíðini, sum er hámett, tí tað skapar nýtsluvirði, ið nøkta menniskjaligar tørvir.
Í hesum savni kemur sum nevnt eisini fram ansur fyri øðrum enn tí ítøkiliga. Í „Brævi frá einum huldumanni” er huldumaðurin, sum hevur orðið, persóngerð fyri alt tað, sum samfelagið á hvørjum sinni fjónar og noktar at viðurkenna sum veruleika, eitt nú vegna trúgv, politiska sannføring ella kynssamleika; í stættaperspektivinum hjá yrkingini hoyra ræðslan og hatrið, sum fólk leggja á „huldumannin“, teimum kragaklæddu og múgvandi til, ið noktaðu fólkinum bøkur og jørð og „lótu tykkum kryplast í armóð.“
Yrkingarnar eru rættiliga prosakendar og hava fría rýtmu og ikki endarím, uttan yrkingin „Brot úr Føroya søgu“; umframt sundurbýtingina í – ójøvn – ørindi gera ávísar endurtøkur, at teksturin brýtur frá prosa. Útsøgnin er ofta í tiltaluformi. Einrøðuna hjá einum inntonktum lýriskum eg’i finna vit ikki her, nei, yrkjaraeg’ið hevur boð at bera, og hann vendir sær til tann ella teirra, sum boðini eru ætlað: arbeiðarastættina, kapitalistarnar, Gud, unnustuna – og nýføðingin, sum er uppfyllingin av ætlan lívsins; eins og flogseðilin, sum navnið á einari yrking ljóðar, stíla yrkingarnar ímóti at geva greið og eintýdd boð og leiðbeiningar í stættastríðnum.
Pinnabrenni til sosialismuna (1984) er, sum navnið sigur, eisini yrkt út frá sosialistiskum hugsjónum, eitt lítillátað navn kann tað tykjast, men lítil neisti birtir ofta stóran eld, og bál kunnu bæði verma og oyða. Framvegis er tað tann føroyska nútíðin, sum er evnið í yrkingum, sum flætta tað samfelagsliga og persónliga saman. Aftasta yrkingin, „Til Føroya“, er ognað einum vinmanni. Hon er long, røkkur um seks síður, og er í senn ein sera atfinningarsom yrking um samtíðina og ein innilig kærleiksyrking til Føroya. Heitið sítt hevur hon í felag við nógvar føroyskar yrkingar, m.a. „Til Føroya I, II og III“ eftir Janus Djurhuus frá 1903, við yrkingunum „Situr tú seggur í oyðini høll“, „Fagrir eru stórverksdreymar“ og „Krúpandi er lívið mans“, allar sera dapurskygdar og afturlítandi. Fyrstu reglurnar í yrkingini hjá Jóanesi tíðarseta ‘landnám’ hansara í Føroyum: „5. apríl 1953 / nomu varrar mínar fyrstu ferð Føroyar. / Bróst, tambað við flógvari mjólk, / heilsaðu tí nýborna vælkomnum.“ – Reglurnar vísa við orðalagnum til ta kendu „Tá ið teir sóu landið“ eftir H.A. Djurhuus (1950), har 2. ørindi byrjar við orðunum „Tá ið teir nomu landið“. Í yrkingini eru eisini fýra umskrivandi endurtøkur av orðunum „Eg fann teg...“ í yrkingini hjá Chr. Matras um málið, „Eg fann teg í kvæðum“ (1938); hjá Jóanesi ljóðar tað „her fann eg teg mítt føðiland...“, og tað, sum „her“ sipar til, er samvera við fólki í stríðnum á sjógvi og landi, í trúskapi, sorg og sakni. Á henda hátt skiftir yrkingin hjá Jóanesi orð við tær hjá Janusi, Hans Andriasi og Chr. Matras, endurnýggjar føðilandsyrkingina frá afturlítandi hetjudyrkan til nútíðar arbeiðarayrking.
