Málskjaldur
Til minnis um V.U. Hammershaimb á 200 ára degi hansara 25. mars 2019
Málið, sum vit harta,
til vit hava lært tað:
”Tú stílsnild mína rylkir,
tú dekkar ei, tú hylkir!”
Málið, sum vit deila:
”Tú mál ótaldu feila!”
Málið, sum vit knoða,
málið, sum vit toga.
Tað málið, sum vit duga.
Málið, sum vit toyggja,
bukla, benda, boyggja.
Orðini, vit njóra,
nýtt og gamalt bjóra.
Hini, sum vit teska,
tey, tú veitst, sum leska.
Orð, sum sútir rinda,
orð, sum okkum binda,
orð, sum málið eigur,
sum opna stongdar leiðir
millum “eg” og “tú”,
millum “tá” og ”nú”
rennistrong tey spenna.
- Skrivað hevur | Turið Sigurðardóttur
- Dagfesting | 07.03.2019
- Bólkur | Røður