Tjøraðu plankarnir stevna inn í dreymin (1985) hevur pappírsklipp eftir William Heinesen uttaná. Ovast á myndini síggjast radarar, andlitsleysir menn í uniformi, og undir teimum hattaklæddir harrar og frúur við lítið sigandi profilum, ið venda sær sama veg sum teir eyðkennisklæddu. Stórir hvítir fuglar stevna sama veg. Niðast á myndini eru tvey smílandi andlit av gentu og dreingi, sum venda sær beint fram móti áskoðaranum: fólkið. Myndin skal síggjast út frá tí sterku fólksligu mótstøðu, sum eisini í Føroyum var móti vápnakappingini millum heimsveldini USA og Sovjettsamveldið miðskeiðis í 80-árunum. Virkin føroysk friðarrørsla mótmælti, at Føroyar gjøgnum Nato vóru uppi í dubbingini, og løgtingið gjørdi samtykt um Føroyar sum atomvápnafrítt øki.
Skipsmyndburðurin „Tjøraðu plankarnir“ vísir nostalgiskt til eina farna tíð; men dreymakósin hjá plankunum er fleirtýdd, tí dreymur kann vera flýggjan og mótsetningur til veruleika, men er eisini lívsneyðugt gróðrarlendi fyri sálina.
Í Tjøraðu plankunum er fyrsta yrkingin trý ørindi við stórfingnari stevnuskrá fyri, hvat yrkjarin ætlar yrkingar sínar at vera. Í triðja og seinasta ørindinum eru hesar skilmarkingarnar, sum allar benda í ymsar ættir, men hava tað í felag, at talan er um nýtsluvirði av ymiskum slagi, myndaliga sæð: tilveruligt, samfelagsligt, persónligt og at enda eisini listfrøðiligt virði:
Yrkingarnar eru rekar.
Viðarbular riknir inn á grýtutar strendur.
Heilivágur hjá sorgini.
Spreingiknøttar móti maktini.
Saltið í rúkandi døgurðapottum.
Yrkingin „Framvegis reikar deyðin“ hugleiðir um tey vísindaligu og tøkniligu framstigini, sum geva nútíðini so stórar fyrimunir í stríðinum fyri lívinum og móti sjúkum og vanlukkum afturímóti fortíðini, men vísir eisini á, at framstigini verða nýtt til at tryggja teimum fáu vald og kúga tey nógvu. Sjónarhornið er altjóðaligt, bæði tá ið tað snýr seg um tað lívsjáttandi: „... Ein ókúgandi vilji / syngur tvørtur um høvini.“ – og tá ið tað snýr seg um týnandi virksemi: „... Men framvegis reikar deyðin um okkara gomlu jørð. / Ikki við líggja. / Men á gummihjólum / í flogførum / umborð á herskipum / bíða teir eftir boðum yvir fjarritaran.“ Eins og í teimum báðum fyrru søvnunum er høvuðsevnið mótmæli móti eyðvaldi, hervaldi og teimum andligu og vísindaligu stovnum, ið tæna teimum.
Naglar í jarðarinnar hús (1987) byrjar við yrkingini „Heilagt verði“. Hesi hátíðarligu orð úr fyrstu bøn í faðirvár eru her knýtt at ymisligastu fyribrigdum, sum geva lívinum virði, skiftandi millum tað smáa, ítøkiliga – naglabandið, eygnalokið – og tað víða, óítøkiliga – vreiðina, sum smildrar bankarnar – í halgan av og tøkk fyri ávísar úrvaldar partar av skapanarverkinum, t.d.: „Takk fyri... / pappírið, ið boðaði frá deyða Francos“, og: „Heilagir verði tápulingarnir, ið fingu Marx at hugsa.“
Í yrkingini „Spøkilsir“ (bls. 9) kennir yrkjaraeg’ið seg sum í einum spøkilsishúsi, har hann er útsettur fyri øllum heimsins fyrrverandi og verandi sorgum, neyðum og hóttanum, hann er „slagin av fremmandum tárum“, v.ø.o. er hann eitt offurlamb, sum ber sorgir og neyðir annarra, eins og Jesus. Úr Bíbliuni kenna vit orðini: „Men nú verða tey verandi trúgv, vón og kærleiki, hesi trý, men størstur av teimum er kærleikin“ (Fyrra Kor. 13.13). Í „Spøkilsum“ eru tey broytt, uttan kærleikin, sum stendur í miðjuni: „Uppreisturin, kærleikin og frælsið / tey trý heilagu orðini / vásaklødd / lukta av sliti og erligheit. “
„Góða ikki gráta“ (bls. 13-14) er løgd í munnin á einum felagsnevnara fyri føroyska arbeiðaran gjøgnum øldirnar, byrjandi í nútíðini, men síðan rekjandi søgu sína:
Tað var eg, sum hevði róðurtørn umborð á Royndini Fríðu,
velti hjá Jóannesi Bónda,
atkvøddi fyri loysing
Kemur so aftur til nútíðina, fyrireikingina til framtíðina og eina sannkenning, ið er lítið lystilig:
Í túsund ár havi eg skammast, undirlutakenslurnar tjúkkar sum ketur av jarni.
Endar kortini við uggandi orðum, sum ikki eru heilt sannførandi, eftir tað, sum komið er:
Lat tey eiga stásið,
vit eiga jørðina.
Kollvelting er framvegis endamálið, men tað hevur flutt seg longri burtur, uppskriftin liggur ikki longur í vindeyganum, verkføll koma og fara; men, „nýggj verkføll buldra niðri í ókendum gosfjøllum“, v.ø.o., vit kenna ikki fortreytirnar fyri komandi verkføllum og mugu liva við óvissuni um, hvussu leikur fer; sligið verður fast um privatkapitalistiska samfelagið og nú eisini heimastýrisskipanina – orðini ljóða sum gamalt stev:
Tað er vandamikið at spæla blindabukk við peningavaldið
skaðiligt hjá fólki at ganga í fjøruti ára gomlum blæum
sum frá líður eitt brotsverk at góðtaka privata ognarrættin.
Kirkjurnar á havsins botni , 1993, vísir við heiti sínum til tað duldarfulla og heilaga. Jóanes Nielsen hevur frá fyrsta yrkingasavni sínum sagt seg úr felagsskapi við teir kragaklæddu og prædikumenninar og hevur sagt Gudi sum ‘stovnsleiðara’ farvæl. Men tað ókirkjuliga heilaga hevur kortini verið til staðar, og her eru „undirsjóvarkirkjurnar, ið standa og skína niðri á botni. / Prædikur sum ongantíð sluppu framat...“ eins og ein fráboðan og áminning um tað undurfulla, lívskensluna og skaldskapin.
Í savninum eru politiskar kjak- og speiyrkingar, onkur lýrisk yrking, hugleiðandi frásøguyrkingar, yrkingar til holdsliga kærleikan, flættaðar saman við kærleiksyrkingar til Føroya. Enn verður tikið avgjørt til orðanna, fyri hesum og móti hinum. Her, eins og áður, talar í flestum yrkingum Jóanesar eitt ‘eg’ ella ‘vit’, sum er nær knýtt at yrkjaranum og knýtir saman tær ofta víðfarnu assosiasjónirnar á ein hátt, sum minnir um Walt Whitman. Í „Til Føroya“ (Pinnabrenni..., bls. 24) legði hann fyri við at nevna føðingardag sín; í „Banka rust av misfarnum vónum“ ( Kirkjurnar..., bls. 39-42) nevnir hann seg sjálvan við navni: „... Kongaríkið Jóanes Nielsen / er eitt opið land“, aldur sín: „... Á logginum standa míni 40 ár“, og nøvn, bæði á fólkum úr privatlívinum hjá yrkjaranum og á almennum persónum, verða nevnd.
Kærleiksyrkingin til Føroya, „Banka rust av misfarnum vónum,“ er merkt av búskapar-, samfelags- og hugmyndakreppuni í 90-árunum. Yrkjarin biður fyri fólkum, ið hann er góður við, og fyri tí góða í lívinum. Hann vendir sær ikki móti kapitalistum, men biður fyri teimum vinnulívsfólkum, sum „hugsa um føðilandið, / og ikki bara hugsa um sínar tarmar og penganna / glámlýsi.“ – Upploysnin av Sovjettsamveldinum í 1991 ger vart við seg í orðunum: „Kommunistisku medaljurnar endaðu sum gamalt jarn.“ Leiðin, sum yrkingin til endans vísir á, er at virka positivt í tí dagliga „millum systrar og brøður“, tónin er kristiligur, og at enda bjóðar yrkjarin seg eisini religiøst-metafýsiskt fram sum offur fyri Føroyar: „Kola meg til øsku um tað er tað sum skal til...”.
Yrkingasavnið Pentur kom í 1998. Pentur setur tú í tað, sum skal heftast saman í skundi, eitt plagg, ílat ella eitt sár; heitið kveikir hugsanarsamband við bæði sorlið í Sovjettsamveldinum og í Føroyum: skrædlini gera, at hugmyndaheimurin hevur pentur fyri neyðini. Hvat stendur so eftir? Tey yvirskipaðu evnini lív og deyði bjóða seg fram, serliga tað seinna, og ramma savnið inn: Fyrsta yrkingin er um deyðan, ið ikki er ein beinagrind við líggja, eins og í miðøldini, men ein nútíðarligur harri í hatti, sum gevur síni boð úr einari telefonboks. Tann seinasta er um lívið, sum kemur úr ongum og hvørvur aftur í einki og bara er „júst tað, sum tað er“ – og eitt lítið sindur aftrat. Eisini í hesum savninum kemur yrkjarin fram í egnum navni – ímyndar sær, at ein gøta verður uppkallað „Jóanes Nielsen stræti“, eftir sær. Her eru prátandi frásøguyrkingar, sum seta lívið hjá yrkjaranum í samanhang við avgerandi umbrot í tíðini, t.d. tann langa yrkingin „Rolling Stones“. Har hoyra vit um bretska umhvørvið, sum aldi bólkin, um hvussu teir gjørdust ein avgerandi táttur í lívinum hjá ungdóminum, eisini í Havn, vóru markaskjal fyri lívskensluna í einum tíðarskeiði og góvu yrkjaranum „borgaraskap í stóru bluestjóðini“. Her eru gálvandi speiyrkingar um ta føroysku samtíðina, politiskt og mentanarliga, við støði í kreppuni, t.d. „Eitt herðaklapp til spottaran.“
Gud og skaldskapurin eru tey berandi virðini í hesum savninum og eru knýtt at teimum grundleggjandi gerandisligu og ævinligu virðunum, nú ið eingin onnur samfelagsskipan enn tann kapitalistiska tykist møgulig; men eitt lítið rúm er kortini gjørt fyri vónini um ein nýggjan Nólsoyar-Páll, Lenin ella Jesus...
Stættastríðið er ikki longur ovast á breddanum, leitað verður aftur til ta persónligu fortíðina, hugleitt verður um lív og deyða og kærleika, ikki minst tann kynsliga.
Í nýggjasta yrkingasavninum, Brúgvar av svongum orðum frá 2003, hevur yrkjarin flutt seg enn longri frá tí politisku programmyrkingini. Her er tað tann persónliga lívsupplivanin í stórum og smáum, sum er skrásett í myndum, sum partvíst taka aftur í eldri føroyskt skaldskaparmál men annars eru Jóanesar egnu eyðkendu. Byrjanarorðini í bókini, „ Alt sum er fast/ Loysnar“ leiða hugan til tey kendu orðini í tulkingini hjá Kommunistiska manifestinum av søguni hjá borgarastættini um, at „ All that is solid melts into air“. Korini, at alt er í støðugari broyting, verða góðtikin. Tann sansaði heimurin er tað týdningarmesta, og lívið fær dýpd av deyðanum. Sálin og Gud eru orð, ið standa fyri tí ófatuliga og varandi.
Jóanes Nielsen hevur áður skrivað yrkingar um aðrar yrkjarar, m.a. eina hat-kærleiksyrking til William Heinesen, og her finna vit eisini yrkingar um føroyskar yrkjarar; ein nýggj yrking um William Heinesen vísir tokka og virðing, ein yrking er um bohemin og úrmælingin Janus Djurhuus og harumframt yrkingar um tveir yrkjarar í samtíðini, Aleksandur Kristiansen og Róa Patursson.
Ein minningaryrking um fiskimannin Hugo umboðar her samhuga yrkjarans við arbeiðarum á sjógv og landi. Sjógarpurin er kent evni í føroyskum skaldskapi og er her viðgjørt við patos eins væl og svørtum humor og tokka, men ikki minst við innliti; í yrkingini er m.a. ein uppreksan av ymiskum fyribrigdum, sum yrkjarin heldur hava uppiborið ein sálm, harímillum biður hann um „ Ein sálm fyri forlornu tonnunum/ Umvældar við stáltráði á Nanortalik Bankanum“. Royndir siga yrkjaranum, at Hugo neyvan hevði klárað seg millum einglarnar, hann er ov slitin til tað; himmalin hjá honum er himmalin hjá fiskimonnum, „ teir liva víðari í brotinum/ Tokuni kring sløktar stjørnur/ Í glæmuni/ Frá eini ljósboyu á Norðhavinum“. Nevnast skal eisini yrkingin „ Mítt pass er andadrátturin“, har sum myndamálið er tikið úr tí partinum av ríkisrætti , ið ásetur rættindi viðvíkjandi atgongd og ferðafrælsi. Eitt vanligt pass gevur størri ella minni rættindi, alt eftir hvør hevur útgivið tað. Men andadráttarpassið hjá yrkjaranum og alheimskortið, sum hann eisini hevur, geva honum óavmarkað rørslufrælsi, og hann leitar Jesus upp á krossinum og ætlar at taka hann niður og bjóða honum song, so hann umsíðir kann hvíla í friði.
Evnisliga er tað eyðkennið í fyrru søvnunum hjá Jóanesi Nielsen, at hann yrkir um stættastríðið og arbeiðslívið í Føroyum í okkara tíð; í teimum seinnu søvnunum er hann eins samfelagskritiskur og yrkir framvegis um arbeiðslív, men tann sosialistiska loysnin er ikki longur so tøk, og onnur yrkisevni gera meira vart við seg.
Skaldskaparliga er eitt høvuðseyðkenni myndamálið, ið byggir á arbeiðs- og gerandismál; harumframt mátin at knýta óskyld fyribrigdi saman á óvæntaðan og barokkan hátt; tá ið t.d. verður sagt við hina elskaðu „tíni eygu eru eitt skrín / fult av kærleiksbrøvum“ („Ganga við tær,“ Pinnabrenni til sosialismuna, bls. 16), so byggir myndburðurin ikki á líkskap, men á ta longu hevdina fyri at lesa kenslur og sálarlív í eygunum. Hetta er ein vitborin myndburður, hann má viðgerast við hugsanini, áðrenn hann sansast. Í so máta er hann eins og myndburðir hjá metafýsisku ensku skaldunum í 17. øld, John Donne og øðrum, hóast Jóanes ikki líkist teimum annars. Teir hava ofta verið deildir fyri ónatúrligt, uppgjørt myndamál; men ávísir bólkar innan modernismuna hava hevjað teir upp til skíggja nettupp fyri myndamálið. Ólíkt metafýsisku yrkjarunum, sum troyta myndirnar og halda seg til sama myndaøki í einari og somu yrking, so loypur Jóanes frá einum myndaøki til eitt heilt annað uttan steðg, og tað skapar tann dissonans, sum er uppistøðan í modernistiskum skaldskapi. Yrkingin, sum nevnd er omanfyri, lænir t.d., beint aftan á myndina av eygunum sum einum skríni av kærleiksbrøvum, úr einari kendari mynd í Hásonginum 7, 2, tá ið pannan á teirri elskaðu er „eitt pakkhús við hveiti“; at nýta mynd av ríviligari jarðargrøði til at eyðkenna ta elskaðu hoyrir til í einum fornum jarðyrkisamfelagi, men neyvan í nútíðarligum, borgarligum samfelagi. Aftur er tað arkaiska nýtsluvirðið tað, sum Jóanes leitar til í sínari skaldskaparfrøði.
Eisini menniskjansliggerð og húsliggerð av alheiminum og náttúruni í antiromantiskum myndamáli tænir til at seta menniskjans ítøkiliga virki og tørvir í miðdepilin: mánin er hvítur sum løk á bliki, æðubólkar eru sum smá teppi, ljósið í minninum um barndómin er sum ein lummalykt. Havnin er sum ein gomul kona í inniskóm. Føroyar eru ein gomul kona, sum bindur upp á síni kæru o.s.fr.
Frá tí fyrsta til tað seinasta yrkingasavnið gera útsagnir um egnan skaldskap og skaldskap sum slíkan – skaldskaparfrøðiligar viðmerkingar av ymsum slagi – meira og meira vart við seg. Í Trettanda mánaðanum eru flogseðilin og sjónleikurin í tænastu hjá stættastríðinum; í Pinnabrenni til sosialismuna er ein yrking til kilenska tjóðarskaldið Pablo Neruda, í einari aðrari er M.A. Jacobsens virðislønin nevnd; í Tjøraðu plankunum... er, sum nevnt, fyrsta yrkingin ein yrkjarayvirlýsing við umfatandi, stoltari stevnuskrá; har er eisini ein hat-kærleiksyrking til William Heinesen.
Sjálv bókaheitini Pinnabrenni til sosialismuna og Naglar í jarðarinnar hús sipa til yrkingarnar, eru metaskaldslig, og til og við Naglum... er skaldskapurin í høvuðsheitum amboð og vápn í stríði fyri rættvísi. Í Kirkjunum á havsins botni ogPentum er skaldskapurin partvíst vorðin eitt meginvirði í sjálvum sær, sbr. t.d. „Aftan á hvørja øld standa hálvthundrað ella kanska hundrað bøkur. / Restin er gravir við gloymdum orðum“ („Vit vóru ikki tey fyrstu á jørðini“, Kirkjurnar... bls. 20-21); yrkjarin ímyndar sær eisini møguleikan fyri, at minst fer at verða til hansara sum ein yrkjara, ið „koblaði slanguna til lívið“ (Jóanes Nielsen Stræti, Pentur bls. 67), v.ø.o. er hugsanin, at listin, her yrkingin, er styrking av sjálvum lívinum, gevur lívinum orku. Yrkingin „Ársfrágreiðingin“ (Kirkjurnar... bls. 28-31), ein speisk tulking av ársfrágreiðingini hjá Ríkisumboðnum, slær fast, at ein av fáu glottunum í hesi frágreiðing eru nakrir føroyskir rithøvundar, tí uttan bøkurnar høvdu útlendingar kanska hildið, at Føroyar vóru fangaoyggjar. „Røtur“ í somu bók (bls. 32-34) setur fram eina pleonastiska uppramsan av, hvat og hvaðani tann ‘rætti’ skaldskapurin er; samanumtikið, at skaldskapurin skal hava so beinleiðis samband sum møguligt við ‘lívið’, sbr. „slanguna til lívið“, og sligið verður fast, at skaldskapurin er sterkari enn skaldið, er yvirpersónligur. Men – yrkingin bendir á ein stóran vansa í samanrenningini millum lív og skaldskap, og tað er, at orðini eru fjøtrað! Neyðugt er at slíta „spennitroyggjuna sum marknaðarkreftirnar hava spent um orðini“.
Tað er ørdømi, at Jóanes soleiðis setur spurnartekin við málið sum gjøgnumskygda, beinleiðis, umboðan av veruleikanum – tað, at merkingar verða sæddar sum eintýddar og hevjaðar upp um allan iva, er tað, sum ger Jóanes 70-araligan og viðhvørt gevur honum ein naivan dám. Heldur ikki her er hann ráðaleysur; men, spurningurin er bara, hvussu slíta vit marknaðarspennitroyggjuna?
Tí ólíkt tí, sum modernistiskir yrkjarar gera, og sum hevur verið eitt høvuðseyðkenni í føroyskum bundnum skaldskapi tey seinastu 20 árini, yrkir Jóanes ikki um málið sum fyribrigdi. Hann sáar ikki iva um óvikandi samband millum orðini og tað uttanorðaliga, sum tey umboða. Ei heldur hoyrir hann til tað rákið í postmodernismuni, ið avbyggir málið og letur tað standa sum bygnað uttan støðuga, íborna merking. Og hann mælir ikki í gásareygum, men við síni egnu rødd, sum er „erlig sum tokulúðurin og dugur ikki at teska...“ („Góða ikki gráta...”, Naglar... bls. 13). Í yrkingini „Fittnessstøð“ í Brúgvum av svongum orðum kennir yrkjarin seg fremmandan í samtíðini, og hann finst at lyndinum hjá kritikarum at tæga sundur merkingar og gloyma innihaldið:
Fepurin herjar gjøgnum bókstavaraðið
Dreygar ið eiga at kenna sítt pláss handan
gyrðingarnar í ørskapinum
Eggja vælútbúnum fólki at fella vónleysar dómar yvir førleikan hjá
orðinum at endurspegla heimin
Tómar kumpassir fara avstað við hægstu bókmentaligu
viðurkenningunum
Formurin stendur nær óbundnum máli, talu og frásøgn, yrkingarnar eru við einum orði, sum heitið á einum av søvnunum kallar fram í hugan – leysliga trokklaður saman.
Tann sosialistiski boðskapurin í fyrsta savninum broytist frá tí eintýddu orðingini av stættastríðnum, um yvirlýsta „sosialismu við opnum hondum“ („Banka rust av misfarnum vónum“, Kirkjurnar... bls. 42) og til endaliga uppbrotið í Pentum. Har er sosialisman farin út úr myndini og ein sár nasjonalisma er komin í staðin, samstundis sum leitað verður til ættarbondini, barndómin og ungdómin eftir meining.
Gjøgnum øll søvnini eru kynsligur kærleiki og gessur berandi virði. „Tá ið kærleikin bankar uppá“ (Naglar... bls. 26) er ein óhevndbundin, óhátíðarlig yrking um upplivilsið at gerast forelskaður og ta serligu hvessan av sonsum og hugflogi, sum tað hevur við sær, og sum ger tað gerandisliga ógerandisligt. „Tá eru menniskjuni vøkur“ ( Tjørandi plankarnir... bls. 17) er um ta primitivu kynsligu eydnuna. Innikleimdur ljóðar dagdreymurin um bygdagentuna í „Jóanes Nielsen stræti“ (Pentur, bls. 67), sexisma í nostalgiskum lyktarljósi – men tað er jú eyðkent fyri dagdreymar at vera regressivir. „Upp í lógvan av halleluja“ (Pentur, bls. 60) er ein langur lovprísandi – sbr. heitið – lestur við góðum ráðum um viðferðina av „fisuni“ (yrkjarin hevur annars áður ávarað móti handbókum), ið er umrødd sum ein sjálvstøðug vera, men samstundis banaliserað og avmystifiserað positivt. Yrkingin endar við einari avlaging av tí hálvtannað hundrað ára gamla kommunistiska stríðsorðinum aftast í Kommunistiska manifestinum: „Fæloysingar um allan heim, standið saman!“, umorðing, har „fisudyrkarar“ er sett í staðin fyri „fæloysingar“. Hetta kann lesast sum avnoktan av sosialistisku hugsjónini, ella við einum góðum vilja sum ovfarakátur leikur hjá tí erotiska yrkjaranum. Men heldur tykir mær henda dyrkanin av fremmanda- og lutgjørda kynslívi – júst ein sera framkomin, ‘góðskað’, vøra á núverandi heimsmarknaði – bera brá av tí spennitroyggjuni, sum Jóanes nevnir aðrastaðni í Pentum.
Jóanes Nielsen man vera mest lisni føroyski yrkjari nú, og fólkaeydna hansara sum yrkjari kann berast saman við ta hjá Pól F. Væl ber til at vísa á ymiskt, sum líkist í skaldskapi teirra, t.d. frálíkt bersøgni, eirindaleys avsigan av samfelagsligu valdastovnunum, ramligar ástarlýsingar og mál sum angar og stinkar. Mesta styrkin hjá Jóanesi er, við sosialistiskum stættastríði ella uttan, hansara sansaligu lýsingar av og myndir úr arbeiðs- og ástarlívi.